Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓL Jan Müller Á hvørjum ári undan jólum er serstakt jólahald í landsins elstu kirkju, Ólavskirkjuni í Kirkjubø fyri børnunum í sóknini og teimum, sum ganga í skúlanum á Velbastað. So var eisini í ár. Hóskvøldið vóru tey 37 skúlabørnini saman við foreldrum og systkjum savnað í kirkjuni til jólahald og skúlaguðs- tænastu. Bergur Debes Joensen, prestur helt guðs- tænastuna. Tað serstaka við hesum afturvendandi tiltakinum er, at tað eru næmingarnir sjálvir, tvs. teir í 3. og 4. flokki í skúlanum á Velba- stað, sum taka sær av øllum hátíðarhaldinum. Teir lósu inn- og útgangsbøn í felag. Nøkur teirra lósu brot úr Gamla Testamenti. Næm- ingarnir høvdu eisini valt sálmarnar og teir lósu jólaevangeliið. Har var so eisini eitt barnakór, sum sang jólasálmar, og næm- ingar spældu eisini uppá klarinet, guitar og blokk- floytu. Barnajól í Ólavskirkjuni Kirkjan varð pyntað við einglum, sum næmingar úr 1. og 2. flokki høvdu gjørt. So her var talan um eitt barna- og næmingatiltak burturav 4 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 5 Prestar ganga í fleiri bólkum Tað verður ikki við vælsignilsi frá øllum føroyskum prestum, at kirkjan verður yvirtikin beinanveg- in. Teir eru ósamdir um hvussu, nær og um hon yvirhøvur skal loysast frá teirri donsku. Tí krevst nú, at skorið verður ígjøgnum politiskt FÓLKAKIRKJAN Ingi Rasmussen Føroysku prestarnir eru alt annað enn samdir um eina yvirtøku av fólkakirkjuni. Teir flestu halda, at kirkjan skal yvirtakast, men semja er ikki um hvussu. Tað vísir ein spurnar- kanning, sum danska blað- ið Kristelig Dagblad hevur gjørt millum føroysku prestarnar. Sambært blaðnum býta prestarnir seg í tríggjar nærum líka stórar bólkar. Ein triðingur svarar treyta- leyst játtandi til eina yvir- tøku beinanvegin. Aðrir siga tað vera best at bíða, til tað fyrireikandi lógarar- beiði er gjørt. Og tann síðsti bólkurin, sum er nak- að minni enn hinir, siga bara nei takk til nakra yvir- tøku av fólkakirkjuni yvir- høvur. Niðursett ferð Sum Sosialurin skrivaði 7. desember, so er ferðin sett niður í eini roynd at fáa kirkjuna trygt í havn. Ætl- anin var, at Tove Fergo kirkjumálaráðharri skuldi koma til Føroya longu tann 16. desember at skriva und- ir endaligu yvirtøkuavtal- una, men ferðin var avlýst, tí politiska viðgerðin varð ógreið í ellinta tíma. Eitt uppskot til eina av- talu um yvirtøkuna er ann- ars gjørt, og er í løtuni til viðgerðar hjá Løgmans- skrivstovuni, váttar Sig- mund Isfeldt, fulltrúi. Talan er um eina stutta avtalu, sum leggur karmarnar um eina yvirtøku. Spurningurin er, um tað er nóg mikið, tí Kári P. Høj- gaard úr Sjálvstýris-flokk- inum, sum er avgerandi 17. maðurin hjá samgonguni, hevur sett føtur í spenni. Hann sigur við Sosialin, at kirkjan verður ikki yvirtik- in við hansara stuðli, fyrr enn øll framtíðin hjá fólka- kirkjuni er greið og fyri- reikað í samstarvi við allar partar í kirkjuni. Eftirlýsa styrki Ósemja er sostatt bæði innan kirkju- og tinggátt, og sjálvt samgongumenn, sum hava niðurfelt yvirtøk- una í samgonguskjalið, eru trekir. Tað ger ikki støðuna lætt- ari hjá landsstýriskvinnuni við kirkjumálum Annlis Bjarkhamar. Nú eftirlýsa prestarnir Sonja Klein og Petur Martin Rasmussen, ið sótu í nevndini, sum fyrireikaði kirkjuyvirtøkuna, at lands- stýrið vísir styrki í málin- um. Meiningin hjá kirkjuni er langt síðani hoyrd í nevnd- ararbeiðnum. Tað er nú, at politikarnarnir skulu handla, um teir ynskja at loysa kirkjuna frá Dan- mark, sigur Sonja Klein, sum fær stuðul frá Peturi Martin Rasmussen. Hann sigur tað vera eina torføra avgerð, men skal kirkjan loysa, so krevur tað, at politikarar taka støðu og eru førir fyri at virka eftir tí. Skeiv málsviðgerð og vantandi metingar í Fiskimálaráðnum hava ført til milli- ónatap hjá lands- kassanum. Tí stend- ur