Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 27 kanska ikki eru so oftani í kirkju, bera seg tá at sum, at hetta er teirra kirkja, og tað er tað jú. Tað kann bara gleða ein. - Tey menniskju, sum ikki hava halgað stóran part av lívi sínum til kirkjuna ella kristindómin, fara tey fátækari og sum ringari menniskju í grøvina enn tey, sum hava halgað sítt lív til trúnna á Jesus og sum kenna seg frelst? - Skal eg svara ja ella nei, so sigi eg nei. Men tað vita vit einki um. Og tað kemur okkum heldur ikki við rætt og slætt. Vit skulu bera henda boðskapin víðari. Tað, sum so kemur burtur úr, er ikki okkara søk. Tað má vera viðkomandi Hvat heldur tann yngri presturin, sonurin Ólavur, hevur størst týdning at fáa fram í eini prædiku? - Eg eri púra samdur við pápa. Tað, sum er tað týdningarmesta fyri meg, er, at fólk, sum eru í kirkjuni og lurta eftir prædikuni, kenna seg aftur í tí, sum verður sagt. Tí eg havi sjálvur verið í kirkju og hoyrt onkran prest præ- dika, sum verður sagt sigur mær lítið, tí eg kenni tað ikki aftur. Eg kenni tað sum at tað verður tosað um okk- urt sum er rættiliga óvið- komandi fyri gerandislívið. - Meinar tú harvið, at man eigur at taka ger- andisdagin meira inn í prædikuna, heldur enn at leita ov langt aftur til tað gamla t.d. bíbilska Ísrael? - Ja. Skal tú tosa um tað grundleggjandi í kristin- dóminum, so má tað vera viðkomandi, ella er tað líkamikið. Tað nýtist ikki at merkja, at tú kastar allar traditiónir frá tær. Tradi- tiónin verður borin inn í okkara samfelag og verður aktualiserað í eini góðari og viðkomandi prædiku. Præ- dikan nýtist ikki at vera bara um samfelagsspurn- ingar. Hon kann eisini snúgva seg um títt egna lív. Eg trúgvi, at øll menniskju, sum eru komin til árs, kenna til brot í lívinum, til ein longsul eftir at finna eina meining í øllum ella kanska at fáa eitt herða- klapp. Tí fólk sita mangan og kanska fordøma seg sjálv. Tað kann vera tann ringa samvitskan yvir ting, sum kanska eru oyðiløgd í eins egna lívi. Tað kann vera ein, sum hevur mist sera nógv. Tað kann vera kærleikin, sum er brotin. Tú følir teg kanska sum ein svíkjara, ja tað kann vera so nógv. Har haldi eg tað er týdningarmikið, at kristin- boðskapurin sigur við teg eisini, at hatta er fortíðin. Og skal tað vera nøkur meining í tí, at Jesus doyði á Krossinum, nú pápi tosar um Páskaevangellið, fari eg sitera ein týskan teolog, Dorethe Sølle, ið hevur samanfatað allan boðskap- in í einum setningi: Jesus legði deyðan aftur um bak, og framman fyri teg liggur lívið. Í tí býr sera nógv, at tú kanst sátta teg við tað, sum er farið, men tú fer við uppreistari pannu út aftur úr kirkjuni. Jesus størsti humanisturin - Nú eru ymsar meiningar um, hvussu langt ein præ- dikantur skal fara í síni prædiku og gerningi. Tað eru tey, ið halda, at fremsta uppgávan er at frelsa menniskju. Onnur halda kanska, at tað er uppgávan at prædika rætta moralin út frá kristindóminum, hjá summum út frá Gamla Testamenti, hjá øðrum út frá Nýggja Testamenti. Hvussu sær tú hetta? - Eg havi hug at siga, sum onkur annar hevur sagt, at grundleggjandi prædikar tú moral fyri tey menniskju, sum tær ikki dámar. Fyri menniskju tú heldur av, prædikar tú ikki moral. Tú