Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 247 - 28. desember 2002 Nr. 247 - 28. desember 2002 11 Jólini eru við at fara aftur um bak, og vit eru við at stíga inn í eitt nýtt ár. Kortini hoyrir gleðiboðskapurin um Jesus føðing ikki bara jólunum til. Hann er til okkum øll og til alla tíð. Tó er ymiskt, hvussu vit útleggja henda boðskap. Nettupp tí at hann er so stórur og fevnir so víða ber til hjá hvørjum einstøkum at ogna sær hann ella partar av hon- um. Her er so nógvur lívsvísdómur, næstrakærleiki og andaligt innihald, at gerandisdagurin røkkur ikki til, skulu vit fara niður í hvønn smálut og út í hvønn krók í kristni- boðskapinum. Men tað góða er, at vit bara við at ogna okkum ein part av honum gerast so nógv ríkari. Í jóla- blaðnum tosaðu vit við prest um kristniboðan og kom fram, at eitt tað størsta í boðskapinum, sum Jesus lat víð- ari til okkum, er dupulta kærleiksboðið: ger móti øðrum tað, tú vil hava, at onnur skulu gera móti tær! Í sama blað var sera viðkomandi grein um deyðarevsing. Forkvinnan hjá Amnesty nam í við mannarættindini í heiminum í dag og fanst at deyðarevsingini í USA serliga. Hóast landið altíð talar at, tá tað ræður um brot á manna- rættindini í øðrum londum, fremur hetta "Gods own country" størsta brotið á mannarættindini, ið finst og sum er í fullkomnari andsøgn við tað vit annars hoyra um í Jólaevangelienum, um næstrakærleika, virðing og tole- ransu. USA tekur menniskju av døgum fyri brotsverk tey hava framt. Hóast deyðarevsing ikki er fyribyrgjandi í sær sjálvum og hóast alsamt fleiri dømi eru um, at tey, sum verða dømd til deyðis, ikki fáa nóg góða advokathjálp og hóast mong av brotsverkunum verða framd av fólki, sum eru sosialt illa fyri sum samfelagið hevur slept uppá fjall, og hóast tey eru ungdómar og menningartarnað, er al- menni politikkurin at sleppa sær av við hesi fólk sum skjótast. Amnesty ger eitt veldugt arbeiði fyri at stegða deyðarevs- ing. Og tøkk skulu tey hava fyri tað. Broytingar hómast eisini so spakuliga í hugburðinum hjá amerikanarum. Tíverri hevur USA ein forseta, ið er ein av dyggastu tals- monnunum fyri deyðarevsing. Og vit eiga ikki at gloyma, at eitt tað mest óhugnaliga við framgongdini hjá Bush er tað vald hann hevur fingið at velja nýggjar dómarar í Hægstarætt. Staðið, har illa vardi og sosialt illa stæddi meinigi amerikanarin átti at kent sum sín seinasta skansa. Hesin evsti dómstólur, ið eigur at tryggja demokratisku rættindini hjá øllum borgarum uttan mun til kyn, aldur, trúgv, húðalit ella politiska áskoðan, er lutvíst í hondunum hjá einum av trúgvastu forsprákarunum fyri deyðarevsing og øðrum mannavondum tiltøkum. Við sínum meiriluta kann Bush velja sínar egnu dómarar í Hægstarætt og har- við tryggja, at hesin so týðandi stovnur, ið átti at verið tað nærmasta tú komst Guds lóg á jørð, kann vera amboð hjá einum snævurskygdum, ultrakonservativum og í mongum førum ómenniskjaligum hugburði. Hesin dómstólur, ið átti at verið fremsta verjan hjá smámanninum, tí útstoytta, teimum sjúku og neyðstøddu - og sum Jesus Pápi tók til sín og hjúklaði um - hann er nú bara eitt hent amboð hjá