leygardagur 21. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
23
Niðanfyri prenta vit
fyrilestur, sum Mart-
in Næs, landsbóka-
vørður, helt á Lands-
bókasavninum hós-
kvøldið, tá høgg-
myndin av Niels
Winther var avdúkað
og handa løgingsfor-
manninum
STANDMYND
Martin Næs
Tað er torført, heilt greitt, at
siga nær henda søgan byrj-
aði. Men tað er ið hvussu er
ikki skeivt, um eg sigi, at
hon onkursvegna byrjaði
sama ár sum tann fyrsta
føroyska bókin sá dagsins
ljós, nevniliga í 1822, tá ið
danin H.C.Lyngbye gav út
kvæðasavnið
"Færøiske
Quæder". Henda bókin
verður roknað sum fyrsta
bókin, útgivin á føroyskum.
2. juli hetta sama árið - í
1822 - varð Niels Christop-
her Winther føddur.
Tað, sum Niels Winther í
sínari tíð fekst við, var
bók-mentir og politikkur.
Sigast má at bókmentir-
nar liva enn. Og framvegis
er lív í politikkinum. Og í
teimum samfeløgum, har
peningur verður settur av til
bókasøvn, har er eisini lív í
bókasøvnunum.
Ein av uppgávunum hjá
bókasøvnunum er at kunna
um tilfarið, at gera bóka-
listar og framsýningar, at
skipa fyri fyrilestrum, upp-
lestrum o.ø. tiltøkum.
Fyri gott trimum árum
síðan skipaðu vit, saman
við øðrum, fyri - ja, kanska
teirri størstu framsýningini,
sum
Landsbókasavnið
nakrantíð hevur verið í holt
við. Hetta var framsýningin
"Heima á foldum" í sam-
bandi við at 100 ár vóru lið-
in, síðan William Heinesen
varð føddur.
Tveir dagar áðrenn fram-
sýningin skuldi latast upp,
legðist eg sjúkur við hervil-
igari krímsjúku, men tíbet-
ur eru vit soleiðis fyri nú á
døgum, at alt hongur ikki á
einum persóni, soleiðis
sum tað gjørdi fyrr í tíðini,
vit eru fleiri og fleiri , íð
manna garðin, og hetta kom
so dyggiliga til sjóndar teir
dagarnar fyri trimum árum
síðan.
Men hví fara at roksa um
sjúku beint nú. Jú, tí meðan
eg lá har við nógvum hita,
hita, sum eg als ikki hevði
brúk fyri beint tá, ringdi
telefonin sum vera man
nógvar ferðir. Og ta einu
ferðina eydnaðist tað ikki
konuni at biðja mannin
bíða til eg var komin
uppaftur á højkant. Hann
vildi hava orðið á meg
beinanvegin.
Hetta var 16. januar
2000, sunnumorgun. Dagin
eftir at allur býurin, alt
landið hevði hátíðarhildið
100-ára dagin fyri Williami
Heinesen.
Maðurin í telefonini var
Mortan Winther Poulsen.
At fyrispurningurin var av
bókmentaligum slag, kann
Niels
Winther
aftur í
Føroyum
67 ára gomul høggmynd
handað Løgtinginum
STANDMYND
Eirikur Lindenskov
Føroya Løgting og Føroya fyrsta
blað, Færingetidende, hava tað til
felags, at bæði vórðu til í 1852. Tá
kom fyrsta føroyska blaðið út, og
tá varð løgtingið endurstovnað.
Á samkomu á Landsbókasavni-
num hóskvøldið varð høggmynd
av Niels Winther, sum stovnaði
Færingetidende, avdúkað og hand-
að løgtingsformanninum, Ed-
mundi Joensen. Talan er um
standmynd, sum Janus Kamban
gjørdi úr gipsi í tríatiárunum. Hon
hevur verið burturgoymd síðani.
Herfyri fór Mortan Winther Poul-
sen í Havn at fregnast um hana - og
nú er hon stoypt í bronsu og hand-
að løgtinginum, so minnið um
Niels Winther, fyrsta blaðmann
føroyinga, løgtings- og fólkatings-
mann – kann koma til heiður og
æru í løgtinginum.