kanst siga nøkur vónandi klók orð um lívið og mót- setningarnar í lívinum, men tað við moralinum haldi eg eri sera viðbrekið. Tí at tann, sum situr og lurtar eftir eini prædiku, er greið- ur yvir, hvar markið gongur fyri ein sjálvan. Tað er ikki mín uppgáva at seta tað markið. Ta virðingina má ein hava fyri medmenn- iskjanum. Og Ólavur heldur fram: - Nú tað verður tosað um humanismu og kristindóm verður tað sett upp sum ein fullkomin mótsetningur. Tað skilji eg als ikki. Í míni verð hanga humanisma og kristindómur ógvuliga nær saman, og eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar mótsetningur, tí tann størsti humanisturin, sum hevur gingið á fold eftir mínum tykki, er Jesus sjálvur. Hann tordi at seta seg til borðs saman við teimum, ið øll kallaðu syndari - tí útstoytta. So man veit ikki, hvussu ringt tey sjúku høvdu tað tá, tí tey vóru dømd syndarar. Tey vóru sjúk, tí tað var ein hevnd frá Gudi. Har vendi Jesus øllum á høvdið og setti seg saman við teimum fyri at geva teimum endur- reisn. - Duga prædikumenn her hjá okkum nóg væl at útleggja tann partin av boðsskapin har Jesus tosar um at venda hin hjálkan til? - Tað haldi eg ikki. Tí tá skuldu vit verið sum hann. Og tað eru vit ikki. Vit vita eisini, at heimurin politiskt er skrúvaður soleiðis sam- an, at skuldu vit altíð vent hin hjálkan til, merkti tað kanska, at vit gingu til grundar øgiliga skjótt, tí heimurin er margfaldur. Her er nógvur harðskapur. Nógv vápn. Tú kanst gera av við nógv, eisini heimin. Men eg vil pástanda, at tú kanst ikki gera av við boð- skapin. So kemur tað aftur til, hvat tú tá brúkar boð- skapin til. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at boð- skapurin stongir seg inn gjøgnum sjálvt teir tjúkk- astu fongsulsmúrarnar, tí vónin er týdningarmikil. Tað er týdningarmikið at siga, at tað er ljós, sjálvt um heimurin er myrkur. Dupulta kærleiks- boðið - Nú hava vit túsundstals útleggingar og tulkingar av boðskapinum og Bíbliuni. Hvat er er í tíni verð tann mest einfalda og týdningar- mesta tulking av kristni- boðskapinum - fyri øll? - Hatta er ein ógvuliga stórur spurningur. Eg havi hug at siga, at tað dupulta kærleiksboðið er sera grundleggjandi: ger móti næsta tínum soleiðis sum tú kundi hugsað tær, at hann gjørdi móti tær. Tað er ein sera grundleggjandi boð- skapur hjá Jesusi og ein ógvuliga radikalur boð- skapur. - Religiónirnar eru nógv- ar. Hvat er tað besta Krist- indómurin kann tilføra øðrum religiónum og fólk- um við aðari trúgv? - Tað verður prædikað ógvuliga nógv í Føroyum. Eg eri kanska eitt sindur næsadjarvur, tá eg sigi, at tað minnir eitt sindur um eitt muslimskt land, tá vit koyra útvarp og sjónvarp frá, soleiðis sum tað verður prædikað og oftani rópt nógv. Tað er ikki tað týdningarmesta vit kunnu geva øðrum, men virðingin fyri medmenniskjanum er tað týdningarmesta vit við Kristindóminum kunnu geva øðrum religiónum og fólkum. - Tað er ikki óvanligt, at prædikumenn innan og uttan fyri kirkjugátt brúka stóran part av sínum prædikum at siga fólki, at góðir gerningar og næstra- kærleiki er ikki nokk fyri at liva upp til boðskapin. Mest umráðandi er sjálv trúgvin á Jesus og Gud. - Tað er ringt at gera seg klókan uppá, hvat teir