Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Beint áðrenn lívsverk hennara gjørdist veruleiki, varð Fanny Petersen tikin burtur. Hon var ein av kvinn- unum í Klaksvík, sum fyri fimti árum síðan fóru at savna pening inn til bústað fyri eldri ANDLÁT Rúna Sivertsen Týskvøldið á midnátt and- aðist Fanny Petersen í Klaksvík, 94 ára gomul. Fanny var dóttir Henrikku Sofíu Joensen og Hans Cristoffer Hansen. Í 1934 giftist hon Hans David Petersen úr Vági, og fingu tey synirnar Óla og Herman. Saman við øðrum kvinn- um var hon við til at stovna Húsmøðrafelagið. Eisini var hon ein av undangongu- kvinnunum, sum fyri meiri enn 50 árum síðani tóku stig til at fáa bústaðir til eldri í Klaksvík. Um fáa dagar letur sam- býlið á Kráarbrekku upp. Tað var tað ein stór gleði fyri hana, tá henda bygging fór í gongd, og hon gleddi seg til at verða við til hátíðarhaldið, sum verður í tí sambandinum. Men tað eydnaðist henni ikki. Hon slapp burtur eftir eitt langt og gott lív. Fanny, sum var kvinna langt fyri sína tíð, sá tað neyðuga í, at kvinnur koma fram og eru við til at taka avgerðir. Sjálv hevði hon stóran áhuga í øllum tí, sum fyrifórst í samfelagnum. Hóast høga aldurin, var hon framvegis ein serstak- liga áhugaverd kvinna at koma í prát við. Tú fór ongantíð tómhent aftur frá Fanny. Hon var ein av teimum, sum dugdi at skapa hugna rundan um seg, og kom tú á gátt hjá henni, var ikki leingi, til ketilin snurraði, og te og køkur stóðu á borðinum. Heimið hjá Fanny angaði av friði og hugna, innan- sum uttandura. Hon var altíð við tí góða og upp- byggjandi orðinum. Hon dugdi at gleðast við øðrum og legði dent á at eggja teimum, ið komu á hennara lívsleið at halda fram í tí, tey nú einaferð høvdu til uppgávu ella hjartamál í lívinum. Hon var ein góður og trú- fastur vinur. Hon hevði evnini at lurta, og var ein einastandandi ráðgevi og vegleiðari. Hon var ein vís kvinna, sum hvørki var partísk ella fanatisk, og hon var altíð saklig í síni grund- geving. Fanny gleddi seg til at síggja lívsverk sítt gerast veruleika, men tað eydn- aðist henni ikki. Nú hon er farin, fer hon at verða nógv saknað, ikki bara av familju sínari, men eisini øllum teimum, ið hon við serstak- liga stóra hjartalagi sínum evnaði at vinna sær sum vinir. Ærað verði minnið um Fanny Petersen. Hans Jørgin Nysted úr Hvannasundi gjørdist hepni vinnarin av stóru haldara- kappingini hjá Sosialinum. Og vinningurin má sigast at vera einki minni enn ársins jólagáva. Tí hvannasunds- maðurin fær bæði í posa og sekk. Hann sleppur at "tøma" Miklagarð, á dreymaferð við nýggju Norrønu og fær jóla- gávukort. Við at tekna seg sum haldara av Sosialinum var Hans Jørgin Nysted við í lutakastinum saman við fleiri hundrað øðrum. Nú fær hann so høvi í 10 minuttir at fylla so nógvar vørur í innkeypsvognin í Miklagarði í SMS, sum hann fær stundir til...men bara eina av hvørjum. Og hann sleppur so ferð við fa- miljuni við nýggju Norrønu og sum rosinan í pylsuendanum fær hann 20 ymisk jólagávukort frá handlunum í SMS. Sosialurin, Miklagarður, SMS og Smyril Line ynskja Hans tillukku við vinning- unum og samtíðis eini góð jól. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið mintust til mín við telegrammum, uppringingum, blómum og gávum á 75 ára degnum. Eini gleðilig jól við Gud ríku signing í komandi ári. Heilsan Salli Lognberg, Skopun Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elsa Jacobsen Vágur doyði og varð jarðað. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Eldrasambýlið. Vit takka tykkum, ið rættu eina hjálpandi hond og øllum, sum fylgdu mammu. Gleðilig jól og Harrans signing í nýggja árinum. Kærar heilsanir Edith, Esther og Margrit Ein einastandandi kvinna er farin Ársins jólagáva fór til Hvannasunds: Hans Jørgin Nysted vann 2 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 3 Týsdagin 17. desemb- er hevði Jógvan K. Mørkøre - Jógvan í Løðuni á Eiði - 40 ára starvsdag á Loran- støðini á Eiði STARVSDAGUR Edvard Joensen Jógvan K. Mørkøre, Jógvan í Løðuni nevndur, kundi týsdagin halda 40 ára starvsdag á loranstøðini á Eiði. Í hesum sambandi varð hildin samkoma á støðini hendan dagin. – At eg havi verið í 40 ár á sama arbeiðsplássi, er tí, at her er gott at vera, sigur Jógvan. Í dag er lítið lív í á støðini í mun til hvat tað var, tá tað var upp á tað besta, sigur Jógvan. Hann er nú sjálvur annar, meðan tað onkuntíð í sekstiárunum vóru eini 32- 34 fólk, sum starvaðust á støðini. Í dag er alt so sjálvvirkandi, at tað krevst einki fólk at ansa tí. Saman við Jógvani er leiðarin á støðini sum eisini er leiðari fyri føroyska vita- verkinum. Jógvan gongur vakt á støðini og passar teknikkin, sum har er. Hvørja nyttu loranstøðin ger í dag, sigur hann ikki so nógv um. Loran sum navigatiónsút- gerð verður ivaleyst ikki so nógv nýtt longur, nú alt fer um fylgisvein. – Vit hava bara til upp- gávu at senda signalini út, men vit vita ikki, hvør brúkar tey, sigur hann. Fyrr vóru tað amerikan- arar, sum høvdu ábyrgd av støðini. Men eftir at teir so at siga mistu áhugan fyri Europa, varð hon yvirtikin av einum europeiskum fe- lag, sum nevnist NELS, greiðir Jógvan frá. Tað var 1. januar 1995, og skuldi tann skipanin galda í 10 ár. Hvat so fer at henda, vita vit ikki, sigur Jógvan í Løðuni. Hann hevur so í øllum førum tvey ár afturat teim- um higartil 40 at ganga vakt Norðuri í Fløðum og ansa teknikkinum, sum sendir hesi signalini út í luftina, sum kanska onkur onkunstaðni brúkar. Trúfastur altíð var maður Jógvan Kallsoy Mørkøre - Jógvan í Løðuni - hevði týsdagin 40 ára starvsdag á loranstøðini á Eiði Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2