Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 247 - 28. desember 2002 Nr. 247 - 28. desember 2002 17 megin. Tí inn er ikki farani aftur í løtuni fyri royki. Í jólahýri Tollaksmessudagur er, og afturkomin í høllina hjá Landsverkfrøðinginum í Áardali, merkist rættiliga, at fólk eru í jólahýri. Fyrstur fær Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður við vinnumálum, sum eisini umfata samferðslu, orðið. Hann fegnast um, at nú er komið ígøgnum til Gása- dals. Tað var eitt av málun- um, hann sum landsstýris- maður fyri tveimum árum síðan setti sær, sigur hann. Nú er tað málið so nátt. Næstur er løgmaður. Hann sigur seg hava havt Gásadalstunnilin sum sína ringu samvitsku í fleiri ár, tí hann á einhvønn hátt metir, at hesin tunnilin líkasum hevur verið fyri vanbýti. Mestur eru Kalsoyartunlarnir stolnir frá Gásadalsfólki, fryktar løgmaður fyri. Men hann fegnast, sum vera man um, at nú er komið so langt. Tað sama ger tjóðveldis- tingmaðurin í Norðoyggj- um, Heini O. Heinesen, eis- ini. Og Heini veit um tunlar at siga. Hann hevur sjálvur stríðst fyri slíkum, sigur hann. Eisini hesum til Gásadals. Men serliga fegin er Heini um, at tað eru okkara egnu fólk, sum hava gjørt hendan tunnilin. Fegnast um, at vit eiga fakfólk í Føroyum og ein stovn sum Landsverkfrøðingsstovnin, sum á ongan hátt standa aftan fyri onnur, tá um tunnilsarbeiði ræður. Heini O. Heinesen greið- ir frá, at tá hann vitjaði Hvalfjarðartunnilin í Ís- landi, fekk hann at vita, at teir flestu, sum har ar- beiddu, høvdu verið í Før- oyum og lært seg hetta ar- beiðið. Og tí var Heini sera errin av. Og øll fegnaðust. Vága- politikararnir, Marjus Dam, Jóanis Nielsen og Jørgen Niclasen, heilsaðu eisini tunlinum vælkomnum og ynsktu gásadalsfólki og øll- um øðrum eydnu við hon- um. Seinasti røðarin var Heini Olsen, verkfrøðingur, sum man roknast sum tunn- ilspionerur á okkara leið- um. Hann greiddi meira frá søguni hjá føroysku tunl- unum soleiðis yvirhøvur. Fólk høvdu gjørt útferð út í Áardal hendan ilfýsna fyrrapartin, og Landsverk- frøðingurin hevði í sam- starvi við Hotel Vágar skip- að fyri hugnaligum sjálv- tøkuborði í høllini, har fólk fingu sær burturav, meðan Sørvágs Tónleikarafelag spældi lættan horntónleik eins og jólaløgini sjálvandi eisini vóru við. Men í Gásadali stóðu fólk og bíðaðu eftir, at skot- ið fór at verða ígjøgnum. Tað varð tó ikki. Skotið varð, men tey sóu bara royk og ongan tunnil. Ikki enn í hvussu er. Enn ein tunnil í Vágum Nú er tað næstan ein tunnil um vikuna í Vágum. Tunnilin hesa vikuna fór til Gása- dals. Solberg Henrik- sen lat seinasta skotið í Gásadalstunlinum av Tollaksmessudag SAMFERÐSLA Orð: Edvard Joensen Vágar: Seinasta skotið í Gásadalstunlinum varð skotið Tollaksmessudag. Tað var gamli postmaðurin í Gásadali, Solberg Hen- riksen, sum fekk heiðurin at festa í fjúsið. Tað flaggar í Áardali. Væl av fólki er samankom- ið. Tey nógvu eru úr Vág- um, men eisini aðrastaðni eru tey komin frá, nú so gott samband er vestur í Vágar. Øll bíða eftir løtuni, tá skotið verður ígjøgnum til seinastu bygdina í Før- oyum, sum møguleika hev- ur fyri