gomlu føroyingarnir hugs- aðu, og eisini tá vit í dag tosa um tann gamla krist- indómin. Men gamli krist- indómurin er ikki bara gamal. Hann er eisini spild- urnýggjur. Tí tann gamli hugburðurin er eisini gald- andi millum mong kirkju- fólk. Um tey ganga í kirkju oftani ella sjáldan er líka- mikið. Er tað bara ein spurningur um góðgerðir, so eri eg samdur. Men tá eg nevni tað dupulta kærleiks- boðið liggur eisini nakað djúpari í tí. Er tú sjálvur í eini neyð, og tann neyðin er privat og persónlig, men tú hevur eina kenslu av, hvør neyðin er ella tú veit, hvønn tú leingist eftir, tá haldi eg, at tann dupulti kærleiks- boðskapurin sigur tær so- mikið, at líka mikið, hvussu útstoyttan tú sjálvur kennir teg, so er tú, um eg so má siga, góðtikin av Jesus pápa. Tað er týdningarmik- ið at fáa sagt. Fordómar og intoleransa - Hvat er tað besta aðrar religiónir kunnu tilføra Kristindóminum, um vit ganga út frá, at Kristin- dómurin ikki er fullkomin, alvitandi og almáttugur? Hvat hava kristin trúgvandi fólk at læra av øðrum trúgvandi fólkum? Her hugsi eg m.a. um toleransu, virðing, sosialt rættvísi ol. - Hatta er ein ómetaligar ringur spurningur at svara. Mín persónliga áskoðan er, at vit øll liva við fordóm- um. Fordómar og intole- ransan eru kanska tað vit menniskju hava mest til felags, og er kanska tann størsta religiónin, sum finst. Har er tað sera týdn- ingarmikið, at Kristindóm- urin vísir toleransu. Tað finnast nógvar hinduistisk- ar religiónir. Gandhi varð spurdur um hetta sama. Hann segði nakað líknandi: at mín átrúnaðarliga áskoð- an er tann, at um eg fann eitt barn á gøtuni, sum varð foreldraleyst og eg skuldi fostrað tað upp og eg fann fram til, at tað var kristið, so hevði eg fostrað tað upp sum eitt kristið menniskja. Var tað muslimskt, so hevði eg fostrað tað upp sum eitt muslimskt menniskja. Onkursvegna at vit eru øll skapað í Guds mynd, hóast vit ikki bera okkum at soleiðis. Vit koma ikki longur. Pápi var eisini inni á tí. Tað er so ótrúliga frekt onkursvegna at gera seg klókan uppá, hvat hendir, tá vit doyggja. - Hvat meinar tú við? - Td. at tað hongur ein fordøming yvir menniskj- um, um tey ikki gera so ella so. Ístaðin fyri at siga, at hatta lati eg til Várharra at avgera. Eg hevði ongantíð kunnað reist meg upp og sagt, at ein, sum hevur eina aðra trúgv, endar á einum vissum stað, tá hann doyr, tí tað havi eg ongan rætt til. Veit at eg eri inni á nøkrum sera viðbreknum, sum fyri mong kristin ella sokallað kristin ljóðar kanska blas- femiskt, men tað gerst ikki við. Petur Martin: - Tá tosað verður um trúgv mugu vit minnast til, at tað eru tvey ting, sum hanga saman: tað er trúgv og tað lívið tú livir. Ein trúgv á Jesus Kristus, sum ikki hevur fylgir fyri sam- lívið við medmenniskjuni, er luft. Tað kunnu vit sannføra okkum um við at lesa t.d. Paulusar brøvini. Hann byrjar øll brøvini uttan undantak við at prædika Kristus. Í seinnu helvt kemur so avleiðingin av tí, sum er kærleiksboðið. Uppá tann mátan hanga tey saman. Tað ber ikki til at rópa upp um trúgv og so einki meir. - Um vit nú venda spurn- inginum, ber tað so til at liva upp til næstrakær- leiksboðið men ikki trúgva. Er tað luft? - Tað eru jú konkret ting. Tað eru