Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 247 - 28. desember 2002 Nr. 247 - 28. desember 2002 13 V/ Føroya Skipara- og Navigatørfelag Ellintur M. Abrahamsen Kunningarskriv viðvíkjandi sáttmálaviður- skiftunum millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya reiðarafelag Føroya Skipara- og navigatørfelag hevur sagt sáttmálan millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag upp at fara úr gildi 1. desembur 2002. Tveir fundir hava verið millum feløgini í samband við sáttmálan. Á fyrra fundinum, ið byrjaði týsdagin 26. november kl. 14, legði FSN síni krøv fram. Meir hendi ikki á tí fundinum. Á seinna fundinum, ið byrjaði hósdagin 28. novembur kl. 14, legði FR síni tilboð/ krøv fram. FSN segði FR, hvat FSN kundi góðtaka av tí sum FR var komið við. FR boaði frá, at FR vildi ikki samráðast, uttan so, at FSN frásegði sær tann sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir 12. januar 1999, og váttaði, at FSN vildi samráðast út frá einum sáttmála, sum FR hevur broytt aftan á undir- skrivan. Kravið frá FR kundi FSN sjálvsagt ikki góðtaka, og boaði FR frá, at um FR ikki veik frá sínum kravi, so metti nevndin í FSN seg ikki hava annan møguleika fyri at koma víðari, enn at boðsenda semingsstovninum. FR helt fast við sína støðu. Tískil slitnaðu samráðingarnar sama kvøld umleið kl. 19. Fríggjamorgunin tann 29. novembur ringdi undirritaði vegna FSN til semingsmannin Súna Schwartz Jacobsen, vitandi um, at fyrstvaldi sem- ingsmaðurin John Rajani hevur biðið um at vera loystur úr starvi, tí at hann er farin í annað starv. Sagt var honum frá støðuni sum nevnd er omanfyri. Eftir góðkenning av uppskoti frá semingsstovninum, varð sáttmálain longdur til 16. desembur 2002 á miðnátt. Tá partarnir mánamorgunin 16. desembur møtturst til samráðingar var støðan tann sama. Semingsmenninir vóru av tí fatan, at tað bar ikki til at byrja eina seming, uttan at partarnir vóru samdir um samráðingargrundarlagið. Avgjørt varð so, at tað skuldi gerast ein nýggjur sáttmáli, sum hvørki kundi sigast at vera sáattmálin sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag høvdu skrivað undir, ella sáttmálin, sum Semingsmennnir høvdu broytt eftir undirskrivan. Mátan at gera tað upp á,tóku báir partar undir við. Hóast tað ikki varð víst til undirskrivaða sáttmálan ella tann aftan á gjørda sáttmálan hjá Føroya Reiðarafelag, so var lætt at síggja, hvat nýggja sáttmála- uppskotið víkti frá tí undirskrivaða sáttmálanum. Tann serligi munurin millum sáttmálarnar er, at í undirskrivaða "SÁTTMÁLANUM – KRAFTBLOKKA- SKIP VIÐ NÓT OG TROLI", minni enn 1500 tons, har manningartalið er 12 ella meira, er eykaparturin hjá 2. stýrimanni 0,5. Í broytta sáttmálanum er eykaparturin fyri 2. stm. 0,25. Eisini er í ávísum sáttmálum ásett, at eykaparturin skal roknast av SØLUVIRÐINUM, og ikki av avlopinum, sum reiðarafelagið krevur. Munurin millum SØLUVIRÐIÐ og AVLOPIÐ er, at ávísar útreiðslur eru farnar av, so sum olja, proviantur trygging av veiðu og manningarovnum v.m.. Tí verður ein eykapartur, sum er roknaður av SØLU- VIRÐINUM størri enn ein sum er roknaður av AVLOP- INUM. Í sáttmálan, sum varð undirskrivaður 