Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 21 Tá nýbygdu hús teirra brendu, og tey stóðu eftir á berum, gjørdu Sigrid og Petur Heinesen úr Fugla- firði av at flyta yvir til Kanada at búgva ÚTI OG HEIMA Rúna Sivertsen Petur Heinesen var ættaður úr Hoygarðinum á Toftum. Hann giftist Sigrid Eldevig, og búsettu tey seg í Fugla- firði, haðani hon var ættað. Í árinum 1927 søgdu tey bæði, saman við trimum smáum børnum, heimland- inum farvæl og fóru vestur um hav. Petur søkti um at sleppa at búseta seg við sjógvin, so hann kundi gera tað ar- beiði, hann kendi og var vanur við. Men kanadisku myndugleikarnir høvdu sínar ætlarnir við fremm- andu arbeiðsmegini, sum kom til landið, og góvu familjuni stórt landøki mitt inni í landinum. Seinni sluppu tey tó at flyta til Halifax, har Petur í nógv ár var sjómaður, m.a. í marinuni. Seinni fluttu tey til Vancouver, har eftir- komarar teirra enn búgva. Tey vitjaðu bert einaferð aftur í Føroyum, tó ikki samstundis. Elsta dóttirin, Valborg, vitjaði í Føroyum einaferð í sjeytiárunum. Tá hon í 1992 doyði, slitnaði sambandið við familjuna í Føroyum. Sigrid og Petur áttu 5 døtur, tvær av teimum vórðu bornar í heim í Før- oyum. Einkarsonurin, sum eisini varð føddur her, doyði av sjúku stutt eftir, at tey vóru komin til Kanada. Trímenningar hittust Tá Martin Heinesen, sum er abbabeiggjasonur Petur, í 1998 var í arbeiðsørindum í Alaska, nýtti hann høvið, saman við konu sínari, at leggja leiðina til Kanada fyri at vita, um hann kundi finna trímenningar sínar har. Eftir nakað av stríði og ikki sørt av "njósnaraar- beiði", eydnaðist Martini at finna barnabørnini hjá Sigrid og Peturi. Tey áttu bæði myndir og skjøl úr Føroyum, heilt aftur til tíðina, tá omman og abbin enn búðu í Føroyum. Tað var serliga D’Arcy, sum tók sær av Peddy og Martini, meðan tey vóru í Kanada. D’Arcy er sonur Valborg, sum giftist manni av russiskari ætt, og kom hon at bera eftirnavnið, Lubin. Seinasta summar kom so sekstiára gamli D’Arcy Lubin til Føroya at vitja familju sína. Hann hevði roknað við at hitta nøkur fá av familjuni, og gjørdist tí bæði ovfarin og glaður, tá honum untist at heilsa uppá fleiri enn 100 av skyldfólk- um sínum. D’Arcy er ógvuliga takksamur fyri ferðina í Føroyum, og vil fegin nýta hetta høvið at takka fyri stóra blíðskapin í summar. Øll familjan har yviri sendir sínar bestu jóla- og nýársheilsur til familjuna her heima. STYTTSTI DAGUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Úr stovuvindeyganum hjá okkum í Ovarugøtu 1., í býlingininum Inni á Gøtu í Havn, spælir sólin sín ser- liga leiklut, teir mánaðarnir av árinum tá dagarnir eru stuttir. Hinar dagarnar kem- ur sólin slett ikki í vind- eyga, tá er hon omanfyri okkum og tá mugu vit út á middegi, fyri at síggja hana. Eg veit ikki, um tit nakr- antíð hava fylgt við sólini, hvussu hon ferðast gjøg- num árið, men tað er rættu- liga áhugavert. Sæð Innan av Gøtu, so kemur sólin upp hesa myrkastu tíðina sunnan fyri Borðuna, suð- urendan á Nólsoynni. Vit síggja hana koma úr havs- brúnni, og hon er so veik nú, at tú kann síggja sjálva eldkúluna. Hon ferðast langt, tí á hásummri um Jóansøkuleitið í juni, tá mugu vit hyggja inn á Skálafjørðin, higani Inni av Gøtu og tá kemur hon upp onkunstaðni yvir Lamba, men har eru so høg fjøll fyri, at hon er komin nakað upp á himmalin, áðrenn vit síggja hana og hon kemur altið skrátt upp, so hon sleppir havsbrúnni longur norðuri. Um heystið og um várið kunnu vit síggja sólina koma úr havsbrúnni alla tíð tað tekur at flyta seg mill- um Stong og Eystnes og slíkir morgnar eru undir- fagrar gávur úr erva, geva vit okkum far um teir. Sólin ferðast nógv. Á há- sumri rísur hon umtrent í ein landnyrðing og á vetri rísur hon umtrent í ein landsynning. Á sumri skal hon heilt upp aftur í útnyrðing fyri at svala sær í havsbrúnni. Á vetri hevur hon tað fittligari, tá ger hon bara ein lítlan vørr upp, er nakrar tímar á himmalinum og setir í ein útsynning. Sólin stendur altíð í suðri á middegi og tá er hon hægst á himmalinum.