leygardagur 21. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
13
Henrik Old
Fyri at politiska kabalin
skuldi ganga upp, tá lands-
stýri var skipað, so var ein
av neyðloysnunum at nýtt
familju- og trivnaðarráð sá
dagsins ljós. Hetta serliga
fyri at bøta um korini hjá
barnafamiljum og teimum
lægstløntu, og fyrstu tiltøk-
ini vísa seg nú sum jóla-
gáva til fólkið. Tiltøk sum
líkna mest teimum í neyð-
ugt var at seta í verk tá
kreppan leikaði harðast á.
Tað fyrsta er at hvørt húski
skal gjalda kr. 500 eyka í
sjónvarpsgjaldi, ein hækk-
ing uppá 33% sum er met.
Men hetta var bara byrj-
anin. Hjá tímløntum kvinn-
um, sum skulu í barsilsfar-
loyvi minkar útgjaldi í
barsilstíðini munandi, eftir
at seks mánaða regilin er
tikin burtur. Ikki ein gang
fekst undirtøka fyri einum
uppskoti um at seks mán-
aða reglan skuldi halda
fram einans fyri tey tíma-
løntu. Onkur helt at tað
fóru Tjóðveldisflokkurin
og Miðflokkurin at stemma
fyri - men nei.
Samtíðis verður boðað
frá at mjólkaprísurin verður
hækkaðar við 50 oyru
liturin. Sjálvandi krevja
nýføðingar hjá tímaløntum
og lágløntum ikki tað sama
sum hjá okkum øðrum.
Harumframt var ein ser-
liga jólagáva til útjaðaran.
Frá nýggjárinum av skal
ferðaseðlaprísum
hjá
Strandferðsluni
hækkast
við minst 15%´um, so ikki
kann sigast annað enn at
fyrstu familjupolitisku til-
tøkini royndust væl.
BÓKAÚTGÁVA
Forlagið Sprotin hevur
givið út bókina »Føroyask
blaðsøga 1852-2002«, sum
Arnbjørn Dalsgarð hevur
skrivað.
Í ár eru liðin 150 ár síð-
ani fyrsta avísin kom út í
Føroyum. Í hesum sam-
bandi skrivaði Arnbjørn
Dalsgarð eina greinarøð í
Fregnum, og við hesum
tilfari sum grundarlag hev-
ur hann arbeitt víðari.
– Afturat hesum tilfari
kemur so eitt útgreinað
yvirlit yvir allar avísirnar,
sum eg eri komin framá
undir kanningararbeiðin-
um, umframt ein stutt lýs-
ing av tíðindaflutninginum
í Føroyum fram til 1852, tá
fyrsta prentaða avísin kom
út, sigur Arnbjørn Dalsgarð
í innganginum í bókini.
Bókin kostar 159 krónur
Vilhelm Nielsen
er farin
Mikumorgunin tann 18. desember bórust boðini, at
Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður úr
Sandavági, var farin. Sjálvur var eg í tinginum
henda dag, undarligt kendist tað at síggja merkið á
Tinghúsvøllinum í hálvari stong, tí bygda- og
skyldmaðurin var farin.
Vilhelm var yngstur av 8 systkjum, tey hvíla nú
øll í Harrans navni, foreldur teirra vóru Dánjal
Petur, skómakarin, og Anna Sofía úr Bartalstovu.
Tann 28. august fylti Vilhelm 90 ár - eg var og
heilsaði upp á Vilhelm hetta kvøldið - hugaligt var
át lýða á, tá Vilhelm so livandi greiddi frá sínum
fyrsta túri undir Vestmannasundi, P/f Vágatunnilin
hevði bjóðað hesum stríðsmanni ein túr undir
Sundinum á føðingardegnum, eisini greiddi hann
frá, tá ið Haldor Hansen, sáli, og hann løgdu fram
uppskot um heingibrúgv um Vestmannasund.
Sera væl hevur Vilhelm fylgt við, hvussu ar-
beiðið at borða undir Vestmannasundi hevur ging-
ist, hvørja viku vitjaði hann Dánjal á Sjúkra-
kassanum fyri á telduni at síggja, hvussu langt ar-
beiðið var komið.
Eg minnist Vilhelm best frá síni trúgvu tænastu
sum deknur í Sandavágs kirkju, hesa tænastu tók
hann upp eftir faðir sín, og røkti trúgvur hesa
tænastu til ellisár, sera hugnaligt var at sita og líða
á, tá Vilhelm við síni eyðmjúku rødd, sunnudag
eftir sunnudag, las lestur.
Eisini gjørdu Marianna og Vilhelm eitt stórt
arbeiði við sunnudagsskúlan í Sandavági og
somuleiðis fyri Meinigheitshúsið.
