Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 39 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Myrkt er úti. Kalt og eitt sindur av vindi. Heilt niðri í bygdini, Lamba, standa eini gomul hús. Tey eru júst klødd av nýggjum, og ljós er í køksvindeyganum. Fremmandar røddir eru at hoyra innan fyri stovuhurðina, og lítla løtu seinni kemur ein streymur av hita út í durin. Zeljka og Milan standa í hurðini og bjóða vælkomin. Húsini eru gomul, men hugna- lig. Nógvar umvælingar eru gjørdar, so tey eru í góðum standi. Her búleikast Zeljka og Milan Konzar saman við børnun- um Milana og Nemanja, og lítlu- systir Milan, sum eitur Ljubinka. Henda familjan er úr Kroatia. Men tað er long tíð síðani tey hava verið har. - Vit hava verið flóttafólk í yvir 10 ár. Tá vit av fyrstan tíð fóru úr Kroatia vegna kríggið, ferðaðust vit ímillum Bosnia, Serbia og Jugoslavia fleiri ferðir. Í desember mánað í 1997 fóru 25.000 flóttafólk ein dag úr landinum. Nøkur høvdu familju í Amerika og aðrastaðni í Evropa, men vit vistu ikki, hvar vit skuldu fara, so vit endaðu í Danmark, greiðir Milan frá. Áðrenn kríggið arbeiddi Milan í einum skógvafyritøku í seks ár. Tá kríggið byrjaði arbeiddi hann við gravmaskinu í fimm ár á øllum møguligum plássum. Zeljka arbeiddi í tólv ár í eini tekstil-fyritøku, har hon seymaði klæðir. - Vit noyddust at rýma, tí eg eri ortodoxur og Zeljka er kato- likkur. Og tað er ikki væl dámt niðri í Kroatia, sigur Milan. Undir jørð Familjan Konzar búði í Danmark í hálvt triðja ár. Harav var familjan tvey ár undir jørð. - Tá vit komu til Danmarkar fingu vit onki arbeiði. Tá vit høvdu verið har í tríggjar mán- aðar fingu vit at vita, at vit noyddust úr landinum aftur. Men tað varð drigið út í tveir mánaðar afturat. Ein danskur prestur hjálpti okkum, og vit vóru send undir jørð, greiðir Zeljka frá. - Vit gjørdu onki hesa tíðina. Vit høvdu onki arbeiði, og børn- ini vóru ikki skúla í eitt heilt ár. Vit bara ótu og svóvu. Tað var ein ræðulig tilvera. Síðani fingu vit at vita, at vit skuldu antin aftur til Kroatia ella til Føroya, og tá valdu vit at sleppa til Føroya. Sjálvt um familjan bara búði í Danmark í hálvt triðja ár, so fluttu tey heili átta ferðir hesi árini. - Vit hava verið flóttafólk í 10 ár. Men nú er alt gott. Vit hava alt nú. Hús og arbeiði, og vit hava frið. Her í Føroyum er altíð friður, siga tey bæði við einum smíli. Hinumegin borðið situr 14 ára gamla dóttirin, Milana, sum hjálpir við at umseta. Tey duga ógvuliga væl at tosa, tá hugsað verður um umstøðurnar. Men viðhvørt noyðist Milana at taka um endan og hjálpa teimum at umseta tað, sum tey ikki skilja. - Málið hevur verið ógvuliga trupult. Vit hava gingið á kvøld- skúla í tvey ár. Nú skilja vit so at siga alt, men tað gongur eitt sindur verri við at tosa, sigur Zeljka. - Vit hava nógvar føroyskar vinir, og vit eru glað fyri okkara tilveru her í Føroyum. Á hotel Tá Zelka, Milan og børnini komu til Føroya fyri tveimum árum síðani, fingu tey í fyrstuni ein lítlan skelk. Tey vóru koyrd á Sjómansheimið í Runavík, har tey búði í hálvan annan mánað, meðan leitað varð eftir onkrum at búgva í. - Føroyingar eru ógvuliga hjálpsamir, og teir vilja fegnir hjálpa. Milan og Zeljka siga, at tey ætla sær ikki aftur til Kroatia at búgva. Um tey fara aftur, so verður tað kanska at ferðast. - Alt í Kroatia tykist gott á pappírinum, men tað er tað als ikki, sigur Milan. - Nógv eru koyrd í fongsul, og nógvar familjur hava stórar trupulleikar. Vit hava tað gott í Føroyum, og vit eru byrjað av nýggjum her. Lívið her er fantastiskt. Tað einasta Milan hevur hug at fílast á er tað nógva regnið og mjørkin. - Einaferð tá eg var til arbeiðis sá eg okkurt koma úr Lamba. Eg helt tað var roykur, og eg ivaðist ikki í, at tað