deyðarevsingarforsprákarum sum Bush. Vit mugu seta okkara álit á stovnar sum Amnesty og á tey, sum boða kristniboðskapin við at síggja upp til Jesus og tað hann lærdi og minti okkum á, eitt nú dupulta kærleiks- boðið, at tey halda fram við sínum menniskjaliga stríði ímóti deyðarevsingini. Tøkk til Amnesty fyri tykkara áhaldandi stríð fyri mannarættindum. Og tøkk til tey prædikufólk kring allan heim, sum vilja lata boðskap Jesusar um frið á jørð og í menniskjum góður tokki, í ein búnað, sum eisini er í samsvar við okkara tíð - 2000 ár eftir Jesus føðing. DAGSINS MEINING Sosialurin Gleðiboðskapur og deyðarevsing VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. A. Guttormur Djurhuus Stutt undan jólum læt Heilsufrøðiliga starvsstov- an úr hondum, frágreiðing um útleiðing av veðurlags- gassi í Føroyum, í tíðar- skeiðinum frá ár 1990 til 2001. Frágreiðingin varð gjørd eftir áheitan frá Olju- málaráðnum. Føroyar hava átikið sær eina árliga fráboðanar- skyldu, um hvussu stórt út- latið er av nøkrum ávísum veðurlagsgasssløgum, til stovn undir ST. Frágreiðingin er skrýdd við nógvum og litføgrum farstrikum og myndum. Greiningin millum gasssløg og samfelagsbólk- ar er so umfatandi, at tú hevur lyndi til at villast í øllum smálutunum. Ein slík frágreiðing, til myndug- leikarnar at nýta í teirra arbeiði, eigur at vera greið og eftirfarandi. Tað kann tí- verri ikki sigast um hetta arbeiðið. Málið í frágreiðingini er í støðum so vánaligt, at tað ger hana torskilda. Við hvørt noyðist tú at gita, hvør ið meiningin er. Fyri bert at nevna tað eina døm- ið. Talva 1 verður nevnd: "Gassið, ið Føroyar hava skyldu at fráboða UNCCC." Skal sjálvandi vera: "Gasssløgini, o. s. fr.." Í sjálvari talvuni er síð- ani ein vavstur av føroysk- um, donskum og grikskum heitum fyri tey ymsu gass- sløgini, sum fráboðast skal um. Sera óheppið. Nógvir pástandir eru í tekstinum, ið lesarin ikki hevur møguleika at kanna eftir um hald er í teimum, tí at ongar keldutilvísingar eru. Aftast í frágreiðingini er tó ein listi við 9 heimild- arritum. Ikki nakar ógvus- ligur listi. Í listanum er m. a. Stanley E. Manahan 1983: Environmental Chemistry, sum helst fyri ein part er avoldað. Av faktafeilum sum eru beinleiðis sjónskir, sjálvt fyri ein leikmann, kunnu í hissini nevnast nakrir fáir. Á síðu 8 stendur: "Stóra oljunýtslan í el-virkjum og húsarhaldum í Føroyum er tí atvoldin til, at býtið í út- latinum í Íslandi og Føroy- um er ymiskt". Skeivt. Munurin stendst av at íslendingar nýta so nógvan jarðarhita til upp- hiting av húsum. Longur niðri á somu síðu stendur: "Útlátið frá húsar- haldum er lækkað við 13% og er lækkingin helst tengd at broytingini í lufthitan- um". Nei, men tí at húsini eru vorðin betur bjálvaði. Á síðu 9 stendur: "Av tí at vatn verður víðkað við størri hita, má eisini rokn- ast við, at vatnstøðan í høv- unum fer at hækka". Hækkingin av vatnskorp- uni stendst í høvuðsheitum av at innlandsísarnir bráðna. Ískoytið frá at vatnið veksur í vavi, er bert marginalt. Á síðu 16 stendur: "Út- latið av láturgassi í Føroy- um stavar frá djórahaldum (44%), fiskiskipum (25%), akførum (10%) og húsar- haldum (7%)". Í øllum hinum framkom- na heiminum er høvuðs- keldan til láturgass køv- evnishandilstøð. Á síðu 21 stendur sum tekstur til mynd 32: "Kata- lysatorar minka um útlátini av koliltu, nitrogeniltu og loftfimum lívrunnum evn- um, men hækka um útlátið av láturgassi". Í einum nýmótans kata- lytiskum eftirbrennara verður láturgassið reduser- að til køvevni og súrevni. Og at enda, á síðu 23 stendur: "Minking av kol- tvíiltuútlatinum frá ferðsl- uni kann fremjast við at seta katalysatorar í akfør, sum nýta bensin sum brennievni". Tað reina møsn! Í tekstinum verður út- gangsstøðið, í samanber- ingini við ár 2001, altíð tik- ið har útlátið er lægst, í tíð- arskeiðinum 1990 - 2001, og gevur tað sjálvandi fyri tað mesta ein ógvusligan vøkstur. Kreppuár vóru sum kunnugt fyrst í níti- árunum. Um útgangsstøðið var árið 1990, sum kyoto- sáttmálin sigur, er vøkst- urin lítil og eingin. Men tað hevði sjálvandi gjørt frá- greiðingina minni gølu- kenda og harvið minni áhugaverda hjá fjølmiðl- unum at válka sær í. Ein týdningarmikil part- ur av eini slíkari frágreið- ing til myndugleikarnar eigur at vera tilmæli um hvussu bøtast kann um støðuna. Har er einki at finna. Einki, bert atfinning og svartmáling. Tað nyttar lítið at pynta eitt solti inn- hald við litskrýddum myndum og grafum. Tað er bert hin fákunnigi lesarin sum letur seg villeiða av slíkum stakkalastási. Spell at so týdningarmik- il frágreiðing, umbiðin av myndugleikunum, er ónýti- lig, í teirra arbeiði at tryggja okkum øllum eitt betri umhvørvi. Tað er eisini løgi at so ókvalifiser- að arbeiði verður latið úr hondum, av teimum sum hava ábyrgdina av eftirlitin- um við okkara umhvørvi, Heilsufrøðiligu starvsstov- uni. Av einum stovni sum kostar skattgjaldarunum tíggjutals miljónir av krón- um. Av misgáum havi eg í grein í Sosialinum lagt Jógvan við Keldu undir líkt og ólíkt, hetta er sera óheppið, tá eg skuldi havt skriva Jógvan á Lakjuni. Mær vitandi hevur Jógvan við Keldu ikki úttalað seg um tey málini, sum eg viðgeri í greinini. Eg biði Jógvan við Keldu um umbering og vóni, at hetta mál ikki hevur órógva honum jólini. Niels Uni Dam Vættrastígur 6, kj. FO-100 Tórshavn Ummæli: Útleiðing av veðurlagsgassi Treytaleys umbering til Jógvan við Keldu Sofus Joensen Hoyrdi nú herfyri, at land- sins myndugleikar hava í hyggju at taka stuðulin av, sum vit pápar hava havt rætt til hesi seinastu árini. Tað hevur verið soleiðis, at vit hava skula goldið fult gjald fyri hvørt barnið, og hetta hevur so verið prís- talsviðgjørt við jøvnum millumbili! Síðani hava vit kunna søkt um at fáa helvtina aftur!? Hetta havi eg so gjørt hvørja ferð fyri at lætta um eina stramma økonomi! Alt hetta hevur kravt eina øgiliga umsiting, tí tá eg havi verið á Almannastov- uni fyri at søkja, so havi eg verið vístur runt í næstan øllum húsinum, fyri at fáa fatur á rætta viðkomandi! Og kvittanirnar skulu vit eisini leggja við, fyri at eingin misskiljing skal verða! Í mínum føri frá Toll- og skattstovuni! Eg má siga, at hetta hevur verið eitt øgiligt sirkus, hvørja ferð!! Eg havi spurt, um tað ikki ber til bara at gjalda