Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 2002síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 246 - 21. desember 2002 Nr. 246 - 21. desember 2002 55 Mannamúgva tók ímóti jólamonnunum Mikudagin komu jólamenninir til Havnar. Ein av teimum kom við jólaskipinum, ein stóð á keiini og tók ímóti, meðan tann triðji lá og svav í einum lítlum húsum uppi í Grasagarði JÓLASTÁKAN Ingrid Bjarnastein Við jólaskipinum miku- dagin var ein jólamaður. Hann hevði júst verið í Nólsoy og vitjað børnini har úti. Tá hann kom í land í Havn, var teir báðir jóla- menninir, sum búgva á Húsareyni og Kirkjubør- eyni og tóku ímóti honum, saman við eini stórari mannamúgvu av børnum og vaksnum. GHM spældi jólaløg, meðan jólamenninir býttu karamellur og sleikisneisir út til børnini. Ætlanin var at fáa børnini at syngja við tá GHM spældi, men børnini hoyrdu als ikki jólamen- ninar syngja, so tað riggaði ikki rættiliga. Tá jólamennirnir vóru lidnir við at býta góðgæti út niðri í Vágsbotni, fóru teir víðari niðan í Grasagarð. Har lá ein annar jólamaður og svav í lítlu húsunum, sum har standa. Hann hevði eisini eina stóra goymslu av sleikisneisum og karamell- um til børnini. Har var eisini skipað fyri livandi krubbuspæli. Aftaná spældi GHM aft- ur í gongugøtuni, meðan jólamenninir gingu runt og góvu børnunum góðgæti. Frá Kunningarstovuni í Havn siga tey, at tey eru sera væl nøgd við tiltakið. Ein rúgva av fólki møtti upp, og saman fingu tey øll eina hugnaliga løtu. C M Y K 55 54 Leygardagin 21.12. kl. 1830 Leygardagin 21.12.kl. 2215 Sunnudagin 22.12. kl. 1830 Sunnudagin 22.12.kl. 2215 Mánadagin 23.12. kl. 1830 Mánadagin 23.12.kl. 2215 2. jóladag 26.12. kl. 1830 2. jóladag 26.12.kl. 2215 Fríggjadagin 27.12. kl. 1830 Fríggjadagin 27.12.kl. 2215 Leygardagin 21.12. kl. 1630 Leygardagin 21.12.kl. 1800 Sunnudagin 22.12. kl. 1630 Sunnudagin 22.12.kl. 1800 Mánadagin 23.12. kl. 1630 Mánadagin 23.12.kl. 1800 2. jóladag 26.12. kl. 1600 2. jóladag 26.12.kl. 1700 Fríggjadagin 27.12. kl. 1600 Fríggjadagin 27.12.kl. 1700 HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Leygardagin 21.12. kl. 2015 Sunnudagin 22.12.kl. 2015 Mánadagin 23.12. kl. 2015 2. jóladag 26.12.kl. 1900 Fríggjadagin 27.12. kl. 1900 Stórt úrval av DVD- filmum til sølu KOMANDI FILMUR Leygardagin 21.12. kl. 2245 Sunnudagin 22.12.kl. 2245 Mánadagin 23.12. kl. 2245 2. jóladag 26.12.kl. 2115 Fríggjadagin 27.12. kl. 2115 Frumsýning 2. jóladag 26.12. kl. 2330 Fríggjadagin 27.12. kl. 2330 HAVNAR BIO & BIO KIOSKIN HAVNAR BIO & BIO KIOSKIN ynskja viðskiftafólkum sínum eini gleðilig jól ynskja viðskiftafólkum sínum eini gleðilig jól