Janus Kamban, sum nú er 89 ára
gamal, var til staðar á Landsbóka-
savninum – og hann var sera fegin
um standmyndina.
Omanfyri greiðir Martin Næs,
landsbókavørður, nærri frá um
standmyndina.
Janus Kamnan, myndahøggari, er nú
89 ára gamal. Hann var á Lands-
bókasavninum hóskvøldið, tá
høggmyndin varð handa
løgtingsformanninum
Martin Næs, landsbókavørður, við høggmyndini av Niels Winther, stovnara av Færingetidende og fyrrverandiløgtings og
fólkatingsmanni, sum Janus Kamband gjørdi í tríatiárunum. Myndin er handað løgtinginum og skal prýða nýumvældu
tinghúsini
Mynd: Jens Kristian Vang
ikki burturforklárast, og í
dag gott trý ár seinni, skilji
eg væl, at Mortan ikki
hevði stundir at bíða til
bókasavnið læt upp morg-
unin eftir kl. 10. Hann fór
beint til sakina, og segði
seg vera staddan á blaðsíðu
59 í spildurnýggjari bók,
sum kallaðist William um-
mælir fagrar listir, greina-
savn eftir William Heine-
sen, sum Jóhannes Enni,
sáli, hevði savnað og sum
forlagið Fannir við Árna
Dahl hevði givið út dagin
fyri - eisini í sambandi við
100 ára dag Williams.
Har stendur, segði Mort-
an, í einum endurprentað-
um ummæli, sum William
Heinesen skrivaði á sumri í
1936, eitt ummæli av einari
framsýning av listaverkum
eftir Janus Kamban. Har
stendur, at Janus Kamban
eisini hevur gjørt eina
standmynd av "skyldmann-
inum", einum røðara, ein-
um klókum álvarsmanni -
av tí fyrsta føroyska polit-
ikaranum og álvarsmanni-
num, Niels Winther.
Hvar er standmyndin??
veitst tú at siga mær tað??
Og áðrenn eg fekk mutla
eitt svar fram úr hitanum,
hevði Mortan lagt aftrat.
Eg
havi
spurt
Johan
Hendrik bróðir, og eg havi
spurt í Listaskálanum,og eg
havi spurt hvønn Hanus og
Janus, men nei, eingin veit,
hvar hon er. Men so gjørdi
eg ikki mætari, enn at eg
ringdi beint til listamannin
sjálvan......
Og sjálvt um eg við mín-
um 40 hitastigum royndi at
steðga Mortani av, so helt
hann bara fram:
....og Janus svaraði mær,
áh, handa gipsmyndin, hon
er úti á bókasavninum......
Veitst tú nakað um hana?
spurdi Mortan í telefonini,
og tað var heilt greitt, at
hann hevði ikki stundir at
bíða eftir svari, til fepurin
hevði lagt seg.
Sjálvandi visti eg um
eina gipsmynd, sum vit tá
høvdu liggjandi úti í flagg-
rúmi-num, vit kalla, einum
rúmi
við
síðuna
av
fýrrúminum, har vit m.a.
goyma
øll
tey
norðurlendsku fløggini -
eisini tað fyrsta samiska
flaggið, sum sanniliga eis-
ini, so løgið tað ljóðar,
kann setast í samband við
Árna Dahl. Men ta søguna
lati eg liggja hesaferð. -
Harúti hevði gipsmyndin,
íð hvussu er ligið síðan á
heysti í 1994, tá ið tveir av
sterkastu monnunum her á
Debesartrøð komu berandi
við henni oman úr gomlu
bókasavnshúsunum,
har
hon hevði ligið í kjallara-
num, eg veit ikki hvussu
leingi.
Hesir sterku menninir
søgdu við meg: hetta eiga
tit, og so settu teir ein illa
farnan yvirkroppin frá sær
mitt í bilhúsinum og niður
við høggmyndini settu teir
eisini ein gulan fiskakassa
fullan av leysum lutum,
sum einaferð høvdu mynd-
að hetta listaverkið í heild,
og sum hevði verið sýnt
fram á framsýning í Perluni
á ólavsøku í 1936. Og
hondina á hjartað, so var eg
ikki heilt greiður yvir tá,
hvønn standmyndin av-
myndaði, og enn minni
visti eg, hvør hevði gjørt
listaverki. Men sum ein
sannur bókasavnari, so
takkaði eg fyri, og segði, at
vit skuldu nokk ansa eftir,
at hann fór at fáa tað gott,
og at hann ikki kom verri
til skaða, enn hann longu
var komin.
