Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 247 - 28. desember 2002 Nr. 247 - 28. desember 2002 7 – Eg vil siga, at tað hava ongar veruligar samráðingar verið við Føroya Reiðara- felagið, síðan Jákup Sólstein gjørdist formaður í felagnum, sigur Ellintur M. Abrahamsen SÁTTMÁLASTRÍÐ Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen, heldur lítið um tær samráð- ingar, sum verið hava við Føroya Reiðarafelag, síðan Jákup Sólstein gjørdist for- maður í reiðarafelagnum fyri umleið 10 árum síðan. – Eg vil siga, at tað hava ongar veruligar samráðing- ar verið millum feløgini í hesum tíðarskeiði, tí alt, sum vit hava lagt fram hesi árini, er feiðað av borðinum av formanninum, Jákupi Sólstein. Ellintur heldur, at tað, sum brennur heitast hjá reiðarafelagnum í stríðnum millum feløgini, er eyka- parturin hjá 2. stýrimanni, sum var ein partur av sem- ingsuppskotinum seinast. – Her heldur reiðarafel- agið uppá, at talan er um ein skrivifeil í undirskriv- aða sáttmálanum, at 2. stýrimaður við nótaskipum fær ein hálvan part eyka í staðin fyri ein fjórðings- part. Men hetta halda vit ikki er rætt, tí hetta var eitt av okkara krøvum við sein- astu samráðingar. Jákup Sólstein hevur sagt, at hálvi eykaparturin er órættvísur mótvegis Fiskimannafel- agnum og Maskinmeistara- felagnum, men Fiski- mannafelagið hevur ongar eykapartar, og hjá Maskin- meistarafelagnum eru hesi viðurskifti komin uppá pláss. Ellintur heldur ikki, at Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag hevur nakra orsøk til at geva eftir mótvegis reiðarafelagnum og fer at halda fast um verandi krøv. Í dag hevur felagið hjá skiparum og navigatørun- um aðalfund, og tá verður aktuella sáttmálastøðan náttúrliga eitt av umrøðu- evnunum. Skipini liggja At kalla allur fiskiflotin er raktur av verkfallinum utt- an tey fáu skip, sum ikki eru heima nú um jóla- og nýggjárshalguna. Skip, sum eru til fiskiskap, eitt nú langfaraskip, hava sam- bært sáttmálanum ikki skyldu til at bróta túrin av. Ellintur sigur, at felagið gav garnaskipunum, sum høvdu gørn standandi, tá ið verkfallið varð lýst, 18. desember, loyvi til at draga gørnini, tí felagið helt onga meining vera í, at gørnini vórðu standandi, til sátt- málakreppan er loyst. – Vit hildu tað vera skeivt at lata gørnini standa og fiska, meðan stríðið er, tí tað gongur útyvir fiska- stovnin, sigur hann. Eingin gongd er í sam- ráðingunum í løtuni, og Ellintur M. Abrahamsen sigur seg slett ikki duga at meta um, hvussu drúgt hetta stríðið verður. Soleingi, Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag og Føroya Reiðarafelag ikki eru samd um samráð- ingargrundarlagið, gerst einki SÁTTMÁLASTRÍÐ Vilmund Jacobsen Sum kunnugt, slitnaðu samráðingarnar millum Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag øðrumegin og Før- oya Reiðarafelag hinumeg- in, 18. desember. Verkfall er, og meginparturin av fiskiflotanum liggur. Stríð- ið snýr seg um nýggja sátt- málan fyri yvirmenninar umborð á føroysku fiski- skipunum. Hóast semings- maður var komin uppí sam- ráðingarnar, bar ikki til at fáa nakra semju, tí partarnir vóru enn ikki samdir um sjálvt samráðingargrundar- lagið. Tað var Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum segði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp at fara úr gildi, 1. desember 2002. Sáttmálin umfatar skiparar og stýrimenn við øllum fiskiskipum. Í fyrsta