leygardagur 28. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 247 - 28. desember 2002
Nr. 247 - 28. desember 2002
5
– Strandferðslan má
ikki sleppa at hækka
prísirnar á ferða-
seðlum. Tvørturímóti
skal tað verða bíligari
at brúka Strand-
ferðsluna, heldur
Sambandsflokkurin
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Strandferðslan má ikki
sleppa at hækka prísirnar á
ferðaseðlunum.
Tað heldur í hvussu so er
sambandsflokkurin.
Flokkurin
tekur
ikki
undir við ætlanini hjá
Strandferðsluni og Vinnu-
málastýrinum um at hækka
prísirnar á ferðaseðlunum
hjá Strandferðsluni.
Tí fer flokkurin nú at
leggja uppskot fyri Løg-
tingið, sum í fyrstu syftu
hevur til endamáls at forða
Strandferðsluni at hækka
prísirnar á ferðaseðlunum.
Í ørðum lagi fer flokkurin
at royna at fáa Løgtingið at
samtykkja, at tað skal verða
bíligari hjá teimum allar-
flestu at sigla við skipunum
hjá Strandferðsluni.
Nú eitt nýtt ár byrjar, er
tað annars ætlanin, at prís-
irnir hjá Strandferðsluni
skulu hækka eini 15% frá
fyrst í komandi ári.
Enn er ikki greitt, um
príshækkingin kemur í gildi
1. januar, men tað verður í
hvussu so er fyrst í árinum
og tilsamans verður roknað
við, at príshækkingin fer at
gera Strandferðsluni eina
eyka inntøku uppá seks
milliónir krónur.
Hetta verður hildið at
vera neyðugt fyri at Strand-
feðslan kann halda játtan-
ina uttan at lækka tænastu-
støðið munandi.
Royn aftur
Men hetta vil sambands-
flokkurin ikki góðtaka.
Alfred Olsen, tingmaður
fyri flokkin, sigur, at flokk-
urin fer tí sum skjótast eftir
nýggjár at leggja uppskot
fyri løgtingið um at forða
fyri at at prísirnir hækka.
Sambandsflokkurin hev-
ur fyrr lagt uppskot fyri
Løgtingið um prísirnar hjá
Strandferðsluni, men ta
ferðina kom onki burturúr
við tað, at bara andstøðan
atkvøddi fyri.
Eftir
tí
uppskotinum
skuldi ferðaseðlarnir á øll-
um leiðunum hjá Strand-
ferðsluni kosta tað sama og
teir skuldi ásetast eftir
teimum bíligaru leiðunum.
Sostatt skuldi ein vanlig-
ur ferðaseðil kosta einar 30
krónur og ein persónbilur
skuldi kosta 80 krónur.
Hetta hevði gjørt tað
munandi bíligari at siglt
ímillum Suðuroynna og
Havnina, tí har kostar ein
vanligur
ferðaseðil
70
krónur og ein persónbilur
kostar 120 krónur.
Alfred Olsen sigur, at nú
fer Sambandsflokkurin at
laga hetta uppskotið til og
at leggja tað fyri Løgtingið
einaferð afturat.
– Í fyrstu atløgu fara vit
at royna at forða fyri at
Strandferðslan sleppur at
hækka prísirnar. Men í øðr-
um lagi fara vit eisini at
skjóta upp at prísirnir á øll-
um leiðum hjá Strand-
ferðsluni skulu kosta tað
sama.
Alfred Olsen sigur, at
príshækkingin hjá Strand-
ferðsluni rakar eina og
aleina tey, sum búgva í út-
jaðaranum í Føroyum, tey,
sum búgva í Suðuroy, í
Sandoy og í teimum smáu
útoyggjunum. Men tey,
sum búgva í miðstaðar-
økinum, verða als ikki
nervað av tí.
– Tí rakar hetta ógvuliga
skeivt og er í andsøgn við
tann útoyggjapolitikk, sum
Samgongan sigur, at hon
hevði ætlað at føra.
Tí vónar hann eisini, at
fáa undirtøku frá onkrum í
samgonguni til uppskotið,
so at tað verður samtykt í
Løgtinginum til frama fyri
útjaðaran í Føroyum - Ikki
minst nú samgongan sigur
set hava sett økismenning í
hásæti og hevur enntá sett
fulltrúa at arbeiða við
útjaðaramálum.
Kostar onki
Løgtingsmaðurin úr Eyst-
uroynni væntar ikki, at
hetta fer at vera eitt fíggj-
arligt bakkast fyri Strand-
ferðsluna.
– Vit vita, at tá í ferða-
møguleikarnir batna, fara
fleiri fólk at ferðast. Tí ivast
vit heldur ikki í, at hetta fer
at føra til, at fleiri fólk fara
at ferðast og tí vænta vit
ikki, at tað fer at kosta
Strandferðsluni nakað.
