leygardagur 28. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 2002
15
UTTAN ÚR HEIMI
Ávara um borgarakríggj
Andstøðan í Venesuela ávarar nú um, at vandi er fyri
borgarakríggi, slakar Hugo Chavez, forseti ikki fyri
kravinum um nýval.
Aðalverkfall hevur nú verið í Venesuela í næstan
fýra vikur. Tað hevur lagt landið lamið og hevur m.
a. steðgað tí týdningarmikla oljuútflutninginum,
sum er grundarsteinurin undir landsins búskapi.
Úrslitið er, Venesuela nú noyðist at innflyta olju.
Hugo Chavez, forseti hevur higartil sýtt fyri at
gera eftir kravinum um nýval, samstundis sum
andstøðan og fakfeløgini halda fram við at finnast at
honum og politikki hansara. Andstøðan vil vera við,
at politikkurin hjá forsetanum hevur oyðilagt
landsins búskap.
Labour minni undirtøku
Ein meiningakanning hjá bretska blaðnum The
Financial Times vísir, at bretar hava ikki serliga gott
álit á búskaparpolitikkinum hjá Blair-stjórnini.
44 prosent av teimum spurdu siga, at stjórnin
rekur ikki tann rætta búskaparpolitikkin, og at poli-
tikkurin er ov stuttskygdur. 38 prosent halda, at
búskaparpolitikkurin er í lagi, og so líla undirtøku
hevur búskaparpolitikkurin hjá stjórnini ikki havt,
síðani hetta stjórnarskeiðið byrjaði.
Tann sama kanningin vísir eisini, at bara 43
prosent av veljarunum styðja stjórnina hjá Tony
Blair. Fyri einum ári síðani søgdu 51 prosent, at tey
styðjaðu stjórnina. Tony Blair sjálvur er heldur ikki
so høgt í metum longur. Bara 38 prosent av teimum
spurdu siga seg vera nøgd við forsætisráðharran.
Meiriluti fyri Svøríki
sum lýðveldi
Hevði svenski Ríkisdagurin havt heimild til at taka
kongsveldið av, hevði hann kanska gjørt tað.
Í hvussu er vísir ein kanning hjá Svenska Dag-
bladet, at meirilutin av tinglimunum eru fyri at taka
kongsveldið av og at skipa Svøríki sum eitt lýðveldi.
Av teimum 349 tinglimunum siga 163, at teir vilja
varðveita kongsveldið, 167 siga, at teir eru fyri at
skipa landið sum lýðveldi, sjey svaraðu ikki
spurninginum, og tólv hava ikki tikið støðu.
Kanningin hjá Svenska Dagbladet vísir, at tey,
sum eru fyri lýðveldi, umboða allar flokkarnar í
Ríkisdegnum. Flestu lýðveldisfólkini eru kortini í
Sosialdemokratiska flokkinum, Umhvørvisflokk-
inum og Vinstraflokkinum.
Nógv ecstasy
Løgreglan í Avstralia kom jólaaftan fram á 750.000
ecstasy-tablettir, sum lógu fjaldar í einum
vøruvogni, sum løgreglan steðgaði nakað sunnan
fyri Sidney. Sambært løgregluni eru tablettirnar 183
milliónir krónur verdar á ólógliga rúsevnis-
marknaðinum.
Avstralska løgreglan sigur, at hon hevur tikið
tríggjar menn, sum verða hildnir at vera í leiðsluni í
einum rúsevnisfelagsskapi. Ein av teimum trimum
tiknu monnunum er kanadiumaður. Løgreglan sigur,
at hon hevur leitað eftir monnunum leingi, og at hon
m. a. hevur samstarvað við niðurlendsku løgregluna
í kanningararbeiðinum.
Ecstasy er vanligt á diskotekum í avstralskum
stórbýum og serliga í Sidney. Á nýggjárinum fara
nógvir avstralskir ungdómar í diskotek, og tí hevur
løgreglan styrkt vaktarhaldið við fleiri av teimum
best vitjaðu diskotekunum.
Amerikanska hóttan-
in um at leypa á Irak
ger, at onnur lond
leggja størri dent á at
útvega sær kjarn-
orkuvápn
KJARNORKUVÁPN
Árni Joensen
Tað vakti stóran altjóða
ans, tá norðurkoreanar fyri
nøkrum døgum síðani boð-
aðu frá, at teir hava tikið
sína
kjarnorkuverkætlan
uppaftur. Altjóða kjarn-
orkustovnurin í Wien sigur
seg stúra fyri norðurkore-
ansku avgerðini. Tað sama
siga amerikanarar og bret-
ar.
