leygardagur 21. desember 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
29
Nú Gásadalur sum
seinasta bygdin í
Føroyum fær vega-
samband - útoyggj-
arnar við einari bygd
undantiknar - verður
postflutningur til
gongu um fjallið søga
POSTFLUTNINGUR
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Postmaðurin gleðir seg, til
tunnilin er so frægt klárur,
at tað er trygt at ferðast
gjøgnum hann. So sleppur
hann frá fjallinum, tá hann
skal flyta postin til og úr
Gásadali.
– Øll í Gásadali gleða
seg, til tunilin kemur. Tað
verður bara betri fyri
bygdini, er postmaðurin,
Karl Mikkelsen, ivaleysur í.
Eingin er, sum óttast fyri, at
tunnilin fer at taka nakað
frá nøkrum, Tí har eru so fá
at taka nakað frá, heldur
hann.
Tað fer eitt æl um Áardal,
meðan vit sita í bilinum og
bíða eftir postmanninum,
sum er á veg úr Sørvági við
jólapostinum. Tað regnar
illa, og vit gera okkum út til
at fáa karm. Men tað verður
so harvið. Tað er eisini
partur av túrinum, og Karl
man mangan karmin hava
fingið á rutuni um fjallið.
So saktans klára vit ein.
Tað kemur ein hilur hinu-
megin dalin. Ein lítil, svart-
ur jeepur, so hatta man vera
hann. Bilurin líkist tí, vit
hava fingið at vita, at hann
koyrir í.
Jú, hann steðgar, og vit
heilsast. Maðurin letur
hurðina upp aftan.
Tekur ein jakka og letur
seg í uttan á svarta jakkan-
um við búmerkinum hjá
Postverki Føroya á. Hann er
hattleysur, og ikki sær út till
at hann ætlar sær í húgvu
heldur.
– Tað man ikki fara at
bila í dag. Tað er ikki so
kalt enn, heldur hann. Vøtt-
ir hevur hann heldur ongar.
Tekur ein postsekk, sum
fetil er bundin í, og leggur á
ryggin. Hevur fyrst skump-
að og trýst eitt sindur, fyri
at fáa postin, sum í er, at
liggja betri at rygginum.
Tíggju ár
Karl hevur borið post um
fjallið í tíggju ár. Soleiðis
um eina viku ella so, sigur
hann. Hann tók við á
nýggjárinum 1993.
Hóast tað ikki er størsta
posthús í landinum, tað í
Gásadali, er tað tungt og
strævið at røkja.
Tað búgva bara sjey fólk
fáast í Gásadali, greiðir
Karl frá. Men tey skulu
sjálvandi hava post, eins og
øll onnur, og hann má ber-
ast um fjallið. Einki annað
hjálpir.
– Tað er bara hendinga
ferð, tað kemur fyri, at eg
leggi ein sekk inn í tyrluna,
sigur hann. Annars er tað á
nakkan og so niðan brekk-
una.
Karl tók við starvinum
sum postmaður eftir Sol-
berg Henriksen, sum í nógv
ár røkti starvið.
Vit fara til gongu. Ganga
beint niðan um eina bingju,
sum stendur innihegnað her
nakað frá vegnum. Líkt er
til, at teir, sum arbeiða við
tunlinum, goyma spreingi-
evni í henni. Oman fyri
hevur Karl sett sær stavin,
tá hann í gjárkvøldið fór til
Sørgvágs.
Hann tekur stavin og vit
fara aftur til gongu. Hann
hirsar sekkin eitt sindur, og
so ligur hann, sum hann
skal.
– Jú, tað kann gott vera
eitt sindur illtungt viðhvørt.
Og onkuntíð hava sekkirnir
eisini veirið bæði størri og
tyngri enn í dag, sigur
hann. Ringast er, tá hesi
adressuleysu reklamubløð-
ini eru í posanum. Tey eru
so óreina illtung at bera.
Annars er tað allur van-
ligur postur, sum borin
verður um fjallið. Brøv og
pakkar og so eisini avís-
irnar. Tær føroyskur eru
mestur allar, sigur post-
maðurin í Gásadali.
Ein tíð enn
Karl sigur, at hann ætlar at
klára at ganga um fjallið, til
koyrandi er gjøgnum tunn-
ilin.
Væl vitandi um, at tað
ikki
verður
beinanveg,
hóast skotið er ígjøgnum,
sigur hann kortini, at hann
gleiðir seg. Hann hevur
vónir um, at um nakrar
mánaðir man loftið fara at
vera so mikið væl tryggjað,
at hann kanska kann sleppa
ígjøgnum eftir avtalu, hóast
tunnilin ikki verður latin
upp fyri almennari ferðslu
enn.
Vegur er eingin frá tunn-
ilsmunnanum í Dalinum og
heim í bygdina, so koyrandi
verður ikki allan vegin.
Og tíðin, sum fyri stend-
ur, er ring. Veturin kann
vera strævin her á bygdar-
gøtuni, tá gangast skal í
fannakava við byrðu á
bakinum.
Ein lætti
Tað er ein lætti at vita sær,
at holið er komið ígjøg-
num, hóast tað tók rættiliga
langa tíð at koma so langt,
sigur Karl.
