fríggjadagur 20. desember 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
35
DOKTARI
Jógvan Hugo Gardar
Turið Mørkøre fór til Århus at
lesa seinast í áttatiárunum. Hon
las lívfrøði. Samstundis fann hon
sær ein norðmann. Tey ferðaðust
millum Oslo og Århus í eina tíð.
Tá so Turið var liðug við fyrsta
part av lesnaðinum í Århus, valdi
hon at flyta til Oslo, har hon
ætlaði sær at halda fram á lærda
háskúlanum.
Men har byrjaði hon ongantíð.
Ein lestrarmøguleiki á landbún-
aðarskúlanum í Ås stutt sunnan
fyri Oslo lokkaði meir.
- Eg helt, at hetta ljóðaði
spennandi, og so var tað meir
praktiskt. Ein skuldi ikki bara
lesa um lívfrøði, men eisini gera
meir royndir og kanningar, sigur
Turið Mørkøre, tá vit hitta hana á
skrivstovuni hjá Akvaforsk í Ås.
Turið hevur dámt væl at vera á
Ås. Hon las um húsdjór og
skrivaði høvuðsuppgávu um laks
í 1995. Samstundis las eisini
føroyska Durita Brattaberg um-
hvørvislæru har. Árið fyri tók ein
annar føroyingur, Hørður
Wardum, prógv á Ås.
Ås landbrukshøgskole hevur
havt nógvar føroyingar sum
næmingar, men í løtuni er eingin
føroyingur næmingur á
skúlanum. Hetta heldur Turið
vera synd.
- Her hava nógvir føroyingar
lært landbúnað, umhvørvi,
skógarrøkt, og nú eru vit millum
tey bestu innan aling eisini, so
tað skuldi verið góðir møgu-
leikar at fingið útbúgvingar her
sum passa føroyska samfelag-
num.
Bleiv verandi
Sjálv hevði Turið ætlað sær
heimaftur til Klaksvíkar at búgva
og arbeiða. Hon hevði lagt
ætlanirnar fyri rektaran á
Studentaskúlanum og H.F. í
Eysturoy og í Klaksvík. Turið
vildi undirvísa í lívfrøði á
skúlanum, sum í síni tíð hevði
givið henni brell til hetta fak.
- Í dag kann eg takka Dánjal
Petur Højgaard, ið eg hevði í
lívfrøði á H.F. í Klaksvík, fyri at
eg valdi hendan lesnaðin. Hann
tók okkum við kring um oyggj-
arnar og vístu okkum lívfrøði í
veruleikanum. Vit vitjaðu millum
annað ali- og smoltstøðir. Tím-
arnir saman við Dánjal Peturi
gjørdu, at eg av álvara fekk hug
til lívfrøði og serliga tokkan til
aling og alifrøði.
Men tað vóru eisini onnur sum
gjarna vildu hava Turið í starv.
Úti á Ås høvdu fólk á Akvaforsk,
ið er ein egin stovnur, bitið
merki í ta dugnaligu kvinnuna.
Turið bleiv spurd, um hon vildi
byrja í einum starvi á Akvaforsk.
- Vit høvdu avgjørt, at vit
skuldu flyta til Føroyar, men vit
vistu onki, um eg fekk starv ella
ikki. Meðan eg bíðaði eftir svar-
inum úr Gøtugjógv, so togaðu
tey á Akvaforsk meir og meir í
meg. Tá eg so mest sum hevði
mist vónina um at fáa starv í
Føroyum, valdi eg at taka av
tilboðnum frá Akvaforsk. Sum
lagnunnar speisemi so ringdi
telefonin, tá eg kom heim
hendan sama dagin. Nú var alt
klárt til mín við studentaskúlan í
Gøtugjógv. Eg skuldi sleppa at
undirvísa bæði í Eysturoynni og í
Klaksvík.
Turið noyddist at siga sum var.
Hon hevði bert fáar tímar innan
sagt ja til eitt starv á Akvaforsk.
