leygardagur 21. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
9
Á landssjúkrahúsinum eru
kreppuárini ikki av enn
– Síðstu 14 árini hev-
ur jólaheilsanin til
starvsfólkið á lands-
sjúkrahúsinum verið
sparingar, og óvissa,
flytingar og saman-
leggingar av deildum
er enn dagligur kost-
ur. Tað sigur Jana H.
Dalsgaard, forkvinna
í Sjúkrarøktarfrøð-
ingafelagnum, ið eins
og sjúkrahússtjórin
vil hava politikarar at
gera sær greitt, hvat
teir vilja við føroyska
heilsuverkinum.
SJÚKRAHÚSVERK
Jón Brian Hvidtfeldt
Forkvinnan í felagnum hjá
Føroyskum Sjúkrarøktar-
frøðingum, fyrr Sjúkra-
systrarfelag Føroya, harm-
ast at tað heldur ikki í ár
eydnaðist at fáa eina nøkt-
andi játtan til landssjúkra-
húsið.
Í leiðaranum í blaðn-
umVøka, sum er blaðið hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum,
ið kom út um dagarnar,
heitti Jana H. Dalsgaard enn
einaferð á politikararnar um
at vakna og taka støðuna í
heilsuverkinum í álvara.
Men nú fíggjarlógin er
endaliga samtykt, kann
Jana H. Dalsgaard bara
staðfesta, at heilsuverkið
fekk at kalla somu jóla-
heilsan í ár sum seinastu 14
árini. Nevniliga boð um
sparingar. Fleiri av undan-
farnu árunum hava tøl verið
sett á uppsagnir, og hvussu
nógvar deildir skulu latast
aftur, men hóast tað ikki
hevur verið gjørt í ár, tala
tølini og sparingarnar í
fíggjarlógini
til
lands-
sjúkrahúsið fyri seg. For-
kvinnan í Sjúkrarøktarfrøð-
ingafelagnum sigur, at tað
kom óvart á hana, at játtan-
in til landssjúkrahúsið eis-
ini næsta ár er so lág, og at
fíggjarnevndin harumframt
valdi at skera 8,3 milliónir
krónur av upprunaligu játt-
anini.
– Líka síðan 1988 hava
sparingar,
niðurskurður,
samanleggingar og stongd-
ar deildir verið gerandis-
kostur á Landssjúkrahúsin-
um. Vit høvdu væntað eina
broyting, tá tíðirnar blivu
betri eftir kreppuárini, men
fyri heilsuverkið er kreppan
ikki av enn, sigur Jana H.
Dalsgaard. Hon tók við
sum álitisfólk á Lands-
sjúkrahúsinum í 1988 og
røkti starvið í fleiri ár.
– Fólk hava roynt at liva
við sparingunum og at
renna skjótari, men tað ber
ikki til at halda fram á
henda hátt. Skal meira spar-
ast, so mugu funktiónir
skerast burtur, men so
mugu politikararnir eisini
siga, hvat vit kunnu vera
fyri uttan, leggur hon aftur-
at.
Forkvinnan í Sjúkra-
røktarfrøðingafelagnum er
sostatt samd við sjúkrahús-
stjóranum Poul Geert Han-
sen, tá hann í Sosialinum
eftirlýsti eini politiskari
ætlan við føroyska sjúkra-
húsverkinum.
Í
blaðnum
hósdagin
saknaði Poul Geert Hansen
eina politiska støðutakan
til, hvat støðið skal vera á
landssjúkrahúsinum. Hann
vísti á, at tá pengarnir ikki
eru til staðar, so mugu pol-
itikararnir gera sær greitt,
hvat teir kunnu liva við, og
hvat borgararnir kunnu liva
við, hvørt tað so eru færri
tilboð ella longri bíðitíðir.
Tí sum er eru fíggjarligu
karmarnir so trongir, at ikki
ber til at klípa burtur av her
og har. Eisini vísti sjúkra-
hússtjórin á, at við verandi
gongd fara seks milliónir
krónir at mangla í til lønir
næsta ár.
Hvussu leingi afturat
Jana H. Dalsgaard vísir á,
at starvsfólkið á lands-
sjúkrahúsinum hevur verið
ovbyrjað í nógv ár, og
spurningurin er, hvussu
leingi fleiri teirra orka ella
tíma at halda fram á henda
hátt.
- Í fleiri ár hevur verið
trupult at fáa læknar til
sjúkrahúsverkið, og sama
gongd er at hóma við
sjúkrarøktarfrøðingum.
