leygardagur 28. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 247 - 28. desember 2002
Nr. 247 - 28. desember 2002
3
Jørgin Niclasen lands-
stýrismaður provo-
kerar, tá hann ikki vil
góðkenna frágreið-
ingina hjá kanningar-
stjóranum, sum sigur,
at alt ikki er rætt farið
fram í hansara umsit-
ing. Tað heldur Heini
O. Heinesen, formað-
ur í landsstýrismála-
nevndini. Niður-
støðan hjá kanningar-
stjóranum er greið,
sigur hann
EMBÆTISFØRSLA
Ingi Rasmussen
Skeiv málsviðgerð og vant-
andi metingar í Fiskimála-
ráðnum hava ført til milli-
ónatap hjá landskassanum,
tá lán til tveir rækjutrolarar
vórðu løgd um.
Tað kann lesast í frá-
greiðingini hjá kanningar-
stjóranum Turið Debes
Hentze, advokati, sum eftir
áheitan frá løgtinginum
hevur kannað embætis-
førsluna hjá Fiskimálaráð-
num í sambandi við um-
løgd lán til fjarfiskiflotan.
Kanningastjórin staðfest-
ir samstundis, at tað er
Jørgin Niclasen, landsstýr-
ismaður við fiskivinnu-
málum, sum hevur ábygd-
ina av, at málsviðgerðin
ikki varð nøktandi og førdi
til tap hjá landskassanum.
– Niðurstøðan talar fyri
seg, sigur Heini O. Heine-
sen, formaður í landsstýris-
málanevndini, sum bað um
kanningina í síðsta løg-
tingskeiði.
Ósømiligt
Sjálvur
hevur
Jørgin
Niclasen landsstýrismaður
alment sátt iva um løg-
frøðiligar niðurstøður sum
hesar.
Tað hóvar als ikki for-
manninum í landsstýris-
málanevndini.
– Tað sømir seg ikki, at
landsstýrismaðurin
mót-
mælir, at skeivt er farið
fram, tá tað er niðurstøðan
hjá einum kanningarstjóra,
og tað er eisini skeivt, um
løgmaður letur standa til.
Um ongin viðgongur feilin
í Fiskimálastýrinum, so sær
tað ikki gott út, sigur Heini
O. Heinesen.
Hann vil kortini ikki siga,
hvat landsstýrismálanevnd-
in ger við málið, nú kann-
ingarstjórin hevur gjørt
sínar niðurstøður. Nevndin
skal hava eftirlit við, at
landsstýrið umsitur rætt
sambært
stýrisskipanar-
lógini,
men
Heini
O.
Heinesen heldur tað vera
skeivt av sær at fella nakran
dóm í málinum.
Provokerandi
– Okkara uppgáva er ikki at
vera dømandi. Vit leggja
málið opið fram, og so er
tað uppgávan hjá løgmanni,
landsstýri ella løgtingi at
gera av, hvørjar avleiðingar
málið fær. Men tað er
greitt, at tað er rættiliga
provokerandi móti einum
og hvørjum mótparti, um
landsstýrismaðurin
ella
løgmaður ikki vilja góð-
kenna niðurstøðuna hjá
einum kanningastjóra, sig-
ur Heini O. Heinesen.
Í løtuni sita umsitingar-
nar í Løgmansskrivstovuni
og Fiskimálaráðnum og
tulka frágreiðingina hjá
kanningarstjóranum
og
gera sínar egnu niður-
støður. Vil løgmaður ikki
skera ígjøgnum, og noktar
landsstýrismaðurin
at
leggja frá sær, so stendur
tað til løgtingið at gera av,
um misálit skal reisast móti
landsstýrismanninum. Eitt
slíkt uppskot um misálit
skulu vit ikki vænta kemur
frá Heina O. Heinesen ella
landsstýrismálanevndini.
Landsstýrismálanevndin
fer at viðgera málið um
embætisførsluna hjá Jørgin
Niclasen eftir nýggjár, tá
hon aftur hevur fund. Nú
skal løgfrøðingurin hjá
nevndini leggja málið fyri
nevndarlimirnar. Í nevndini
sita umframt Heina O.
Heinesen úr Tjóðveldis-
flokkinum, Kaj Leo Jo-
hannesen úr Sambands-
flokkinum
og
Jákup
Mikkelsen úr Fólkaflokk-
inum.
So veikur og so skerdur
í førleika hann var
og sera lítið verdur,
sum mannaeyga sær.
Ei beinini hann bóru
til barnaspæl og leik,
tey undan honum fóru,
og hondin var so veik.
Bert fýra ár á foldum
- ja, bert eitt lítið bil -
so hvíla undir moldum.
Hvat skuldi hetta til?
Man Gud mær kunna svara,
hvør meining var við tí.
Var lítli Torkil bara
til kvøl og sorg og stríð?
Tá slíkar kenslur troka
seg í mítt hjarta inn,
tað kennist sum ein toka,
sum myrkir sál og sinn;
tá vónloysi er bara
- um trúgvin ikki var -
hvør kundi tá mær svara
mítt hví, mítt hvat og hvar?
Men Gud mær hevur svarað:
"Hoyr, lítli Torkil var
eitt lán til tykkum bara,
nú hvílir hann hjá Mær.
Tann kærleiki, tit góvu,
av einglum borin varð,
og bønirnar, tit bóðu,
eg goymi her hjá Mær.
Tað var Mær angi søtur,
tann kærleiki, hann fekk,
um trongar tyktust gøtur,
og móti streymi gekk.