Har skuldi hon granska. Hon fór
um sama mundið eisini undir at
skriva lærubók um fóðurlæru. Tá
hon nú var komin í gongd við
gransking og skriving, setti hon
sær fyri at taka doktara-
gradsstudie.
Tann norski hátturin
Í heyst vardi hon doktararitgerð-
ina um laks og fekk sera góð
ummælir. Ritgerðin er býtt upp í
trý høvuðsevni: fitiinnihald,
fastleiki og úrtøka.
Millum annað so hevur Turið
Mørkøre í sambandi við hesa
uppgávuna gjørt nógv fyri at
finna ein skjótan og lættan hátt
at siga nakað um fastleikan hjá
fiskinum.
- Higartil hava vit ikki havt ein
felags hátt sum sigur, hvussu
fastleiki skal metast og roknast
út. Hetta vildi eg gera nakað við,
og tað sum eg fann út av hevur
víst seg at vera bæði skjótari og
lættari at brúka enn tað vit hava
havt, sigur Turið.
Uttan at fara neyvari inn á
hendan metiháttin, kunnu vit
staðfesta, at fleiri fyritøkur nú
brúka háttin hjá Turið, ið hevur
fingið heitið "The Norwegian
Method." Millum annað hevur
stóra altjóða fyritøkan Nutreco
valt at brúka metiháttin hjá Turið
á øllum sínum virkjum.
- Fyrimunurin er, at hann er
skjótur, neyvur og lættur at
brúka. Úrslit kunnu samanlíknast
lættari, og tað hevur einki at
siga, um kanningarnar eru
gjørdar í Kili, Skotlandi, Føroy-
um ella Noregi sigur Turið.
Toskurin tað næsta
Turið, sum ungdómsárini ar-
beiddi á Kósavirkinum og Dáva-
virkinum í Klaksvík, dámdi best
at rokast í saltfiskinum.
- Mær dámdi so ólukksaliga
væl at vera við til at landa
saltfisk. Tað var altíð stuttligt at
vera í lastini saman við javnaldr-
um og so dámdi okkum at hoyra
tey eldru siga frá og ikki minst
reypa, sigur Turið.
Í dag er Turið nógv úti á ali-
støðum og arbeiðsplássum í
fiskivinnuni. Sjálvt um hon í dag
fæst nógv við neyvar kanningar
og nógv tøl, so er pláss fyri
látrinum og løttum tosi.
Aftaná at hava arbeitt nógv við
laksi seinastu árini, er hon nú í
gongd við at hyggja nærri eftir
einum komandi alifiski —
toskinum.
- Toskurin er eitt góðdýr at
arbeiða við — nógv lættari enn
laksurin. Men toskurin er sam-
stundis ein serskøltur, hann etur
til dømis ikki hvat sum helst.
Hetta royna vit so at finna nærri
út av, sigur Turið.
Starvið hjá henni á Akvaforsk
er fjølbroytt, so samstundis sum
hon sjálv er við í verkætlanum,
hjálpir hon eisini næmingunum
sum nú læra um aling og evni,
sum hava við aling at gera. Hjá
Akvaforsk hava tey bæði
almennar granskingarætlanir
samstundis sum tey eisini
gjøgnumføra kanningarætlanir
fyri fyritøkur. Millum annað
kann nevnast ein stór kanning
fyri fóðurframleiðaran EWOS,
har góðskan í norskum og
føroyskum laksi hevur verið
kannað. Hetta er tann størsta og
mest umfatandi kanningin av
føroyskum fiski nakrantíð.
Alifiskurin er fylgdur frá hann
bleiv settur í sjógvin og til hann
bleiv tikin tvey ár seinni. Hendan
kanningin er um at vera liðug.
Úrslitini fyriliggja eftir ætlan
fyrst í komandi ári.
- Umhvørvið her á Ås er broytt
nógv hesi árini. Tá eg kom, var
alifiskur bert ein lítil partur av
lesnaðinum um húsdjór. Nú hava
vit egna útbúgving innan aling
av fiski, og næmingar úr øllum
heiminum koma hendanvegin at
nema sær kunnleika.