helvtina, fyri at lætta um umsitingina. Men tað hevur víst seg at verða ómøguligt, tí landsins ,myndugleikar hava lóggivið soleiðis, at tað SKAL søkjast hvørja ferð!? Og nú tykist tað fyri mær, at teir vilja leypa uppum, har garðurin er lægstur! Nevniliga við at taka allan møguleikan frá okkum pápum, til at skapa okkum eina framtíð við nøkur- lunda fíggjarligum karmum fyri eina nýggja familju, sum vit "uvegærligt" fáa okkum!! Tað er soleiðis, at tá ein hjúnaskilnaður er vorðin veruleiki, so FÆR mamm- an børnini, við øllum frá- dráttum, ið har til hoyra, umframt at hon fær eitt mánaðarligt gjald frá gjald- stovuni, sum so pápin verð- ur kravdur eftir frá somu stovu!! Meðan pápin "aller- nådigst" sleppur at síggja síni børn annað hvørt viku- skifti, umframt helvtina av feriuni!! Nú halda fleiri sikkurt, at eg ljóði í avgjørdur, tá eg sigi at mamman FÆR børnini!! Tað eri eg eisini!! Eg havi spurt á hagstovuni, men har vóru eingi slík tøl at fáa hendur á!!? (Hví??) So fór eg á ríkisumboðið, sum jú allir hjúnarskilnaðir fara ígjøgnum. Men har vóru heldur eingi slík tøl!!? (Hví??) Líkamikið, á Ríkis- umboðnum fekk eg eitt langt og gott prát við eitt av starvsfólkunum, og har fekk eg at vita, at "det var en klar ubalance i for- delingen"!!!! (Hví??) Tá eg lá í hjúnarskilnaði, fekk eg at vita frá mínum sakførara, at pápin skuldi prógva, at mamman var BÆÐI alkoholikari, stikk- narkoman OG prostituerað, og allarhelst skuldi hon eisini bukað børnini!! Her skal sigast, at táverðandi kona mín fekst ikki við nakað av hesum!! Men hvør pápi hevur hug til at fara at niðurgera mammuna at børnunum hjá sær?? Tað er nakað, sum einans rakar børnini, UMFRAMT hjúnaskilnaðin!! So sigi mær, hvar er javnstøðan?? Tað einasta pápin skal gera "galið" er at hava eitt ar- beiðið, sum forðar honum í at hava eitt 24 tíma sam- band við børnini hjá sær!!! So kunnu allar góðar kreftir tosa um "kvalitetstíð" og "kvantitetstíð", hatta gevi eg eina pappdunnu fyri!! Nú ljóði eg bittur, og tað eri eg kanska, men tað er einans inn á teir myndug- leikar, sum kunna finna uppá at lóggeva so umhugs- unarleyst, at tað stríðir ímóti allari javnstøðu!! Nei góðu lóggevarar, nýt- ið hetta frálíka høvi til spar- ingar á øðrum frontum, har tað veruliga er brúk fyri tí!! Til dømis, at gera umsit- ingina á Almannastovuni meiri starvsfólka- og við- skiftafólkavinarliga, tí eitt skulu tit eiga, at landsins stovnar eru heilt ótrúliga strævnir at koma í holt við!!!! Tú mást næstan seta ein heilan dag av, fyri at koma til rætta viðkomandi, sum gjarna er so ovbyrjaður av arbeiði, at hann verður noyddur at leita í aðrar tveir dagar eftir einum skjali, sum tú skalt brúka her og nú, til dømis kvittanum uppá barna-pening, sum í mínum føri verð-ur kravdur gjøgnum skattin, og so hevur hann gloymt tað í øllum resinum!! So kunnu tit taka tað til tykk-um sum rós ella rís eftir egnum ynski!! Men latið okkum pápar fáa frið!!!!! VIÐMERKINGAR Viðvíkjandi barnapeningi V/ Føroya Skipara- og Navigatørfelag Ellintur M. Abrahamsen Eg vil fyrst hervið afturvísa pástandin hjá Jákup Sól- stein um, at Føroya Skip- ara- og Navigatørfelag