leygardagur 21. desember 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
33
Umframt vanliga
fundarvirksemi
verður nógva staðni
skipað fyri
nýggjársveitslum fyri
yngri og eldri
SAMKOMUR
Jan Müller
Jólini eru familjuhøgtíðin
burturav. Tað tykist vera
hugburðurin hjá teimum
flestu. Men treyðugt so.
Kirkjur og samkomur kalla
saman til gudstænastur,
fundir og veitslur, har jóla-
boðskapurin er í miðdepl-
inum.
Í fólkakirkjuni hevur tað
altíð verið gjørt nógv burt-
urúr jólaaftan. Soleiðis
hevur tað ikki altíð verið í
fríkirkjunum, men nógvu
tey seinnu árini er tað
vorðið alt meiri vanligt, at
tað eisini í fríkirkjunum
verður skipað fyri serligari
gudstænastu jólaaftan. Tá
eigur jólasangurin sín stóra
part í skránni.
Í summum brøðrasam-
komum er serlig samkoma
jólaaftan. Í nógv teimum
flestu brøðrasamkomunum
eru evangeliskir fundir
jólakvøldini.
Í
teimum
stóru samkomunum í Ebe-
nezer í Havnini og Betesda
í Klaksvík hevur tað ofta
verið soleiðis, at sjómenn
hava havt orðið jólakvøld-
ini, og útisetar, sum vitja
heima á jólum, hava eisini
átt sín lut í hesum fundun-
um.
Inntil fyri ikki so nógv-
um árum síðani var tað
vanligt, at jóla– og nýggj-
ársveitslur vórðu hilndar
frá 2. jóladegi og inntil eina
ferð eftir nýggjár. Soleiðis
er tað framvegis nógva
staðni – bæði í missións-
húsum og salum. Men nú
kemur tað ofta fyri, at jóla-
veitslurnar fyri tey yngstu
eru fyri jól, meðan veitsl-
urnar fyri tey eldru verða
hildnar millum jól og
nýggjár og viðhvørt fyrst í
nýggja árinum.
Í fleiri samkomum plagdi
tað at vera vanligt at hava
nýggjársveitslu gamla árs
kvøld. Nú er broytt næstan
alla staðni. Í missiónshús-
um og salum verður tað
ikki hildið at vera ráðiligt,
at børnini eru heima, með-
an foreldrini eru til kristi-
ligar samkomur. At tað er
fallið í góða jørð, at veitsl-
urnar av hesum slagnum
eru fluttar, sigst síggjast
aftur á luttøkutalinum. Tað
er hækkað heilt fitt.
Onkuntíð hevur verið
skipað fyri stórum kristilig-
um tiltøkum á jólum. Nú
eru sovorðin tiltøk, sum
ætlast at savna nógv fólk,
ikki so mong á jólum. Hug-
burðurin tykist, sum tað var
nevnt omanfyri, at vera, at
jókini eru familjuhøgtíðini
fram um alt annað.
Seinast brøðrasamkom-
urnar skipaðu fyri stórum
tiltaki var annað vikuskiftið
í november, tá ið samfel-
agsfundirnir vóru í Havn-
ini. Hetta vikuskiftið mundi
talið á teimum, sum vitjaðu
í ítróttarhøllini á Hálsi vera
væl omanfyri tvey túsund.
Øll vóru ikki til staðar í
senn, men leygarkvøldið og
sunnudagin mundi luttøku-
talið vera omanfyri fimtan
hundrað.
Stórt felags kór setti sín
dám á. Frá luttakarum
verður sagt, at tað var
merkisvert, at sangstílurin
hjá kórinum var meiri
amerikanskur, enn hann
áður hevur verið, og tað var
heilt týðuligt, verður sagt,
at nógv umhildnu Bill
Gaither
sendingarnar
í
sjónvarpinum – tær fáast
eisini á videobondum –
hava havt stóra ávirkan á
tey, sum velja sangirnar.
Myndirnar
tók
Jens
Kristian Vang á samfelags-
stevnuni á Hálsi í Havn.
Stórt samkomuvirksemi um høgtíðina
Hósdagin fingu tríggir flokkar á Føroya
Sjómansskúla handað prógv. Ein flokkur við
heimaskiparum, ein við skiparum og ein
flokkur við fimm tók prógv sum skipsførarar
Myndir: Heri á Rógvi
Prógv á Føroya Sjómansskúla
Heimaskiparar: F.v. Jóhan av Reini, Tórshavn, Jónhard
Frederiksberg, Gøtueiði, Johan Hansen, Miðvágur, Haldor
Hammer Haraldsen, Sandavágur, Gunnar Fróði Erlandson
Isaksen, Vestmanna, Jóhannus Dánjalsson Jacobsen,
Vestmanna, Emil Jespersen, Tvøroyri, Pauli Joensen, Tórshavn,
Klæmund Ovason Johannesen, Tvøroyri, Pól John Tryggvi
Midjord, Sumba, Thomas Albert Ryggshamar, Lambi, Malena
Frederikka Sivertsen, Norðdepil, Petur Holm Stórhamar,
Trongisvágur, Jørgin Thomsen, Skáli.
Virðislønir fingu Gunnar Fróði Erlandson Isaksen, Malena
Frederikka Sivertsen og Jørgin Thomsen.
Skipsførarar: F.v. Jógvan Christiansen, Tvøroyri, Fríði
Danberg, Vágur, Rúni Hansen, Toftir, Pauli Højgaard,
Rituvík, Rúni Mohr, Skopun.
Pauli Højgaard, Fríði Danberg og Rúni Hansen fingu virðisløn
Skiparar: F.v. Jan
Breiðaskarð, Signabøur,
Bárður Kjartansson Egholm,
Eiði, Martin Gøthe,
Norðragøta, John Leif Suni
Hammer, Tórshavn, Jóannis
Jónson Hansen, Sørvágur,
Hanus Debess Højgaard,
Tórshavn, Kjell Johansen,
Strendur, Sverrir Bjørn
Kjærbo, Skopun, Pól John
Tryggvi Midjord, Sumba,
Janus Petersen, Húsavík,
Gunleif Lyngvej Poulsen,
Sandvík.
Virðislønir fingu Bárður
Kjartansson Egholm, Kjell
Johansen og Janus Petersen.
C
M
Y
K
33
32