leygardagur 21. desember 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 21. desember 2002
39
39
Nr. 246 • Leygardagur • 21. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tvey heiðursskjøl latin
Á samkomu í ÍSF-
húsinum mikudagin
fingu Kaj Aage Troest
og Børge Barcley
Hansen handað heið-
ursskjal Peoul E. Pet-
ersens
VIÐURKENNING
Jákup Mørk
Tað er um at vera fastur sið-
ur, at ÍSF á hvørjum ári
heiðrar onkrum persónum,
sum onkursvegna hava út-
int eitt megnararbeiði innan
føroyskan ítrótt.
Árið í ár var einki undan-
tak í so máta, og miku-
kvøldið var so lítil sam-
koma í ÍSF-húsinum, har
tvey heiðursskjøl vórðu
latin.
Hesa ferð vóru tað teir
báðir, Børge B. Hansen og
Kaj Aage Troest, sum fingu
viðurkenningina, og einki
er at ivast í, at teir báðir
hava verið drúgvir innan
ítróttina.
Drúgvur nevndar-
limur
Børge fekk sítt heiðursskjal
fyri drúgva nevndararbeiði
sítt í FSF, har hann seinastu
25 árini hevur verið fastur
fúsur. Í løtuni er hann næst-
formaður í nevndini, men
harumframt hevur hann í
drúgt áramál verið formað-
ur í fíggjarnevndini, um-
framt at hann eisini hevur
verið formaður fyri kapp-
ingarnevndini okkurt árið.
Hesi árini hava nógv, stór
og tung frambrot verið
gjørd føroyskum fótbólti at
frama, og í grundgevingini
fyri handanina varð millum
annað nevnt graslíkisvøllir,
FIFA-limaskapin og ikki
minst støðuga landsliðsar-
beiðið, sum FSF hevur
staðið fyri.
Eigur fimleikin í
Runavík
Kaj Aage Troest fekk sína
virðisløn fyri drúgva virk-
semi sítt innan fimleikin.
Nú skal omanfyristand-
andi ikki skiljast so, at
eingin
fimleikur
hevði
verið í Runavík uttan Kaj
Aaga, men í øllum førum
hevur hann verið ein hollur
stuðul har á leiðini.
Eftir at hann blaðungur
hevði vunnið fleiri einstak-
lingakappingar hjá Havnar
Fimleikafelag flutti hann í
seksti-árunum til Runavík-
ar, og har var hann skjótt
við til at stovna fim-leika-
felagið Støkk. Felagið hev-
ur verið virkið síðani, og í
fleiri enn 20 ár var tað við
Kaj Aage sum leiðara. Í dag
er hann kanska ikki heilt so
sjónligur í nevndararbeið-
inum, men hann er mangan
við, tá tøk skulu takast. Ikki
bara fyri Støkk, men eisini
fyri føroyskan fimleik sum
heild.