Vágafólk minnast Vilhelm, sum ein arbeiðs-
saman og rokutan arbeiðsmann, um heystarnar
rann hann sum ein unglingi við skinnum bæði tíð-
liga og seint, á Vilma dugdi hann alt, hann skrúv-
aði maskinurnar sundur og saman, hann bant við
maskin, hann seymaðu burturúr skinnum, hann
førdi sín roknskap fyri virkið, ja har dugdi Vilhelm
alt.
Vilhelm og Marianna høvdu diamantbrúðleyp í
apríl í ár, nógv vóru tá og heiðraðu diamant-
brúðarparið, tey hava bæði verið merkt av sjúku ta
seinastu tíðina. Áðrenn sjúkan fór at gera um seg,
vóru tey tíðum at síggja hond í hond í Sanda-
vágstúni - henda bygdarmynd er nú ikki meir.
Vilhelm og Marianna áttu fýra børn: Paula,
Sólgerð, Sofus og Ann, tit hava mist ein góðan
mann og pápa, má Harrin styrkja tykkum í stóru
sorg tykkara.
Hvíl í friði
Jóanis
VIÐMERKINGAR
Fyrstu familjupolitisku tiltøkini sett í verk
Jákup Sólstein
formaður í Føroya
Reiðarafelag
Við tað, at formaður Før-
oya Skipara- og Navigatør-
felags, Ellintur Abraham-
sen, ferð eftir ferð - seinast
í "Degi og Viku" 19. de-
cember 2002 - setir fram
skuldsetingar móti Føroya
Reiðarafelag um, at Reið-
arafelagið ikki heldur seg
til gjørdar avtalur og eisini
einvíst skal hava gjørt
broytingar í tí sáttmála,
undirskrivaður varð 19. jan.
1999, sær felagið seg noytt
til at koma við rættleiðing
til tað, ið framført verður.
Hin 12. januar 1999
gjørdu 5 partar avtalu um
nýggjan 2 ára sáttmála.
Hesir vóru: Føroya Fiski-
mannafelag, Maskinmeist-
arafelagið, Føroya Motor-
passarafelag, Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag og
Føroya Reiðarafelag. Við
tað, at samráðingarfólkið
hevði sitið í 48 tímar út í
eitt og allur sáttmálatekst-
urin móti endanum varð
skrivaður av nýggjum, kom
uppskot frá semingsmann-
inum John Rajani um, at
partarnir undirskrivaðu eitt
eintak av einsljóðandi sátt-
málum, fyri formelt at hava
endað
samráðingarnar.
Hann vísti síðani á, at við
tað at so rúgvusmikið tekst-
og taltilfarð var gjørt, var
vandi fyri, at onkrar villur,
ið onki høvdu við sjálva
avtaluna at gera, høvdu
snýkt seg inn í undir-
skrivaða eintakið. Hann
setti tí sum treyt fyri at
enda semingina, at partar-
nir samdust um, at tað
skuldi
verða
møguligt
eftirfylgjandi at
"rætta
møguligar villur og skeiv-
ar orðingar". Hetta vóru
allir partar samdir um, og
so varð undirskrivað.
Tað vóru rættuliga nógv-
ar villur, ið vóru staðfestar,
og hesar vóru fráboðaðar
semingsstovninum,
sum
síðani gjørdi neyðugu rætt-
ingarnar og sendi feløgun-
um nýggja sáttmálatekstin
4. februar 1999. Síðani tá
hava limir Føroya Reiðara-
felags havt og virkað eftir
einsljóðandi galdandi sátt-
málum við Fiskimanna-
felagið, Maskinmeistara-
felagið, Motorpassarafe-
lagið og Navigatørfelagið.
Men formaður Føroya
Skipara- og Navigatør-fe-
lags, Ellintur Abrahamsen
leyp frá gjørdari avtalu og
kravdi, at "undirskrivaða
eintaki incl. villur og skeiv-
ar orðingar" skuldi verra
galdandi, og harvið hevur
hann og felag hans-ara
gjørt tað sera trupult at
finna nakað samráðingar-
grundarlag, nú sáttmálin er
farin úr gildi. Spurningurin
er, hvønn sáttmála tosað
verður um. Hann hevur
eisini, nú beint undan sam-
ráðingunum, biðið fútan
staðfesta "skeiva sáttmál-
an".
Føroya
Reiðarafelag
kann og fer ikki at seta sítt
trúvirði uppá spæl. Tað
skyldar
felagið
teimun
manningarfeløgum, ið ikki
hava gjørt sær dælt av
støðuni, og tí ikki kravt
nakað, ikki varð avtalað.
Um limir í Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelags
kunnu liva við, at felag
teirra førir seg fram á
slíkan hátt, verður upp til
teirra at avgera, men tað er
greitt, at hetta er ikki við til
at skapa gundarlag fyri
góðum samstarvi.