Í stovuvindeyganum hjá okkum, sum vendir móti suðri, havi eg sett eitt merki í miðsprossan. Merkið varð sett styttsta dag í 2001. Í skrivandi løtu og nú mynd- in er tikin, eru tveir dagar eftir til styttsta dag. Sólin er næstan komin niður á merkið. Her er ongin sling- ur í valsinum, hon er álít- andi og flytir seg eftir himmalinum uttan mun til hvat hendir niðri á jørðini. Tað eg havi skrivað er bara hvussu sólin vísir seg fyri okkum, tá vit eygleiða hana á himmalinum. Væl- skúlaði føroyingurin veit, at tað hongur eitt sindur ørvísi saman. Tað velst um hvussu jørðin hellir í mun til sólina, sum er orsøkin til, at vit síggja hana so ymiskt, alt eftir árstíðini. At hyggja eftir hvussu sólin ferðast eftir himinum vekir undran í mær og eg gloymi tað jørðiska, tær løturnar. Eg verið væl og virðiliga mintur á hvussu lítil eg eri í tí stóra sum hendir uttanfyri okkum, oman fyri skýggini. Hetta er sólin sum fyri milliardum av árum síðan lýsti á jørðina fyri fyrstu ferð. Hetta er saman sól, sum lýsti yvir gosrivunum, sum skaptu ein stóran hástætta fyri 65 milliónum árum síðan, onkunstaðni har sum Spania liggur í dag, mitt inni í tí stóra meginlandinum, sum áðrenn tað dragnaði sundur í heimspartar, var eitt risastórt meginland. Tá livdu dinosaurar og ikki menniskju á jørðini. Og heldur tú hetta vera blas- femiska skriving, so vóru fólk brend á báli bara fyri 500 árum síðan, tí tey hildu at jørðin ikki var fløt sum ein pannukøka. Hetta er sama sólin, sum fylgdi hesum stóra basalt- háslætta, tá hann fór at reka vestureftir, brotnaði sundur og bleiv til ein part av Ír- landi, Skotlandi, Rock All, Føroyum, Íslandi, Grøn- landi og Kanada. Hetta er sama sólin, sum hitaði teir fyrstu føroying- arnar bara fyri 1200 árum síðan, tá teir heidnir blót- aðu til sínar gudar og tað er lítið tíðarrúm í mun til tær milliardir av árum, hon hevur hitað kring seg Ongantíð gerist eg so sannførdur um Drottin í skapannarverkinum, sum tá eg hyggi eftir ferð sólanna, íð skínur yvir rættvísum og órættvísum. Einaferð var sólin bara ein tanki hjá tí stóra skaparanum og nú hevur hon skinið í milli- ardir av árum. Tað eru 1000 milliónir í eini milliard, søga føroyinga er 1200 ára gomul, og eg eri 45 ár. Fluttu burtur, tá húsini brunnu D’Arcy Lubin saman við ommusystir síni, Herthu Andreasen í Fuglafirði. Omma og abbi D’Arcy fluttu í 1927 til Kanada at búgva. Hertha er einasta av systkjunum hjá Sigrid, ið enn er á lívi Mynd: Martin Heinensen So lækkar sólin ikki meira Merkið í vindeyganum vísir hvussu langt sólin kemur niður, tá hon er hægst á himmalinum, styttsta dag Mynd; Jens Kr. Vang God bless! Sincerely yours canada cousin, D’Arcy Býráðsfundurin hjá Tórshavnar býráð hóskvøldið gjørdist ein stór álitisváttan til ætlaðu byggingarnar á Eystaru bryggju, hóast mótmælini hava verið nógv BÝRÁÐSFUNDUR Heri á Rógvi Tað var ikki øll verðin av málum, sum skuldu av- greiðast á býráðsfundi hós- dagin. Eftir røttum skuldi hesin býráðsfundurin verið annar partur av honum fyri nøkrum vikum síðani, og alt átti næstan at verið sam- tykt einmælt. Men fáu áskoðararnir í salinum fingu eitt sindur av