Børge B. Hansen fekk
heiðursskjalið fyri 25 ára
nevndararbeiði innan
føroyskan fótbólt
Kaj Aage Troest fekk heiðursskjal Poul E. Petersens fyri drúgva
arbeiði sítt innan fimleik á bæði lokalum og landsdekkandi
støði
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
21.12 14.30
Neistin-Stjørnan
21.12 14.30
Tjaldur-VB
21.12 14.30
StÍF-Kyndil
1. deild menn
21.12 16.00
Neistin-KÍF
21.12 16.00
Tjaldur-H71
21.12 16.00
StÍF-Kyndil
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
21.12 13.00
ÍF-TB
21.12 13.00
KÍF-Mjølnir
22.12 14.00
Dráttur-Fleyr
Meistaradeild menn
21.12 15.00
Fleyr-SÍ
21.12 15.00
Fram-Mjølnir
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
VB
10
8
-
0
-
2
246
205
41
16
2
VÍF
11
7
-
0
-
4
248
201
47
14
3
Stjørnan 10
5
-
1
-
4
215
219
-4
11
4
StÍF
10
5
-
1
-
4
237
243
-6
11
5
Neistin 11
4
-
2
-
5
219
231
-12
10
6
Kyndil
10
4
-
0
-
6
236
242
-6
8
7
Tjaldur 10
1
-
0
-
9
191
251
-60
2
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
12
8
-
1
-
3
379
299
80
17
2
StÍF
11
8
-
0
-
3
317
277
40
16
3
Neistin 11
8
-
0
-
3
308
290
18
16
4
Kyndil
11
5
-
2
-
4
298
289
9
12
5
KÍF
11
4
-
1
-
6
286
295
-9
9
6
H71
11
2
-
0
-
9
265
321
-56
4
7
Tjaldur 11
2
-
0
-
9
262
344
-82
4
Flogbóltsstøður – Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1
TB
10
8
-
2
26
9
17
16
2
ÍF
10
8
-
2
28
12
16
16
3
Mjølnir 10
7
-
3
25
12
13
14
4
Dráttur 10
5
-
5
18
23
-5
10
5
KÍF
10
1
-
9
7
27
-20
2
6
Fleyr
10
1
-
9
6
27
-21
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1
ÍF
8
8
-
0
24
2
22
16
2
Mjølnir 8
5
-
3
15
12
3
10
3
Fram
8
4
-
4
16
13
3
8
4
SÍ
8
3
-
5
8
18
-10
6
5
Fleyr
8
0
-
8
0
24
-24
0
Oddurin verður avgjørdur
StÍF og Neistin kunnu
við sigri í dag fara
fram um VÍF, men tey
verða kortini ikki
fremst, tá farið verður
undir endaspælið, og
í Runavík verður
botnuppgerð millum
Tjaldur og H71
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sjáldan hevur tað verið so-
mikið javnt sum í ár, tá
helmingurin av hondbólts-
landskappingini er runnin.
Um so er, at Neistin og StÍF
vinna sínar dystir leygar-
dagin, verða trý lið púrasta
jøvn í stigum, tá farið verð-
ur undir endaspælið, og
undir ongum umstøðum
verður munurin millum tey
trý fremsti meira enn eitt
stig.
Verður ivaleyst tætt
Tí er tað kanska ikki tann
heilt stóra vanlukkan, um
Neistin ella StÍF skuldu sett
stig til í dag. Eitt stig er so
altíð møguligt at vinna
aftur. Men hinvegin er
kappingin sera, sera jøvn í
ár, og tí er einki at ivast í, at
mest sum hvørt stig í
endaspælinum verður av-
gerandi.
Á pappírinum er tað
kanska StÍF, sum hevur
torføraru uppgávuna, tá teir
á heimavølli taka ímóti
Kyndli. StÍF var í útidyst-
inum móti Kyndli fyri eitt
av trimum tapum higartil,
og yvir høvur er tað væl
eisini so, at júst Kyndil man
vera eitt hitt truplasta liðið
hjá StÍF at spæla ímóti.
Hetta tí teimum eins og
strandingum dámar væl at
spæla kvikan hondbólt, har
bólturin ger arbeiðið, held-
ur enn at stórir skjúttar taka
sær av øllum, og tí talar alt
fyri einum spennandi dysti.
Og ivaleyst kann talan eis-
ini gerast um ein av meira
undirhaldandi dystinum, tí
hava hesi liðini ein góðan
dag, eru helst eingi onnur,
sum kunnu skapa ein eins
áskoðaravinarligan hond-
bóltsdyst.
Hóast hon kanska ikki er
eins trupul á pappírinum,
so er tað á ongan hátt nøkur
løtt upgáva, sum Neistin
hevur um vikuskifti. Koll-
firðingar hava fleiri ferðir
gjørt ein vørr móti ovaru
liðunum í vetur, og við ein-
um sigri her kunnu teir
syrgja fyri, at teir í øllum
førum koma heilt nær odd-
inum undan endaspælinum.