Hóast trupulleikin ikki er
so akuttur millum okkara
limir enn, so merkist hann
longu, serliga um sumrar-
nar, sigur Jana H. Dals-
gaard. Forkvinnan leggur
afturat, at meðalaldurin hjá
føroysku sjúkrarøktarfrøð-
ingunum eru yvir 44 ár.
Eftir hennara tykki hava
sparingarnar tey nógvu
síðstu árini bremsað menn-
ingini av landssjúkrahúsin-
um og gerast í longdini
ómotiverandi fyri starvs-
fólkið, samtíðis sum krøv-
ini til heilsuverkið gerast
størri og størri.
– Eg eri bangin fyri, at
starvsfólk fara at rýma av
landssjúkrahúsinum, tí tey
orka ikki at halda fram á
henda hátt. Tey hava verið
ovbyrjað við arbeiði í nógv
ár, og spurningurin er,
hvussu leingi tey orka at
halda fram, spyr Jana H.
Dalsgaard.
– Vit høvdu væntað eina
broyting, tá tíðirnar blivu
betri eftir kreppuárini, men
fyri heilsuverkið er kreppan
ikki av enn, sigur Jana H.
Dalsgaard
- Seinastu 14 árini hevur jólaheilsanini til starvsfólkið á landssjúkrahúsinum verið boð um
sparingar, men nú ber ikki til at spara meira og renna enn skjótari , sigur Jana H. Dalsgaard,
forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum
Tilvildarlig mynd
Í framtíðini verður bars-
ilsgjaldið roknað eftir
miðalinntøkuni seinastu
12 mánaðirnar. Tað hev-
ur løgtingið endaliga
samtykt. Higartil hevur
gjaldið verið roknað eft-
ir miðalinntøkuni teir
bestu seks mánaðirnar
seinasta árið.
Eisini
er
tíðin,
foreldur kunnu vera í
farloyvi, longd upp í eitt
ár. Tó er longda farloyv-
istíðin uttan løn. Eftir
lógini, ið kemur í gildi á
nýggjárinum, hava for-
eldur rætt til barnsburð-
arfarloyvi við løn í 26
vikur. Mamman eigur
einsamøll 14 vikur, og í
hesum tíðarskeiði hevur
pápin eisini rætt til tvær
vikur í farloyvi. Foreldr-
ini kunnu síðan sjálvi
avgera, hvør teirra skal
nýta tær írestandi 10
vikurnar. Eftir at for-
eldrini hava nýtt tær 26
vikurnar við løn, hava
tey rætt til at vera í far-
loyvi frá sínum arbeiði í
tilsamans 26 vikur aft-
urat, tó uttan løn. For-
eldrini gera sjálvi av,
hvussu
leingi
hvør
teirra er í farloyvi.
Broytingin í barsils-
skipanini er mett at
spara
landskassanum
umleið 10 milliónir
krónur.
jbh
Barsils-
skipanin
broytt
Tey trý sjúkrahúsini í
landinum skulu sam-
starva í størri mun, so
meira fæst burturúr.
Eisini skal sjúkra-
húsverkið sum heild
gerast meira effektivt,
sigur Bill Justinussen,
landsstýrismaður í
heilsumálum, sum
eftir nýggjár fer at
seta ein arbeiðsbólk
at endurskoða før-
oyska sjúkrahús-
verkið
SJÚKRAHÚS
Jón Brian Hvidtfeldt
– Tað eru øki innan sjúkra-
húsverkið, har tað ber til at
skera niður og spara peng-
ar, uttan at tað gongur út
yvir høvuðsuppgávurnar
hjá sjúkrahúsunum. Tað
heldur Bill Justinussen,
landsstýrismaður í heilsu-
málum.
Við hesum sipar lands-
stýrismaðurin
til,
at
sammett
við
okkara
grannalond eru seingjar-
dagatalið, tvs. tíðin fólk eru
innløgd, ov høgt. Hann vís-
ir á, at arbeiðast skal fram
ímóti at styrkja tað ambul-
anta partin av sjúkrahús-
verkinum, so fólk kunnu
fáa eina skjóta viðgerð, og
vera send fyrr heim aftur.
Tá nýggi bygningurin á
landssjúkrahúsinum verður
tikin í nýtslu fer hetta at
lætta munandi um arbeiðs-
gongdina.