12. januar 1999, varð gjørdur ein nýggjur sáttmáli fyri trolarar sum heilfrysta umborð. Tað sum vit í FSN gingu inn fyri tá var, ein sáttmáli fyri trolarar, sum veruliga heilfrystu umborð, so sum PELAGOS og FRAM, sum tá heilfrystu ávís uppi- sjóvar fiskasløg, so sum gulllaks, makrel og svartkjaft. Serliga grundgevingin fyri at gera ein sáttmála fyri trolarar sum heilfrysta umborð var, at slík freamleiðsla krevur munandi minni fólk , enn um fiskurin varð meir viðgjørdur enn bert pakkaður og frystur Tann sáttmálan hava trolarar, sum royna í Irmingarhavinum brúkt, hóast teir hava skráskorið og glaserað fiskin. Vit í FSN hava biðið um, at tann sáttmálin verður brúktur, tá NORÐBORG heilfrystur umborð, men tað við FR ikki, við tí grundigeving, at NORÐBORG er ikki trolari. Um NORÐBORG fiskar fiskin, sum teir heilfrysta umborð við nót, so mugu vit viðganga, at vit hava ikki krav upp á at tann sáttmálin verður brúktur, men driftin við einum nótaskipi er bíligari enn við troli, so tað átti ikki at verið ein trupuleiki, heldur ikki um býtisprosentið er 28, sum annars verður brúkt umborð á NORÐBORG, men í tí sáttmálanum er eykaparturin hjá 2. stýrimanni 0,5, og tað er tað sum er tann veruligi trupulleikin, sæð við FR eygum. Tað er heldu eingin sáttmáli fyri NORÐBORG tá teir skera sild ella makrel til flak. Hinvegin, so er ein sáttmáli fyri verksmiðjutrolarar á svartkjafta og gulllaksaveiðu, men hann vil FR heldur ikki góðtaka fyri NORÐBORG, tí umborð á NORÐBORG er tað sild og makrelur, sum verður skorið til flak, og ikki sum tað stendur í sáttmálanum, svartkjaftur og gulllaksur. Tá nýggi CHRISTIAN í GRÓTINUM og KRÚN- BORG komu, varð gjørdur ein sersáttmáli Tað serliga við tí sáttmálanum var, at at býtisprosentið skuldi vera 16, til hvørt skipið hevði fiskað fyri 150.000.000. kr. tá skuldi býtisprosentið broytast til 17,5, ið er tað sama sum fyri TRÓND Í GØTU. Samstundis skuldu eykapartarnir hjá stýrimonnunum broytast soleiðis: 1. stm. frá 0,75 til 0,875 og hjá 2. stm. frá 0,25 til 0,5. Tað eru teir í dag. Tað var eisini gjørdur ein sersáttmáli fyri "nýggja" JUPIDER. JUPIDER er undir 1500 BRT, og tí skuldi býtisprosentið verið 26, men har bleiv gjørdur ein sersáttmáli so at fyri JUPIDER er býtisprosentið 20. Í uppskotinum til ein nýggjan sáttmála hevur FSN skotið upp, at "støddarbólkarnir " av nótaskipum verða líkastill- aðir, soleiðis, at øll verandi nótaskip, minni enn 1500 BRT hava eins eykapartar, uttan mun til manningartal, og uttan mun til um somu skip veiða við troli . Tað sama er skotið upp fyri " støddarbólkin " av nóta- skipum omanfyri 1500 BRT, eisini uttan mun til um veitt verður við troli ella nót, og soleiðis hevur tað verið fyrr, men tað kom ein ójavni í við síðstu sáttmálasamráðing, og tá KRÚNBORG og CHRISTIAN í GRÓTINUM komu. Í dag er tað soleiðis, at TRÓNDUR í GØTU og JUPIDER hava lægri eykapartar enn CHRISTIAN í GRÓTINUM og KRÚNBORG. Tað halda vit í FSN er ikki rætt. Men vit vilja heldur ikki at tann bati sum vit hava samrátt okkum til skal burtur við at lækka teir hægru eykapartanar. Broytingar uppskotið fyri nótaskipini er sum niðanfyri víst. Sáttmáli fyri kraftblokkaskip við nót og troli: 18 Í sáttmálanum fyri kraftblokkaskip við nót og troli, minni enn 1500 brt, og tá manningartalið er 11 ella minni, verður eykaparturin hjá 2. stýrimanni broyttur til 1,182%. 