vegsambandið, men enn ikki hevur fingið tað. Til Gásadals. Tað standa nógvir bilar fram við vegnum her í Áar- dali. Eisini niðri við Gása- dalsgøtuna eru fleiri. Tað bendir á, at fólk eru farin niðan í Dalin til gongu, og kanska ætla sær at koyra omanaftur. Tyrlan hjá Atlantsflogi fer framvið. Hon hevur ver- ið í Gásadali eftir Solbergi, sum skal koma oman at festa í fjúsið. Hann verður fluttur á flogvøllin fyrst og so við bili aftur til tunnilin. Løgmaður tekur í móti, tá Solberg Henriksen kemur í Áardal. Hátíðardámur er, og landsverkfrøðingurin, Oy- vindur Brimnes tekur orðið og býður øllum at vera væl- komin. Hann minnir á, at tað er ikki altíð líka lætt at ar- beiða í móti náttúruni, sum líkt eisini er til her. – Tað tykist, sigur lands- verkfrøðingurin, sum fjall- ið hevur spent í móti av øll- um alvi hesa seinastu tíð- ina. Tí arbeiðið hevur ikki gingið so væl nú, sum tað annars hevur gjørt. So minnir hann á, at eis- ini aðrastðani í Føroyum hava verið støð, sum ikki vóru so løtt at fara um. Og onkunstaðni hevur bein- leiðis verið farið rundan um slík støð, sum eftir gamlari søgn ikki skuldu órógvast. Tey fornisku eru ikki so at fara við, og eisini í Gása- dali eru søgur um, hvørja virðing fólk høvdu fyri teimum. Skotið Vit fara inn í fjallið. 1.410 metrar er tunnilin langur, so vit sleppa góðar 1.350 met- rar ella meira inn. Tó ikki heilt út móti holinum Gása- dalsmegin kortini. Við í fylginum eru mill- um onnur Solberg Henrik- sen, løgmaður og landsstýr- ismaðurin við samferðslu- málum. Tað er óslætt at koyra. Einki er gjørt soleiðis við vegin. Bert ein arbeiðs- vegur. Vátt er ymsastaðni, og nakað av runu á botni. Komin heilt út móti end- anum síggja vit, at har kem- ur ljós ígjøgnum. So er longu hol á. Samstundis fáa vit at vita, at tað verður ikki skot- ið rættiliga ígjøgnum í dag, uttan bara eitt symbolskt skot, tí tað er rætt og slætt ov vandamikið at hava fólk ferðandi gjøgnum tunnilin uttan eftirlit. Fjallið í erva er ov ringt. Men skotið verður. Ar- beiðsformaðurin hjá lands- verkfrøðinginum, sum við er, ger klárt, og so fær Sol- berg Henriksen eina blási- lampu í hondina, sum hann so tendrar í fjúsið við. Vit skunda okkum burtur. Bussurin, sum tíðindafólk og onkur annar er í, steðgar nakað inni í tunlinum. Onkur av loftmiðlunum skal hava ljóðið við. Hini fara víðari og sleppa sær heilt út, áðrenn tað brestur. Tað ganga eini fimm- seks minuttir, frá tí fest er í, til tað brestur. Eitt hvølt, rullandi buldur fer gjøg- num tunnilin. So koma fleiri, og alt er yvirstaðið. Vit fara út aftur Bíggjar- Solberg Henriksen heilsar upp á løgmann Mynd: Jens Kristian Vang Fólk bíðaðu spent í Gásadali Mynd: Annfinn Frederiksen Solberg Henriksen festir í fjúsið til seinasta skotið Mynd: Jens Kristian Vang Rokið stóð upp gjøgnum holið gásadalsmegin, tá síðsta skotið varð latið av Mynd: Annfinn Frederiksen Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, heldur røðu í barakkini við tunnilsmunnan í Áardali Mynd: Jens Kristian Vang Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið í Áardali Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16