Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 18 Nr. 247 - 28. desember 2002 19 19 Lars Nedergaard leggur í løtuni sein- astu hond á fyrireik- ingarnar til frammanfyristandan di EM-undankapp- ingardystirnar HONDBÓLTS- LANDSLIÐ Jákup Mørk Tað eru nú bert fáir dagar til føroyska A-landsliðið í manshondbólti skal til Finnlands, har fyrstu dyst- irnir í EM-undankappingini eru á skránni, og í løtuni eru leikarar og venjarar í ferð við at fáa allar seinastu fyrireikingarnar frá hond- ini. Beint fyri jól savnaðust allir landsliðsleikararnir, og fyrsta málið var at skera brutthópin upp á 17 leik- arar við tveimum, soleiðis at ein endaligur 15-manna hópur kundi skrásetast. At sortera teir seinastu frá, er ongan tíð nøkur løtt uppgáva, men hesa ferð gav liðið seg sjálvt hjá Lars Nedergaard. Eli Müller úr VÍF og Janus Einar Søren- sen úr Kyndli dragast nevn- liga báðir við skaða, og eftir samráð við fysiotera- peutin Klæmint Isaksen gjørdu teir báðir av at melda avboð hesaferð. Landsliðið hevur í januar eina sera strævna dystar- skrá, har leikararnir skulu ígjøgnum seks krevjandi dystir, og tí var ikki hildið ráðiligt at senda hálv- skaddar leikarar avstað, men heldur leggja doyðin á at fáa teir tøkar til onkran av hinum dystunum. Tveir dystir Undan fráferðini til Finn- lands nýggjársdag hevur landsliðshópurin tveir dystir á skránni. Tann fyrri av hesum var leiktur fríggjadagin eftir evsta- mark okkara ímóti einum liði, sum var samansett av útlendskum leikarum í føroysku kappingini, og var tað Kyndils-venjarin, Jacob Jónsson, sum skuldi taka hetta liðið út. Hin dysturin verður leikt- ur sunnudagin í Hoyvíkar- høllini ímóti einum so- nevndum pressuliðið. Emil L. Jacobsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, hevur hesaferð tikið liðið út, og framgongur hópurin, sum Dia Midjord hevur ábyrgd- ina av, aðrastaðni á síðuni. Nr. 247 • leygardagur • 28. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Landsliðið Jens á Skipagøtu Team Amager Jóhan L. Danielsen Kyndil Sveinur Justinussen StÍF Áki Olsen VÍF Bárður Brimvík H71 Tróndur Joensen Team Amager John Zachariasen VÍF Halgir Dahl Olesen H71 Ingi Olsen VÍF Heini H. Joensen GV Ejby Martin Hummeland Ajax/Farum Áki G. Olsen VÍF Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil Mads T. Jensen Team Amager Høgni Klein Kyndil Venjari: Lars Nedergaard Hjálparvenjari: Hjalmar Klein Olsen Pressuliðið Óla Kristian Djurhuus, KÍF Lars L. Black, Kyndil Bent Djurhuus, stÍF Birgir Kass, Neistin André F. Danielsen, StÍF Alexandur Johansen, StÍF Helgi Justinussen, Neistin Ragnar Stakksund, Neistin Agnar Joensen, VÍF Jens Martin Knudsen, Tjaldur Kári Mortensen, Neistin Jónleif Sólsker, Kyndil Bjarni Wardum, H71 Útskiftingsleiðari: Dia Midjord Seinastu fyrireikingarnar B68 setur fólk í umsitingina Einki er at ivast í, at arbeiðsuppgávurnar í einum føroyskum fótbóltsfelag gerast alt meira umfatandi og krevjandi. Tíðin, har sjálvbodnar kreftir tóku sær av øllum tí, sum gerast skuldi, er so smátt við at fara, og nú hevur B68 á Toftum so gjørt at taka eitt stig á leiðini í so máta. Á heimasíðu felagsins hevur felagið nú boðað frá, at Petur Thomsen frá árskiftinum at rokna er settur í starv sum umsitingarleiðari í felagnum. Petur Thomsen er 62 ára gamal, og hevur eina drúgva fortíð sum millumleiðari í Føroya Banka. Í fyrsta umfari verður talan um hálvtíðar starv, og skal Petur taka sær av allari dagligu fyrisitingini í felagnum. -jm Janus Einar Sørensen úr Kyndli stríðist við skaða í knænum, og saman við Eli Müller úr VÍF hevur hann givið avboð til Finnlandsferðina hjá landsliðnum Enn tykist einki lið hava funnið neyðuga støðufestið, og tí mugu seks lið framvegis sigast at hava møguleikan fyri gullmerkjunum í bestu kvinnudeildini KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk VB staðfesti oddastøðuna í grundspælinum, tá tær vunnu tryggan sigur á Tjaldur í Runavík. Allan dystin á tamb høvdu gestirnir fult tamar- hald á tí, sum gekk fyri seg, og tói at Tjaldur royndi at muta nakað ímóti soleiðis av og á, so var ongan tið nakar veruligur spenningur um úrslitið. Við sigrinum fingu vág- bingarnir eisini endaliga staðfest, at tær í øllum førum hava munin, tá farið verður undir endaspælið. Hvussu stórur hesin munur verður, veldst tó um, hvussu tað fer at spæla av, tá VB í seinasta umfarinum vitjar í Vestmanna. VÍF hevur kanska ikki somu styrki, sum tær hava havt tey bæði seinatu gullárini, men lítið er tó at ivast í, at hetta líkst størstu uppgáv- uni hjá VB higartil. Í Havn skuldi Neistin og Stjørnan dystast um, hvær teirr skuldi krøkja seg í oddin, og hendan dystin vann Stjørnan. Yvir høvur var talan um ein sera spennandi dyst, har nervin ongan tíð fór úr spælinum, men í seinasta enda vóru tað so gestirnir úr Klaksvík, sum vóru tær kaldaru. Seinasti dysturin hjá kvinnunum var á Strond- um, har Kyndil kom á vitjan. Seinastu mánaðirnar hevur talan fyri tað mesta verið um ein langan niður- túr hjá Kyndli, men móti StÍF, sum annars hevði møguleikan at leggja seg heilt út í oddastríðið, bragdaði brádliga aftur. Frá fyrsta bríksli vóru gestirnir grammar eftir stigunum, og um hetta verður lagið í endaspælinum, so kann væl vera, at Kyndil fer avstað við onkrum av heiðurs- merkjunum. Støðufesti er tó ikki nakað, sum hevur eyðkent Kyndil í vetur, og yvirhøvur hava liðini í kvinnudeildini sýnt sera misjøvn avrik í ár. Og tað er ivaleyst fremsti setningurin hjá fleiri av venjarunum, tá vit skjótt koma til eitt endaspæl, har øll uttan avbyrgda Tjaldur á aftasta sessinum, tykjast hava møguleikan í gull- stríðnum. Øll hava møguleikan