– Og harafturat verður
nøgdin við tænastuna hjá
Strandferðsluni størri, tí
tænastan fer at batna.
Á heysti í 2004 fáa suð-
uroyingar nýggja ferju og
Alfred Olsen ivast ikki í, at
lækka prísirnir á ferðaseðl-
unum fer tað at føra til, at
nógv fleiri fólk fara at ferð-
ast til og úr Suðuroynni, tí
tá hava tey ráð at ferðast.
Og tað heldur hann eisini
hevði verið ein stórur fyri-
munur fyri trivnaðin í oynni
og so er eisini nakað vunn-
ið.
Men hinvegin heldur
hann eisini, at tað er onki
ónatúrligt, at tað kostar eitt
sindur fyri landskassan at
varðveita ferðasambandið
við útjaðaran og at landið
tískil betalir eitt sindur til
tað endamálið.
Nú um dagarnar varð
ein sandvíkingur
heitur um skallan, tá
ið hann fann ein
løgnan reka á
sandinum í Sandvík
REKI
Áki Bertholdsen
Nú eru tað ikki so mong,
sum leita eftir reka longur,
tí nú á døgum hevur tað
ikki sama týdning sum fyrr,
tað sum kundi reka á land
eftir pálandsvind.
At leita eftir reka vóru
heldur
ikki
beinleiðis
ørindini hjá einum sandvík-
ingi, sum fór sær ein túr
eftir sandinum nú ein
dagin.
Ikki tí, útlitini fyri at
finna okkurt forvitnisligt
skuldu avgjørt verið til
staðar, nú tað hevur verið
rættilig nógv eysturætt og
hann hevur hevur ligið tráð-
ur inn ígjøgnum fjørðin við
rættiliga nógvum vindi í
fleiri vikur.
Og snýttur varð hann so
sanniliga ikki, tí tað, sum
hann fann, man vera av
sjáldsamastu rekum, sum
eru funnir her á landi.
Sum hann gekk í øðrum
tonkum sá hann brádliga
eitt bein stinga upp úr sand-
inum. Hetta var eitt konu-
fólkabein í brúnum svarta-
skógvi við væl bundnari
lissu og nylonsokki.
Sandvíkingurin við-
gongur, at tá ornaði hann
um skallan, men hann legg-
ur afturat, at hann mátti
manna seg upp at vita, hvat
hetta var fyri nakað.
Tá ið hann so kannaði tað
nærri vísti tað seg tíbetur at
vera eitt gjørt bein til
onkran, sum hevur mist
beinið.
Men tað gjørdi ikki
støðuna frægari í fyrstu
syftu, tí nú mátti hann eis-
ini vita um hann fann nak-
að, sum »hoyrdi til«, sum
hann málber seg. Men har
var onki at finna og lættur
um hjartað stevndi hann
heimaftur.
Skal verða bíligari at
sigla við Strandferðsluni
Mangt undarligt kann reka á land
Mangur undarligur reki kann vera at finna, men hesin rekin,
sum ein sandikingur fann herfyri, er av teimum heilt sjáld-
samu. sum hann gekk á sandinum í øðrum tonkum, gekk
hann seg fram á hetta konufólkabeinið
Sambandsflokkurin fer at gera tað, sum hann kann fyri at forða fyri, at prísirnir á ferðaseðlum hjá Strandferðlsuni hækka, soleiðis
sum ætlaniner. Men flokkurin vil harafturat, at prísirnir á summum rutum skal lækka
Eingin jólagáva
megnaði sum Landa-
strok at savna føroy-
ingar á jólum. Spælið
varð útselt eftir tíggju
døgum, og hóast
onkur sigur seg hava
funnið villur í svar-
unum, so lata fólk
sera væl at. – Føroysk
viðurskifti eru
sjálvandi meira
viðkomandi fyri
føroyingar, sigur
Hentzar Steingríms-
son, sum hevur gjørt
Landastrok
VÆLEYDNAÐ SPÆL
Theodor E. D. Olsen
Ofta verður sagt, at jólini
eru høgtíðin, tá familjan
savnast, og í ár gjørdi ser-
liga ein maður sítt til at
savna alt Føroya fólk rund-
an um stovuborðið. Vit tosa
sjálvandi
um
Hentzar
Steingrímsson, sum stutt
fyri jól sendi spælið Landa-
strok á marknaðin, og sum
hevur fingið føroyingar at
hugna sær við spurningum
allar jóladagarnar.
– Eg hevði varhugan av,
at spælið fór at verða væl
umtókt, men eg varð púra
paff av, at tað bleiv útselt
eftir 10 døgum, sigur
Hentzar.
Hann hevur í fleiri ár
spælt sær við tankanum um
at gjørt eitt tílíkt spæl og
hevur tað seinasta árið
arbeitt miðvíst við at gera
Landastrok til veruleika.