menniskju, ið ikki eru kristin, sum siga, at tey ikki eru tað, men sum brúka sítt lív til frama fyri síni medmenniskju. Men tekur tú onnur, sum hava brúkt sítt lív til at hjálpa øðrum menniskjum, so gera tey tað nettupp út frá eini kristnari trúgv. Kann nevna Móður Theresu, Albert Sweitzer, sum vóru trúgvandi fólk men sum eisini brúktu sítt lív at hjálpa øðrum. Man kann eisini brúka gerningarnar til at gera seg upp við. Man kann eisini brúka trúnna til at gera seg upp við. Men tey mugu hanga saman ella hevur tað einki við Krist- indóm at gera. Framhald av síðu 25 PRESTAPRÁT UNDAN JÓLUM Jan Müller Hvussu halda teir báðir prestafeðgarnir tað er stætt við kristindóminum í dag- sins Føroyum, og hvussu kundu teir hugsað sær, at framtíðar kristnu Føroyar sóu út? Petur Martin: - Eg havi hug at fara eitt sindur aftur í tíðina. Lesur tú tingbøkurnar ella gamlar lógir, so vóru tær líka barbariskar sum tað, ið verður praktiserað í Islam í dag, har tú høggur hondina av honum, sum stjelur okkurt smátingið. Tú skal ikki so langt aftur í tíðina fyri at finna tað í tí kristna heiminum. Har er hent nógv tann positiva vegin hjá okkum. Í Norsku- ella Donskulóg frá 1680-unum stendur, at tú skal nevna "synden i almindelighed men ikke med navns nævnelse". Tvs. at tú hevur ikki loyvi til sambart gald- andi lóg at hongja ein persón út fyri hetta ella hatta. Ólavur: - Eg vildi ynskt, at vit í framtíðar kristnu Føroyum vóru meira eyðmjúk og tolerant, serliga vit, sum prædika. Tað er ikki altíð man skal siga sína meining. Men eg eri eitt sindur bangin fyri tí øgiligu fordømingini, sum fer fram í dag í Guds navni, eisini í Føroyum. Skulu vit uppá nakran effektivan máta avkristna landið er tað mátin at gera tað uppá. - Fer tað fram ein kristin fordøming í dagsins Før- oyum? - Ja, í alt ov stóran mun. Tað verður oftani tosað um ta gomlu trúnna sum vana- kristindóm. Eg haldi har fanst ein eyðmýkt fyri lív- inum. Onkursvegna vórðu fólk sáttað við tað, at vit eru ómetaliga smá í mun til náttúruna og skapanar- verkið. Tað er júst sum tá tú plantar ein urtagarð. Hann skal røkjast væl. - Hvør er tað tá, sum prædikar fordøming í kristnu Føroyum? - Eg haldi ikki tað er neyðugt at siga tað, tí vit vita tað væl. Tað verður tosað so nógv um, hvat kirkjan er í dag. Kirkjan er fyrigeving og eyðmýkt. Og kirkjan hevur eina lága gátt. Tað skal og eigur at vera rúm fyri øllum. Tað er í hvussu er tað, sum eg haldi kirkjan eigur at leggja stóran dent á. Nú og í framtíðini. Tað er eisini tað, sum hevur gjørt, at fólk onkursvegna, tvs. tann stóri skarin, eru góð við kirkj- una. - Sær tú fyri tær, at tann fordømingin, sum verður nevnd her, eisini hevur funnið sær veg inn um kirkjugátt meira enn gott er? - Eg eri noyddur til at svara ja til handa spurn- ingin. Petur Martin: - Kirkjan kom í neyð av sær sjálvum í 200 og 300 talinum við tað, at tað komu streymar mest úr Asia og gjørdu Jesus til luft, og tí fingu vit apostolsku trúðarorðini, sum vóru eitt íkast til debattina tá. Har er tað kirkjan sjálv, sum slær fast, hvat er tann kristni boð- skapurin, nevniliga: Eg trúgvi á Gud, á Jesus Krist og á Heilagan Anda. Tað gongur aftur, hvørja ferð kirkjan er gliðin burtur frá tí. Vit kunnu ikki