– Hann metir, at tað
munnu vera eini 40 ár,
síðan farið varð at tosa um
tunnilin, og nógvir ting-
menn eru valdir í Vágum
upp á hetta góða holið, sum
nú endiliga er komið, veit
hann.
Tað verður gott fyri Dal-
in, heldur hann, og sigur, at
átta grundstykki eru í bygd-
ini, og øll eru tey umbiðin.
Helst okkurt afturat, heldur
hann.
Talan er um ungt fólk,
sum hevur áhuga í at
byggja har uppi, sigur
hann. Og tað hevur einki
upp á seg í dag, tí øll ferð-
ast í bili, og avstandurin til
Sørvágs er bara eitt korter
ella so, so tað merkist ikki.
Vit eru komnir niðan á,
og tað lættir beinanveg, nú
tað slætnar undir fótinum.
Gøtan liggur fram eftir
fjallinum og er væl merkt.
Steyrar og varðar eru at
ganga eftir, og í dag er einki
at hugsa um. Vit fylgja bara
gøtuni.
Kavin
Men soleiðis hevur ikki
altíð verið, greiðir Karl frá.
Mangan er ótýdligt í kava.
Bæði nýggjum og gomlum
kava, sum hvør á sín hátt
hevur sínar vansar.
Tann nýggi kavin er
bleytur, og skjótt er at
smokka. Tann gamli er
harður og hálur, og fert tú á
glið, er ilt at steðga aftur.
Karl minnist einaferð,
hann hevði eini tvey smá-
børn við á ferðini. Tá hann
var komin um Skarðið og
skuldi oman í Dalin, var so
hált, at hann tordi ikki at
lata børnini ganga leys.
Hann gjørdi enda á tey og
loraði tey undan sær, til tey
stóðu trygg á einum stað.
So fór hann sjálvur oman til
teirra, og soleiðis helt tað á,
til gongt var aftur.
– Tað er mangan, eg havi
verið noyddur at farið av
gøtuni og bara hildið meg
eftir ryggjunum, sum fræg-
astir hava verið at gingið
eftir, greiðir Karl frá.
Fullar styvlar er eitt. Men
ikki so sjálvdan heldur
hevur hann staðið upp á
miðu ella meira í kava.
– Tað er rættiliga tungt at
bera postin í slíkum lík-
indum, sigur hann og gleð-
ist um, at nú verður holið
liðugt, og so kann farast
tann vegin, tá ikki er far-
andi um fjallið.
Nógv fólk
Tað gongur nógv fólk eftir
Gásadalsgøtuni millum ár
og dag. Serliga um summ-
arið er tætt her, greiðir Karl
frá. Summum fylgist hann
við, og summum møtir
hann bara.
Nógv útlendsk tíðinda-
fólk hava verið á gøtuni, og
nógv hevur hann tosað við.
Myndir síggjast ymsastaðni
frá slíkum túrum. Ein
hongur til dømis inni á
posthúsinum í Sørvági.
– Ein eldri italienari var
her í summar, og nú fyri
stuttum fekk eg sendandi
eina T-shirt frá honum. Við
áprentaðari mynd av Gása-
dali, greiðir Karl frá.
Í dag eru vit einsamallir á
veg til Gásadals. Tað legst
ein mjørkaflóki í erva, tá
vit nærkast Skarðinum,
men hann kemur ikki oman
móti gøtuni.
Komnir í Skarðið vísir
Karl okkum, hvar tunnilin
fer at koma út í Dalinum.
Tað sæst hiðani.
– Hevði vegurin í fyrstu
syftu bara verið gjørdur so,
at vit sleppa við traktori til
munnan, so ger tað einki,
um endaligi vegurin ikki
verður
liðugur,
heldur
hann. Tí vegurin skal gerast
av nýggjum til bygdina.
Tann gmali vegurin, sum
liggur um ánna, er ov
veikur til ta feðrslu, sum
uttann iva verður her, tá
opið verður, sigur hann.
Vit steðga á í Skarðinum.
Taka í hondin hvør á øðrum
og takka fyri túrin og
ynskja gleðilig jól.
Karl fer við posanum,
sum hann ongantíð hevur
sett av sær, meðan vit hava
gingið niðan, oman brekk-
una. Hann gongur ikki eftir
gøtuni allan vegin, uttan
kvettir svingini av her og
har. Er vanur við.
Vit síggja hann fara undir
ein nasa. Vit venda aftur, og
kappganga við eitt æl í
Mykinesfirði,
sum
vit
óttast fer at raka okkum.
Men
tað
kom
ongantíð á okkum.
Seinasti jólaposturin um fjallið
Í Áardali verður bilurin settur eftir, tá farið verður um fjallið
til Gásadals.
Karl hevur borið post um
fjallið í tíggju ár. Hann tók
við á nýggjárinum 1993, eftir
Solberg Henriksen, sum tá
hevði røkt hetta starvið í
nógv ár
Varðarnir eru væl hildnir fram við tráddu gøtuni. Ein slíkan dag í góðum sýni er tó einki fyri at ganga hendan
vegin
Komin í Skarðið. Hann steðgar á eina løtu og hyggur oman yvir Dalin. Nú er líðugt at bera jólapost hendanveg, fegnast hann
um. So fer hann aftur til gongu og hvørvur undir einum nasa mitt í brekkuni
C
M
Y
K
29
28