Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 7 Nýggj fyritøka á Tvøroyri fer at veita suðuroyingum teldu- tænastur av ymsum slagi KUNNINGARTØKNI Áki Bertholdsen Kunningartøkni er ein vinna í stórari menning. Tað munnu eisini suður- oyingar sanna, tí nú hevur aftur ein teldufyritøka sett seg niður á Tvøroyri. Tað er Stefan Næs úr Hvalba, sum sjálvur annar er farin undir nýtt virksemi á Tvøroyri, í Hotelbrekkuni í sama húsi sum Profa er í. Stefan Næs hevur annars búð og virkað í høvuðs- staðnum í mong ár, men nú hevur hann so stevnt heim- aftur, her hann bjóðar seg fram at veita suðuroyingum teldutænastur av ymsum slagi. Umframt handil við teld- um og ymsum sum hartil hoyrir, veitir hann eisini viðskiftafólki ymsar tæn- astur, eitt nú kann hann fara út á virki at seta teldur upp, leggja netverk og annars at rigga til. Stefan er tað, ið nevnist KT-vørður og kann átaka sær allar vanligar tænastur í tí høpinum. Í Havn hevur hann arbeitt á Com Data og nú, hann fluttur suður, fer hann framhaldandi at samstarva við sítt gamla arbeiðspláss og m.a. fer hann at veita tænastur fyri teir í Suðuroy. Gera onki atløgupláss til nýggja Smyril í Havn – Landsstýrið skal ikki halda, at tað ber til at turka trupulleik- an upp í okkum og vænta, at vit geva nýggja Smyrli fast atløgupláss á fremsta raði í Havn, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen – Í fyrstu atløgu havi eg bestan hug til at taka stjór- an á Strandferðsluni upp á orðið- og at lata nýggja suðuroyarskipið fáa at- løgupláss inni á Sundi. Jan Chrsitiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at sum landið liggur nú, er tað ógvuliga ivingarsamt, hvørja lagnu nýggja suðuroyarskipið fær, tá ið tað fer í sigling í heysti í 2004 og skal hava atløgu- pláss í Havnini. Bæði stjórin á Strand- ferðsluni, umboð fyri løg- regluna og Landsverkfrøð- ingurin, hava funnist at út- byggingini av Tórshavnar Havn, sum nú verður gjørd fyri at gera pláss fyri nýggju Norrønu og nýggja Smyrli. Stjórin á Strandferðsluni fýltist á, at møguleikarnir fyri at gera eina sam- ferðsluhavn inni á Sundi vóru ikki kannaðir til lítar. – Tá ið hetta er sjónar- miðið hjá einum, ið stendur málinum so nær, sum Reid- ar Nónfjall ger, er tað ein spurningur um vit ikki eiga at gera sum hann sigur og leggja Smyril á Sundi. – Men vit vænta sam- stundis, at tá ið Landsstýrið ger samferðsluhavn til Smyril í Suðuroy, fer hann eisini at gera samferðslu- havn inni á Sundi. Hann leggur kortini aft- urat, at hetta er fyri hansara egnu rokning at hann sigur hetta, tí tað er ikki viðgjørt politiskt. Borgarstjórin leggur aft- urat, at kanningar hjá bý- ráðnum vísa, at skal Sund brúkast til ferjuhavn, er tað neyðugt at byggja út fyri 200 milliónir, kanska meiri. Ikki fram eftir fummum Annars sigur Jan Christian- sen, at fólk eiga ikki at fáa tað fatan, at Tórshavnar Havn arbeiðir fram eftir fummum í hesum máli. – Tað er okkara bý, tað ávirkar og sjálvsagt gera vit tað, sum gagnar býnum best. Hann sigur, at alt, sum Tórshavnar Havn byggir út niðri á havnarlagnum, er fult forsvarligt. – Vit hava okkara ráðgev- arar, sum hava gjørt kann- ingar fyri okkum og sum hava ógvuliga drúgvar royndir á økinum. Og