leygardagur 21. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
11
Grønlendingar hava partvíst vunnið ein sigur í málinum at
byggja út radarstøðina í Thule. Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin gav ikki Grønlandi og Danmark váttan um, at
USA vil samráðast av nýggjum um verjuavtaluna frá
1951. Men Collin Powell segði eftir fundin við lands-
stýrismannin í uttanríkismálum, Josef Motzfeldt, og
danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, at USA er
sinnað at gera ískoytisavtalu. Harafturat segði hann seg
skilja ynski grønlendinga.
Tað er eitt stórt framstig. Men tað er ein sigur, at danska
stjórnin nú tykist taka krav grønlendinga um, at støðin
verður ikki útbygd, fyrrenn verjuavtalan er endurskoðað,
og at grønlendska heimastýrið er við í samráðingunum, í
álvara. Fyrst í november var orðaskifti um málið í Fólka-
tinginum. Tá vildi stjórnin ikki geva grønlendsku
fólkatingslimunum lyfti um, at danska stjórnin fór at
krevja, at verjuavtalan verður endurskoðað. Heldur ikki
vóru donsku flokkarnir at vika, tá grønlendsku og donsku
uttanríkis- verjupolitisku nevndirnar hittust seinri í
novemeber.
Nú, eftir valið, tykist stjórnin hava broytt hugsan, ella
partvíst. Tað er kanska ikki so løgið, tí hon ber óivað ótta
fyri einum samanbresti við grønlendingar. Grønlendingar
hava sagt, at góðtaka danir ikki kravið verður “opin
konfrontatión”. Fyri Danmark hevur støðin í Thule og góð
viðurskifti við grønlendingar stóran týdning. Tí, í NATO
og verjupolitiskum høpi er Grønland, eins og Føroyar, týð-
andi liðir. Vit vita, at tá NATO skuldi leggja út kjarn-
orkuvápn í 50-árunum, slapp Danmark undan at slíkari
goymslu. Støðin í Thule vigaði upp ímóti. Og í 1957 gav
forsætisráðharrin USA loyvi at hava kjarnorkuvápn við
Thulestøðina.
Verandi avtalu gjørdu USA og Danmark, meðan Grønland
var hjáland. Úr frá einum fólkaræðiligum sjónamiði er tað
ídag ein sjálvfylgja, at Grønland sum ein sjálvstøðugur
partur í danska ríkinum kann siga sína hugsan og at ávirka
avgerðir við atliti til støðina. Men ivasamt er, um USA og
Danmark góðtaka grønlendska kravið, at tað eru
grønlendingar, sum gera eina avtalu og áseta innihaldið í
henni. Afturímóti er hugsandi, at Grønland kann fáa okk-
urt burtur úr ískoyisavtalu – arbeiði, endurgjald, umhvørv-
isatlit o.s.fr. – og harafturat sleppa teir at sita við borðið.
Higartil hava Danmark og USA vilja gjørt ískoytisavtalu,
m.a. um umhvørvi. Men nú skilur amerikanski uttan-
ríkisráðharrin grønlendingar. Søgan sigur okkum, at
vanliga leggur USA sektin á smálond. Tí er ikki løgið, at
Josef Motzfeldt er nøgdur eftir fundin við Collin Powell,
hóast tað kanska ikki verður nýggj verjuavtala, men
ískoyti til hana.
Á hesum stað er áður gitt, at danir fara at toyggja seg langt
fyri at ganga grønlendskum ynskjum á møti í hesum og í
sjálvstýrismálinum, tí Grønland hevur stóran týdning í
NATO høpi og í amerikanska trygdarpolitikki. Danmark
skal lata og Danmark skal hava. Í verandi støðu sita
grønlendingar við einum trumfi. So er spurningurin, um
ella hvussu stórt trýst Danmark kann leggja á USA. Josef
Motzfeldt tykist góðtaka eina ískoytisavtalu, um ávís
ynski verða gingin á møti. So er hin spurningurin, um
landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, heldur fast um
endursamráðingar, ella góðtekur ískoytisavtalur, sum
neyvan skerja víttganagdi heimildirnar hjá USA sambært
verandi avtalu. Men í øllum hevur Grønland gjørt stór
framstig.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hálvur sigur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eli Hentze
kommunustýrislimur á
Sandi
Framtíðin er í túninum.