við undirritaða sum formanni ikki heldur gjørdar avtalur. Tá sáttmálasamráðing- aranr vóru í 1999, varð av- gjørt at orða sáttmálarnar so eins sum til bar. Tað komst av tí, at sáttmálarnir vóru so ójavnir í orðalagi og eisini innihaldi, men skuldu teir ávísu brúkast til sama veiðihátt. Í tí sambandinum sótu øll manningarfeløgini saman fyri at samanskriva sáttmál- arnar. Eg hugsi, tað var ein leygardag, sum tær enda- ligu semingsroyndirnar byrjaðu mánamorgunin eftir. Tá segði eg við sem- ingsmenninar John Rajani og Niels Sørensen, at broyt- ingarnar vóru so víttfevn- andi, og spurdi, um tað ikki bar til at avtala, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, at tað so skuldi vera møgu- leiki fyri at rætta slíkar vill- ur. Til tað svaraðu semings- menninir, at tað kom ikki upp á tal, tí tá tað er undir- skrivað, so er undirskrivað. Sáttmálin varð undirskriv- aður 12. januar 1999. Í skrivi, dagfest 4. febru- ar 1999, kom sendandi ein broyttur sáttmáli frá sem- ingsmonnunum. Víst var í tí skrivinum á, at áðrenn undirskrivað varð, varð av- talað, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, og hesar onki høvdu við sam- ráðingarnar at gera, so skuldu hesar rættast aftaná undirskrivan. Tann pástandurin varð sjálvsagt afturvístur av Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag, tí vit í FSN høvdu onga avtalu gjørt um at rætta orðingar aftaná und- irskrivan, men høvdu hin- vegin fingið greið boð um, at tá tað var undirskrivað, so var tað undirskrivað. Inntil leygardagin 21. de- sembur 2002 hevur undir- ritaði skilt tað soleiðis, at pástandurin hevur verið um, at tað vóru feløgini sínamillum, sum høvdu avtalað, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, og hesar onki høvdu við samráðingarnar at gera, so skuldu hesar rættast aftaná undirskrivan, men nú sigur Jákup Sólstein í Dimma- lætting og Sosialinum leyg- ardagin 21. desembur 2002, at: "Hann ( John Rajani ) setti tí sum treyt fyri at enda semingina, at part- arnir samdust um, at tað skuldi verða møguligt eftirfylgjandi at " rætta møguligar villur og skeivar orðingar" Hetta vóru allir partar samdir um, og so varð undirskrivað. Eg vil gera vart við, at eg hvørki kenni til treytina frá Semingsstovninum ella havi gingið undir hana. Eg havi heldur ikki góð- tikið eina avtalu millum partarnar um, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, so skuldu hesar rættast eftir undirskrivan. Tað mesta av tí sum Føroya Reiðarafelag kallar fyri villur ella skeivar orð- ingar, tað er eftir míni met- an, hvørki villur ella skeiv- ar orðingar. Hóast vit í FSN halda fast við, at eingin avtala varð gjørd við FR um at rætta møguligar villur ella skeivar orðingar, so er í skrivi frá FSN til Sem- ingsstovnin dagfest 19. februar 1999 sagt, at: "Um so er, at Semings- stovnurin kemur til ta nið- urstøðu, at sáttmálin er so- leiðis orðaður, at ikki ber til at brúka sáttmálan við tí orðalagi, ið brúkt er, so verður Semingsstovnurin hervið biðin um at vísa á, hvat tað møguliga er. Um so er, so vilja vit í FSN vera við til at viðgera eina slíka møguliga villu." Semingsstovnurin hevur