Og so skulu teir bláu nokk
eisini minnast til, at tað eru
ikki meira enn tríggir dagar
síðani teir vóru fyri eyð-
mýkjandi tapi fyri næstb-
estu kollfirðingunum. Her
verður tað altso besta liðið,
sum Neistin skal royna seg
ímóti, og so er spurningur-
in, hvørt teir reisa seg so-
mikið, at ein hevnd er vant-
andi.
Botnuppgerð í
Runavík
Seinasti dysturin verður í
Runavík, har H71 vitjar hjá
Tjaldri. Soleiðis sum kapp-
ingarárið hevur lagað seg
higartil, so tykist hetta
longu nú at gerast ein týdn-
ingarleysur dystur. Ikki
minst tí talan ikki er um
nakran niðurflytingarvanda.
Men hinvegin er einki at
ivast í, at báðir partar helst
vilja sleppa undan at skula
halda til á aftasta sessinum.
Kanska serliga hoyvíkingar
hava seinastu umførini víst
ein vilja til at sleppa úr hesi
støðuni, meðan Tjaldur
hinvegin hevur gjørt ein
vørr av og á ígjøgnum árið,
og tí kann væl verða, at
talan verður um ein dyst av
teimum
heilt
frægu
í
Runavík.
Er lagið á StÍF og Kyndli hitt
rætta, eru fá – um nøkur –
lið í landinum, sum kunnu
geva áskoðarunum eins
undirhaldandi hondbólt
Nú skal oddurin markast
VB skal enn einaferð
royna at staðfesta
oddasessin, og í hin-
um báðum dystunum
kappast fýra lið um
rættin at fylgja odd-
inum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Enn er grundspælið hjá
kvinnunum ikki liðugt, og
tað verður tað heldur ikki
um vikuskiftið, men fyri tað
er spenningurin longu nú í
hæddini. Sum úrslitini hava
lagað seg í ár, so tykist einki
at skula verða avgjørt fyrr
enn seinasta leikumfar, og í
løtuni kappast seks av teim-
um sjey liðunum um at vin-
na sær so gott útgangsstøði
sum gjørligt til endaspælið.
Sjeynda liðið - og á papp-
írinum tað klárt veikasta –
er Tjaldur. Hóast tær fleiri
ferðir hava verið hampuliga
nær við, so hevur tað bert
verið ta einu ferðina, at tað
hevur bragdað, og tí er av-
gerandi neyðugt, at tær
vinna sær stig nú, um tær
ikki skulu verða dømdar til
niðurflyting, longu áðrenn
endaspælið byrjar.
Mótstøðan
hesa
ferð
kundi tó neyvan verið harð-
ari. Kanska hevur VB ikki
verið so sannførandi sein-
astu umførini, sum tær ann-
ars hava verið, men tær eru
framvegis oddalið, og einki
er at ivast í, at tær ætla sær
at staðfestsa hetta leygar-
dagin. Seinasti dysturin hjá
VB er í Vestmanna, og fáa
tær ikki fulla úrtøku hesa-
ferð, er ilt at ímynda sær,
hvussu tær tá kunnu halda
fast um oddasessin til enda-
spælið.
Kyndil uttan Lotte
Í Havn verður dystur mill-
um Neistan og Stjørnuna,
og á Skála verða tað StÍF
og Kyndil, sum fara at tak-
ast. Í báðum førum er talan
um dystir millum lið, sum
fyri alt í verðini skulu hava
tvey stig, soleiðis at tey
kunnu liggja so nær oddin-
um sum gjørligt, tá grund-
spælið er av.
At gera nakran part til
favoritt í hesum uppgerðum
er ivaleyst sera trupult.
Neistin tykist seinastu vik-
urnar at hava fingið so
toluligt glið á spælið, sum
annars hevur verið heldur
stirvið, og kunnu tær halda
fast um tað, so áttu tær at
havt góðan møguleika móti
Stjørnuni. Hinvegin gjørdi
Stjørnan bart móti VB, nú
Danijela Ercevic var aftur á
liðnum, og tí eigur enn ein
sigur móti Neistanum so
avgjørt ikki at útilokast.
