leygardagur 21. desember 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
37
Felagið hjá teimum
norsku tøknifyritøk-
unum ber ótta fyri, at
íløgurnar í norsku
oljuvinnuni fara at
minka nógv næsta ár,
og at nógv fólk fara at
missa arbeiðið
OLJUÍDNAÐUR
Árni Joensen
Norska stjórnin hevur í
fíggjarlógini fyri næsta ár
mett, at íløgurnar í olju-
vinnuni verða 70 milliardir
krónur, men nú sigur fe-
lagið hjá tøknifyritøkunum,
at talið verður neyvan meiri
enn helvtin av metingini
hjá stjórnini.
Formaðurin í felagnum,
Knut Aaneland, sigur, at tey
norsku oljufeløgini eru
farin at vísa størri áhuga
fyri oljuleiðum aðrastaðni
enn í Noregi. Hetta hevur
havt við sær, at íløgurnar
hjá teimum norsku feløg-
unum uttanlands eru nú
tríggjar ferðir størri enn tær
íløgur, sum feløgini gera
heima í Noregi.
Umleið 250.000 norð-
menn hava sítt dagliga ar-
beiði í oljuvinnuni ella hjá
fyritøkum, sum eru knýttar
at oljuvinnuni. Í seinastuni
eru umleið 3.000 fólk
uppsøgd ella hava fingið at
vita, at tey kunnu vænta
sær uppsagnarbræv, og um-
leið helmingurin av teimum
norsku oljupallunum liggja
við bryggju ella eru í vinnu
uttanlands.
- Teir veruligu trupulleik-
arnir í vinnuni kunnu
koma, áðrenn vit vita av,
sigur Knut Aaneland.
Norski olju- og orku-
málaráðharrin,
Einar
Steensnæs, heldur ikki, at
tað ber til at tosa um eina
kreppu í oljuvinnuni, men
hann viðgongur, at orsøk er
til at stúra.
UTTAN ÚR HEIMI
Eisini í Bretlandi
Amerikanarar ætla sær ikki einans at nýta bretsku
radarstøðina í Fyllingdale til ta ætlaðu rakett-
verjuskipanina, men teir ætla eisini at seta rakettir
upp í Bretlandi, skrivar blaðið The Guardian.
Blaðið vil vera við, at amerikanarar hava havt
samband við stjórnina í London hetta seinasta árið
um ta ætlaðu útbyggingina. Sambært blaðnum skulu
einar tjúgu verjurakettir, sum verða settar upp í
Alaska, steðga fíggindarakettum úr eitt nú Norður-
korea, meðan rakettirnar, sum skulu setast upp í
Bretlandi, skulu steðga rakettum frá fíggindum hjá
USA í Miðeystri og Norðurafrika.
Bretland hevur fingið ein formligan fyrispurning
úr USA um loyvi at sleppa at nýta radarstøðina í
Fyllingdale, men The Guardian skrivar, at hetta er
bara tað fyrsta stigið í amerikansku ætlanini á
bretskari jørð.
Samkynd skrásett
Kanningar hjá einari svenskari nevnd hava avdúkað,
at trygdarløgreglan hevur skrásett næstan 240
starvsfólk í svenska útvarpinum og sjónvarpinum.
Talan er um samkynd, fólk við rúsdrekka- ella rús-
evnistrupulleikum og fólk, sum hava gjørt seg sek í
einum ella øðrum lógarbroti.
Aðalskrivarin hjá kanningarnevndini, Fredrik von
Arnold, sigur, at so seint sum í fjør vóru upp-
lýsingarnar framvegis í goymslunum hjá trygdar-
løgregluni.
Kenneth Sundin, sum er talsmaður hjá svensku
útvarps- og sjónvarpsfólkunum, sigur seg vera
skelkaðan av upplýsingunum, sum eftir hansara
tykki minna um jødaskrásetingina hjá nazistunum
og skrásetingarnar hjá Stasi í gamla Eystur-
týsklandi. Hann krevur nú, at viðurskiftini verða
kannað til botns, og at starvsfólkini fáa at vita,
hvørji tey eru, sum standa í skrásetingini.
Ímóti rockarunum
19 kommunur í Norðursælandi hava saman við
løgregluni og toll- og skattavaldinum gjørt av at fara
í hernað ímóti rockarafelagsskapunum. Hetta er tað
fyrsta veruliga skipaða átakið av hesum slagnum.
Ætlanin hjá stigtakarunum er bæði at forða fyri, at
fleiri leita sær upp í rockarafelagsskapirnar og at
avdúka tað ólógliga virksemið, sum felagsskapirnir
fáast við. Ætlanin er at halda eitt sera vakið eyga við
felagsskapunum Hells Angels og Bandidos og teirra
stuðulsbólkum, Red&White og X-team.
Formaðurin í kommunufelagnum í Frederiksborg
Amti, Finn Hansen, sigur, at ætlanin er at nýta somu
mannagongd, sum amerikansku myndugleikarnir
nýttu, tá teir avdúkaðu virksemið hjá kenda brots-
mannakonginum Al Capone. Við hjálp frá toll- og
skattavaldinum er ætlanin at kanna fíggjarligu við-
urskiftini hjá øllum teimum, sum eru í rockara-
felagsskapunum, ella sum myndugleikarnir hava
illgruna um.