ikki víst FSN nakrar villur, ið gera, at sáttmálin ikki kann brúkast við tí orða- lagi, hann hevur. Tí var onki at tosa um. Í FSN vóru vit so ósamd- ir við Semingsstovnin um tær rættingar, sum semings- menninir vóru komnir við, at vit kravdu Semings- stovnin at taka tær aftur, men tað vildu semings- menninir ikki. Vit vildu vera við til at ógilda undir- skriftina, soleiðis at sátt- málin skuldi skrivast undir av nýggjum fyri at hava gildi, men tað vildu teir heldur ikki, hóast samskifti bæði í skrift og í talu. Avgjørt varð tí at stevna Semingsstovninum, v/ John Rajani og Niels Sørensen, við kravi um, at teir, (sem- ingsmenninir), vóru dømd- ir at viðurkenna, at teir ikki høvdu havt rætt til at gera tær broytingar, sum teir høvdu gjørt. Stevningin varð latin Føroya Rætti. Semingsmenninir tóku játtandi til orðanna og so- ljóðandi dómur varð sagdur í málinum: "Tí verður dømt: Stevndi, Semingsstovnurin v/ John Rajani og Niels Sørensen, skulu yvirfyri stevnda, Føroya Skipara- og Navigatørfelag viður- kenna, at semingsstovnurin ikki hevur havt heimild til at broyta ásetingarnar í sáttmálanum, sum undir- skrivaður var millum Før- oya Skipara- og Navigatør- felag tann 12.01.1999. Joen H. Andreasen Underskriftens rigtighed bekræftes. Retten på Færøerne, den 10. maj 2001. Eilen Vang, kontorfuldmægtig" Sostatt hevur semings- stovnurin viðurkent, at teir ikki høvdu heimild at gera rættingar i sáttmalanum, sum undirskrivaður varð 12. janur 1999. Dómur er eisini sagdur í málinum. Tað vildi eisini verið ímóti øllum vanligum samráð- ingarsiði - og serliga tá Semingsstovnurin er uppi í samraðingunum-, um sam- ráðingarpartar høvdu skrivað undir sattmála og síðani munnliga avtalaðu, at partarnir kunnu bara broyta skrivliga sáttmalan, um teir mettu, at okkurt var komið skeivt fyri. So hevði valdað fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum. Tað minsta var, um broytingar skuldu gerast, at partarnir fyrst blivu samdir um broytingarnar og síðan skrivaðu undir gjørdu broy- tingarnar. FR ikki so mikið sum bað um samráðingar við FSN um broytingarnar. Um semingsmenninir høvdu rætt í tí, sum teir søgdu var avtalað, so var eingin orsøk til at taka játtandi til orðanna um, at teir ikki høvdu rætt til at gera tær broytingarnar, sum teir høvdu gjørt, tí ein munnlig avtala er líka bindandi sum ein skrivlig. Treytin er tó, at avtalan er gjørd. Um semingsmenninar John Rajani og Niels Sør- ensen havi eg bert at siga, at teir, ta tíð, eg havi verið við til samráðingar, eru teir bestu semingsmenn, FSN hevur havt til seming, men í hesum málinum meti eg, at teir fóru skeivir. Men tað, sum Jákup Sólstein sigur, at teir høvdu sett sum treyt fyri at enda semingina, tað skal eg ikki lasta teir fyri, tí tað veit eg einki um, at teir hava sagt. Eg kann ikki hugsa mær, at semingsmenninir í dag pástanda, at treytin fyri at enda samráðingarnar var tann, sum Jákup Sólstein sigur, tí tað er ikki ein treyt, sum FSN var vitandi um og ei heldur er gingin undir. Aftursvar til Jákup Sólstein – formann í Føroya Reiðarafelag, til skriv hansara: »Rættleiðing til Ellint Abrahamsen« C M Y K 11 10