19 Fyri nótaskip minni enn 1500 brt, (við troli) verður eykaparturin hjá 2. stýrimanni broyttur til 0,5 eykapart: 20 Fyri skip størri enn 1500 brt, ið royna við nót og troli verða eykapartarninr soleiðis: Skiparin fær: 1 part og 1,75 eykapart 1. stýrimaður fær: 1 part og 0,875 eykapart 2. stýrimaður fær: 1 part og 0,5 eykapart 21 Ssersáttmálarnir fyri CHRISTIAN í GRÓTINUM, KRÚNBORG og JUPITER verða strikaðir, tó so, at JUPITER framhaldandi avroknar við 20 % av sølu- virðinum, tá proviantur og inntøkutapstrygging eru drigin frá. Fyrr, t.v.s frá 1968 til 1. januar 1999 var ein sáttmáli fyri trolarar á saltfiska og flakaveiðu. Tann sáttmálin varð í 1999 býttur upp í 2 sáttmálar, ei fyri smærri flakatrolarar og ein fyri størri flakatrolarar. Ein partur av uppskotinum hjá FSN er at koyra báar aftur í ein sáttmála, og at broyta yvirskriftina, soleiðis, at at yvirskriftin verður: Sáttmáli fyri veiðu við trolarum á saltfiska og flakaveiðu, og / ella at fiskurin verður viðgjørdur, so sum kruvdur, kruvdur og avhøvdaður ella skráskorðin v.m. Tann broytingin verður gjørd fyri at fáa ein sáttmála, sum er orðaður eftir tí sum skipini verða brúkt til og fyri at hava sama slag sáttmála fyri sama slag skip og veiðihátt. Í tí sáttmálanum, sum varð gjørdur við síðstu sátt- málasamráðingarnar, fyri trolarar, sum heilfrysta umborð, hevur FSN biðið um at fáa yvirskriftina broytta til at vera: Sáttmáli fyri trolarar og nótaskip, sum heilfrysta umborð. Heilfrystur fiskur, er fiskur, sum er frystur við høvdi og gørnum. Eisini er skotið upp, at býtisprosentið verður broytt frá 27 til 28. Í sáttmálanum fyri verksmiðjutrolarar á svartkjafta- og gullaksaveiðu, verður biðið um, at yvirskriftin verður broytt til at vera: Sáttmáli fyri verksmiðjutrolarar og verksmiðjunótaskip, á svartkjaftaveiðu, gulllaksaveiðu, makrelveiðu og sildaveiðu. Tann broytingin er umbiðin fyri at sáttmálin skal kunna brúkast fyri øll tey nevndu fiskasløgini, og at sáttmálin ikki bert er avmarkaður til svartkjaft og gulllaks. Nevnast skal, at undirritaði er av tí fatan, at lønjavningarstovan hevur ikki loyvi at útgjalda minstuløn, dagstudning og /ella forskot um eingin sáttmáli er. Tað er tí ikki líka mikið, um sáttmáli er á økinum ella ikki. Í síðsta semingsuppskotinum, er ongin av teimum broytingunum tikin við, sum nevnd er omanfyri, men hækkaðu eykapartarnir, sum FSN hevur samrátt seg til fyri ávís nótaskip, eru lækkaðir. Tað eru eisini onnur krøøv í uppskotinum hjá FSN, m.a. krøv sum Føroya Fiskimannafelag hevur fingið inn í sáttmálan, men tað eru nokk serliga omanfyri nevndu krøv sum skapa trupuleikan. Eitt av krøvunum sum FSN hevur kravt er, at reiðaríini skulu gjalda fyri skei sum verða kravd eftir at ein er starvssettur í reiðarínum, men eisini tað hevur FR avvíst. Eg ætlaði ikki at nevna sáttmálan millum Maskin- meistarafelagið ( MF )og Føroya Reiðarafelag í hesum samanhangi, men tá formaðurin í FR í Sjónvarpi Føroya hevur víst á, at um vit í FSN