teir meta, at tað ber til at leggja bæði Norrønu og Smyril at á Bursatanga. – Men at trupulleikar stinga seg upp er eyðsæð, tí tað ger tað hvørja ferð, stórar útbyggingar eru fyri. Men samstundis veitir borgarstjórin vissu fyri, at teir trupulleikar, sum stinga seg upp, verða loystir. Og enn er onki sum sigur mær, at teir skulu vera verri skikkaðir at meta um eitt tílíkt arbeiði, enn Lands- verkfrøðingurin, ella nakar annar í Føroyum. Samstundis vísir hann á, at eisini skiparin á Smyrli er samdur í, at tað ber væl til at manøvrera í hylinum í Tórshavnar Havn, tá ið dýpt verður framvið Tinga- nesi. Trýr onki uppá Tey, sum hava funnist at ætlanini, vísa m.a. á, at tað verður neyðugt at dýpa framvið Tinganesi og tey siga, at tað ber ikki til at tryggja, at hella omaná sjónum ikki eisini verður ávirkað. Tað trýr borgarstjórin í Havn lítið upp á. – Vit sprongja kloss í hús og vit sprongja kjallarar út, uttan at ein urtapottur fer um koll uppi á. Eg vænti eisini, at Landsverkfrøð- ingurin hevur sprongt neyvari enn tað, sum her verður talan um, uttan at sorla nakað sundur rund- anum. – Og tað er heldur ongin fegnari enn júst Tórshavnar Kommuna um at hava tvær perlur sum Tinganes og Skansin og tað fara vit ikki at gera okkum inn á. Men ongin eigur at fáa ilt av, at vit sprongja undir sjónum, tí tað sær ongin og eg ivist í, um tað er eitt mál fyri friðingarmyndugleikarnar yvirhøvur. Jan Christiansen sigur, at tann kaldi veruleikin er, at um tríggjar mánaðir liggur Norrøna í havnarlagnum í Havn og skal hava pláss at liggja. – Hon kann ikki leggja at nakra aðrastaðni enn í Før- oyum og tí verða vit noydd til at fara til arbeiðis nú og tað gera vit eisini. Gera onki atløgupláss Men hann skilir ikki reiði- liga, hví Smyril framvegis verður drigin uppí hetta málið. – Vit hava boðað frá, at vit gera onki atløgupláss til nýggja suðuroyarskipið, so- leiðis sum landið liggur. Ætlanin var at gera ein heildarætlan, har atløgu- pláss verður gjørt bæði til Smyril og Norrønu. Og vit høvdu sjálvsagt væntað, at Landsstýrið fór at betala samferðsluhavnina í Tórs- havn, eins og tað ger í Suðuroy og í Kalsoynni, men tað vil Landsstýrið ikki- og so verður tað har- við og so verður ongi sam- ferðsluhavn gjørd. Sostatt skal nýggja suð- uroyarskipið ikki vænta sær annað, enn at tað verður lagt, har pláss er fyri tí, tað veri seg á Bursatanga, krókinum við Skipafelagið, úti á Molanum, við Olju- bryggjuna, á Sundi, í Kollafirði, ella hvar tað skal vera. Í løtuni betalir Smyril 700.000 krónur til Tórs- havnar Havn um árið. Skuldi han betalt fullan prís eftir støddini, skuldi hann betalt yvir tvær milliónir, so talan er um rættiliga stóran avsláttur. Nýggja suðuroy- arskipið skal betala ímillum fýra og fimm milliónir um árið í havnagjaldi eftir støddini og tað kann væl henda, at hetta verður prís- urin framyvir. Og skuldi tað hent seg, at vit kortini gera atløgupláss til Smyril fyri egnu rokn- ing, verður tað í hvussu so er undir teimum treytum, at hann bealir fult havnargjald eftir støddini. – Sostatt verður talan um eitt høgt brúkaragjald ístaðin eina at betala íløgu og sostatt kemur Landsstýr- ið at betala hana kortini... Men tað er als ongin av- gerðin