- Hetta var um ta tíðini,
tá ið Oljufyrisitingin flutti
inn í gomlu bóka-savnshús-
ini.
Tað, sum eg eisini visti,
men sum eg mitt í øllum
feprinum, sjálvandi ikki
segði fyri Mortani, var, at
stutt áðrenn eg legðist við
krímsjúkuni, hevði eg fing-
ið fyrispurningin, um ikki
hatta óruddið av eini brotn-
ari standmynd kundi koyr-
ast burtur, men sum tann
treiski bókavørðurin eg eri,
svaraði eg, nei tað mugu vit
ikki gera, vit mugu heldur
gera á okkurt annað.....
Og so fóru vit undir at
gera nakað annað.....
Nakrar dagar seinni, tvs.
í februar í 2000, ringdi eg
til Mortan og segði honum,
at nú kundu vit áseta fund
úti
á
bókasavninum.
Fundarevnið var Niels C.
Winther. Á fundi møttu
Mortan,
eg,
Asbjørn,
húsavørður,
og
listamaðurin sjálvur, Janus
Kamban.
Høggmyndin varð drigin
fram úr flaggrúminum, og
løgd á ein trækassa í bil-
húsinum, sum eisini var
fundarhølið. Vit høvdu
breitt ein dúk yvir hana.
Við síðuna av høggmyndini
høvdu vit sett tann gula
fiskakassan við leivdunum
í.
Eg minnist sera væl
orðini hjá Janusi Kamban,
tá ið vit drógu dúkin oman
av myndini.
Hann brosaði stillisliga.
Túturin á kollinum fór eitt
vet niður á pannuna, og tað
reyða hálsturriklæði hevði
mestsum hug at breiða seg
yvir listaverkið.
"- Ja, gipsið var vánaligt
tá í tíðini. Vánaligt tann-
læknagips. Eg fekk tað frá
Kaaber!"
Hetta vóru orðini. Stórt
meira varð ikki sagt.
Og at tilfarið ikki var tað
besta, váttar William Hein-
esen á øðrum stað í sama
greinasavni, har hann tekur
soleiðis til í grein til Janus
Kamban á seksti ára føð-
ingardegnum: "Onnur verk
frá teirri tíðini eru tíbetur
eftir, men bert fá eru tilevn-
að í haldgóðum tilfari, og
summi eru tí farin fyri
skeytið..."
(William ummælir fagrar
listir, bls. 180).
Um fundin yvir gips-
myndini kann eg siga, at
hetta var ein av teimum
stuttu og góðu.
Niðurstøðan var greið.
Nú skuldi Niels Winther
ikki brotna aftur. Nú skuldi
hann í bronsu.
Men fyrst mátti hann
snikkast saman aftur.
Dagin eftir var gipsmynd
og fiskakassi flutt yvir á
verkstaðið
hjá
Janusi
Kamban í Klokkaragøtu.
Janus vildi fegin vita, um
hann ikki kundi seta høgg-
myndina saman aftur, so
væl sum tað nú lat seg gera.
-
Men
tit
mugu
koma at hjálpa mær, tá ið
hann skal vendast, tí nú eri
eg komin so mikið til árs, at
tað klári eg ikki einsamall-
ur.
Yviri í Klokkaragøtu
hevur høggmyndin verið til
í summar. Tá høvdu vit
verið nakrar ferðir yviri hjá
Janusi og vent Niels Wint-
her, so hann vendi rætta
vegin ímóti sólarljósinum.
Janus fekk snikka lista-
verkið væl og virðiliga
samanaftur. Og í heyst
hevur Niels Winther so ver-
ið ein túr niðri í Keyp-
mannahavn, og nú, áðrenn
há-tíðarárið endar, er hann
afturkomin,
stoyptur
í
bronsu..