Rættleiðing til Ellint Abrahamsen
Rættvísis stríðseingil mikli
-stongdar løðugrindir
ríkmenni níðskir,blindir-
í herna móti
marglætisgykli
stríðseinglar margir í tali
-glerheilar í seyðaskinni
sjálvsøknis myrkur í sinni-
ljóseinglar sigra á vali
fagnaðareinglar á ferð
-stálhjørtu andsheimin
fylla
tingsliga trogið fylla-
undurverk einglaljómur
ger
frælsiseinglar gleðiboð
bera
-ríkmenni søkka í mold
bjart skyggir jólafold-
í smáttum sóleinglar verða
friðareingilin boðini ber
-ríkmenni missa valdið
innar í armóðstjaldið-
sjá leyvur og smalur
sáttast her
stríðseinglar harðmæltir
kvøða
-frælsislúðrar-
javnrættarandi
solidariteturin stinnur
standi !-
tey kúgaðu kunnu seg frøa
!
verndareingil ásjón von
-á skuggasíðum frøast
í sinni nívdu grøðast-
í fylgi himna kongason
Sólmundur Joensen
des.-02
Stríðseinglar
Bók um føroysku
blaðsøguna
- Men jólahald verður
sum vanligt jólaaftan,
sigur fyristøðumað-
urin, Tordur J. Nicla-
sen
JÓLATILTØK
Vilmund Jacobsen
Tað er komið dátt við hjá
búfólkum og avvarðandi á
Eysturoyar Røktar-og Ell-
isheimi, at leiðslan í ár
hevur avgjørt ikki at skipa
fyri tí stóra jólaborð-
haldinum, sum hevur verið
fastur táttur á hvørjum ári,
undantikið eitt skifti fyrst í
nítiárunum, tá ið kreppa
herjaði alt samfelagið.
Fyristøðumaðurin, Tord-
ur J. Niclasen, harmast eis-
ini um, at neyðugt skuldi
vera at taka hesa avgerð,
men vísir á, at hetta er ein
"konstantering" av givnu
umstøðunum í ár.
Hann váttar, at grund-
gevingin fyri ikki at hava
jólaborðhaldið í ár eins og
undanfarin, er sparingar.
- Vit hava ein fíggjar-
karm, sum vit skulu halda
okkum innanfyri og meta
ikki, at pláss er fyri hesum
tiltaki í ár.
Fyristøðumaðurin vónar
tó, at tiltakið kann verða
tikið uppaftur komandi ár -
til gleði fyri búfólk, teirra
avvarðandi og starvsfólkið
annars.
- Avgerðin er tikin í sam-
ráð við leiðsluna, og búfólk
og avvarðandi hava fingið
boð um, at jólaborðhaldið
verður ikki á hesum sinni.
Eini 200 fólk plaga at
vera við til jólaborðhaldið á
Eysturoyar Røktar-og Ellis-
heimi, sum hevur verið væl
fyriskipað út í minstu smá-
lutir.
- Her hava búfólkini havt
høvi at bjóðað tveimum av
sínum nærmastu við, og
saman við starvsfólkum og
teirra avvarðandi hava vit
verið eini 200 í tali, sigur
Tordur.
Hann vísir á, at búfólkini
hava goldið ein part av
tiltakinum,
men
hóast
hetta, kostar jólaborðhald-
ið, sum er eitt stórt tiltak,
væl av peningi.
Fyristøðumaðurin sigur,
at hann hevur ikki merkt
nakað serligt til, at fólk ikki
skilja støðuna, men á-
sannar, at nøkur búfólk
hava víst á, at tey harmast
um avgerðina.
- Tað geri eg eisini, og eg
skilji tey væl, sigur hann.
Hann vísir á, at líka so
nógv,
sum
tey
gomlu
gleddu seg yvir hetta tiltak
- líka so hørm eru tey, nú
jólaborðhaldið ikki verður
á hesum sinni.
Umframt døgurðan, hev-
ur hetta verið eitt minniligt
kvøld á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi, við ymiskum
undirhaldi og sølu av luta-
seðlum.
Og tó...
Men búfólk og avvarðandi
fáa kortini høvi at vera
saman á jólum, tí jólaaftan
verður gudstænasta, og
síðan verður borðreitt við
kaffi.
- Her eru øll hjartaliga
vælkomin, sigur Tordur.
Hann vísir á, at jólaaftan
verður eisini ein serligur
døgurði fyri búfólkunum,
og eisini tá eru avvarðandi
vælkomin at vera saman
við teimum gomlu.
- Her verður jólatræ, jóla-
sangir, jólaevangeliið og
mandlugreytur, og búfólk-
ini fáa eisini jólagávur,
sigur Tordur.