Skulu vit lata upp, tá ið
bankað verður á dyrnar,
ella skulu vit stongja hurð-
ina?
Rúni Hentze, løgtings-
maður fyri Sandoynna, er
ikki í iva. Vit eiga at lata
dyrnar upp! Men ikki hvør
í sínum lagi. Vit í Sand-
oynni skulu lata tær stóru
felagsdyrnar á víðan vegg
og bjóða framtíðini inn í
tann stóra salin. Júst tann
stóra salin, tí hann er best
egnaður at hýsa framtíðini.
Rúni ynskir vágamonn-
um tillukku við framtíðini,
undirsjóvartunnilin er veru-
leiki. Í somu grein heitir
løgtingsmaðurin á Sand-
oynna um at standa saman
sum ein oyggj, tá ið stórmál
skulu loysast - t.d. ein
undirsjóvartunnil í Sand-
oynna,
ein
ítróttarhøll
o.s.fr. Eg taki av fullum
huga og hjarta undir við
Rúna. Sandoyingar eiga í
morgin sum ein annan dag
at opna dyrnar og gera klárt
til at taka ímóti framtíðini.
Men orð, føgur orð
aleina, flyta ongi fjøll.
Framtíðin er í túninum,
men tað eru vit, og bert vit,
sandoyingar, ið gera av, um
eisini vit vilja loyva henni
framat.
Kommunusamanlegging
er ein møguleiki. Sand-
oyggin sum ein kommuna!
Hetta er hvørki nýhugsan
ella nøkur gandaorð, men
ein møguleiki, ið sandoy-
ingar als ikki eiga at av-
skriva. Vit eiga í morgin
sum ein annan dag at taka
stig til at finna fram til
møguleikar og vansar við
eini kommunusamanlegg-
ing í Sandoynni og tá taka
støðu. Nógvir spurningar
skulu svarast, nógv ivamál
eru! Men at avskriva tank-
an, áðrenn spurningurin er
svaraður til fulnar, er tað
sama sum at klamsa hurð-
ina í skortin á gestinum í
túninum, framtíðini. Bygd-
arráðsformenninir í oynni
hava av og á formansfund.
Átti hesin spurningurin ikki
at verið reistur á hesum
fundi?
Sandoyggin
sum
ein
kommuna er ikki einsa-
malli lykilin til framtíðina.
Eindin er enn ov lítil!
Landið fer framhaldandi at
hava hin lykilin í varð-
veitslu. Munurin verður
tann, at okkara samanhald
stendur munandi sterkari á
Føroyakortinum. Vit kunna
spegla okkum í fótbóltsfe-
lagnum, sum fyri fáum
árum síðani stóð ovast á
sigurspallinum,
hevði
vunnið á øllum øðrum í
Føroyum! Umboðaði Sand-
oynna eins væl og allar
Føroyar í evropeiskum fót-
bólti. Tað samanhald og
tann styrki, ið vísti vegin,
eigur at verða politiska
fyrimyndin
hjá
øllum
sandoyingum,
nýggjárs-
ynski fyri Sandoynna!
Í hesum fullveldistíðum
er helst hóskandi at enda
við danska orðatakinum:
mange bække små gør en
stor å!!
Jóla og nýggjársgesturin
í túninum bankar á dyrnar.
Latið upp!!
Við ynskjum um eini
Gleðilig Jól og Gott Nýggj-
ár fyri øll!!