Turið — fiskadoktarin úr Klaksvík
Hon var klár at flyta heim til Føroyar, har hon vónaði at fáa eitt starv á
studentaskúlanum við Gøtugjógv. Hon stóð og bíðaði. Men tilvildin vildi
tað annarleiðis. Rektarin við Gøtugjógv bíðaði nakrar tímar ov leingi. Í
staðin hava føroyingar fingið fyrsta fiskadoktaran
- Toskurin er eitt góðdýr at arbeiða við — nógv lættari enn laksurin. Men toskurin er samstundis ein serskøltur,
hann etur til dømis ikki hvat sum helst. Hetta royna vit so at finna nærri út av, sigur Turið Mørkøre
HUGLEIÐINGAR
Durita Holm
Tá eg haldi jól langt heimanífrá,
ger frástøðan, at øðrvísi tankar
um høgtíðina og tað sum liggur
aftanfyri hana, stinga seg upp.
Slík sundurgreining er ikki
serliga jólalig, og tí dámar mær
best at halda jól heima í Føroy-
um, har tað vælkenda heldur
tankarnar burtur og eg bara njóti
hugnan.
Jólini eru sjálvt høvuðssúm-
bolið uppá kristindómin. Sjálvt
tey, sum vanliga ikki hava trúnna
í huganum, fara ta einu ferðina
um árið í kirkju at hoyra Guds
orð.
Tað átrúnaðarliga er tó bara
ein partur av jólunum, minst líka
stórur partur er tað týdningar-
mikla mentunarliga ritualið. Øll
hava eina hugmynd av, hvussu
jólini eiga at vera, stemningurin,
hvat man eigur at eta og hvussu
man eigur at vera ílatin.
Eg havi hildið jól í ymiskum
londum, og mær dámar tað einki
serligt, tí súmbolikkurin í jólun-
um er so sterkur, at eg ikki
megni at skúgva hugmyndina av
føroyskum jólum frá mær,
hvussu jólini eiga at vera. Frá-
støðan ger tó eisini, at hvørji jól í
útlegd koma tankar og myndir
um egna mentan og um, hvat
jólini í grundini eru fyri nakað.
Nú er aftur desember og
hesaferð eri eg í Spania. Her
halda tey eisini jól, men tað eru
katólsk jól. Her eru ikki so
nógvir jólamenn, men nógvir
vísmenn, esil, Jesusbørn og
ymisk halgimenni. Tann spanska
trúgvin er nógv meira ítøkilig
enn protestantisman longur
norðuri. Her eru halgimenni á
hvørjum horni og í hvørjum húsi,
sjálvt í barnaskúlanum hongur
ein stórur særdur og blóðugur
Jesus á krossinum. Tú verður alla
tíðina mintur á trúnna, ikki bara
um jóltíðir.
Tá eg herfyri sá myndina av
San Miguel múraða á uttara-
veggin á einum húsum her, sam-
stundis sum fleiri og fleiri
hugnalig fjós við krubbum og
hoyggi spíraðu upp allastaðni,
kundi eg ikki lata vera við at
vamlast eitt sindur. Flísarnir á
húsinum ímynda San Miguel
eingilin við svørði í hond,
traðkandi á tann leinkjaða
djevilin, sum er ímyndaður sum
ein svartur maður úr Afrika. Tað
hugnaliga jólaliga lið um lið við
tí óhugnaliga, makabra og djúpt
rasistiska - og alt í átrúnaðarsins
heilagu ørindum.
Mær kom í hug jólini í
Karibia. Tey vóru kristin har,
men tey vóru eisini øll somul
svørt fólk sum einaferð komu úr
Afrika, og sum við ráðari megi
vóru tvingað inn í ta sælu kristnu
trúnna, somu trúgv sum tann dag
í dag myndar sjálvan Fanan í
teirra ímynd. Fanin er enntá í
leinkjum og júst soleiðis sungu
teir karibisku afrikanararnir í
fleiri hundrað ár síni desperatu
halleluja.
