leygardagur 21. desember 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
35
JÓLAPRÆDIKA
Jan Müller
Báðir prestafeðgarnir. Petur
Martin og Ólavur Ras-
mussen fara at prædika 1.
jóladag. Petur Martin í
Kollafirði og í Kvívík.
Ólavur í Hvalba, Hovi og í
einum prestagjaldi aftrat.
Hvat fara teir at leggja dent
á í jólaprædikum sínum:
Ólavur:
- Mínar jólaprædikur fara
ikki at víkja nógv frá
øðrum prædikum. Á jólum
er tað Jesusbarnið. Og
Jesusbarnið vaks upp undir
ógvuliga vánaligum korum.
Hann var leysingabarn.
Hann var útstoyttur og hann
solidariseraði seg við tey
útstoyttu - og tey, sum bóru
trúnna og hava borið hana
víðari, eru tey útstoyttu, og
tí skal eingin kenna seg
útstoyttan.
Petur Martin:
- Tað verður nakað tað
sama. Men har kemur
kanska munurin millum
tann eldra og tann yngra
fram: hetta við at Gud
verður menniskja. Hann er
ikki tann fjarði Gud longur,
síðani Jesus kom í heimin.
Uppá ein ella annan máta at
fáa tað fram, at hann kemur
og er millum menniskju,
hvussu tey enn eru vorðin
og skikkað og sigur við tey
eitt gott orð, sum tey kunnu
taka við sær og ikki endi-
liga kenna seg sum beist.
Ólavur:
-Og har kundi man
spunnið ein beinleiðis tráð
til tá Jesus verður avrætt-
aður. Hann verður av-
rættaður, tí hann passar ikki
til í samfelagnum. Sam-
felagið gjørdi av við hann,
men hann kundi ikki lata
vera við entá á Krossinum
at siga við røvaran, sum
hekk víð síðuna av honum:
at í dag skal tú vera við
mær í Himmiríki. So radi-
kalur var hann.
móti børnunum, at pota
lógina niður í tey. Tá mein-
ar hann við Gamla Testa-
mentið og hesi harðrendu
religiøsu áskoðanina at
hótta við Helviti. Hann
hevur sjálvur upplivað,
hvussu vandamikið tað var
fyri hann sjálvan. Og tað
tók honum nógv harrans ár
at berja seg burtur úr tí.
- Sjálvt um vit meta
okkum sum eitt siviliserað
fólk í dag, hava vit so
framvegis leivdir av hasum
innan samkomur og kirkjur
í Føroyum - at man skal
kenna seg fordømdan og
fortaptan, um man ikki livir
upp til Bíbliuútleggingina
hjá ávísum prædikumonn-
um ella trúðarbólkum?
- Avgjørt. Tú kanst bara
fara út á psykiatrisku deild.
Tað eru mong, sum berjast
við øllum hasum. Men tað
er fatað í allari eyðmýkt.
Tað er so skjótt sjálvur at
blíva fordømandi. Men
sjálvur haldi eg, at tað fer
nógv
andaligt
misbrúk
fram í Føroyum í dag.
- Tosað verður so nógv
um misbrúk í samfelagnum-
kann man eisini tosa um
misbrúk av Guds orði?
- Avgjørt.
- Hvussu kemur tað til
sjóndar í føroyska samfe-
lagnum í dag?
- Onkursvegna kemur tað
til sjóndar soleiðis, at
prædikumenn leggja so
øgiliga stóran dent á egoið.
“Eg eri umvendur. Tú mást
gera sum eg geri.” Tað er
hetta egoiið, sum alla tíðina
er so dominerandi. Eg
kann ikki sum prædikantur
krevja, at onnur fólk eru
sum eg. Tíbetri. Men vit
vita, at fólk eru ósamd um
handa spurningin. Nógvir
teologar hava sagt, og tað
hava teir sjálvandi frá
Jesusi: -Tað finst einki eg
uttan at tað er eitt tú.
Petur Martin:
- Jødiski filosoffurin
Martin Buber hevur skrivað
eina lítla bók, sum eitur
"Eg og tú". Og tað er heilt
givið, at hon er undir
ávirkan av kristindóminum.
Kristindómur og
politiskir flokkar
- Vit hava flokkar í Vestur-
heiminum, sum kalla seg
kristiligar. Hvat siga tit til
tað?
- Petur Martin:
- Man skal ikki prædika í
tinginum. At tosa um kristi-
ligan politikk haldi eg er
ein óskykkur. Kunnu præ-
dikumenn gera nakað gott
samfelagsliga, so er tað at
vera tann ringa samvitskan
hjá politikarunum. Luther
segði einaferð, at eitt
samfelag kann ikki stýrast
av evangeliinum, har skal
ein lóg til. Tað er tað sama
her. Tað er ikki evangeliið,
sum skal stýra verðini, tí so
endar alt í kaos. Og fara vit
aftur til Paulus, so eru allar
formaningarnar hjá honum
til kristið fólk góð ráð og
ikki ein nýggj lóg.
Ólavur:
- Tað er púra burtur við at
hava flokkar, sum kalla seg
kristnar. Men tað er kanska
tí, at vit eru so ósamd um
handa spurningin, og tað
ger einki. Tað gerst ikki
við.
Petur Martin:
- At vera ósamd um eitt
og annað er sunt og náttúr-
ligt, tí so fær man disku-
terað tað.
- Tey, sum eru í kristnum
flokkum halda hetta at vera
rætt og skilagott!
Ólavur:
- Jú, men tað er so øgiliga
skjótt har frá og so at siga,
at Javnaðarflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin ella Fólka-
flokkurin
bestanda
av
ókristnum
menniskjum.
Onkursvegna liggur tað og
lúrir undir fláunum.