var eldur komin í húsini hjá okkum. Men so søgdu teir, eg arbeiði saman við, at hatta var mjørki. Tað er altíð Vit ynskja bara frið Zeljka og Milan Konzar hava verið flóttafólk í yvir 10 ár. Nú búgva tey í Føroyum saman við báðum børnunum og lítlusystir Milan. - Tað einasta vit vilja er at hava frið, og tað hava vit í Føroyum, siga Zelka og Milan F.v. Zeljka, dóttirin Milan, 14 ár, systirin Ljubinka, 13 ár, sonurin Nemanja, 12 ár og Milan Mynd: Álvur Haraldsen Framhald á næstu síðu mjørki í Føroyum, og er tað tað, mær dámar minst. Men tey bæði leggja afturat, at teimum dámar ógvuliga væl summarið í Føroyum. - Vit koma frá einum landi, har veturin er ógvuliga harður. Tað kann verða heilt niður í 25 kuldastig. Um summarið verður eisini ógvuliga heitt. Upp í 45 hitastig. Summarið í Føroym er so gott. Tit hava eitt fantastiskt summar. Tí hava vit enn ikki verið uttanlands meðan vit hava búð her í Føroyum, siga Zeljka og Milan. Tvey jól Heima tosa tey teirra egna mál. Børnini duga væl at tosa før- oyskt, og tey klára seg væl. Tey ganga í skúla á Glyvrum og í Runavík. Zeljka arbeiðir á Før- oya Fiskavirking í Saltangará, meðan Milan arbeiðir á Bakka- frost á Glyvrum. - Sjálvt um vit búgva í einum øðrum landi, so royna vit at halda fast í nakrar av okkara siðum. Vit halda til dømis tvey jól. Eini katólsk og eini ortodox. Tey katólsku jólini verða hildin tann 24. desember við jólagávum og øllum tí, sum føroyingar eisini gera, verður greitt frá. - Tey ortodoksu jólini verða hildin tann 7. januar. Tá er ein stórur jóladøgurði í familjuni, men uttan gávur. Gávur verða bara givnar tann 24. desember og ikki umaftur tann 7. januar, sigur Zeljka og stórflennir. - Børnini gleða seg mest til jólini tann 24. desember - júst sum børnini í Føroyum. Meðan tey hava verið á ferð, siga tey, at tey hava ikki rættiliga havt møguleikan at halda fast við allar siðirnar frá heimlandinum. Men tey royna. - Børnini skulu ikki gloyma, hvar tey koma frá. Fleiri ár eru liðin síðani familjan Konzar hevur verið í Kroatia. Og ongar ætlanir eru um at venda aftur í nærmastu framtíð. - Vit eru glað fyri Føroyar. Tað var eitt hart lív í Danmark. Vit gjørdu onki og vit høvdu ongar pengar. Nú hava vit arbeiði og vit forvinna okkara egna pening, og kunnu keypa tað okkum lystir. Okkum dámar væl at arbeiða. Beint nú arbeiði eg á flakavirki. Kanska eg fari at fáa mær okkurt annað arbeiði seinni, men tað veit eg ikki enn. Kanska tá eg dugi betur at tosa føroyskt, sigur Zeljka. Tey bæði greiða frá, at tann størsti trupulleikin er málið, tí tann føroyska mállæran er torskild. Landið er vekk Zeljka og Milan siga fleiri ferðir, at lívið í Føroyum er fantastiskt, og at nú er alt gott. Tað hoyrist týðiliga, at lívið frammanundan hevur verið hart og slítandi. Men tað sæst ikki á teimum. Tey eru smílandi og fyrikomandi, og tey eru fallin væl til í Lamba. - Vit vita ikki, um vit koma at búgva í Føroyum altíð. Men í løtuni er hetta okkara heim. Vit vilja ikki fara til onnur lond. Føroyar eru tað seinasta. Mítt land er vekk - tað er gloymt, sigur Milan. - Vit hava eitt nýtt lív her. Zeljka leggur afturat, at børn- ini verða helst verandi í Føroy- um, og teimum vilja tey ikki fara frá. - Tað kann væl vera, at børnini finna sær ein føroyskan maka. Vit vilja ikki flyta úr Føroyum, um børnini verða her, tí vit vilja ikki fara frá teimum. Uttanfyri er myrkt, men inni er ljóst og fjálgt. Onkur hendinga jólamaður er at síggja á onkrari hill. Á veggunum hanga myndir. Á einum skenki standa nakrir lutir. Har ímillum tað kroatiska flaggið og eitt danskt flagg. Og á vegginum hongur eisini tað ortodoxa flaggið. Urtapottar eru runt um í stovuni, og ongin, sum kemur innar í hetta heimið dugir at ímynda sær ræðuligu tilveruna familjan