undir- haldi kortini. Tað var eykajáttanarlógin hjá Tórshavnar havn fyri 2002, ið fekk størstu um- røðuna á fundinum. Hend- an skal saman við eykajátt- anini til kommununa sam- tykkjast av býráðnum tvær reisir innanfyri fáar vikur. Síðani seinasta fund hev- ur málið um byggingina á Eystaru bryggju verið endavent í fjølmiðlunum. Bæði løgregla, stjórin á Strandferðsluni og nú eisini Landsverkfrøðingurin í ein- ari almennari frágreiðing til Vinnumálaráðið hava gjørt vart við sína ónøgd og stóra iva í sambandi við verk- ætlanina, ið flestum kunn- ugt inniber at skapa pláss til nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyarskipið við Eyst- aru bryggju í Havn. Hetta eru tó ikki útsagnir, ið nerva hugsunarnar hjá størsta partinum í Tórs- havnar býráð, tað allar- minsta. – Tað gongur nokk, segði Tórfinn Smith, býráðslim- ur, m.a, og hesum er Tórs- havnar býráð púra samt við honum – undantikið Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lin- denskov. Hóast málið ikki var til viðgerðar, so má niðurstøð- an vera, at byggingin í sam- bandi við nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyar skipið fekk eina dykka álitisváttan frá býráðnum, nú ákoyring- arnar hava verið so nógvar. Vanliga fatanin var eisini, at málið hevði fingið eina skeiva vend í fjølmiðlun- um, og alt er, sum tað skal vera. Hildur einsamøll Býráðsfundurin útviklaði seg skjótt til eina uppgerð millum Hildur Eyðunsdótt- ir, býráðslim fyri Tjóðveld- isflokkin, – partvíst saman við Elini Lindenskov – móti restini av býráðnum í Havn. Hildur segði seg vera undraða um, at hesar ætlan- irnar bert hildu fram sum einki var hent, tá hugsað varð um seinastu útmeld- ingarnar frá m.a. løgregl- uni, sum metti tað fór at enda við ferðslukaos í sam- bandi við teir tímarnar, tá Norrøna serliga skuldi fyll- ast við bilum og ferðafólki. Hetta skyldast serliga teirri orsøk, at Norrøna tek- ur fleirfaldað fleiri bilar, enn pláss er fyri á Eystaru bryggju. Hildur Eyðunsdóttir end- aði við rygginum móti múrinum. Tann einasta, sum rættiliga kundi sigast at vera í hennara parti, var Elin Lindenskov, men hon tók ikki so ofta til orðanna á býráðsfundinum sum Hildur. Hinvegin nýtti Hildur alla sína givnu talu- tíð. So nógv, at borgarstjór- in steðgaði henni at tosa meira, tí sambært viðtøkun- um hevur hon óavmarkaðan rætt til talutíð. Hildur helt tó fast við sítt og vísti á sína ónøgd við støðuna, ið hon eisini hevur borið fram í fjølmiðlunum undan býráðsfundinum. Hon metti og metir fram- vegis, at ov nógv ivamál og spurningar kunnu setast við verkætlanina, serliga tá hugsað verður um frágreið- ingina frá Landsverkfrøð- inginum. Hon sigur seg í tí sam- bandinum hava borið Vest- manna upp á mál sum eitt alternativ. – Hóast ein skeiv íløga møguliga er gjørd, so hjálp- ir tað einki at halda fram við hesari skeivu gongdini, sigur Hildur Eyðunsdóttir. Semja Sum nevnt gjørdust hugs- anirnar hjá Hilduri Eyðuns- dóttir nakað einsamallar í býráðssalinum, og semjan í býráðnum var størri, enn onkur kanska vildi hildið undan fundinum. Fyrrverandi borgarstjórin og andstøðulimurin, Leivur Hansen, kallaði rokið, sum verið hevur, fyri ein storm í einum vatnglasi. Hann mældi staðiliga øllum býráðslimum til at sláa kalt vatn í blóðið. Ikki minst hartaði hann partakvinnu sína, Hildur Eyðunsdóttir, fyri hennara útsagnir um at møguleikan at flyta Nor- rønu til Vestmanna og úttal- ilsir um Havnanevndina hjá býráðnum. Útspælið frá Landsverk- frøðinginum helt Leivur og flest øll í býráðssalinum lít- ið um. – Vit hava eisini aðrar ráðgevar, sum ikki eru samdir