Hann vísir á, at nógvar
hugnaløtur eru á Eystur-
oyar Røktar-og Ellisheimi
gjøgnum árið, og í vikuni
vitjaðu børn úr Tofta skúla,
har tey gingu St. Lucia.
Seinni fingu tey greyt og
okkurt leskandi.
- Vit hava nógv tiltøk
gjøgnum árið fyri búfólk-
unum og teirra avvarðandi.
Jóladøgurðin er bara eitt av
hesum, men hann hevur so
verið tað størsta tiltakið av
sínum slag, sigur fyristøðu-
maðurin, Tordur J. Nicla-
sen, at enda.
Í komandi blaði fara vit
at venda aftur til Tord og
Eysturoyar Røktar-og Ellis-
heim.
Jóladøgurðin á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi spardur burtur
NÝGGJÁRSKONSERT
Kyndil
28. desember skipar Kyndil
fyri nýggjárskonsert í høll-
ini á Hálsi. Í ár eru fýra
tónleikarabólkar umframt
Hanus G. Johansen við, og
er alt sum bendir á, at vit
fara at fáa eina rimmar
nýggjárskonsert í ár
Teir fýra bólkarnir eru:
deja vu: Mannað við
ungum evnaríkum tónleik-
arum, sum allir hava valt at
fara uttanlands á tónleik-
araskúla fyri at ogna sær
størri førleika sum tónleik-
arar. Deja vu er við á
fløguni Livandi tónleikur,
sum kom út í summar. Deja
vu er millum teir bólkar her
á landi, sum ger teir bestu
sangirnar (melodiirnar), og
eru fólk við innliti samd
um, at vit her hava ein lov-
andi popp/rock bólk.
Krit: Krit er tann bólk-
urin, sum í løtuni er best
umtóktur mllum tey ungu.
Teir eru við á nýggjastu
fløguni hjá Tutl, og hava
teir eisini fyri stuttum gjørt
rættiliga vart við seg í Is-
landi. Krit er mannað við
sera ungum tónleikarum,
og spæla teir harðan rock.
MC Hár: MC Hár eru
kendir fyri nokk so nógv
ymist.
Teirra
ekstra-
vangansu, provokatiónir,
pallshow við dansi o.ø. Ein
sera livandi og undirhald-
andi bólkur, sum spælir
harðan men glaðan rock.
Tú kanst altíð rokna við
onkrum serligum, onkrum
óvæntaðum, tá MC Hár er
við, men tú hevur allíkavæl
onga hóming av, hvørjum
teir nú koma við. Tó kanst
tú vera vísur í, at onkur
provokatión er á skrá. Tí
siga vit: Eingin rættiliga
rockkonsert í Havn uttan
MC Hár.
Tangz: Tangz vóru nógv
frammi í samband við Prix
Føroyar, men hava vit ikki
hoyrt so nógv til teirra
seinastu tíðina. Men teir
trína nú aftur á pall við
sínum rock tónleiki við ikki
sørt av funk blandað í.
Tangz man vera orkestrið
um okkara leiðir, ið spælir
og ger tann mest orginalan
tónleikin.
Annað
sum
eyðkennir bólkin er, at teir
eru stak góðir tónleikarar.
Hanus G. Johansen: Han-
us er ein av okkara tónleik-
aralegendum, sum berg-
tekur við sínum sermerkta
sanghátti og sínum ser-
merkta sangvali. Líka sum
Evert Taube syngur Bell-
mann, so syngur Hanus um
Poul F. Hanus er altíð
góður, og borgar tað fyri
góðsku, at hann er við.
Ikki dýrt
Tað fer ikki at kosta nógv
at fara til nýggjárskonsert í
ár. Kyndil hevur sett at-
gongumerkjaprísin til 100
krónur í forsølu og 120
krónur við dyrnar. Hetta
fyri at geva so nógvum til
ber møguleikan at sleppa til
konsertina.
Atgongumerkini er løgd
til sølu á øllum Shellstøð-
um kring landið, Kiosk
Vár í Saltangará, Kunn-
ingarstovuni í Havn og 3-
aranum í SMS.
Bussar koyra
Tað ber til hjá øðrum enn
havnafólki at fara á nýggj-
árskonsert. Bussur koyrir
úr Sørvági klokkan 23.00,
úr Vestmanna 23.30. Hesin
bussurin fer aftur úr Mið-
býnum (við City) klokkan
04.30.
Bussur fer úr Fuglafirði
22.30, og støðgar hesin á
øllum vanligum støðgi-
støðum á veg til Havnar.
Hesin bussurin fer frá aftur
høllini á Hálsi klokkan
04.00.
Vælmannað nýggjárskonsert
C
M
Y
K
13
12