Eisini er tað tyngjandi
fyri raksturin av sjúkrahús-
verkinum, at fleiri »liðugt-
viðgjørdir« sjúklingar ikki
fara út aftur av sjúkrahúsin-
um. Bill Justinussen vísir á,
at í meðal kostar eitt røktar-
heimspláss umleið 1100
krónur um dagin, meðan
eitt seingjarpláss á lands-
sjúkrahúsinum er tríggjar
ferðir so dýrt. Trupulleikin
í dag er bara, ongi pláss eru
til teirra uttan á lands-
sjúkrahúsinum.
Samstarv
Bill Justinussen sigur, at
hann eftir nýggjár fer at
seta ein arbeiðsbólk, m.a.
við umboðum frá øllum
trimum sjúkrahúsunum í
landinum. Bólkurin skal
finna út av, hvussu til ber at
útnytta
sjúkrahúsverkini
betri, so meira fæst fyri
hvørja krónu.
– Tað kundi til dømis
verið at ávísar funktiónir,
sum í dag vera gjørdar á
fleiri sjúkrahúsum, í fram-
tíðini bara skulu gerast á
einum sjúkrahúsi, sigur Bill
Justinussen. Hann leggur
afturat, at hetta verður ein
av uppgávunum hjá ar-
beiðsbólkinum at kanna.
– Vit mugu vera sinnaði
til nýhugsan og síggja tað
sum eitt sjúkrahúsverk, og
ikki trý sjúkrahús. Eg haldi
eisini, at læknarnir á teim-
um trimum sjúkrahúsunum
eru áhugaðir í hesi tanka-
gongd, sigur Bill Justinus-
sen.
Meira innlit
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum
sigur,
at
politikarar mugu fáa størri
innlit í virksemið innan
sjúkrahúsverkið. Tí fer
hann, saman við fíggjar-
nevndini, í næstum at vitja
tey trý sjúkrahúsini.
Bill Justinussen ásannar,
at málið hevur skund, tí við
verandi virksemi koma
seks milliónir at mangla í
til lønir næsta ár, bara á
landssjúkrahúsinum.
Í gongd við rationaliseringar
- Vit noyðast í størri mun at
síggja tað sum eitt sjúkrahús-
verk, heldur enn trý ymisk
sjúkrahús, sigur Bill
Justinussen
– Fyri nøkrum árum
síðani hildu vit á Eiði,
at tað einasta onnur
kundu seta í samband
við bygdina var Risin
og Kellingin. Men nú
hevur Heidi yvirhálað
Risan og Kellingina,
og vit á Eiði er stolt av
henni, segði Tordur
Niclasen, borgar-
stjóri, á samkomu fyri
Heidi Andreasen
ÍTRÓTTUR
Ingrid Bjarnastein
Heidi Andreasen er júst
afturkomin úr Argentina,
har hon hevur luttikið í HM
í Mar del Plata. Aftur hesa
ferð kom hon heimaftur við
medaljum í skjáttuni.
– Føroyar fingu trý
heiðursmerki í teimum
trimum kappingunum vit
luttóku á, so tað ber ikki til
at siga annað enn vit eru á
heimsstøði, segði Jógvan
Jensen, (Egga) formaður í
ÍSB tá móttøka varð hildin
fyri Heidi og venjaranum,
Katrin Johansen.
Á borðinum frammanfyri
tær báðar liggja tvey silvur
heiðursmerki og skína.
Bronsan er ikki goymd
vekk, men nei. Hon var
stolin.
– Tá vit vóru til sere-
moniina fingu vit heiðurs-
merkini um hálsin, og so
vórðu vit noydd at taka tey
av aftur, tí tey næstu skuldu
hava tey. Eg fari at fáa
bronsuna við postinum,
sigur Heidi flennandi.
Errin
Tá Føroyar gera vart við
seg
uttanlands,
vaknar
tjóðskaparkenslan í øllum.
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri á Eiði, var eisini
hjástaddur og gav hann
eisini Heidi nøkur orð við á
leiðini.
– Heidi hevur enn eina-
ferð avrikað stórverk. Vit
eru stolt av henni á Eiði.
Fyrr hildu vit, at tað einasta
onnur kundu seta í sam-
band við Eiðis bygd var
Risin og Kellingin, men
Heidi hevur yvirhálað tey,
segði Tordur millum annað.
Heidi hevur annars sein-
astu mánaðarnar drigist við
skaðar. Í januar mánað varð
høgri fótur lagdur undir
skurð, har hon síðani gekk
við gipsi í tveir mánaðar. Í
mars fekk vinstri fótur
somu viðgerð.