fáa kravdu hækkingarnar, so kemur MF eisini at krevja somu hækkingar. Hvørji krøv MF setir, tað er okkum óviðkomandi, men eg vil bert gera vart við, at MF við sáttmálasam- ráðingarnar, eg hugsi tað var í 1991, fekk hækkað partarnar fyri maskinstjóran, sum fyrr varð kallaður 1. meistari og fyri 1. meistara, sum fyrr varð nevndur 2. meistari, júst so sum FSN hevur kravt bæði fyrr og nú. Fyrr var tað eisini so, at hægstur var skiparin, og síðan fylgdust 1. stm og 1. meistari og 2. stm. og 2. meistari. Úttalan hjá formanninum í FR er tí ikki serliga væl grundað. Tá Føroya Reiðarafelag kallar krøvini frá FSN fyri vitleys, so kan tað bert tilskrivast viti hjá teimum at skilja krøvini. Kunningarskriv frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag - Tað kemur ikki uppá tal at hækka yvir- mannapartar, men onkrir eiga heldur at lækka, sigur formað- urin í Føroya Reiðara- felag, Jákup Sólstein SÁTTMÁLASTRÍÐ Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Reið- arafelag hevur onga við- merking til tað, sum for- maðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen, førir fram um, at tað ikki hevur borið til at samráðst við reið- arafelagið, síðan Jákup Sól- stein gjørdist formaður í felagnum fyri umleið 10 árum síðan. - Nei, hatta havi eg onga viðmerking til, men vil bara staðfesta, at Føroya Reiðarafelag heldur gjørdar avtalur. Jákup Sólstein sigur, at tað kemur ikki uppá tal at hækka nakrar yvirmanna- partar, men vísir á, at onkrir heldur eiga at lækka. Hann sigur, at tá ið tað eftir seinastu sáttmálasam- ráðingar vísti seg, at nakrar skrivivillur og orðingar vóru skeivar í sáttmálanum, fingust hesi viðurskifti uppá pláss við hini mann- ingarfeløgini beinanvegin, men ikki við Føroya Skip- ara- og Navigatørfelag. - Tað vóru eingir trupul- leikar at greiða hesi viður- skifti við hini manningar- feløgini, men tað vísir seg vera ómøguligt at gera avtalur við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur Jákup Sólstein. Hann vísir á, at reiðarafe- lagið kortini hevur avrokn- að eftir gomlu skipanini - eisini seinastu fýra árini, síðan seinasti sáttmáli varð undirskrivaður í januar 1999. Nú verkfall er, liggur at kalla allur fiskiflotin. - Einasti skip, sum eru til fiskiskap, eru nøkur rækju- skip, sum royna í Eystur- grønlandi og á Flemmish Kap; annars liggur allur flotin. Formaðurin í Reiðara- felagnum sigur seg ikki duga at meta, nær ein loysn á trætuni kemur í ljósmála, men ásannar, at einki sam- band hevur verið millum partarnar, síðan samráðing- arnar slitnaðu, 18. des. Vit halda gjørdar avtalur ØKISMENNING Tummas í Dali Fólk um alt landið fegnast um stóru útbyggingarnar á samferðsluøkinum, sum farnar eru fram seinastu árini - og onkur er kanska farin at halda, at hesar útbyggingar í sjálvum sær eru nóg mikið til tess at menna útjaðaran. Men hóast hesar út- byggingar eru avgerandi fyri, at útjaðarin kann mennast, so eru enn nógv mál eftir at loysa, um enda- málið er, at borgararnir í útjaðaranum skulu hava somu kor at liva undir sum tey, borgararnir í miðstað- arøkinum hava. Eitt av hesum málum er skipanin av sjálvum sam- ferðslukervinum. Marjus Dam, løgtings- maður, fer