Góð tímaløn
Norska blaðið Aftenposten skrivar, at formaðurin í
Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, fekk 20.000
krónur aftur fyri at hava verið 18 tímar á fundi í
býráðnum og í fíggjarnevndini í Oslo.
Blaðið hevur frá býráðnum fingið upplýst, at Carl
I. Hagen var burturstaddur á 51 av teimum 54
fundunum, sum býráðið í Oslo hevur havt seinastu
átjan mánaðarnar. Samanlagt var hann á einum
fundi í fíggjarnevndini og á hálvum triðja fundi í
býráðnum, skrivar blaðið.
Sjálvur heldur Carl I. Hagen ikki, at honum nýtist
at møta á fundi í býráðnum, tí tað ber til at gera sína
ávirkan galdandi, uttan at vera hjástaddur, sigur
hann. Sambært Aftenposten er formaðurin í
Framburðsflokkinum tann einasti politikarin, sum
fær løn frá Stórtinginum, samstundis sum hann fær
samsýning frá býráðnum í høvuðsstaðnum.
Stúra fyri kreppu
í norsku oljuvinnuni
Eitt álop á Irak kann
gerast ein ófatilig
vanlukka fyri tað
irakska fólkið, sigur
aðalskrivarin í norska
Reyða Krossi, sum
júst hevur verið í Irak
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
- Fólk eru bangin. Tey
fyrireika seg til kríggj, men
vóna, at málið skal fáa eina
friðarliga loysn. Hesaferð
eru tey ikki so væl fyri-
reikað til kríggj sum undir
Flógvakrígnum í 1991, og
tað verður ein ófatilig
vanlukka, brestur kríggj á.
Tað sigur aðalskrivarin í
norska Reyða Krossi, Jan
Egeland. Fyrrakvøldið kom
hann aftur til Noregs úr
Irak, har hann hevur ferðast
um ein stóran part av
landinum. Tað var týðiligt,
at líðingarnar hjá irakska
sivilfólkinum høvdu havt
stóra ávirkan á hann.
- Vatnið er longu dálkað,
og verður kríggj, verður tað
eitrað longu eftir teirri
fyrstu náttini. Matvøru-
goymslurnar eru fáar, og
møguleikin fyri stórum
sivilum missi er stórur,
sigur Jan Egeland.
Reyði Krossur er longu
farin undir at fyrireika seg
til, at eitt møguligt kríggj
fer at raka irakska sivil-
fólkið meint. Norski aðal-
skrivarin sigur, at tað er
umráðandi at fáa hjálpina
fram sum skjótast, og tí er
felagsskapurin farin undir
at savna útgerð í granna-
londunum hjá Irak.
- Vit fyrireika okkum til
eitt tað størsta hjálparátakið
nakrantíð. Lastbilar við
teppum, vatni, tjøldum og
aðrari neyðútgerð verða
sendir hagar, tí alt skal fáast
upp á plás tær næstu tvær-
tríggjar vikurnar, sigur Jan
Egeland.
Og vandin fyri kríggi
veksur. Kanadiski uttanrík-
isráðharrin, Bill Graham,
segði í gjár, at gongdin teir
seinastu dagarnar kann ikki
misskiljast,
og
Warren
Bass, sum arbeiðir hjá
stovninum
fyri
altjóða
samskifti í Washington,
sigur,
at
amerikanska
stjórnin hevur komið sær í
eina støðu, sum tað verður
trupult at venda frá aftur.
Tað verður ein ófatilig
vanlukka
Ein iraksk kvinna biður fyri friði. Sambært Reyða Krossi
verður eitt kríggj ein ófatilig vanlukka fyri irakska sivilfólkið
Mynd: Reuters
Helmingurin av teimum norsku oljupallunum liggja við
bryggju ella eru í vinnu uttan fyri Noreg
í
ánadagin 30. og
týtýsdagin 31/12 . Átroð
ð verð
rða avgreidd á tel. 311111
Vit ynskja viðskiftafólkið okkara
eini gleðilig jól
og
eitt gott nýggjár
og takka fyri gott samstarv í brátt farna
Frá Suðuroyar Sparikassa
SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697
OVATION Guitarar
OVATION er guitarurin allir amerikumenn síggja upp til.
Nevnast kunnu millum annað Shania Twain, Toto, Pink,
Pantera, The Scorpions, Megadeth, Alicia Keys, Bbmak, Starz,
Cyndi Lauper, Melissa Etheridge og DJ Ashba (ársins
guitarleikari California), ið nýta henda framúr góða guitar
Nú er OVATION komin
til Føroya í stórum stíli,
men til ein sera
lítlan prís
Tónleikatilboð
Tónleikatilboð
CC01-Mahogany
Einans 5.950,-
CS257
Einans 9.890,-
CC026
Einans 6.490,-
CS255
Einans 10.950,-
EQ og innbygdan stemmara
EQ og innbygdan stemmara
EQ og innbygdan stemmara
12 Streingir
EIn betri loysn
OVATION Guitarar
Lesið
Sosialin
C
M
Y
K
37
36