Stjórin á norska friðar-
granskingarstovninum,
Stein Tønnesson, heldur, at
amerikanska hóttanin um at
leypa á Irak ger, at onnur
lond kvika sær at fáa sær
kjarnorkuvápn ella látast,
sum at tey londu hava slík
vápn.
- Hetta er galdandi fyri
eitt nú Iran, sum leingi
hevur samstarvað við Russ-
land um kjarnorku, sum
møguliga kann nýtast til at
gera kjarnorkuvápn. Tað er
eisini galdandi fyri Norður-
korea, sigur Stein Tønnes-
son. Sjálvur heldur hann
ikki, at Norðurkorea er
komið so langt við sínum
ætlanum, sum landið vil
vera við.
Hinvegin ásannar hann,
at gongdin teir seinastu
dagarnar økir vandan fyri
einum amerikanskum álopi
á Norðurkorea. Hann vænt-
ar ikki, at talan verður um
beinleiðis
kríggj,
men
heldur um eitt bumbu- ella
rakettálop á norðurkore-
ansku kjarnorkustøðirnar. Í
1994
umhugsaði
Bill
Clinton, forseti eitt tílíkt
álop, men tá eudnaðist tað
at finna eina diplomatiska
loysn.
Tann 55 ára gamli
amerikanarin
Andrew Jack Whit-
taker vann einsa-
mallur allan høvuðs-
vinningin í Power-
ball-lottospælinum á
jólum.
LOTTOSPÆL
Árni Joensen
Andrew Jack Whittaker,
sum býr í tí lítla býnum
Hurricane í statinum West
Virginia, fekk ársins jóla-
gávu, tá hann við tølunum
5, 14, 16, 29 og 53 og eyka-
talinum
7
vann
allan
høvuðsvinningin í Power-
ball-lottospælinum. Og tað
var ikki eiti á vinningur -
314,9 milliónir dollarar ella
góðar 2,3 milliardir krónur.
Tann
hepni
vinnarin
sigur, at hann fer at geva
kirkjuni ein part av vinn-
inginum, familjan fær ein
part, og nakað ætlar hann at
nýta til fyritøku sína, sum
fæst við ymiskt byggivirk-
semi.
Andrew Jack Whittaker
kann velja ímillum at fáa
170 milliónir dollarar út-
goldnar í einum ella allar
teir 315 milliónir dollar-
arnar í føstum gjøldum tey
næstu 29 árini. Men hann
hevur longu boðað frá, at
hann vil hava peningin út-
goldnan í einum.
Hvønn dag renna
umleið 150 tons av
olju úr tangunum á
"Prestige"
Fimm vikur eru nú lidnar,
síðani
oljutanmgaskipið
"Prestige" brotnaði av um
tvøran og sakk úti fyri
sponsku útnyrðingsstrond-
ini, og framvegis rennur
olja úr tangunum. Tað ger,
at myndugleikarnir í Spania
vænta, at umhvørvisvan-
lukkan verður uppaftur
størri enn upprunaliga
mett.
Myndir
hjá
einum
fronskum kavbáti hava av-
dúkað seks rivur í skrokk-
inum á tí sokna skipinum,
og hildið verður, at eini 150
tons av olju leka úr skipin-
um um dagin. Tá "Prestige"
sakk, vóru framvegis um-
leið 55.000 tons av olju í
tangunum, og rennur øll
oljan úr skipinum, kann tað
fara at taka fleiri ár at rudda
tær dálkaðu strendurnar
aftur.
Nógv olja rekur á hav-
leiðunum
norðan
fyri
Spania, og myndugleikar-
nir í Fraklandi bera ótta
fyri, at oljan kann reka upp
á land har.
Samstundis
royna
sponsku myndugleikarnir
at finna ein hátt at steðga
oljulekanum, men altjóða
serfrøðingar viðganga, at
teir hava onga loysn funnið
enn.
"Prestige" lekur enn
Skunda sær at gera
kjarnorkuvápn
Vann 2,3 mia. í lotto
Tann hepni vinnarin saman við konu og dóttur síni
Mynd: Reuters
15
14
Nr. 247 - 28. desember 2002
hava eittans samferðslu-
kervi í landinum, sum fevn-
ir um bæði lands- og sjó-
vegirnar.