hevur havt seinastu árini. Tað er stuttligt og lívsjátt- andi at síggja, hvussu henda familjan framvegis sær ljóst upp á tilveruna. - Vit vilja bara eitt, og tað er friður. Og í Føroyum er friður. - Og minst til at ynskja øllum í Føroyum gleðilig jól frá okkum, sigur Milan at enda. Framhald av síðu 38 Líka sum hjá okkum norð- búgvum er spurningurin her í amerikanska høvuðsstaðnum: Fáa vit eini hvít jól ella ikki? At døma eftir hurlivasanum herfyri, tá fyrsti kavin legðist, so má man næstan vóna, at vit ikki fáa hvít jól. Ávarað var í fleiri dagar frammanundan, at mikudagin fer at kava og hós- dagurin býður uppá 20-30 cm kava, og so var. Vit norðbúgv- ar høvdu hug at flenna eitt sindur, tí tað bleiv blást so nógv upp í fjølmiðlunum, harragud, tað fer at kava, hvussu ringt kann tað verða? Hósmorgunin byrjaði við eykatíðindasendingum á øllum sjónvarpskanalum um kavan, og hvussu støðan var runt umkring í høvuðsstaðarøkin- um og restini av landinum. Tað vísti seg, at hetta var størsta kavaódn so tíðliga í desember í nógv ár. Meteoro- logarnir søgdu, at so nógvur kavi hevði ikki verið síðan í 1987, tá ein ódn legði 11 inches ella uml. 30 cm eftir einum degi. Ódnin byrjaði heilt suðuri í Meksikanska golfinum, og herjaði norður eftir gjøgnum landið heilt norður til New England. Milli- ónir av fólki mistu streymin, og hetta elvdi til ein sannan ruðuleika, tí húsini heryviri hava ikki oljukomfýr í kjall- aranum, tey eru hitaði av elektriskum ovnum, og tá streymurin fer, gongur ikki long tíð, áðrenn hitin er burtur. Onkrastaðni mátti Reyði Krossur traðka til og deila teppir út til fólk, ið vóru veðurføst á flogvøllum og tokstøðum, og onnur máttu leita sær heimanífrá og á shelters — støð, har tey heim- leysu leita sær — vegna kulda. Hóast tann nógva kavan kempaðu fólk seg til arbeiðis. Tey flestu arbeiðsplássini hava tað tey kalla voluntary leave sovorðnar dagar. Hetta merkir, at fólk sjálvi kunnu avgera, um tey vilja royna at koma til arbeiðis, ella tey vilja taka ein frídag. Hetta kemst av, at ein stórur partur av arbeiðsstyrk- ini í økinum faktisk býr uttanfyri býin, og tí eru sera avhengig av sínum bilum. Ferðslan var eisini eitt stórt kaos. Nógv koyra í jeepum, og hava tí fýrahjulstrekk, og man skuldi trúð, at tað hjálpti. Tað gjørdi tað bara ikki. Fólk her eru ikki so von við kava, og tá tey so hava fýrahjulstrekk, so halda tey, at tey nokk skulu klára tað, og drøna avstað. Hetta elvdi tí til sera nógv ferðsluóhapp, og sjálvt um vegirnir vórðu ruddaðir fyri kava, so gekk verri við at rudda fyri ferðsluóhapp. Uml. 20 fólk mistu lívið henda dagin, og flest øll í ferðslu- vanlukkum. Í mótsetning til ferðsluna á vegnum var ferðslan á alnótini sera stór. Størsti alnótaútbjóðarin her, AOL, visti at siga frá, at tey henda dag settu met í hvussu nógv fólk vóru á netinum i dagtímunum. So tey sum ikki vóru úti í kavanum og gjørdu kavamenn, sótu inni og surfaðu á netinum. Kavin liggur enn, sjálvt um dagarnir eftir vóru nakrir sera vakrir sólskinsdagar. Nú er koyrandi aftur, og gerandis- dagurin heldur fram. Børnini fingu tveir dagar frí úr skúlan- um, og hetta hava tey ivaleyst frøtt seg um. Eg eri byrjað at gleða meg til jólar, men enn virkar tað so óveruligt og fjart. Tíðin her- yviri er við at verða liðug, og eg skilji als ikki, at eg næstan havi verið her eitt hálvt ár longu. Eftir er bert at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Hvørt jólini verða hvít ella ikki fer tíðin at vísa… Hvít jól? TELDUBRÆVIÐ Frá: Halla Nolsøe Poulsen, Washington, fittahalla@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti - Vit vilja bara eitt, og tað er friður. Og í Føroyum er friður. Og í Føroyum er friður, siga hjúnini Zeljka og Milan Mynd: Álvur Haraldsen 9 C M 8