Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 247 - 28. desember 2002 Nr. 247 - 28. desember 2002 9 INTERNET Tíðindaskriv Internetveitarin TeleTech, sum í trý ár hevur veitt skjótt tráðleyst internet til privat og virkir, hevur í fleiri umførum gjørt kann- ingar hjá kundum sínum, um ynski teirra til ein ar- beiðsportal. Eftir hesar kanningar varð greitt, hvat ein slíkur portalur átti at innihildið, og heittu vit á fyritøkuna Tera í Saltangará um at útvikla ynski kund- ans til eitt gott arbeiðs- amboð. Tera setti Martin Antoniussen at útføra upp- gávuna. Fleiri av kundum Tele- Tech`s hava royndarkoyrt www.leita.fo, og hon er sið- ani snøggað til eftir ynski teirra. Úrslitið er eitt gott prógv um eitt felagsátak frá kundaskaranum hjá Tele- Tech. Í vikuni kom so nýggi ar- beiðsportalurin út á Inter- netið. Tað, sum er sermerkt við www.leita.fo, er, at allar funktiónir, sum vit øll leita eftir á ymsum heimasíðum, eru á somu síðu. Ikki kann sigast annað enn, at her er vunnið á tí trupulleika, sum tað er, at leita í blindum eftir portalum og heima- síðum o.l á ymsum síðum. E-post leitarin Á www.leita.fo kann leitast eftir e-posti hjá post.olivant.fo, hjá kallnet.fo og hjá teletech.fo á somu síðu. Einfalt og lætt! Lurta eftir útvarpi, sjón- varpi ella Løgtinginum Um kundin hevur eitt ynski um at lurta eftir Útvarpi Føroya ella síggja Sjónvarp Føroya, so er ómaksleyst at leita tað fram. Men summi fólk eru meira til politik enn onnur, og lurta tí møguliga eftir politiskum dundurtalum frá Torbjørn Jacobsen, ja so er møgu- leikin eisini her. Telefonnummur og Web- kamera À www.leita.fo er eisini møguleiki at leita eftir øll- um telefonnummurum í Føroyum, og ikki minst er møguleiki at »hyggja« eftir veðrinum í Klaksvík og í Havn við Web-kamera. SMS-boðsendarin SMS-boðini eru eitt av tí mest einfalda, sum www.leita.fo hevur gjørt, so her er eitt amboð til øll. Bjálkin Ein »bjálki« er ovast á síð- uni, sum hevur portalin olivant.fo og aðrar góðar portalar. Bløðini hava eisini fingið sítt ból á síðuni eins og kristiligar heimasíður hava fingið serliga stóra rúmd í bjálkanum. Undir- hald fyri ungdómin hevur »uppfinnarin« ikki gloymt, so nakrar síður eru til hansara í »bjálkanum« og í sjálvum innihaldinum Skráset ókeypis Ikki minst er eitt rútur niðast, har øll ókeypis kunnu skráset sína og aðrar heimasíður. Lýsingar Lýsingarprísurin á www.leita.fo er til ein hvønn pengapung - ring 317 265 ella fax 320 548. Sum Robert og tey í Sortudíki plaga at taka til: Tað er so nógv lættari… á www.leita.fo Løgreglan í Suðuroy sigur, at eisini har hevur verið sera friðarligt um jólini. Fyri jól kom eldur í eitt hoyggjhús í Vági. Talan var um eitt gamalt hoyggjhús, og eldurin var so mikið stórur, at húsið brendi í grund. 1. jóladag koyrdi ein ungur dronur út av í Trongisvági. Bilurin bleiv vrak, men drongurin slapp við smávegis snuddum. Helst var ov nógv ferð orsøkin til óhappið. Løgreglan í Eysturoynni hevði onki at gera um jólini, verður sagt úr Runavík. Dansur var í fleiri støðum í oynni, men allastaðni skikkaðu fólk sær væl. Tey vóru í góðum lag og hugnaðu sær í býnum langt út á náttina. - Tað hevur verið óal- mindiliga friðarligt her um jólini, sigur vakthavandi í Runavík. Løgreglan í Havn sigur, at tað hevur verið stak friðarligt um jólini LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen Sagt verður frá løgregl- uni, at jólini hava verið stak friðarlig. Nøkur vóru tó, sum ikki lótu bilin standa, hóast tey høvdu drukkið. Og fýra fólk fáa ein treytaðan dóm upp á koyrikortið orsaka av ov nógvari ferð. Ein hevði fingið ein lúsing og varð koyrdur á sjúkrahúsið, men hann var so ávirkaður, at við- komandi visti slettis ikki, hvat veruliga var hent. Og onkur smáveg- is herverk hava verið eisini, men tað hava fólk so ornað