Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 246 - 21. desember 2002 C M Y K 40 Nr. 246 - 21. desember 2002 41 Oddabrak alt fyri eitt Sterkastu kvinnu- liðini í landinum hittast á Kambsdali, meðan Mjølnir tykist hava nakað lættari uppgávu móti KÍF KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað er kanska eitt sindur spell, men longu fyrsta um- farið í endaspælinum hitt- ast tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum, tá TB vitjar ÍF. Júst ÍF er við tveimum sigrum einasta liðið, sum hevur tikið stig frá TB, og spennandi verð- ur at vita, hvørt tær eru før- ar fyri at endurtaka hetta, ella um TB veruliga er so væl fyri, sum úrslitini sein- astu vikurnar hava bent á. Ger tær tað, so kann tað væl vera, at tær eru ov sterkar hjá ÍF, men hinvegin er støðan ikki heilt ólík teirri, tá ÍF vitjaði Í Hoyvíkarhøllini ætlar Mjølnir sær ivaleyst at vinna seg upp á annað plássið. Við einum sigri á KÍF far tær fram um tapar- an av dystinum á Kambs- dali, og lítið er at ivast í, at á pappírinum eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurn- ingur fyri klaksvíkskvinn- urnar. Seinasti dysturin verður á Giljanesi har Fleyr kemur á vitjan, og her er lítið at ivast í, at Dráttur tekur stigini. Tað er eisini neyðugt, tí vágakvinnurnar hava í ov nógvum førum verið eitt vet ov stuttar í grundspæl- inum, og skulu tær nú gera seg galdandi, skal mest sum hvør dystur vinnast. Tað var tepurt, men tað gekk. Við eitt máls sigri sendu kvinnur- nar hjá Neistanum StÍF úr steypakapp- ingini COCA-COLA KAPP- INGIN, KVINNUR Jákup Mørk Hóskvøldið dystaðust kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF um um, hvør teirra skal vera við, tá lutur verð- ur kastaður um hálvfinal- urnar í steypakappingini. Fyrstu góðu løtuna av dystinum var líkt til, at Neistin skuldi vinda burtur úr mótstøðuni, men so við og við kom StÍF alt betri fyri seg, og tá tær eftir lítla løtu í seinna hálvleiki høvdu fingið javnvág í, kom spenningur av álvara í. Lioðini skiftust eftir hetta um at hava leiðsluna, og at StÍF ikki vnn, kunnu tær helst bert takka sær sjálvum fyri. Fimm minutt- ir fyri leiklok vóru tær nevnliga á odda við trimum málum, men síðani stóð fast, og við fýra málum á rað kundi Neistin toga sær sigurin heim. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 21-20 (11-8) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziugyte 6 (1), Mildrið Jacobsen 5, Ata Høgnadóttir 3, Súna Mørk 2, Rakul Augustinus- sen 2, Ása á Neystabø 1, Susan Brockie 1 StÍF: Asta Petrauskiene 4(1), Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 4, Anna Maria Berthelsen 4, Guðrun Ól- avsdóttir 1, Signhild Peter- sen 1, Sunfríð B. Jacobsen 1 Brotskøst: Neistin 2, StÍF 5 Útvísingar: Neistin 1 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Neistin-StÍF 21-20 (11-8): Neistin í hálvfinaluni Á Kambsdali verður toppuppgerð longu í fyrsta dystinum i endaspælinum, tá TB vitjar ÍF 41