Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-05-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1988síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ON S íða 22 Hitt ljós á gøtu mint v/ P. J. Sigvardsen Guds børn hava barnakor hjå Gudi „Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hev- ur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds børn«. (1. Jóhs. 3,1). Nýggja testamenti lærir okkum, at einki menniskja hevur fingið barnakor hjá Gudi gjøgnum føding sina og ei heldur vegna eina góða, siðalagsliga atferð og lívsferslu, hvussu gott og kristiligt hetta í sjálvum sær annars er. Guds orð sigur harafturímóti, at menn- iskju verða Guds bern við náðargerð Guds í Kristi Jesusi: »So mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds bern, teimum, sum trúgva á navn hansara« (Jóhs. 1,12). Her eins og aðrastaðni í Guds orði síggja vit, at tað er trúgvin, ið sameinir eitt menn- iskja vid Kristus, og at »øll eru Guds børn vid trúnni á Kristi Jesus« (Gal. 3,26). Ja, i trånni å Jesus Kristus eru vit longu her i livinum Guds børn. Kristus hevur keypt okkum burtur år trældómi lógarinnar til frælsi Guds barna, og tí eiga vit í trúnni longu her á jerð barnakor hjá himmalska fað- ir okkara, so sum Jóhannes ápostul eisini sigur okkum í hesum lívssælu orðum: »Sigg- ið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds bern; og tað eru vit... Elskaðu tit, nú eru vit Guds børn, og tað er enn iki opinberað, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann (Kristus) verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er.« (1. Johs. 3,1 —2). Tey barnakor, sum Gud í góðsku síni hev- ur givið okkum, tey eru úr odd í egg Guds gáva; men sum Guds bern hava vit eisini fingið ávísar uppgávur at rekja í foldarlívi okkara. Her nýtist eingin av okkum at trilva seg fram í blindum fyri at vita, hvat ið Himnafaðirin hevur litið okkum til. Tað ræð- ur bert um at vera ljóvarin og lýðin. Eru vit tað, so skal Gud eisini straks vísa okkum uppgávurnar og ta leið, vit skulu ganga, tí Skriftin sigur somuleiðis, at Gud hevur sent Anda sonar síns í hjørtu okkara (Gal. 4,6) sum leiðvísara okkara. Tað er hesin Guds Andi, ið leiðir Guds børn á foldum, — og „so mong, sum verða leidd av Anda Guds, tey eru Guds børn.« (Róm 5,14). Tessvegna eiga hesi barnakor okkara altíð at koma til sjóndar í viðurskiftum millum manna — við næsta okkara. Sum Guds bern eiga vit at hjálpa til at fremja rættvísi og frð á jarð. Mundi ikki nógv verið eðrvísi eisini her á landi, bæði í heimi, á arbeiðsplássi og úti millum manna, um vit øll somul hevdu tikið undir við áminning ápostulsins, tá ið hann sigur: „Verðið tí eftirfylgjarar Guds eins og elskað bern, og lívið í kærleia, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Gudi til yndis anga.« (Ef. 5,1 —2). Tað er hesa leið, Andi Guds vil leiða okk- um, og bert tey, ið soleiðis lata seg leiða, eru eftirfylgjarar Guds og sonnu bern hansara. SE) s0Sialurin Gudstænastur 5. sunnudag eftir påskir Havnar kirkja: Axel Tórgarð Vesturkirkjan: Hegni Poulsen kl. 11.00, altargongd Argir: Uni Næs kl. 11.00, altargongd Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd. Talvan gongur fyri kirkjuna. Kvívík: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd Hósvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00 Hvalvík: Emil Olsen kl. 12.00 Fuglafjerður: Torkil Beder Søldarfjørdur: Jákup Kass I. 11.00. Talvan gongur fyri Sunnudagsblaðið. Glyvrar: Jákup Kass kl. 15.00, familju- og barna- gudstænasta. Talvan gongur fyri Guds orðs útbreiðslu. Klaksvík: Elsa Funding, altargongd Mikladalur: Henning Bøgesvang, altargongd Svínoy: Jógvan Johansen kl. 12.00 Gásadalur: David Johannesen kl. 20.00 Beur: David Johannesen kl. 11.00 Dalur: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 11.00, konfirmatión Øravik: Jónsvein Bech kl. 18.00. Talvan gongur fyri ytrimissiónsarbeiðið hjá Kirkjuliga Missións- felagnum. Famien: Jónsvein Bech kl. 12.00. Talvan gongur fyri ytrimissiónsarbeiðið hjá Kirkjuliga Missións- felagnum. Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00, altargongd Sumba: Bjarni Bæk kl. 18.00, altargongd Í Nes og Rituvíkar kirkjum gongur talvan fyri Guds orðs útbreiðslu. Broytt kirkjutíð Í morgin, sunnudagin, verður kirkjutíðin í Hvalba broytt til kl. 11.00. KFUK KFUK-skótar, títtlingar og leiðarar meta í búna og við sálmabók sunnudagin kl. 10.30 í KFUK. Ebenzer Metireðin í Ebenezer heldur fram sunnudagin kl. 18.00. Evni: Seinna bræv Pætursar. Frímerki Læknavaktirnar or; Hesir vilja hava samband Tórshavn: Erik við frímerkjasavnarar í W andall, tlf. 13540, lokal 408, leygardag Feroyum: Peter Haase og Annika Olsen, tlf. Steinau 17700, sunnudag. Rhønstr. 3 D-6415 Petersberg Eysturoy: Poul Ol- Bundesrepublik sen, tlf. 47010, leyg- Deutschland. ardag og Sverri Lamhauge, tlf. 48016, sunnudag. I. Dujardin B-6001 Marcinelle Avenue du Zénith 23 Norduroyggjar: Olav- Belgium ur Gaard, tif. 56900 Witold Klemenczak Os. T. Køscivszki 44/6 144-370 Wodzislaw Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Poland Suduroy (sudur): Tlf 73030 J.A. Mikkelsen Residentie »Julia« Jan van Rijswijcklaan 268-Bus 5 B-2020 Antwerpen Belgium Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00—14.00. TIf 14544. 27. apríl fingu Tordis Olsen og Flemming K Mortensen, Tórshavn, ein son. 28. april fingu Sigrun Egholm og Jógvan Ru- beksen, Tórshavn, ein dóttur. 29. apríl fekk Tóra Mylihamar, Skálavík, ein son. 29. apríl fingu Hildur Jacobsen og Peter Gram, Tórshavn, ein son. 29. apríl fingu Annika og Jóhannes Joensen, Saltnes, eina dóttur 30. apríl fingu Sonja Norðberg og Brandur Anthoniussen, Tórs havn, ein son. 30. april fekk Lis Snog dal, Tórshavn, eina dóttur. 1. mai fingu Laila Nikolajsen og Danny Danielsen, Tórshavn, eina dóttur. 2. mai fingu Magnina og Rólant Poulsen, Oyrabakka, eina dótt- ur. 2. mai fingu Hedvig og Annfinnur Reynheim, Tórshavn, eina dóttur. 2. mai fingu Sonja Mortensen og Kristian Bærentsen, Hoyvík, eina dóttur. Nr. 52 — 7. maí 1988 2. maí fingu Lis Joen- sen og Lars Bæk, Tórs- havn, ein son 3. maí fingu Birgith og Bergur Clementsen, Tórshavn, eina dóttur 5. mai fingu Birita og Jákup. Tórshavn, eina dóttur 5. maí fingu Hanna á Reynatúgvu og Jogv- an Dalsgaard, Streym- nes, ein son. 5. mai fingu Eydbjørg Jacobsen og Fríður Ellendersen, Hósvík, eina dóttur. 6. maí fingu Irena og Tummas Jacobsen, Hvalvík, ein son. 6. mai fingu Óluva og Per Persson, Tórs- havn, ein son. Barnablaðið útkomið Brnablaðið fyri apríl mánað er komið út. Fyrsta segan í blaðnum er um djórapápar. Sagt verður frá pápum í yms- um djóraslegum, hvussu teir bera seg at, og hvussu teir eru mót børnum sín- um. Summir pápar spæla við bern síni, aðrir fáa teimum feðina, onkrir leggja onki í ungarnar, og so eru tað aðrir pápar, sum ansa væl sínum bern- um. (ungunum! "Herði hann bara | hugsað cilt sindur um meg Av eðrum tilfari í Barnablaðnum kann nevnast ein grein um Beatles, bern tekna og tekna, ein sína til bernini at lita, framhaldssegan Dron urin við gullbuksu- num, krossorðagáta og onkrar segur afturat. Tað er Bókadeild Før- oya Lærarafelags, ið út- gevur Barnablaðið, ið kostar 75 krónur um árið at halda. Hyggið, hetta eru pápar.... Ew Eftir ANNA LAGERMAN SONJA HARDIN teknaði ecs týddi TTT— —— Se