sínámillum. Á Velbastað hava leys- ir hundar gjørt seg inn á seyð. Tveir seyðir vórðu bitnir til avlívs, meðan fleiri aðrir vórðu skadd- ir. Eigararnir hava tó ornað viðurskiftini sínámillum. Vakthavandi á løg- reglustøðini upplýsir, at tað hevur verið eitt ótal av uppringingum um líkt og ólíkt. Summi ringja fyri at klaga, summi tí tey eru á ein ella annan hátt komin til skaða og tørva hjálp. Onnur ringja bert fyri at práta, tí tey sita einsa- møll og hava ongan ann- an at práta við, meðan uppaftur onnur bara ringja fyri at skelda. - Hóast gott veður var og nógv fólk var úti, so skikkaðu tey sær heilt væl um jólini, sigur vakthavandi. Hagtøl frá Bileftir- litinum vísa eina lækking í tølunum fyri skrásettum akførum í Føroyum AKFØR Solby A. Eliasen Bileftirlit Føroya hevur gjørt hagtølini fyri skrá- seting av akførum upp. Hagtølini vísa, at sam- laða skrásetingin av nýggjum og brúktum innfluttum akførum í 2002 var 2.490 akfør í mun til 2.503 akfør í 2001. Hetta er sostatt ein afturgongd upp á 13 akfør svarandi til 0,5 %. Harumframt er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum í 2002 398 í mun til 2001, tá talið var 500. Hetta er ein afturgongd upp á 20,4 %. Men havast skal her eisini í huga, at Bileftir- litið í 2002 er farið undir at skráseta prutl eisini. Onkur hevur tikið til, at føroyingar skifta bil sum onnur skifta hosur, og tølini hava verið støð- ugt vaksandi í fleiri ár, men nú letur til, at stígur er komin í. Staðfestast kann so í øllum førum, at færri bilar vórðu keyptir í 2002 í mun til 2001. So er spurningurin um hetta verður ein varandi gongd, ella um tað bert er komin ein fyribils stígur í. Hoyggjhús brendi í grund Friðarligt um jólini Færri akfør skrásett Tann einfalda byrjanarsíðan Restina av árinum ber til at siggja DR ókeypis hjá Canal Digital SJÓNVARP Heri á Rógvi Fyri danir í Suðurevropa og serliga Spania er ein rás kallað DR Sydeuropa stápl- að upp á beinini. Hendan rásin er at síggja hjá Canal Digital, og hon er ókeypis restina av árinum. Rásin vísir tað sama, sum DR1 vanliga vísir. Eftir nýggjár má gjaldast fyri rásina, og tá verður prísurin umleið 2.000 kr. fyri eitt ár. Í løtuni samráðist Tele- varpið um at fáa føroyska prísin longur niður enn hann hjá dønunum í Spania. Enn er óvist nær Tele- varpið kemur við Dan- marks Radio 1 og 2. Canal Digital kann bjóða rásirnar fyri ein prís, sum er nakað omanfyri 2.000 kr. Aksel Haraldsen, daglig- ur leiðari hjá Televarpinum, upplýsir, at teir samráðast ikki í løtuni við Danmarks Radio, men tað er leiðslan hjá Danmarks Radio, sum skal taka støðu til nakrar prinsipiellar spurningar. Hesir snúgva seg serliga um, hvussu sendinetið hjá Televarpinum skal uppfat- ast av reglunum hjá Dan- marks Radio. Higartil eru ongar greiðar reglur á økin- um. – Vit hava seinastu seks mánaðirnar generelt merkt ein lægri vøkstur í søluni í mun til undanfarin ár, men talan er ikki um nakra niður- gongd, sigur Niels Mortensen, stjóri fyri SMS SØLA Heri á Rógvi Seinnu árini hevur tað gingið við tí rúkandi ferð uppeftir í føroyska búskap- inum og við føroysku nýtsl- uni, men nógv bendir nú á, at vøksturin lækkar mun- andi. Seinnu tíðina hava vit hoyrt úttalilsir um, at vøkst- urin nú fer at minka, og samfelagshjólini aftur fara at mæla spakuligari. Jólasølan í ár vísir, at vøksturin er minkaður á nýtsluni. Men talan er kor- tini ikki um nakra niður- gongd. Niels Mortensen er stjóri fyri SMS, sum er størsta sølumiðstøð í landinum og eigur nakrar av størstu handlunum í landinum. Hann sigur, at teirra handlar hava merkt, at tann sami vøksturin, sum áður hevur verið at sæð, ikki ger seg galdandi longur. – Vit hava seinastu seks mánaðirnar generelt merkt ein lægri vøkstur í søluni í mun til undanfarin ár. Tendensurin er, at tað javn- ar seg meira út, og tað hava vit eisini sæð í jólasøluni. Men Niels Mortensen letur ógvuliga væl at søluni á jólum í ár. – Jólasølan kom seint ígongd, men hon hevur verið góð, og hon hevur nokk verið eitt lítið sindur størri enn undanfarna ár, sigur Niels Mortensen. Tendensurin er generellur á øllum økjum. Fyri handl- arnar í SMS er tað ymiskt, hvør vøksturin hevur verið, og tað ber illa til at geva eina neyva lýsing, sigur Niels Mortensen. Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu tað ber til, at jólasølan kom so seint ígongd. Finn Nielsen, stjóri fyri Føroya Keypssamtøku, sig- ur, at teir eisini hava merkt ein vøkstur í ár, og tað sama er galdandi í jólamánaðin- um. – Vit selja matvørur, og vit eru oftast ikki teir fyrstu, sum merkja, at fólk hava minni pengar millum hendurnar, sigur Finn Nielsen. Kenna stagnering Á Vøruhúsinum á Hjalla, sum eisini er ein av størstu handlunum í landinum, lata tey stak væl at jólasøluni. À Hjalla verður mangt og hvat selt, og klára fatanin á Hjalla er, at fólk hava meira pening um hendurnar, enn tey kanska høvdu fyri 5-7 árum síðani. – Tendensurin vísir eina lítla stagnering, sigur Birgir av Vollanum, deildarleiðari á Vøruhúsinum á Hjalla. Hjá teimum byrjaði jóla- sølan miðskeiðis í novem- ber, og hon hevur síðani vundið upp á seg. Áhugin at keypa størru og dýraru lutirnar er eisini til staðar, og hetta sæst ser- liga til síðst í keypstíðar- skeiðinum. Síðsta vikan Niels Mortensen vil ikki siga nakað um, hvussu nógv, teir selja fyri á jólum, men hann dylir ikki fyri, at talan er nógvir milliónir, sum skiftir hendur dagarnar undan jólum. – Tann síðsta vikan undan jólum er nógv tann besta í árinum, og vit hava nógva sølu tað mesta av desember mánað, men so minkar sølan nógv í januar og februar, tá fólk tykjast at halda aftur, sigur Niels Mortensen. Tað sama er galdandi fyri hinar handlarnar, vit hava tosað við. Vøksturin minkaður á jólasøluni Ókeypis DR Sølan av parabol- um gongur sum heitt breyð fyri tíðina, og rættilig kapping er millum veitararnar SJÓNVARP Heri á Rógvi Jólagávan til húski – síggja vit burtur frá Landastrok – hevur í stóran mun í ár verið parabol útgerð. Serliga í høvuðsstaðarøkinum hevur áhugin verið stór- ur. Rás Tórshavn er farið í søguna, og tí kenna nógv fólk í høvuðs- staðnum. Eftir hvat skilst er áhugin fyri parabolum og haldum hjá Canal Digital øgiligur. Onkur handil hevur ikki kunn- að fylgt við eftirspurn- inginum, sum hevur ver- ið í jólamánaðinum. Canal Digital hevur tikið kappingina upp við Televarpið í Føroyum. Canal Digital er m.a. komið við einum tilboði upp á móttakarar, sum uttan iva hevur styrkt teirra støðu á marknað- inum. Hóast vit hava staði- liga roynt, so hevur ikki eydnast okkum at fingið eina viðmerking frá Canal Digital. Tað ein- asta, vit hava fingið upplýst, er, at Canal Digital hevur merkt ein stóran áhuga og vøkstur í kundatali. 950 kundar Aksel Haraldsen, dag- ligur leiðari fyri Tele- varpið, upplýsti mána- morgunin, at talið av kundum hjá teimum var 950. Hetta eru tey hjá Televarpinum væl nøgd við. – Vit eru hvørki nakað jóla- ella stutttíðar- prosjekt. Talan er um eitt nýtt sendinet og nakað, ið fólk skulu venja seg við. Kundarnir eru fyri tað nógva í Havn, men teir eru eisini nakrir í Eyst- uroynni. Àvísir tekniskir trup- ulleikar hava verið, men hesar finnist væntandi ein loysn innan stutta tíð, metir Aksel Harald- sen. Hann nevnir, at teir fara at uppgradera mót- takararnar. Hetta arbeið- ið fara fólk kortini ikki at merkja tað nógva til, tí uppgraderingarnar verða gjørdar umvegis netið og krevja einki av fólki. Parabol í jólagávu Hugurin og miðlarnir at keypa nógv og gott inn til jóla bila einki. Men ábendingar eru um, at vøksturin minkar støðugt, og ein stagnering hómast Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 9 8