Á Skála eigur StÍF helst
at metast sum favorittur.
Heilt einfalt av teirri orsøk,
at Lotte Sørensen ikki er á
Kyndils-liðnum hesaferð.
Hon er farin til Danmarkar
at halda jól, og so má
Kyndil so klára seg uttan
vanliga spælskiparan. Hóast
hetta, so hevur tað hinvegin
fleiri ferðir víst seg, at tá lið
mangla teir mest týðandi
leikararnir, mennast hini á
liðnum, so hóast hetta á
pappírinum er eitt viknað
Kyndils-lið, so eigur StÍF
ikki at kenna seg trygt.
Hesa ferð er talan
ikki um flótandi løg,
men harafturímóti
um bridge-kapping,
sum verður í HB-
húsinum 2. jóladag
BRIDGE
Jákup Mørk
Sum nakað nýtt hevur
bridgehúsið í Havn sett
sær fyri at skipa fyri eini
jólakapping í væl umtókta
kortspælinum.
Hetta veðrur ein so-
kallað parakapping, sum
ætlandi skal verða eitt
afturvendandi tiltak, tó
sjálvandi treytað av undir-
tøkuni hesaferð.
Hesum seinasta tykjast
fyrireikararnir tó ikki at
bera nakran serligan ótta
fyri, sum skilst. Hóast
talan sjálvsagt er um
hugnaløtur við familju,
vinum og kenningum, so
kunnu jólini í mangar
mátar tykajst nakað drúgv
til tíðir, og tí er ivaleyst
eitt sindur frískligt, soleið-
is at taka lut í eini bridge-
kapping annan dag, tá alt
jólastákið kortini er mest
sum liðugt.
Kappingin, sum byrjar
klokkan 14.00, verður
skipað soleiðis, at talan í
alt verður um eini 30 spøl,
har tað síðani verður talt
saman fyri at finna vinn-
andi parið.
Og hóast onkur einsa-
mallur
bridge-spælari
skuldi sitið heima, so skal
hesin ikki halda seg aftur.
Tað er nevnliga eingin
treyt, at tilmeldingarnar
skulu vera í pørum, og ert
tú støk ella stakur, so er
bara at siga til, so verður
ein makkari funnin, verð-
ur sagt.
Restorff’s Jólabridge
Silvurdystur í Havn
Tveir dystir verða í
Havn um vikuskifti,
og meðan SÍ líkist
stórfavoritti móti
Fleyr, líkist dysturin
millum fram og
Mjølnir eitt slag av
silvurdysti
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tveir dystir hjá monn-
unum um vikuskiftið, og
verða teir báðir leiktir í
Havn.
Mest spennandi tykist
dysturin millum Fram og
Mjølnir at vera, tá hetta
eru liðini, sum eru ávíka-
vist nummar tvey og trý á
stigatalvuni,. Mett eftir
avrikunum farna viku-
skifti er tó einki at ivast í,
at Fram er greiður favor-
ittur. Á Kambsdali var tað
um reppið, at teir koppaðu
ÍF, og tá Mjølnir miku-
kvøldið púrasta óvæntað
mátti lúta fyri SÍ á heima-
vølli
er
spurningurin
kanska, hvussu hesi avrik-
ini kunnu ávírka sjálvs-
álitið hjá leikarunum.
Hin dysturin er millum
Fleyr og SÍ, og hetta líkist
í nógvar mátar einum
avgreiðsluspurningi fyri
SÍ. Enn hevur Fleyr so
ikki tikið nakað sett í
nøkrum dysti, og nú
sørvingar veruliga hava
tikið dik á seg, tykist tað
ikki, sum um tað skal
verða her, at Fleyr fær
fyrsta settið.
C
M
Y
K
38