Vit eru sera fegin, um at
tað loksins hevur eydnast
okkum at fingið gjørt
standmyndina
úr
haldgóðum tilfari.
Hetta er mynd av einum
av okkara slóðbrótarum.
Ein av okkara fyrstu pol-
itikarum og ein av okkara
fyrstu rithøvundum, ein av
okkara fáu veruligu merki-
smonnum. Ei undur í, at tað
var bókmentamaðurin og
politikarin, Mass Jacobsen,
sum tíðliga í tríatiárunum
eggjaði tí tá unga lista-
manninum Janusi Kamban
at seta sær fyri at gera eina
høggmynd
av
hesum
slóðbrótara.
- Eg havi fleiri ferðir
hesa tíðina hugsað við mær
sjálvum: Hvat hevði hent,
um Oljufyrisitingin ikki
flutti inn í gomlu Bóka-
savnshúsini á sinni?! So
hevði Niels Winther kanska
ongantíð verið borin út!!
Eg fari undir øllum um-
støðum at veita Árna Dahl,
bókaútgevara, eina stóra
tøkk fyri at hann tímir at
fáast við føroyska bókaút-
gávu. Høvdu hann og Mari-
anna ikki átikið sær at út-
givið greinasavnið William
ummælir fagrar listir, so
hevði
Mortan
Winther
Poulsen ivaleyst ikki rent
seg inn í hatta ummælið hjá
Williami Heinesen, og so
hevði hann ongantíð havt
ringt til mín handan forkøl-
aða
sunnumorgunin
í
januar í 2000 og sóknast
eftir
høggmyndini
av
skyldmanninum, og so
høvdu vit heldur ikki endað
í
flagg-rúminum
á
Landsbókasavninum
í
teimum ørindunum. Eg
takki tær Mortan fyri títt
árvakni og fyri áhuga tín
fyri skyldmanninum.
Men
størstu
tøkkina
eigur listamaðurin sjálvur,
sum í tolni hevur bíðað í
næstan 70 ár, at síggja sítt
ungdómsverk verða sett á
heiðurspláss. Vit eru Janusi
Kamban sera takksom fyri,
at hann hevur hjálpt okkum
øllum aftur á beint. Hjarta-
liga takk fyri og ein serlig
tøkk fyri samstarvið hesi
trý árini.
Seinast
í
umrødda
ummæli, frá 1936, skrivar
William Heinesen:
"tað hevði verið hósk-
andi, at løgtingið keypti
Janusar Niels Winther-
mynd; væl eru tíðirnar
ringar, men ongantíð so
ringar, at tað ikki loysir seg
at veita einum ungum
landsmanni ein dugnað og
einum gomlum landsmanni
og undangongumanni eitt
sámiligt minni."
Í ár hátíðarhalda vit á
ymiskan hátt, at Løgtingið
varð endurreist fyri 150 ár-
um síðan.
Á Landsbókasavninum
hava vit fyrr í ár almanna-
kunngjørt, at vit hava tal-
gildað nøkur av okkara
elstu tíðarritum, soleiðis at
tey nú kunnu lesast á inter-
netinum. Eitt av hesum tíð-
arritum er fyrsta blað før-
oyinga
Færingetidende,
sum Niels Winther gav út í
9 numrum í 1852.
Landsbókasavnið hevur
boðið løgtingsformanni-
num at verið til staðar her í
kvøld, tí vit hava, við sam-
tykki listamansins, gjørt av
at gera eftir tilmælinum hjá
Williami Heinesen og geva
Løgtinginum bronsumynd-
ina av merkismanninum
Niels Winther í teirri vón,
at Løgtingið finnur lista-
verkinum eitt heiðurligt
pláss í nýumbygdu tinghús-
unum, og at vit á henda hátt
seta "einum gomlum lands-
manni og undangongu-
manni eitt sámiligt minni."
Í Sosialinum í september í 1935 William Heinesen ummældi ólavsøkuframsýning, sum verið
hevði, har høggmyndin hjá Janusi Kamban eisini var við. William Heinesen var – saman við
eitt nú Heðini Brú – fastur mentanarskrivari í Sosialinum í mong ár
C
M
Y
K
23
22