tikin um tað enn. Men tá ið so strandferðslu- stjórin vísir á Sund, skal hann vera vælkomin. Hvat suðuroyingar siga til at verða sleptir í land uppi á Sundi, heldur enn mitt í Havnini, veit eg ikki. Og hvat teir siga til at noyðast at rekast runt, har pláss, heldur enn at hava fast at- løgupláss, veit eg heldur ikki. Annars leggur Jan Christiansen dent á, at Tórshavnar Býráð vil fegið samstarva við Landsstýrið um atløgupláss til Smyril, til hann skal vera vælkomin á Havnina. – Men so vænta vit sam- starv frá tí almenna. Lands- stýrið skal ikki halda, at tað ber til at turka fíggjarligar trupulleikar hjá tí almenna upp í Tórshavnar kommuna og so vænta, at vit parkera Smyril á fremsta raðið mitt í Havnini, leggur hann afturat. Hann vísir annars á, at Tórshavnar Havn fer fram- haldandi at arbeiða eftir ætlanini, sum er løgd, og tað merkir, at tað eisini verður dýpd framvið Tinganesi. – Vit vilja fegin gera Tórshavnar Havn klá ra til Smyril, so at vit hava eina loysn at vísa landsmyndug- leikunum á. At teir so ikki vilja taka av, verður teirra sak, leggur hann afturat. Útiseti fer undir KT-vinnu í Suðuroy Stefan Næs hevur búð í høvuðsstaðnum í mong á, men nú er hann komin aftur til Suðuroyar, har hann fer undir nýtt virksemi – At trupulleikar stinga seg upp er eyðsæð, tí tað ger tað hvørja ferð, stórar útbygging- ar eru fyri. Men tað letur seg væl gera, sigur Jan Christian- sen, borgarstjóri í Havn Hon byrjaði í smáum í 2000 at baka til onkrar handlar, men í dag hevur hon úr at gera við at baka fyri fólk. Vígdis Eysturdal veitir nógvum heima- bakstur til jóla JÓLABAKSTUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Angurin av siropskøkum kennist bein- anvegin, tá hurðin inn til kjallaran hjá Vígdis verður latin upp. Hon stendur við borðið og koyrir glaring upp á smákøkur, sum hon hevur bakað til okkurt serligt endamál. Vígdis hevur ikki stundir at seta seg niður, meðan vit práta, tí hon hevur ov mikið at gera nú til halguna. - Eg havi verið noydd at siga nei til nógv fólk í ár, tí eg havi ikki tíð til meira sum nú er, sigur hon og leggur afturat, at tað harm- ast hon um. Vígdis arbeiðir einsa- møll, men hendan dagin er mamma hennara komin at hjálpa, so tað gongur held- ur skjótari at fáa hesa bí- leggingina til høldar. Hon hevur altíð mest at gera til jóla, tí sera nógv fólk bíleggja smákøkur frá henni til høgtíðina. Haraft- urat bakar hon eisini til ein handil, har vøran frá henni verður skrødd av hillunum so hvørt sum hon kemur. Tað, sum eyðkennir køkur- nar frá henni er fyri tað fyrsta tað, at tær smakka óføra væl, og so tað at tær eru heimabakaðar. Vígdis hevur tveir van- ligar ovnar, og tað er van- liga nóg mikið. Men til jóla, tá mest er at gera, hevði hon onki havt ímóti at havt ein størri ovn. Tað er sum sagt mest at gera til jóla, men eisini til aðrar høgtíðir er nógv at gera. Køkusløgini, sum ganga sum heitt breyð til jóla, eru siropskøkur, jøda- køkur, finsk breyð, vanilju- kransar og kleynur. Hon fær eisini nógvar bílegging- ar til barnaføðingardagar, og tá plagar hon at gera ymiskar figurar. - Walt Disney figurar eru sera væl dámdir og so Silvi eisini, sigur hon. Tað hoyrist á Vígdis, at henni dámar sera væl