Helgi Abrahamsen
Mánakvøldið 16. desember
hevði Sjónvarp Føroya
samrøðu við Tórbjørn Ja-
cobsen, løgtingsmann, sum
er partur av meirilutanum í
fíggjarnevndini. Í samrøð-
uni spurdi sjónvarpsmað-
urin millum annað, um Tór-
bjørn kundi lova, at hann
ikki fór at atkvøða fyri
nakrari eykajáttanarlóg í
komandi
ári.
Tórbjørn
svaraði soleiðis: ”Eg fari at
atkvøða fyri eykajáttanar-
lógum um so er, at tær eru
útreiðsluneutralar”. Sjón-
varpsmaðurin spurdi síð-
ani, um hetta merkti, at
hann ikki fór at atkvøða
fyri eykajáttanarlógum sum
vóru ein beinleiðis út-
reiðsla hjá landskassanum,
og Tórbjørn svaraði: ”Nei
tað vænti eg ikki”.
Hetta er sera áhugavert,
og ikki minni løgi.
Í tveir heilar mánaðar
hevur meirilutin í fíggjar-
nevndini sitið og leitað eftir
sparingum, sum millum
annað skuldu fíggja ein
skattalætta á 50 mió. krón-
ur. Meirilutin fann spar-
ingar fyri góðar 90 mió.
krónur, men sjálvur skatta-
lættin kom ikki við í broyt-
ingaruppskotið hjá meiri-
lutanum. Hann skal koma
seinni sum eykajáttanarlóg.
Men um eykajáttanarlógin
ikki skal kosta lands-kass-
anum nakað, so má fíggjar-
nevndin tá aftur seta seg
niður at finna nýggjar spar-
ingar fyri 50 mió. krónur, tí
annars verður hetta ein
útreiðsla fyri landskassan,
og tað kann Tórbjørn Ja-
cobsen ikki atkvøða fyri
(um hann heldur orð).
Spennandi
verður
at
síggja, hvar fíggjarnevndin
tá finnur aðrar 50 mió.
krónur í sparingum, ella um
lovaði skattalættin ongantíð
kemur. Triði møguleikin er,
at vit kortini fáa eina eyka-
játtanarlóg, sum minkar um
avlopið hjá landskassanum,
og satt at siga, so rokni eg
við, at tað verður júst tað,
sum fer at henda, tí annars
slitnar
sjálvsstýrissam-
gongan, og - sum maðurin
segði:
”alternativið
til
verandi samgongu er svart
samband”. - Tá vilja teir
heldur ofra landskassan,
fyri at halda fast við makt-
ina.
Livst so spyrst!
Onkur bankar á dyrnar, latið upp!!
Tá alternativið er samband
VIÐMERKINGAR
VIÐMERKING
Annika Sølvará, forkvinna
Amnesy International
Føroya Deild
Sjálvan
mannarættinda-
dagin, 10. desember, vóru
Jerry McCracken og Des-
mond Carter tiknir av
døgum við eiturinnspræn-
ing. Hetta vísir týðuliga,
hvørja støðu USA hevur til
mannarættindi og frælsi.
Sama land, sum krevur, at
onnur skulu halda manna-
rættindini, er sjálvt eitt av
størstu syndarunum, tá
talan er um at virða tað
mest grundleggjandi rætt-
indi: rættin til lív. Bara
hesar fyrstu dagarnar í
jólamánaðinum hevur USA
avrættað 7 fólk og ætlanir
um aðrar 4 avrættingar fyri
jól.
Hetta hendir, samstundis
sum meira enn helvtin av
londunum í heiminum hava
valt ikki at nðta deyða-
revsing longur. Tey hava
staðfest, at deyðarevsing
ikki kann sameinast við
virðingini fyri mannarætt-
indum, at hon heldur ikki
virkar avskrekkjandi og at
tað er ein eyðsðndur vandi
fyri, at ósek fólk verða tikin
av døgum.
