leygardagur 21. desember 2002síða 27
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 246 - 21. desember 2002
Nr. 246 - 21. desember 2002
53
KROSSORÐ
J. M. Johannesen
Brúgv 13
530 Fuglafirði
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin
2. januar 2003. Vinnarin verður saman við loystu gátuni
kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin 3. januar 2003.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
325
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: VETRARMAGN
Framhald av síðu 35
aði sær sína fyrstu nót til
miðskeiðis í sekstiárunum.
Um summarið verður roynt
við gørnum, tí tá stendur
sildin ikki so tøtt. Men
hetta er besta tíðin við
nótini.
Í summar var annars
ógvuliga nógv sild inni á
Skálafjørðinum.
– Samanumtikið er hetta
besta vikan hjá okkum í
nøgd nakrantíð, sigur hann.
Alt til ídnað
Joen Jacob fýlist á, at
føroyingar ikki vilja vitað
av føroysku sildini, sum
tískil at kalla øll endar á
Havsbrún, har hon fer til
ídnað fyri 1 kr. fyri kg.
Hann vísir á, at í krígs-
tíðini var sild so høgt í met-
um í Føroyum, at onkuntíð
noyddist tú av við eina
krónu fyri sildina.
– Hesa tíðina av árinum
er sildin vanliga ikki so
feit, men hetta er góð sild,
og tann stóra sildin er feit.
Einar 5-6 sildir fara til
hvørt kilo, og tað merkir, at
nú vit skriva ár 2002, fara
5-6 sildir fyri eina krónu!
So, prísurin er lítið at tosa
um, leggur hann aftrat.
Onkur
útróðrarmaður
keypir sild til hummaraagn
og gágguagn, og í vikuni
gjørdi fiskavirkið, Valhalla
á Toftum, eina roynd at
senda eina minni nøgd av
sild av landinum.
– Eg veit ikki, hvussu
hetta hevur eydnast, tí vit
hava einki frætt aftur enn,
sigur Joen Jacob.
– Tað vísir seg, sigur
hann, at sildin kann ikki
seljast til matna, tí hon er
føroysk - sjálvt um hetta er
besta sild av verðini!
Og kortini keypa og eta
føroyingar hópin av út-
lendskari sild í gløsum...
Joen Jacob heldur, at tað
er ein stór og vanærilig
skomm fyri okkum føroy-
ingar, at sildin, sum kemur
livandi uppá land, ikki
kann seljast til matna í
Føroyum.
– Nakrar dagar herfyri
var ein svenskur fiskakeyp-
ari í Føroyum, og hann
vildi eisini hitta meg.
Ørindini hjá honum vóru at
keypa hummara. Maðurin
var heilt forfardur, tá ið
hann frætti, at sildin, sum
veidd verður inni á Skála-
fjørðinum, at kalla øll
endar á Havsbrún - og ikki
sum
matfiskur,
tá
ið
føroyingar kortini keypa og
eta nógva matsild. Sviin
segði seg ikki hava hoyrt
nakað so galið, sigur hann.
Sum skilst á Joen Jacob,
kemur sviin aftur hendan-
vegin í januar, og tá er hann
hugaður at tosa um sildina.
Misti fiskiloyvið
Sjeytiára gamli, Joen Jacob
Johannesen sigldi sum
ungur, men hevur allar
sínar dagar fingist við bát.
Í mong ár hevur hann eisini
fiskað
hummara
við
rúsum, og hann hevur altíð
verið onkran útróðrartúr av
og á.
Men tá ið hann fylti 67,
tóku myndugleikarnir A-
fiskiloyvið frá honum, og
nú hevur hann bara fiski-
loyvi í bólki B, og har eru
eingir fiskidagar eftir.
Spurdur, um hann orkar
at gera hesar longu silda-
dagarnar, sum vara frá
morgni til myrkurs, tekur
hann til, at tað er "lysten,
som driver værket..."
Joen Jacob Johannesen
er
søldfirðingur,
men
føddur lambamaður. Bæði
foreldrini eru úr Lamba,
men hann var bert 4 ára
gamal, tá ið tey fluttu til
Søldarfjarðar at búgva.
Deksbáturin eitur eftir
einastu dóttrini, Katrin, og
tað er hon, sum eigur Han-
us, ið júst er liðugur á
fiskivinnuskúla í Klaksvík,
og er ógvuliga ágrýtin at
royna
eftir
sild
við
abbanum.
VALUTAKURSIR
USA
Dollarar
Bretland
Pund
Svøríki
Króna
Noreg
Króna
Sveits
Frankur
Ísland
Króna
Kanada
Dollari
Japan
Yen
Evra
19.12.02
722,7700
1159,6100
81,6200
101,9200
507,3500
8,7200
465,0800
5,9942
742,5000
Ultimo
november
748,0700
1161,2400
82,1000
101,9800
503,3300
8,6900
476,4600
6,1090
742,6100
Vika 51 – 18. des.
Vinnaratøl: 12 - 14 - 15 -
17 - 21 - 37
Eykatøl: 26 - 40
6 vinnaratøl:
3.508.860,- kr.
5 vinnarat.+ eykatal 370.895,- kr.
5 vinnaratøl:
5.145,- kr.
4 vinnaratøl:
129,- kr.
3 vinnaratøl:
41,- kr.
––––––––––––––––––––––––
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av møguligum villum
C
M
Y
K
53
52