sítt arbeiði. Bakari av tilvild Vígdis lærdi til bakara í Danmark. Tað var mest sum av tilvild, at hon fór í læru. Hon greiðir frá, at hon fór út at leita sær eftir arbeiði ein dagin. Hon gekk í ymsar handlar og spurdi, men illa gekst. Til endans fór hon inn í eitt bakarí og spurdi um arbeiði í søluni, men fekk noktandi svar. - So spurdi eg, um eg ikki kundi sleppa í læru. Hetta var fríggjadag. Ja, søgdu tey og bóðu meg koma aftur mánadag, sigur Vígdis smílandi. Tá hon var liðug at læra og flutti heimaftur, arbeiddi hon fyrst í einum bakaríi í Klaksvík, men tað bar illa til hjá henni at arbeiða um náttina við einum barni, tá maðurin siglir úti. So hon gjørdi av at verða heima. So fekk hon tað hugskotið at royna at baka fyri fólk. Hon byrjaði við einum handli, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu mong fólk roynt hennara køkur og byrjaðu at bí- leggja. - Tað var allatíðina at baka fyri fólk heldur enn til handlar, sum eg vildi, so tað er gott, at teimum dámar væl, sigur Vígdis, sum ikki leggur í, at nógv hóvasták verður gjørt burturúr. Hon dugir væl at síggja seg sjálva halda fram við hesum í mong ár afturat. - Eg tími hetta stak væl, og eg havi innrættað mær eitt rúm til hetta her í kjallaranum, so tað vænti eg, at eg fari at halda fram við. Eg havi so ongar ætl- anir um at gera eina stovu ella kamar her, sigur hon og hevur hug at flenna. Hon leggur at enda aft- urat, at tað ber illa til at gevast, tí nú hava fólk vænt seg við, at hon bakar til jóla. - Eg dugi illa at gevast við nøkrum, tá eg fyrst eri byrjað. Og sum sagt, so dámar mær hetta væl, sigur Vígdis Eysturdal. Hon er um at verða liðug við smákøkurnar, og skjótt fer hon undir næstu bí- legging. Og meðan øll onn- ur aftan á arbeiðstíð eru farin í handlar at keypa, stendur Vígdis framvegis í sama lag og bakar køkur, so fólk at eiga heimabakað inni afturvið einum kaffi- munni á jólum. Teir níggju maskinsmiðirnir eru, uttast frá vinstru: Svenning Hansen, Fuglafjørður, Jóan Magnus Skoradal, Saltangará, Jan Venned, Klaksvík, Suni E. Justinussen, Leirvík, John Nielsen, Saltangará, Ørvur Heinason Heinesen, Klaksvík, Allan Johannesen, Leirvík, Jákup Samson, Klaksvík, Rúni Petersen, Fuglafjørður Fyrsta sveinaroynd í tíggju ár Hósdagin tóku níggju maskinsmiðir sveina- roynd á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at sveina- roynd var á skúlanum SVEINAROYND Solby A. Eliasen Klaksvík: Á hugnaløtu á Tekniska skúla fingu teir níggju nýklaktu maskin- smiðirnir teirra prógv handað. Hetta var sum sagt fyrstu ferð í tíggju ár, at næmingar tóku sveina- roynd á skúlanum. Orsøkin, til at tað er gingin so long tíð síðani seinastu sveina- royndirnar, er, at tá kreppan kom, vóru so fá lærupláss at fáa í landinum, og tí varð avgjørt, at allar sveina- royndir skuldu takast á Tekniska skúla í Havn. Men tað hevur so verið arbeitt við at fáa royndirnar aftur á skúlan, síðani betri tíðir komu. Og hósdagin kundi so ein fegin skúlastjóri, Rúni Heinesen, handa maskin- smiðjunum prógvini. Heimabakað frá bakara Vígdis hevur innrættað sær eitt arbeiðsrúm í kjallaranum at baka í. Tað er nú hálvt triðja ár, síðani hon byrjaði, og henni dámar framvegis líka væl C M Y K 7 6