nú at taka skip- anina av øllum samferðslu- kervinum í landinum til viðgerðar í løgtinginum, tí hann meinar, at tað er ikki rættvíst, at útoyggjar og bygdir í størru økjunum áhaldandi skulu stríðast við stórum trupulleikum, sum júst eru íkomnir av tí skip- an, sum er galdandi fyri samferðslukervið og lands- umsitingina. Eykaskattur lagdur á útjaðaran - Umsitingin av landinum, sum vit øll gjalda til, er so at siga øll løgd í miðstað- arøkið, og m.a. av hesi grund er samferðslukervið í høvuðsheitum lagt soleiðis til rættis, at alt kervið leiðir til miðstaðarøkið, sigur hann og skoytir uppí, at var samferðslukervið ikki bygt so frægt út, sum tað er, so vóru útoyggjarnar longu útbløddar, og harafturat høvdu enn fleiri bygdir í teim størru økjunum ligið í andaleypi. - Men hvussu hava vit nú skipað hetta landsvega- kervið, spyr Marjus og svarar sjálvur: - Jú, vit hava í roynd og veru tvær skip- anir, sum eru bygdar á tvær ólíkar grundhugsanir: - Tann eina er ein burtur- av samhaldsføst skipan, galdandi fyri alt landsvega- kervið, sum allir borgarar í landinum gjalda til - uttan mun til bústað. - Her er kortini eittans undantak - og tað er tunnil- in undir Vestmannasund: her verður fyri fyrstu ferð kravt gjald fyri at koyra millum oyggja. - Og so hava vit hina skipanina, sum er galdandi fyri flutning um firðir og sund; hendan skipanin er ikki samhaldsføst, av tí at hon krevur nýtslugjald av teimum, sum nýta hana - og hetta nýtslugjaldið er at sammeta við ein eykaskatt. - Tað er burturvið, at landsfyrisitingin krevur henda eykaskatt frá teimum borgarum, sum eru tving- aðir at nýta hesar farleiðir. Tað kann ikki vera rætt, og tí mugu vit smíða eina nýggja samhaldsfasta skip- an, sigur Marjus Dam. Ólíkar treytir Tunnilin undir Vestmanna- sund hevur í allar mátar broytt líkindini til tað betra hjá fólki at ferðast til og úr Vágunum, og hann hevur harafturat gjørt útlitini fyri at menna oynna nógva ferðir betri. Ikki minst kemur hetta til sjóndar í tí vaksandi áhuga, sum fólk hava fyri at keypa grundøki í oynni. - Tunnilin er eitt stórt framstig í mun til ta ferj- una, ið var, ikki bert í sam- bandi við flutningin, men eisini í sambandi við ferða- kostnaðin. - Men vit mugu ikki gloyma, at fyri at halda útjaðaranum í skák var av fyrstan tíð roynt at hava ein ógvuliga høgan økisskatt til Vágarnar, m.a. skuldi ein treylari gjalda krónur 2.400 fyri at koyra teir 4 minutt- irnar úr Vágunum til Streymoynna. - Tíbetur tóku fólk í Vág- unum og føroyingar annars seg saman og kravdu, at ferðakostnaðurin varð lækkaður. - Nú kosta 40 einstakir túrar við persónbili gjøg- num tunnilin krónur 2.240, og tað er við mesta av- sláttri, t.e. 40 prosentum. - Men krónur 2.240 er ikki smávegis hjá vanligum fólki at verða tvingað at gjalda hvønn einasta mán- aða fyri at sleppa til ar- beiðis á einum landsstovni í Havn, sigur Marjus Dam. - Tey skulu í veruleik- anum vinna krónur 4.500 einans til ferðingina fram og aftur av arbeiði. - Til samanburðar ber til at koyra óendaliga nógvar kilometrar í Eysturoynni og Streymoynni - uttan at ein verður kravdur at gjalda eitt einasta oyra í eykaskatti fyri at nýta landsvega- kervið