við Landsverkfrøð- inginum, segði Leivur Hansen. Eingin ótti var fyri øsing og enn minni fyri at missa Tinganes, tí hetta fór ongantíð at koma upp á tal, segði Leivur Hansen. Borgarstjorin, Leivur Hansen, Jógvan Arge og ikki minst Tórfinn Smith, sum eisini hevur verið for- maður í Havnanevndini, tosaðu um, at tað var neyð- ugt at taka tað róligt. Sann- ast mátti, at stigið var tikið og skjótt stóð Norrøna í Havn, so skjótt mátti berast at. Eingin var heldur í iva um, at tað nokk skuldi ganga. Størri forðingar vóru sæddar áður. Størsti parturin av meiri- lutanum í býráðnum, ið inniheldur Fólkaflokkin og Sambandsflokkin umframt Tórfinn Smith, sat tigandi tað mesta av fundinum. Bjarti Mohr tók orðið sum formaður fyri Havna- nevndina. Hann vísti m.a. á, at eingin noyddist at stúra fyri Tinganesi, tí hetta varð einki gjørt við. Tankin er heldur ikki nýggjur, segði hann. Hann vísti á, at Tórs- havnar havn áður hevði tik- ið við ógvusliga stórum av- bjóðingum, og hevði tá klárað tað. Soleiðis var hann eisini sannførdur um, at gongdin fór at vera á hes- um sinni. Havnanevndin er sann- førd um, at hendan loysnin, ið ætlanin er at fremja, er ein góð og røtt loysn. Nevndin vísir til hópin av kanningararbeiði. Sostatt ætlar býráðið at halda fram við ætlanunum. Spurningurin um fígging- ina frá landinum er enn langt frá avgreittur, og her verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer. Eitt uppskot um borgara- fund um málið var eisini frammi, men tað er óvist, hvør lagnan hjá tí fundinum verður. Einki broytt á Eystaru bryggju Í nærmastu framtíð verður farið undir at gera rundkoyring við inngongdina til Argir ARGIR Heri á Rógvi Tekniska nevnd hjá Tórs- havnar býráð hevur tikið við einum tilboði áljóðandi 835.000 kr. fyri at gera eina rundkoyring við einastu vegainngongdina til Argir. Hetta upplýsir Sjúrður Olsen, formaður fyri Tekn- isku nevnd. Rundkoyring fer at liggja millum Dr. Dahlsgøtu og Hospitalsvegin. Farið verður undir ar- beiðið sum skjótast, og helst verður rundkoyringin eisini liðug í fyrsta parti av komandi ári. Rundkoyringar eru vorðnar fastir partar av høvuðsstaðnum og aðra- staðni við. Rundkoyringar leiða ferðsluna væl og eru góðar fyri trygdina. Ætlanir eru frammi um fleiri aðrar rundkoyringar í høvuðs- staðnum. Millum annað eina í sambandi við útvíðk- anina av ringvegnum til eisini at umfata tann sokall- aða Glyvursvegin. Meirilutin í býráðnum í Havn stóð sum vant sterkur á býráðs- fundi hóskvøldið, og hesaferð var stuðulin úr minnilutin eisini størri, enn kanska roknast kundi vera við Mynd: Heri á Rógvi Tórshavnar býráð hevur ongar ætlanir um at lata seg ávirka so nógv av Landsverkfrøðinginum, at steðgast skal við byggjarínum á Eystaru bryggju ella ætlanirnar skulu broytast Mynd: Jens Kristian Vang Á fundinum hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð eykajáttirnar til Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn. Talan er um ymsar meir- útreiðslur, m.a. til Hoy- víkshøllina og havnaøki. Hjá kommununi er talan um 5 milliónir krónur og hjá Tórshavnar havn knappar 28 mió. Eisini vórðu ymsar broytingar í byggisam- tyktini fyri bilskúrar og bilskýli samtykt. Somuleiðis vórðu fundirnir fyri komandi ári samtyktir. Bert í tí eina førinum var ikki talan um einmæltar sam- tyktir. Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Tórs- havnar kommunu á www.torshavn.fo Skjótt rundkoyring Við einastu inngongdina til Argir verður tað fyrst í komandi ári gjørd ein rundkoyring fyri at betri at skipa ferðsluna Mynd: Jens Kristian Vang Samtyktu alt C M Y K 21 20