USA krevur at sleppa at
seta
altjóða
politisku
dagskránna, tá talan er um
at verja mannarættindini,
eitt nú í sambandi við Irak
og Kina. Sama landið hevur
síðani 1977, tá deyðarevs-
ingin varð tikin uppaftur,
avrættað 817 fólk. Bara í ár
eru higartil 68 fólk tikin av
døgum: 1 í elektriska
stólinum, 67 við eiturinn-
spræning.
Á deyðsgongini í Louisi-
ana situr Ryan Matthews á
sætta ári. Hann er dømdur
fyri morð, framt tá hann var
17 ár. Hann er sambært
amerikanskari lóg ov ungur
til at verða við í einum
nevningatingi, eins og tað,
sum dømdi hann til deyðis.
Hann er eisni ov ungur til at
sleppa at síggja eina av-
rætting framda. Men hann
er ikki mettur at vera ov
ungur til sjálvur at verða
dømdur
og
avrættaður,
meðan fólk sita og hyggja
at. USA stendur fyri tveim-
um triðingum av øllum av-
rættingum av ungdóms-
brotsmonnum seinastu 10
árini. Í 2002 eru 3 ung-
dómsbrotsmenn tiknir av
døgum í USA.
Síðani 1990 hava 191
lond ratifiserað Barnarætt-
indakonventiónina, sum er
ein av konventiónunum,
sum forbjóðar deyðarevs-
ing fyri brotsverk framd,
áðrenn brotsmaðurin fylti
18 ár. Bara Somalia og
USA hava ikki skrivað
undir.
Í ein røðu á ST-aðal-
fundinum herfyri um Irak
tosaði Bush forseti um
"brotnar avtalur", um ST
samtyktir sum verða "ein-
víst undirgrivnar" og um
ynskið hjá USA, at ST-
felagsskapurin skal vera
"effektivur, virdur og úr-
slitagóður". Amnesty Inter-
national hevur í frágreiðing
um deyðarevsing í USA
víst á, at avrættingin av
ungdómsbrotsmonnum er
líka álvarsligt brot á av-
talur, virðingin fyri sam-
tyktum er líka lítil og
virðingin fyri ST og altjóða
rætti undirgrivin á sama
hátt.
Síðani 1973 hava fleiri
enn 100 deyðadømdir fang-
ar fingið dómin umstoyttan
og eru leyslatnir, tí nðggj
prógv hava víst, at teir ikki
vóru
sekir
í
teimum
ákærum, teir vóru dømdir
fyri. Fleiri hava sitið á
deyðsgongdum í áravís og
einans verið dagar frá at
verða avrættaðir. Hvussu
nógv ósek ikki náddu at fáa
dómin umstoyttan, ber ikki
til at siga.
Forsetin í Russlandi,
Vladimir Putin, er leiðari í
einum landi, sum fremur
nógv og álvarslig brot á
mannarættindini.
Hann
segði í juli 2001, at: "Stat-
urin eigur ikki at taka sær
tann rættin, sum bara hin
Alvaldi hevur ...at taka eitt
mannalív. Tað er tí, eg við
vissu kann siga, at eg eri
ímóti, at Russland innførir
deyðarevsing aftur."
"Vit virða hvørt manna-
lív", segði Bush forseti í
røðu sínari til tjóðina 11.
september 2002. Um so er,
átti hann í stundini at syrgt
fyri at leitt USA inn í
røðina av londum, sum
venda deyðarevsing bakið.
PRESSNOTISER FRÅN
AMNESTY
Måndag 16 december 2002
USA
Utomrättsliga avrättningar är aldrig försvarbara
Uppgifterna om att Bush-administrationen har
upprättat en "dödslista" över klassade "terrorister"
och gett CIA befogenheter att döda dessa personer är
enligt Amnesty extremt oroväckande. Att världens
enda stormakt nu ger klartecken åt sina tjänstemän
att avrätta män och kvinnor som misstänkts för
"terroraktiviteter",
utan
en
rättslig
process,
uppbackade med hemliga bevis, är oacceptabelt.