– Sigurslønin kemur ikki
av sær sjálvari. Heidi er
ikki komin sovandi til úr-
slitið. Áhaldni, treiskni og
vilji av stál hava verið
amboðini.
Tordur Niclasen handaði
aftaná røðuna eitt blómu-
tyssi til Heidi og Katrin.
Ovfarnar
Katrin
Johansen,
sum
hevur seinastu nógvu árini
verið venjari hjá Heidi,
sigur, at hon heldur, at tær
vóru realistiskar, tá tær
frammanundan
heims-
meistaraskapinum søgdu,
at tær ikki høvdu nakrar
serligar vónir til kapping-
ina.
– Heidi hevur ikki kunn-
að vant sum áður, og tí er
tað týdningarmikið at fáa
fram, at vit hava ikki
væntað tað heilt stóra, sigur
Katrin Johansen.
– Tí vóru vit ógvuliga
ovfarnar, at tað gekk so væl
sum tað gekk.
Áðrenn sjálvt heims-
meistaraskapið var Heidi á
eini venjingarlegu í Rio de
Janeiro í Brasilia. Tveir
dagar av venjingarleguni
hevði hon trupulleikar við
akslunum, og fekk tí ikki
vant so væl.
– Vit hava havt samstarv
við hini Norðanlondini, og
tey hava verið ótrúliga
stuðlandi. Tey rópaðu og
heppaðu á Heidi, og onk-
untíð róptu tey næstan
meira á Heidi enn á síni
egnu.
– Sjálv eri eg heilt ótrú-
liga væl nøgd, sigur Heidi
sjálv. – Í 50 metrar frí-
svimjing setti eg persónligt
met. Málið hjá okkum, mær
og Katrin, var at satsa uppá
at koma niður ímóti mínum
bestu tíðum, so eg sjálv
varð nøgd.
Heidi leggur afturat, at
hon kann betra seg alla
tíðina. Meira venjing, betri
verður tað.
– Hugurin er enn eins
góður. Eg havi eisini verið
so heppin, at eg eri sloppin
nógv út at ferðast og havi
upplivað nógv. Tú bindur
bond á henda hátt, og tú
hittir fólki. Hetta heldur lív
í huganum, og ger, at tú
tímur væl. Tað er ikki
stuttligt bara at venja og
venja, og onki uppliva,
sigur Heidi.
Næsta málið er Para-
olympics í Athen í ár 2004.
Onkrar kappingar verða
næsta ár. Hetta er einamest
fyri at sleppa við til Para-
olympics, tí um tú ikki vísir
teg, sleppur tú ikki at vera
við
– Nú taki eg ein dag í
senn, og finni útav tí so við
og við, sigur Heidi at enda.
Heidi hevur yvirhálað Risan
og Kellingina
Úrslit frá HM
kappingini
í Mar del Plata
í Argentina
– her eru bert frá
teimum kapping-
unum Heidi
Andreasen luttók í
100 m frísvimjing:
1. Keren Leybovitch,
Ísrael
1.08,90
(heimsmet)
2. Heidi Andreasen,
Føroyar
1.11,98
3. Pernille Thomsen,
Holland
1.12,85
200 m blandað svimjing
1. Dora Pasztory,
Ungarn
2.58,82
(heimsmet)
2.Cerasuolo
Immacolata, Italia
3.05,21
3. Andrea Cole,
Canada
3.05,66
6. Heidi Andreasen,
Føroyar
3.08,38
400 m frísvimjing
1. Keren Leybovitch,
Ísrael
5.23,31
2. Heidi Andreasen,
Føroyar
5.24,41
3. Chantal Boonacker,
Holland
5.35,88
50 m frísvimjing
1. Keren Leybovitch,
Ísrael
31,91
2. Pernille Thomsen,
Holland
32,75
3. Heidi Andreasen,
Føroyar
32,88
(persónligt met)
Borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen, vil vera við, at Heidi hevur yvirhálað Risan og kellingina í umtalu. Her handar Tordur,
Heidi og Katrin, eitt blómutyssi frá Eiðis Bygdaráð
Mynd: Jens Kr. Vang
Heidi vann trý heiðursmerki í Argentina. Men bert tvey vóru við í
kuffertinum av tí, at hitt varð stolið. Heidi fer at fáa tað sendandi við
postinum um vónandi ikki so langa tíð
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8