Hentzar
hevur
sjálvur
skrivað allar spurningarnar,
sum eru flokkaðir í seks
kategoriir, og hann gjørdi
eisini fyrsta uppskotið til
spæliplátuna, sum er eitt
føroyakort. Byrjað verður í
Fugloy, síðani verður farið
vestureftir, og tann, sum
fyrst
kemur
suður
til
Sumbiar, hevur vunnið
spælið. Sera misjavnt er,
hvussu nógva tíð fólk brúka
um spælið. Til ber nevni-
liga bæði at spæla sum ein-
staklingar og sum bólkur
ímóti bólki, og tá er ymiskt,
hvussu drúgt spælið kann
blíva. Tað skjótasta Hentzar
veit, at nakar hevur ferðast
kring landið við Landa-
stroki, er ein tími, men tá
skal ein eisini vera serliga
kringur í øllum sløgunum
av spurningum, sum m.a.
eru mentan, ítróttur, náttúra
og almenn vitan.
Eftir at hava gjørt spurn-
ingar og spæliplátu, vendi
Hentzar sær til Hannis Eg-
holm, sum hevur endaliga
hevur sniðgivið spæliplát-
una. Harafturat hava Hanus
A. Samuelsen, Steingrím
Niclasen, Zakarias Wang,
Hans Holm, Svenning Tau-
sen og Súni Merkistein
rættlisið og kannað spurn-
ingar og svar.
Meira viðkomandi
Hentzar Steingrímsson sig-
ur seg bara hava fingið
positivar
reaktiónir
frá
fólki, og eisini fólk, sum
vanliga ikki plaga at spæla
tílík spøl, lata væl at.
Orsøkina til hetta metir
Hentzar vera, at Landastrok
snýr seg um Føroyar og
føroysk viðurskifti, og er tí
meira
viðkomandi
enn
útlendsk spøl.
Og áhugin má sigast at
hava verið stórur. Landa-
strok varð prentað í 3000
eintøkum, og eftir at tað
frættist, at tað var útselt,
hava fleiri ringt til Hentzar,
og spurt, um ikki okkurt
eintak av Landastroki var
eftir.
Enn er tó støða ikki tikin
til, um fleiri eintøk verða
prentað, ella um ein nýggj
útgáva
av
Landastroki
verður gjørd. Hentzar við-
gongur, at hann sjálvandi
hevði latið gjørt fleiri ein-
tøk, um hann visti, at slíkur
gravgangur fór at verða
eftir spælinum.
Men sum hann sigur, at
høvdu 5000 eintøk verið
gjørd, so hevði triðja hvørt
húski í Føroyum átt eitt ein-
tak av spælinum, og tað
hevði hann ikki roknað við
frammanundan. Slík spøl
eru nevniliga ikki bílig at
prenta, og tí heitti Hentzar á
Føroya Tele, Smyril Line,
Føroya Shell, Føroya Bjór
og Føroya Sparikassa um at
stuðla spælinum. Aftur fyri
fingu fyritøkurnar sítt navn
á svarkortini inni í spælin-
um, og tann møguleikan
lótu tær ikki fara afturvið
borðinum.
Villur millum svarini
Men hóast Landastrok man
vera tann jólagávan, sum
eina mest setti dagsskránna
um jólini og savnaði fólk,
so er spælið ikki heilt lýta-
leyst.
2880 spurningar eru í
spælinum, men tó hevur
onkur funnið svar, sum ikki
eru røtt, og hesum veit
Hentzar av. Hann sigur, at
teir gjørdu sítt besta, men
avgjørdu, at hóast onkur
hendinga villa óivað fór at
stinga seg upp millum teir
mongu spurningarnar, so
mátti arbeiðast til eitt
punkt, har ein kundi liva
við úrslitinum og senda
spælið til prentingar. Hann
leggur afturat, at hann
ongantíð enn hevur spælt
eina útgávu av Trivial
Pursuit, har eingin feilur
var í, og tí er torført at
sleppa undan slíkum.
Men Hentzar Steingríms-
son er fegin um, at Landa-
strok var tann jólagávan,
sum flest fólk savnaðust og
tosaðu um á jólum í ár.
Bøkur o.a. kunnu nevniliga
verða góðar gávur, men
kunnu sum oftast bert
lesast av einum í senn. Spøl
sum Landastrok savna har-
afturímóti, og á jólum í ár
savnaði Hentzar og Landa-
strok alt tað føroyska húsk-
ið líka úr Fugloy til Sum-
biar til jólahugna og spurn-
arkapping.
Landastrokið sum øll vildu eiga á jólum
Hentzar Steingrímsson, sum hevur gjørt Landastrok. Rættiligur gravgangur hevur verið eftir hesin nýggja føroyaspælinum, og
stigtakarin kundi óivað sloppið av við nógv fleiri enn tey 3000 eintøkini, sum eru prentað
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4