lagi vóru tveir fundir millum partarnar. Á fyrra fundin- um legði Føroya Skipara- og Navigatørfelag síni krøv fram, og á seinna fundinum legði Føroya Reiðarafelag síni tilboð og krøv fram. Á seinna fundinum boðaði felagið hjá skiparum og navnigatørunum frá, hvat felagið kundi góðtaka, og hvat teir ikki kundu góð- taka. Broytti sáttmálan Føroya Reiðarafelag segði seg ikki vilja samráðast uttan so, at FSN frásegði sær sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir, 12. januar 1999. FSN skuldi vátta, at felagið vildi góðtaka at samráðast út frá einum broyttum sáttmála - sum varð er broyttur eftir, at hann upprunaliga varð undirskrivaður við seinastu samráðingar. - Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður í 1999, vórðu umfatandi broytingar gjørdar. Tí spurdu vit, um tað ikki kundi lata seg gera at rætta sáttmálan, um okkurt var komið skeivt fyri, men hetta vildi sem- ingsstovnurin ikki hoyra talan um. Ellintur M. Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur, at nakrar dagar seinni komu kortini boð frá semings- stovninum um, at onkrar broytingar vóru gjørdar, tí mistøk vóru gjørd í skriv- aða tekstinum. - Men hvørki semings- stovnurin ella reiðarafel- agið tosaði við okkum um hesar broytingar. Úrslitið gjørdist, at reiðarafelagið fór at gjalda eftir tí broytta sáttmálanum. Hetta endaði við sakarmáli, har vit kravdu semingsstovnin dømdan at viðurkenna, at ein sáttmáli, sum er undir- skrivaður, kann ikki broyt- ast. FSN fekk viðhald í frá Føroya Rætti og bað tískil Reiðarafelagið boða limum sínum frá, at gjaldast skuldi eftir undirskrivaða sáttmál- anum. Men tað broytti ikki støðuna, og krav liggur nú inni um, at Reiðarafelagið skal gjalda sambært tí, sum er undirskrivað. Ellintur vísir á, at eitt, sum Reiðarafelagið broytti, var eykaparturin hjá 2. stýrimanni við nótaskipum undir 1500 BRT. Fyrr fingu hesir 1/4 part eyka, men í sáttmálanum, sum gjørdur varð, 12. januar 1999, er eykaparturin hækkaður til 1/2 part. Av søluvirðinum – Um aðrar eykapartar stendur í undirskrivaða sáttmálanum, at teir skulu roknast av søluvirðinum, men reiðarafelagið vil hava, at tað skal vera av av- lopinum, soleiðis at út- reiðslurnar skulu dragast frá frammanundan, sum gjørt hevur verið framman- undan. - Nú vit koma aftur til samráðingar, krevur Reið- arafelagið, at vit skulu sam- ráðast út frá sáttmálanum við tí broyttu orðingini og ikki útfrá sáttmálanum, sum er undirskrivaður. Tað kann felagið ikki góðtaka. Tí boðaðu vit reiðara-fel- agnum frá, at slepti felagið ikki kravinum, var ongin møguleiki at koma longri við samráðingunum, og at tað tí varð neyðugt at senda boð eftir semingsmannin- um. Semingsmaðurin varð boðsendur og longdi sátt- málan nakrar dagar, men 18. desember lýsti so Før- oya Skipara- og Navigatør- felag verkfall, tí partarnir kundu ikki semjast um sjálvt samráðingargrundar- lagið, og tá er ikki nógv hjá semingsmonnunum at taka sær fyri. Føroya Skipara- og Navigatørfelagið vil eisini hava greiði á nøkrum við- urskiftum, eitt nú í teimum førum, har fiskur verður frystur umborð. Somuleiðis er sáttmálin við Norðborg ongantíð fingin í lag, og tað vil felagið hava nú. Felagið vil eisini hava ymisk viður- skifti nótabátunum broytt. - Hetta er fyri ein part afturvendandi krøv, men summi mál eru so gomul, at tey mugu fáast í rættlag nú, sigur Ellintur Abrahamsen. Fiskiflotin liggur svínabundin Ber ikki til at samráðast við Jákup Sólstein – Eg dugi slett ikki at meta um, hvussu drúgt hetta stríðið kann gerast, sigur Ellintur M. Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Meginparturin av fiskiflotanum liggur, nú sáttmálastríð er millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag. Mynd: Rúna Sivertsen. Dagur og vika savnar helvtina av føroying- um framman fyri skíggjan hvørt kvøld. Undirhaldssendingar nar eru ikki heilt so væl umtóktar, men ein hyggjarakanning prógvar, at skal sjón- varpinum verða lív lagað, so er føroyskt tilfar einasti vegurin fram KANNING Ingi Rasmussen Føroyingar elska føroyskt sjónvarp. Um sendingarnar eru føroyskar væl at merkja. Tað vísa úrslitini frá einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sjónvarp Føroya. Tølini byggja á tvær hyggjarakanningar. Onnur varð gjørd somu vikuna, sum vetrarskráin byrjaði, tað er 15.-21. september, og hin varð gjørd 11.-16. no- vember. Kanningin vísir, at tað eru føroysku sendingarnar, sum draga fólk til Sjónvarp Føroya, meðan tær út- lendsku sendingarnar sum heild liggja langt undir í hyggjaraáhuga. Føroyskt vinnur Dagur og vika er enn sum áður flaggskipið hjá SvF, ið siglir frá øllum hinum. Sambært kanniningin hyggja umleið helvtin av føroyingum eftir Dag og viku hvørt kvøld. Onkran dag er talið heilt uppi á 60 prosentum, og tað munnu vera tøl, sum altjóða tíðindarásir hyggja langtandi eftir. Tað er eisini áhugavert, at fólk ikki tykjast at zappa aftur og fram, tá Johnsigurd Johannesen og Sigrún Brend vitja í stovuni. Gallup hevur eisini kannað, hvussu stóran part av send- ingini, fólk síggja. Og har sæst, at tey, sum tendra fyri sjónvarpinum, tá Dagur og vika er á skíggjanum, síggja sendingina á tamb. Áhugarvert er tað eisini, at útvið 5 prosent av føroy- ingum, ella 1.752 fólk, hugdu at teknmálstulkaðu tíðindasendingini í no- vember. Aðrar aktuellar sending- ar, so sum Breddin og Kjakið hava ikki havt heilt somu undirtøku sum Dagur og vika, men kortini hevur umleið fjórði hvør hyggjari sæð hesar sendingar í sep- tember og triði hvør í november. Væl dámt undirhald Stóra satsingin hjá SvF í vetur er spurnakappingin SATSA. Hon er løgd í bestu senditíð leygarkvøld og er ætlað at verða ein kapping fyri øll, har eisini hyggjarin kann luttaka í kappingini. Sostatt er mein- ingin, at hetta er sendingin, sum savnar familjuna Før- oyar um eitt felags tiltak. Um satsingin er eydnast, veldst um eygað, sum sær. Umleið 39 prosent søgdu seg hyggja at SATSA í november, meðan talið var góð 37 prosent í september. Eitt kvøld, tá útboðið er stórt á øðrum rásum, má sigast, at hetta er hampiligt, men kortini onki aftur- ímóti, hvat Dagur og vika ger við føroyingar. Borð um borð hevur verið ein onnur undir- haldssending á skránni hjá SvF í vetur, og sum frá leið stóð hon seg væl betur enn SATSA. Í september sá umleið triði hvør føroy- ingur sendingina, men talið hækkaði heilt upp í 45 prosent í november. Útlendskt tapir Tølini vísa sum heild, at Sjónvarp Føroya hevur stak góða undirtøku millum føroyingar. Samstundis kann staðfestast, at út- lendsku sendingarnar fáa nógv minni ans. Talið av hyggjarum kem- ur sjáldan upp um 10 pro- sent, og ein altjóða succes- røð sum Ally McBeal fekk bara vitjan av 3987 fólkum, ella 11,34 prosentum, tá hon varð send fyri síðstu ferð. Av tí útlendska eru tað mest sum bara onkur hiss- ini