Jólini heima bera boð um
næstrakærleika, tolsemi og
humanismu, men hvørja ferð, eg
havi hildið jól í útlondum, er
mær komið í hug júst tað
mótsatta. Í Ný Sælandi búði fyri
bara 200 árum síðani eitt
mentunarliga stórfingið fólk. So
komu tey kristnu við gleðiboð-
skapinum um Jesusbarnið, men
tað tykist mær sum at tey
gloymdu boðskapin um næstra-
kærleika, tolsemi og humanismu.
Jólini í Ný Sælandi vístu eitt
framkomið land, men bara fyri
eftirkomararnar hjá fólkunum,
sum komu við gleðiboðskapin-
um. Maoriarnir, sum búðu har
frammanundan, máttu taka við
boðskapinum, men tað sá út til at
vera verri statt við gleðini. Tað er
helst einki stuttligt at verða rokn-
aður sum annaðfloks borgari,
heldur ikki á jólum.
Eisini jólini í Thailandi bóru
boð um okkara ófatuligu arro-
gansu og mangul uppá mentun-
arligt sjálvsinnlit. Thailand er eitt
buddhistiskt land, men har er
sum kunnugt eisini ein sonn
innrás av ferðafólki úr tí kristna
vesturheiminum. Á jólum í
ferðafólkaøkjunum í Thailandi
verður sostatt prýtt við einglum
og Jesusbørnum og hoteleigarar
úr vesturheiminum skipa fyri
stórum almennum jólatiltøkum.
Tað, sum rann mær í hug, tá
eg sá allar hesar láturligu jóla-
menninar undur tí steikjandi
ekvatorsólini, var, hvussu millum
annað danir og norðmenn bera
seg at, tá teir nógvu muslimarnir
sum í grundini búgva í Danmark
og Noregi og tí, sum nátúrligt er,
hava hug at hava sínar moskéir
og minarettir. Tá er ikki lukku-
ligt. Muslimarnir sleppa at dyrka
sína trúgv í okkara londum, men
bara so leingi hon ikki er sjónlig
í tí almenna. Vit kristnu har-
afturímóti ikki so mikið sum
ivast í, at vit hvar sum helst,
uttan mun til land og mentan,
hava allan rætt til alment at vifta
við okkara jólaeinglum og
Jesusbørnum.
Jólini skulu vera ein so hugna-
lig og harmonisk tíð, og tað
tykist kanska løgið at taka fram
slík minni prýðilig viðurskifti í
kristindóminum júst nú, men tað
er ofta so, at júst tá hamurin skal
vera serliga einlittur og fríðk-
andi, er lættast at bera eyga við
tær ljótu rivurnar. Ikki minst, tá
man er staddur aðrastaðni og
ikki av sær sjálvum verður
lullaður inn í glansimyndina.
Tað tykist kanska sum at mær
ikki dámar jólini. So er ikki, men
jólini eru best heima í Føroyum,
tá tað er myrkt og kalt úti og
man kennist við øll ritualini. Tey
tingini man kennist væl við
hugsar man ikki so gjølla um.
Um man fer at greina eina høgtíð
ov nógv, og byrjar at lýsa hana
við orðum sum sosial konstruk-
sjón og tí sum verri er, missir
hon alt tað hugtakandi og tað er
ikki meiningin, men tí slepst illa
undan, tá man ikki er heima.
Í ár haldi eg jól í tí brøttu San
Miguel gøtuni, men eg fari at
gera mítt besta fyri ikki at hugsa
um hendan hættisliga San
Miguel, krígseingilin, og tó at eg
ivist, so velji eg eisini at halda,
at tað er okkara tulking av
kristindóminum, sum ger hann
so blóðugan.
Krígseingilin San Miguel
og tey hugnaligu jólini
- Eg ógvaðist við, tá ið eg sá
múraða mynd av San Miguel
einglinum við svørði í hond,
traðkandi á tann leinkjaða
djevilin, sum er ímyndaður
sum ein svartur maður úr
Afrika. Tað hugnaliga og
jólaliga lið um lið við tí
óhugnaliga, makabra og
djúpt rasistiska - og alt í
átrúnaðarsins heilagu
ørindum, hugleiðir Durita
Holm úr Spania
5
C
M
4