- Kostnaðurin fyri flutn-
ing um og undir firðir og
sund má lækka - og tað
kann hann bert, um fleiri
eru um at gjalda, sigur
hann, og mælir hann tí til,
at løgtingið viðurkennur, at
sjóvegirnir ímillum ferju-
legurnar fær somu støðu í
vegakervi
okkara,
sum
landsvegirnir hava.
- Eg meti tað verða
alneyðugt, at løgtingið sum
skjótast ger nakað við
hendan stóra trupulleika,
sum fólk í útjaðaranum
hava.
- Eg fari tí at mæla løg-
tinginum til at endurskoða
okkara
samferðsluviður-
skifti, tí galdandi skipan er
ikki rættvís og harafturat til
stóran bága fyri útjaðaran.
- Meina vit nakað við tað,
tá ið vit siga, at Føroyar eru
einar Føroyar fyri allar
føroyingar, so taka vit
henda eykaskattin av, sum
er lagdur á fólk í útjaðaran-
um, og ístaðin gera vit eina
skipan, soleiðis at alt vega-
kervið - tað til lands eins
væl og tað til sjós - verður
skipað eftir samhaldsføst-
um meginreglum.
- Tí hesin eykaskattur er
við til at kvala útjaðaran
spakuliga, men ósvitaliga,
sigur Marjus Dam.
Góðar vónir
Uppskotið
hjá
Marjusi
Dam um at fáa gjørt eina
samhaldsfasta samferðslu-
skipan fyri alt landið verður
lagt fram, so skjótt løg-
tingið kemur saman í kom-
andi ári, væntandi mið-
skeiðis í januar mánaði.
Hann væntar sær góða
undirtøku frá tingmonnum
úr øllum flokkum.
Hann sigur, at tað er
hesari og undanfarnu sam-
gongu til heiðurs, at tær av
álvara hava tikið økismenn-
ingarmálið upp til kann-
ingar og viðgerðar, men
hann metir, at tað yvirhøvur
hevur gingið alt ov striltið
at fáa gongd á tiltøk, sum
eru neyðug at seta í verk til
frama fyri útoyggjarnar og
tey størru økini í landinum.
- Tað er rætt av føroying-
um at standa saman um
eina skipan á samferðslu-
økinum, sum er fyri alt
landið, heldur enn at hava
serskipanir fyri hvørt øki
sær, sigur Marjus Dam.
Hvørja lagnu uppskotið
hjá Marjusi Dam fer at fáa í
løgtinginum, er ilt at meta
um, men farleiðirnar fara tó
framhaldandi at føra báðar
vegir, bæði aftur og fram -
og miðstaðarøkið fer fram-
haldandi at hava tørv á
teimum eins væl og útjað-
arin.
Framhald av síðu 13
Friðarhøvdingin
Fragdarljómur ljóðar hátt
bjarta himnaljósið
friðarhøvdingin á nátt
føddur varð í fjósi
í einsemi á berajól
í myrkri,angist,ótta
dýrdarglæman - verndarskjól
sær jólasól á alra flótta
væni einglaherur hátt
yvir víðum fløtum
ljóða gleðiboð á gátt
fríðum alfaragøtum
himnaljómur- einglalag
hátt av himni ljóðar
til himna fagra friðarstað
fjónaðu fjøld innbjóðar
margar bústaðir til tann
kúgaður og píndur her
himnakrúnuna svá vann
sigursæl á himnaferð
latum fagnaðarljómin ljóða
friðarhøvdingin á ferð
heim í himnasalar bjóða
frælsisboð um verøld ber
Sólmundur Joensen
des.- 02
– Tað er hesari og undanfarnu samgongu til heiðurs, at tær av álvara hava tikið økismenningarmálið upp til kanningar og viðgerðar, men tað hevur yvirhøvur
gingið alt ov striltið at fáa gongd á tiltøk, sum eru neyðug at seta í verk til frama fyri útoyggjarnar og tey størru økini í landinum.
– Tað er rætt av føroyingum at standa saman um eina skipan á samferðsluøkinum, sum er fyri alt landið, heldur enn at hava serskipanir fyri hvørt øki sær, sigur
Marjus Dam, løgtingsmaður
C
M
Y
K
14