Jørgin Niclasen fyri sínari truplastu tíð sum landsstýris- maður. Frágreiðing- in til landsstýris- málanevndina talar ikki hansara søk KANNING Ingi Rasmussen Sessurin hjá Jørgini Niclasen í landsstýrinum er í vanda. Tað kann í øllum førum staðfestast, nú Turið Deb- es Hentze advokatur hevur latið landsstýrismála- nevndini hjá løgtinginum frágreiðing um embæt- isførsluna hjá Jørgin Niclasen, landsstýrisman- ni við fiskivinnumálum. Kanningarstjórin hevur ikki gjørt nakra samanfat- andi niðurstøðu, tí talan er um trý ymisk skipamál, har lán til rækjutrolarar eru løgd um. Tað tykist kortini greitt, at umsiting- in í fiskimálaráðnum í tveimum førum hevur ver- ið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan. Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, eru ikki sinnaðir at siga nakað alment um málið, tí teir hava ikki nærlisið frágreiðingina, sum telur oman fyri 70 síður. Men út frá teimum upplýsingum, sum higartil eru komnar fram, halda teir, at Jørgin Niclasen fær tað trupult næstu tíðina. Milliónatap Trý skip eru kannað, og í tveimum førum hevur landsstýrismaðurin sett almenna ogn í størri vanda fyri tapi enn neyð- ugt. Tá lánini hjá Høga- fossi og Arctic Viking vórðu løgd um, skuldi fíggjarstøðan eftir lógini verið tikin upp og mett av nýggjum, men tað var hon ikki í nóg góðan mun. Við øðrum orðum hev- ur vansketni hjá lands- stýrismanninum og hans- ara umsiting sent skatta- borgarunum eina eyka- rokning upp á 11,5 mió. kr. Og tað er álvarsligt. Áður hava mál verið frammi, har viðurskifti hjá landsstýrismonnum hava víst seg at verið óreglulig. Í hesum føri vísir tað seg, at óreglu- semi beinleiðis hevur ført eitt tap við sær fyri lands- kassan. Tí tykist málið greiðari hesaferð. Lógin ikki fylgd Tey trý skipamálini, sum eru kannað, eru Ocean Castle, Høgifossur og Arctic Viking. Um Ocean Castle sigur kanningarstjórin, at um- sitingin kundi verið meira heppin, men beinleiðis ólóglig er hon neyvan. Tað var hon í hinum báðum førinum. Høgi- fossur kostaði landskass- anum 7 mió. kr. eyka, og Arctic Viking kostaði 4,5 milliónir. Um Høgafoss sigur Tur- ið Debes Hentze, at lands- stýrið ikki hevur viðgjørt hetta mál, sum tað eigur, at málsviðgerðin ikki hev- ur verið fullfíggjað, og at úrslitið kundi verið eitt annað, um rætta manna- gongdin varð fylgd. At landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina er ongin ivi um. Hann hevur havt kunnleika til málið, og hann eigur tí eisini at vita, at mannagongdin ikki hevur verið fylgd, ljóðar tyngjandi frágreiðingin. Ongin meting Eitt krav í lógini um um- legging av lánum til fjar- fiskiflotan er, at ein met- ing skal gerast av fíggjar- støðuni. Tað var hon ikki, tá lánið hjá Arctic Viking varð lagt um. Tað var hon heldur ikki, hóast umsøkj- arin undir málsviðgerðini boðar frá munandi láni- tørvi, sigur frágreiðingin. Aftur er tað landsstýris- maðurin, sum hevur evstu ábyrgdina og eigur at gera seg kunnugan við ta mannagongd, sum umsit- ingin hevur avgjørt at nýta í hesum málum. Hann eigur tí eisini at vita, at lógin krevur, at ein meting verður gjørd í hesum máli. Fleiri møguleikar Spurningurin er so, hvørj- ar avleiðingar málið fær. Bjørn á Heygum, ad- vokatur, sum hevur lisið frágreiðingina, var rætti- liga avgjørdur í Útvarpi Føroya hóskvøldið og segði, at landsstýrismað- urin eigur at leggja frá sær beinanvegin. Jørgin Niclasen sjálvur hevði hug at sáa iva um niðurstøður í Degi og viku hóskvøldið. Fer hann ikki sjálvboðin, endar bólturin hjá løgmanni. Løgmaður hevur ikki gjørt viðmerking til málið enn. Vil hann ikki seta Jørgin frá, kann misálit reisast í løgtinginum. Jólafriðurin hevur lagt seg yvir føroysku kirkjurnar, men prestarnir innan kirkjugátt ganga í fleiri bólkum, tá tað ræður um yvirtøkuna. Nú skal ein politisk avgerð takast Stólurin brennir undir Jørgini C M Y K 5 4