í hesum økjum. - Fólk kunnu koyra ó- keypis úr Leirvík til Havnar, hóast tey skulu um eina brúgv og ígjøgnum ikki færri enn trý berghol. - Hetta skulu tey eisini framhaldandi hava rætt til, haldi eg, men eg meini eisini, at hesar góðu treytir skulu galda fyri allar borg- arar á øllum farleiðum í landinum. - Hesin parturin av vega- kervinum er sjálvandi ikki ókeypis - hann er bert fevndur av tí partinum av landsvegakervinum, sum hoyrir til ta samhaldsføstu skipanina. - Men fara harafturímóti maður og kona við fýra børnum um Skopunarfjørð, skulu tey gjalda krónur 430 fyri at koma aftur og fram. - Hesi skulu við øðrum orðum vinna tað dupulta ella umleið krónur 900 - fyri ikki at tala um tað, fólk skulu gjalda fyri at fara um Suðuroyarfjørð, sigur Marjus Dam. - og nú hækkar prís- urin á ferðaseðlum Er skipanin skeiv, sum er, so er verri í væntu hjá fólki í útjaðaranum, tí Strand- ferðslan arbeiðir í løtuni við at hækka prísin á ferða- seðlunum við strandfara- skipunum. Enn er ikki endaligi kostnaðurin ásettur, men talan verður um eina lut- falsliga stóra hækking, sum skal galda frá fyrst í kom- andi ári. Marjus Dam heldur tað vera løgið, at ferðaseðlarnir um firðir og sund nú skulu hækkast, samstundis sum kostnaðurin er ein av stóru trupulleikunum hjá útjað- aranum, soleiðis sum fleiri álit seinastu árini hava víst á. - Fleiri ferðir áður hava royndir verið gjørdar at hækka ferðakostnaðin við Strandfaraskipum Landsins - enntá við krónum 12 mió. - men tíbetur hava hesar royndir ikki eydnast, sigur Marjus Dam. - Men á fíggjarlógini fyri 2003 er aftur roynt at tyngja um hjá fólki í útjaðaranum. Prísvøksturin er mettur at verða heili 15 prosent. - Men hetta má ikki henda, hetta er steinur oman á byrðu og sera órættvíst. - Tí hví skal útjaðarin rinda enn hægri eykaskatt, samstundis sum miðøkið stórt sæð sleppur undan, spyr Marjus Dam. Eittans samferðslu- kervi Marjus Dam mælir til, at løgtingið samtykkir, at vit Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, leggur uppskot fyri løgtingið: Samhaldsfasta samferðslu- skipan Framhald á síðu 14 • Prísurin á ferðaseðlum til Sandoyar, Suðuroyar og onnur útjaðarøki fer at hækka • – og prísurin fyri at koyra undir Vestmannasund er framvegis alt ov høgur. • Hetta meinar Marjus Dam, løgtingsmaður, og tí fer hann at leggja uppskot fyri løgtingið um at kanna, hvussu skipanin av samferðslukervinum kann gerast samhaldsføst. • – Landsvegir og sjóvegir skulu javnsetast. • – Vit mugu hava eina skipan fyri alt landið, heldur enn serskipanir fyri hvørt økið sær. • – Tað er ikki rættvíst, soleiðis sum samfelagsbygnaðurin hevur lagað seg, at fólk í útjaðaranum skulu gjalda ein eykaskatt, sigur hann – Umsitingin av landinum, sum vit øll gjalda til, er so at siga øll løgd í miðstaðarøkið, og m.a. av hesi grund er samferðslukervið í høvuðsheitum lagt soleiðis til rættis, at alt kervið leiðir til miðstaðarøkið. Var samferðslukervið ikki bygt so frægt út, sum tað er, so vóru útoyggjarnar longu útbløddar, og harafturat høvdu enn fleiri bygdir í teim størru økjunum ligið í andaleypi, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður úr Vága valdømi C M Y K 13 12