aktuell dokumentar- sending, ið fær hyggjara- tølini upp um tey 10 pro- sentini. Hinvegin er góði gamli Inspector Morse ikki at kimsa at, tí umleið fimti hvør hyggur at honum. Danski Olsen-bandin ber kortini prísin, tí 11145, ella sløk 32 prosent hugdu at seinasta kvettinum í november. Kanningin fær onki sagt um barnasendingarnar, sum Sjónvarp Føroya annars hevur gjørt nógv við síðsta árið, tí bara fólk yvir 15 ár eru spurd í kanningini. Hyggjarin tekur væl ímóti tilboð- num at síggja før- oyskar sjónvarps- sendingar umaft- ur, staðfestir Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri út frá einari Gallup- kanning. Frameftir fær hann seks hyggjarakanningar um árið at leggja programpolitikk eftir SJÓNVARP Ingi Rasmussen Føroyskar sendingar verða endursendar bæði eina og tvær ferðir í Sjónvarpi Føroya. Fleiri hava alment funnist at hesum poli- tikki, men atfinningar- nar verða gjørdar til skammar í einari hyggj- arakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri SvF. Sambært kanningini taka hyggjararnir væl ímóti tilboðnum at fáa fleiri høvi at síggja tær føroysku sendingarnar. Kanningin, sum varð gjørd í november, vísir, at í meðal 16,3% av øll- um føroyingum yvir 15 ár, ella 5640 fólk, hyggja eftir føroyskum sendingum, tá tær verða sendar aðru og triðju ferð. Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri sigur, at hann ikki hevur viljað gjørt viðmerkingar til nógvu atfinningarnar ímóti endursenda tilfar- inum. Men nú hevur hann fingið sjón fyri søgn, at tað loysir seg. – Sjónvarpsmynstrið í dag er øðrvísi enn fyri bert fáum árum síðan. Tá sat hyggjarin og hugdi, hvørja ferð okk- urt føroyskt kom á skíggjan, men tað kunnu vit ikki rokna við longur, tí tilboðini eru so nógv. Tí geva vit fólkum hendan møgu- leikan at síggja send- ingarnar aftur, og vit kunnu bara staðfesta, at fólk taka væl ímóti til- boðnum, sigur Mikkjal Helmsdal. Kanningin staðfesti eisini nógv av tí, sum vit longu vistu, og hon hevur ikki givið stjóran- um nakað óvæntað. Sjónvarp Føroya hevur stak góða undirtøku millum fólk, og tað fegnast stjórin sjálvandi um. – Hendan kanningin skal brúkast til at leggja programmpolitikkin eftur, og vísa hvar vit flóta. Hon vísir, at hyggjarin fyrst og fremst hevur áhuga í føroyskum tilfari. So- statt skulu vit satsa upp á føroyskt tilfar saman við útlendskum góðskutilfari, sigur Mikkjal Helmsdal. Einasta lítla vón- brotið í kanningini er, at sendingin SATSA ikki hevur fingið betri und- irtøku, tí nógv orka er løgd í ta sendingina. Hinvegin síggja tølini betri út, tá endursend- ingarnar verða tiknar við, tí tá liggur hyggj- arskarin oman fyri 50 prosent. – Uttanlands verður sagt, at um rating-talið er oman fyri 40, so eru tey væl fyri. Um sam- anborið verður við út- lendskar sjónvarpsrásir, so kunnu vit bara vera væl nøgd, sigur Mikkjal Helmsdal. Frameftir skulu seks hyggjarakanningar ger- ast um árið. Tær skulu vera eitt fast amboð hjá sjónvarpinum at leggja ætlanir eftir. Tað verður kanska serliga áhuga- vert, nú sjónvarpslands- lagið fullkomiliga er kollvelt. Sjónvarpsstjórin: Tað loysir seg at endursenda Vit elska føroyskt sjónvarp Áhugin fyri føroyskum sjónvarpi er stórur, staðfestir SvF-stjórin Mikkjal Helmsdal út frá Gallup-kanning. Hyggjarakanningar verða fast innbúgv á sjónvarpinum frameftir, so hann altíð veit, hvussu SvF stendur seg í kappingini um hyggjaran C M Y K 7 6