Rätten till en korrekt rättegång är en grundläggande
mänsklig rättighet och är en förutsättning för ett
demokratiskt fungerande samhälle. Misstänkta
förövare ska ställas inför rätta, ha tillgång till
advokat och kunna bemöta bevis mot honom eller
henne. Genom att tillåta utomrättsliga avrättningar
frångår USA denna princip och urholkar därmed
rättsstaten. Det ger dessutom signaler till andra
länder, som exempelvis Israel, att det är tillåtet och
försvarbart att avrätta misstänkta personer utan
rättegång.
Amnesty motsätter sig dödsstraffet under alla
förhållanden och anser att straffet kränker den mest
grundläggande rättigheten - rätten till liv.
USA
Amnesty skriver till presidenten om fångarna på
Kuba Amnestys internationella generalsekreterare
Irene Khan har ännu en gång framfört Amnestys
kritik gällande behandlingen av fångarna på
Guantanamo Bay till president Bush. Nu har snart ett
år gått sedan de första fångarna anlände och de har
varit i ett rättsligt vakuum sedan dess. Amnesty
kräver att fångarna friges och får tillåtelse att åter-
vända till sina hemländer, såvida de inte misstänks
för brott eller riskerar människorättskränkningar vid
ett återsändande. Om de misstänks för brott ska de
ställas inför rätta och få en korrekt rättegång i
enlighet med internationella normer. Enligt Amnesty
lever inte militärdomstolen som USA har upprättat
för fångarna upp till dessa normer. I brevet upprepade
Irene Khan sin förfrågan från i april i årom att
Amnesty ska få tillgång till lägret.Presidenten fick
dessutom åter ta del av det memorandum som skick-
ades till honom i våras som tar upp all den kritik och
de farhågor som Amnesty harangående behandlingen
av fångarna.
Annika Flensburg
pressekreterare
Amnesty International, svenska sektionen
Eyga fyri eyga ella Ger móti øðrum, sum tú
vilt onnur skulu gera móti tær?
Fakta
Í ársfrágreiðingini hjá
Amnesty International
fyri 2001 er gjørt upp,
at í minsta lagi 3.048
fólk vóru avrættaði í
31 ymsum londum.
5.265 vóru dømd til
deyðis í 68 londum.
Kina avrættaði nógv
flest fólk, í minsta lagi
2.468,
helst
nógv
fleiri. Síðani koma
Iran, Saudi Arabia og
so USA á fjórða plássi
74 lond hava av-
skaffað deyðarevsing
sum heild. Í 15 lond-
um kann deyðarevsing
bara verða brúkt í
sambandi við krígs-
brotsverk. Onnur 22
lond hava í verki ikki
avrættað nakran sein-
astu 10 árini ella
meira.
Áhugað kunnu lesa
meira á
http://www.deathpena
ltyinfo.org/ og
http://www.amnestyus
a.org/abolish/index.ht
ml
Kort yvir USA, har
víst verður, hvar og
hvussu nógvar avrætt-
ingar
hava
verið
framdar síðani 1977:
http://www.deathpena
ltyinfo.org/execution
map.html
JÓLAKONSERT
Eirikur Lindenskov
Sunnudagin kl 16 verður
árliga jólakonsertin hjá
Kristiliga Sangkórinum.
Kóri fer at framføra kend
jólaløg, og Sverri Stein-
hólm, prestur, fer at siga
nøkur hugnalig jólaorð.
Tað er Hanus Joensen,
sum er kórleiðari hjá
Kristiliga Sangkórinum, ið
til hvørji jól setir sín serliga
dám á jólahøgtíðina við
jólasangi.
Jólakonsert
í Havnar
Kirkju
Kristiliga Sangkóri fer at
syngja jólaløg í Havnar
Kirkju sunnudagin kl 16
C
M
Y
K
11
10