liva uttan traditiónir. Nógvir prædikumenn áttu at verið koyrdir á skeið at sett seg inn í, hvat tradtiónin er. Vit kunnu ikki leypa 1500 ár um segði Luther og nú eru tað 2000. Tí vendir man aftur til fornkirkjuna. Tað eru bretskir teologar, sum fokusera meira uppá forn- kirkjuna enn vit gera. Vit fokusera meira uppá re- formatiónina. Teir hava ikki nakra trúðarlæru sum vit. Eg haldi tað er so týðandi at vita og læra av teimum, sum filosofera út frá einum kristnum grundarlag og sum fara aftur til røturnar. Tað manglar okkum. Ólavur: - Tá vit nú umrøða for- døming verður oftani tosað um at halda umvendingar- prædikur. Ein og hvør samfelagsborgari, eisini kristin, kann koma út í eina støðu, har tú onkursvegna følir, at lívið verður sund- ursorlað av eini ella aðrari orsøk. Tú kanst eisini missa trúnna. Eg trúgvi, at ein og hvør, sum er ærligur fyri sær sjálvum, má viðganga viðhvørt í sínum loyni- kamari, at trúgvin fer. Tí, hvat er meiningin aftan fyri alt! Tað ljóðar kanska eitt sindur bíligt, men eg havi sagt í onkrari prædiku, at har er tað sera týdningar- mikið, at tað eisini verður sagt á prædikastólinum. So mikið ærligur má man vera. Tí tá er tað ikki altíð tín trúgv, sum er tann avger- andi, men sannføringin um, at líkamikið, hvussu alt hongur saman og hvussu sundursorlað títt lív er, so trýr Gud á teg. Tað haldi eg er eitt rák, sum liggur aftan fyri øllum tí, sum Jesus stóð fyri her á jørð. Petur Martin: - Hvat er so tað, sum ger okkum til kristin menn- iskju! Tað er so ymiskt. Har er tað upplivilsi og kenslan av at vera eitt kristið menniskja. Men at læra at taka Jesus uppá orðið: -Tú er mín, eg eri vinur tín, tú er vinur mín. Tað er ómetaliga týðandi at fáa hetta at hanga saman. Ólavur: - Tað er tað eg meini við, tá eg sigi, at Gud trýr á teg, sjálvt um tú missir trúnna. Fyri 40 árum síðani tá pápi bleiv prestur settu fólk uttan iva øðrvísi spurning- ar, enn tey gera í dag. - Tørvar okkum nýggjar reformatiónir? Petur Martin: - Tað gera vit altíð. Tað má ikki sleppa at standa í stað. Mær hevur altíð dámt at lisið um kettarar tvs. teir, sum roknast sum outsid- arar, tí tað er teimum man lærir av. Eg læri einki av teimum, sum eg bara eri samdur við. Synd og skuldarkensla - Tað eru tey, sum halda, at syndin og skuldarkenslan fáa ov nógv pláss í kristni- boðanini. At skuldarkensl- an, sum eitt nú verður trúttað niður í børnini, er til óbótaligan skaða fyri teirra sjálvsmenning! Ólavur: - Eg eri púra samdur, men tú fær ikki broytt foreldur og teirra hugburð til børn. Vit hava eisini upplivað, ikki so nógv í Føroyum, men aðrastaðni, at børnini hjá 68-genera- tiónini, sum skuldu upp- dragast so øgiliga leyst av allari religión, tey hungra eftir at fáa andaliga føði. Eg kenni 68 generatiónina, sum spakuliga letur upp fyri tí andaligu dimentión- ini. Tey eldast og tey upp- daga eisini, at lívið er ikki so fýrakantað. Kierkegaard hevði ein pápa, sum var øgiliga pietistiskur og sum læs alla lógina fyri sær tá hann var smádrongur. Kierkegaard skrivar bein- leiðis, at tað er ein synd Eiga at leggja dent á eyðmýkt og toleransu Framhald á síðu 34 Ein glaður pretsur og abbi eftir væleydnaðan barnadóp – við abbadótrini í føvninginum C M Y K 27 26