Eitt ævinleikans virði
í dýrum skálum goymt,
Eg takki tykkum fyri,
Eg havi einki gloymt."
Til fulnar ei vit skilja,
Gud hægri er enn so,
hvørt grasstrá og hvør lilja,
tey bera okkum boð
um vísdóm Hans, sum hevur
í orði sínum sagt,
at Hann ei blundar, svevur,
men altíð er á vakt.
Langt áður enn vit lógu
í móðurlívi smá,
Guds eygu okkum sóu,
Hann kendi okkum tá.
Hvørt kykt er í Hans hondum,
er Honum undirlagt,
í øllum heimsins londum
Hann hevur alla makt.
Tað veika ílat, skarðað,
Gud tók í sína hond,
hin dýra skattin kæra
bar heim á himnastrond.
Har dýrdarlikam bera,
so fullkomið og gott,
har einki ónt skal vera,
bert dagur - eingin nátt.
Harry
Til minnis um Torkil Dalbúð
Sunnudagin bórust boðini
um, at Maria Tróndarson í
Havn var deyð, einans 38
ára gomul. Maria var úr
Havn, dóttir Trónd Trónd-
arson úr Skálavík og Doris
f. Blåsvær av Argjum.
Maria var lærari, hon tók
læraraprógv á Føroya Lær-
araskúla í 1988, og árið
eftir fór hon í starv sum
lærari á Venjingarskúlan-
um, har hon hevur verið
síðani.
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdist Maria sjúk. Hóast
hon var komin fyri seg
aftur, so tók sjúkan seg
uppaftur – og so meint, at
hon doyði í heiminum
síðsta sunnumorgun.
Maria átti trý børn,
Rannvá, Trónd og Tórald,
sum eru ávikavist 16, 14 og
8 ára gomul.
Eyðkent var blíða smílið
og lætta lyndið hjá Mariu.
Hon var nógv avhildin,
bæði sum lærari, starvs-
felagi og sum menniskja.
Tað vísti eisini tann stóri
skari, sum í og rundan um
Vesturkirkjuna fylgdi henni
til jarðar annan jóladag.
Maria Tróndarson
farin
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum,
ið gleddu meg á 80 ára degnum 14.10.
Blíðar heilsanir og gleðilig jól.
Oddvør Hermansen
Tvøroyri
Niðurstøðan talar fyri seg
Tað er rættiliga provoker-
andi, um landsstýrismaðurin
ella løgmaður ikki vilja
góðkenna niðurstøðuna hjá
kanningastjóranum, sigur
Heini O. Heinesen
Tá landsstýrismað-
urin við heilsumál-
um, Bill Justinussen,
fyrr í mánaðinum var
á vitjan á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, slapp
hann at hyggja
gjøgnum lúkuna inn
á skurðstovuna, har
tey júst vóru í ferð við
at skera fyri æðra-
knútar
MANGT OG HVAT
Rúna Sivertsen
Tað er mangt og hvat, ein
landsstýrismaður má leggja
oyru og eygu til. Um lands-
stýrismaðurin við heilsu-
málum, Bill Justinussen,
hevur nakað skil fyri æðra-
knútum, sigur søgan einki
um. Men tá hann tann 5.
desember var á vitjan á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi,
slapp hann at hyggja inn
gjøgnum lúkuna á skurð-
stovuni, har tey júst vóru í
ferð við eina slíka skurð-
viðgerð.
Á myndini sær lands-
stýrismaðurin nakað for-
fardur út, men tað er heldur
ikki hvønn dag, tú ert
áskoðari til eina skurðvið-
gerð.
Nú fíggjarlógin varð
samtykt beint fyri jól, mátti
Bill lata sær lynda, at játt-
anin til heilsuverkið gjør-
dist 12 milj. kr. minni, enn
landsstýrismaðurin hevði
biðið um.
Hjá landsstýrismannin-
um er bara eitt at gera; at
líta frameftir og halda eitt
vakið eyga við, at játtaninar
fyri
komandi
fíggjarár
koma at halda.
Nú er at hyggja
frameftir
Ert tú landsstýrismaður,
mást tú tola eitt sindur av
hvørjum. Bill Justinussen,
landsstýrismaður við
heilsumálum, sá eitt sindur
heitt tikin út, tá hann slapp
at hyggja inn á
skurðstovuna, meðan skorið
varð
Mynd Rúna Sivertsen
NÝGGJÁRSHALD
Nýggjársnevndin í Runa-
víkar Kommunu skipar
aftur í ár fyri felags nýggj-
árshaldi fyri íbúgvunum í
kommununi.
Byrjað verður kl. 23.30
við kyndlagongu frá Rókini
og inn á nýggja havnar-
økið. Nýggjársrøðan verð-
ur hildin á miðnátt og stóra
bálið verður tendrað. Har-
umframt verður skipað fyri
felagssangi, og fólk fáa
høvi til at skjóta egið fýr-
verk.
Nevndin heitir á fólk um
at brúka trygdarbrillur og
stativini, ið verða sett upp
til endamálið.
Orkestrið Brak, sum er
samansett av lokalum tón-
leikarum, spælir til nýggj-
ársdans í Ítróttarhøllini í
Runavík kl. 01.00.
Ætlanin er at gera eitt
sindur burturúr fyri at fáa
høllina so hugnaliga sum
gjørligt.
Nýggjárshald í Runavíkar
Kommunu
C
M
Y
K
3
2