- At taka Guds orð fram í
tingrøðum er væl ikki
skeivt?
Petur Martin:
- Man kann jú brúka sitat
til alt møguligt, men at
útnevna sín egna politikk,
sum tann einasta kristiliga
politikkin, tað er tvætl.
Ólavur:
- Nú skal man vera varin
við at gera seg klókan uppá,
hvat onnur fólk hugsa, men
eg havi ein varhuga av, at
nógv av teimum, ið eru
virkin í kristiligu flokkun-
um, vilja t.d. vera øgiliga
skjót til at fordøma tað,
sum hendur í islamisku
rørsluni, tá ið politikkur og
islam verða blandað saman.
Tá sær man tað so væl, tí
tað er í útlondum, men
kanska ikki so væl, sum tá
tað er í Føroyum. Men fyri-
brigdið er júst tað sama í
míni verð.
Prestafeðgarnir Rasmussen prædika tað góða orðið jóladag:
Jesus solidariseraði seg við
tey útstoyttu
Ólavur Rasmussen, sóknarprestur, her í Dómkirkjuni
Framhald av síðu 27
Ólavur Rasmusssen doypir abbadótrina, Óluvu í Dómkirkjuni.
Rættiligt sildarok á Skálafjørðinum
Tað er ikki bara í
Singapore, at tað er
sildarok; tað er tað so
sanniliga eisini á
Skálafjørðinum.
Royndist dagurin í
gjár hjá sjeytiára
gamla, Joen Jacob
Johannesen við
deksbátinum, Katrin,
hava teir fiskað 100
tons av sild í eina
viku!
SILDAROK
Vilmund Jacobsen
Tað var ein forvitnislig
sjón, sum møtti okkum í
Oyrahavnini
á
Toftum
seinnapartin hósdagin. Inn-
anfyri sjálvan pierendan lá
lítli deksbáturin, Katrin úr
Søldarfirði, søkklaðin av
sild. Men tað, sum báturin
hevði innanborða, var ikki
allur fongurin hendan dag-
in. Nótin hekk framvegis
úti í stýriborðsíðu, og í
henni vóru eisini fleiri tons
av livandi sild, sum báturin
ikki kundi bera.
Sjeytiáragamli bátaeigar-
in, Joen Jacob Johannesen
úr Søldarfirði, sonur hans-
ara, Jan og abbasonurin,
Hanus, mannaðu deksbátin
hendan dagin. Teir vóru
farnir avstað um 10.30-tíð-
ina og høvdu kastað nótina
nakað vestanfyri Oyra-
havnina, har teir høvdu sæð
nógva sild á loddinum.
Umleið kl. 15.00 seinna-
partin vóru teir aftur at
landi við 24-25 tonsum!
Lastin á Katrin tekur eini
8 tons av sild, og umleið
sama nøgd kann vera á
dekkinum, men tá er bátur-
in eisini søkklaðin. Hetta
letur seg bara gera í allar-
besta veðri, tá ið stutt er at
sigla. Hósdagin vóru teir
bara nakrar áralongdir úr
landi, tá ið báturin var full-
ur, og klárt var at "sleipa"
nótina til lands við tí, ið
eftir var.
70-80 tons
Bátaeigarin, Joen Jacob,
sigur, at tað eydnaðist teim-
um hósdagin at sleipa nót-
ina við umleið 13-14 tons-
um av sild, inn í Oyrahavn-
ina á Toftum.
– Hetta er eitt ógvuliga
tungt sleip hjá einum so
lítlum báti, og nógv stendur
á, men tá ið vit komu inn
ímóti, stóðu menn á bryggj-
uni og hjálptu okkum at.
Í slíkum føri er vandi
fyri, at nótin tekur í botn og
skrædnar.
Hann metir, at samlaða
veiðan hósdagin var eini
24-25 tons, og tað er ein
stórur fongur hjá einum so
lítlum deksbáti.
Túrurin inn í Oyrahavn-
ina gjørdist stuttur, tí teir
fingu sildina stutt vestur úr
landinum, og lotið lá uppá
land.
– So, vit noyddust at hava
varpið úti fyri ikki at koma
ov nær landi, meðan vit
fyltu úr nótini og uppí bát-
in, sigur Joen Jacob.
Hann sigur, at hetta hevur
verið ein ófør vika til sild -
tann besta hjá honum nakr-
antíð.
– Vit hava roynt allar
dagarnar í hesi vikuni,
mánadagin,
týsdagin,
mikudagin og í dag, og
samlaða veiðan liggur mill-
um 70 og 80 tons.
Tá ið Sosialurin tosaði
við Joen Jacob seint hós-
kvøldið, var ætlanin hjá tí
sjeytiára gamla at fara av-
stað aftur fríggjamorgunin,
um viðraði.
Vit vístu á, at um fríggja-
dagurin verður líka fong-
ríkur sum hósdagurin, kem-
ur veiðan hjá deksbátinum,
Katrin, hesa vikuna uppá
heili 100 tons av sild!
– Tað er ilt at siga, hvussu
verður í morgin. Dagarnir
eru misjavnir, men í dag var
nógv sild at síggja har úti á
fjørðinum, sigur hann.
Joen Jacob hevur roynt
eftir sild í mong, mong
Harrans ár, bæði við gørn-
um og við nót. Hann rigg-
Joen Jakku saman við soni og
abbasoni hendan fongríka
dagin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Báturin er søkklaðin og í
nótini, sum flýtur við
bátssíðuna, eru eini
13-14 tons av sild.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útróðrarmaðurin, Páll Højgaard á
Toftum, keypti nakað av sild hendan
dagin til hummaraagn. Her verður
hivað upp úr nótini og í bilin hjá
Páll.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Framhald á síðu 52
C
M
Y
K
35
34