leygardagur 28. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 2002
21
TB kiksaði fyri triðju
ferð í ár ímóti ÍF, og á
Giljanesi vann Fleyr
óvæntaðan sigur á
Drátti
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Endaspælið hjá kvinnunum
byrjaði vikuskiftið fyri jól,
og alt fyri eitt stóð topp-
uppgerð á skránni.
Úr TB vóru boðini eftir
grundspælið, at nú skuldu
restina av dystinum vinn-
ast, men longu í fyrst
royndini
miseydnaðist
hetta, og enn einaferð vóru
tað ÍF, sum gjørdu av við
TB.
Báðu ferðirnar liðini hitt-
ust
í
grundspælinum,
eydnaðist tað ÍF at vinna
sær stigini, og nú stigini av
álvara eru farin at telja,
eydnaðist tað aftur hjá
fuglfiriðngunum, sum so-
statt hava lagt seg á odda í
bestu deildini. Talan var tó
ikki um nakran lættan sig-
ur, men í fimta og avger-
andi settinum var tað sum
um, at ÍF nú hevur fingið
sálarligu yvirvágina á TB,
og tað var fyrst og fremst
hendan, sum gjørdist av-
gerandi.
Á Giljanesi var Fleyr á
vitjan, og roknað varð við,
at hetta at kalla var av-
greiðsluspurningurin hjá
Drátti. Fleyr tók tó heima-
liðið fullkomuliga á bóli, tá
tær vunnu sín bara næsta
sigur á árinum, og við hes-
um lyftu seg av niðasta
sessinum, har tær annars
hava hildið til, síðani tær
taptu seinna dystin móti
KÍF í grundspælinum.
Hitt
botnliðið,
KÍF,
megnaði ikki at gera stór-
vegis, tá Mjølnir vóru á
vitjan hjá teimum. Úrslitið
gjørdist ein sannførandi 3-0
sigur til Mjølnir, sum so-
leiðis halda fast í síni av-
bjóðing til gullmerkini,
sum nú hava verið í útlegd
úr Klaksvíkini í tvey ár.
Enn er tó einki avgjørt.
Fuglfirðingarnir
eru
kanska tær, sum eru best
fyri, men bæði TB og
Mjølnir eru framvegis so-
mikið væl við, at alt má
sigast at vera opið.
Hvussu tað fer at tørna
út, tá alt veruðr talt sama
veldst í stóran mun um,
hvussu tað fer at ganga í
innanhýsis dystunum mill-
um oddaliðini.
ÍF heldur oddastøðuna
ÍF vann oddaslagið ímóti TB,
og løgdu seg sostatt
einsamallar á odda, meðan
TB fyri fyrst má taka til
takkar við einum triðja
plássi
Fram vann
týdningarmikla
dystin á Mjølni,
soleiðis at tað enn
bert er eittans stig,
sum skilir liðini frá
øðrum til fjórða pláss
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
klaksvíkingar munnu iðra
seg um úrtøkuna í seinatu
báðum dystunum. Fyrst
taptu teir seinasta dystin í
grundspælinum, soleiðis at
SÍ slapp at troka seg upp í
silvurstríðið,
og
fyrsta
dystin í endaspælinum
vóru teir greitt við undirlut-
an, tá teir vitjaðu hjá Fram.
Við sannførandi 3-1 sigr-
inum legði Fram seg í
fyrstu atløgu á næst ovasta
sessin á stigatalvuni, og tað
er ikki óhugsandi, at teir
eisini vera at finna her, tá
stigini verða løgd saman
endaligt. Í øllum førum
hava havnarmennirnir sýnt
sera góð avrik í seinastuni,
har teir millum annað
tvingaðu fuglfirðingarnar
út í ein fimm-settara, og tað
er í øllum førum meira, enn
nakað annað lið hevur
megnað.
Hitt havnarliðið, Fleyr,
hevur tað hinvegin ikki
nakað serligt í løtuni. Teir
vóru hesa ferð á vitjan í
Sørvági, og eins og undan-
farnu átta ferðirnar gjørdist
talan um eitt 0-3 tap hjá
teimum. Sørvingarnir vóru
annars eina løtu í vanda
fyri at detta púrasta burtur
ímillum í kappingini um
silvurið, men við seinastu
sigrunum hava teir nú strítt
seg upp á liðina av klaks-
víkingum, og eru sostatt
bert eittans stig aftanfyri
Fram.
Gullstríð verður talan
neyvan um í ár, soleiðis
sum ÍF hevur skikkað sær,
men um silvurið er spenn-
ingurin framvegis so stórur,
sum hann á nakran hátt
kann verða.
Silvurstríðið
mest sum javnt
Tjaldur-VB 20-32 (10-18)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 6(2), Lenka Ribaric 6, Oddvá
Fossdalsá 3, Kristine Ellingsgaard 2, Anna Mari Østerø
1, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1
VB: Arnleyg Hjelm 8, Daiva Toumaite 7, Guðrun
Midjord 5, Laila Jespersen 5, Reda Kurkaskiene 4,
Eyðdis Kjærbo 2, Anja Magnussen 1
Brotskøst: Tjaldur 3, VB 1
Útvísingar: Tjaldur 2, VB 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen.
Neistin-Stjørnan 20-23 (10-12)
Málskjúttar:
Neistin: Súna Mørk 7(2), Simona Dziugyte 6(5),
Mildrið Jacobsen 2, Anna Clementsen 2, Susan
Brockie 2, Ása á Neystabø 1
Stjørnan: Una Olsen 7, Danijela Ercevic 5(2), Natasha
Stamenkovic 4, Jastrid Gullaksen 2, Bára S. Klakstein
2, Súsanna Hansen 1, Rannvá Andreasen 1, Irdi
Mikkelsen 1
Brotskøst: Neistin 10, Stjørnan 2
Útvísingar: Nistin 1, Stjørnan 4
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Jákup Símun
Simonsen.
StÍF-Kyndil 24-28 (12-14)
Málskjúttar:
StÍF: Alia Olaru 8, Poula D. Olsen 5(1), Asta
Petrauskiene 5(3), Signhild Petersen 2, Anna B.
Danielsen 2, Sunfríð B Jacobsen 1, Anna M.
Berthelsen 1
Kyndil: Annika Thomsen 9, Ileana Manolescu 8(5),
Annika Ljósstein 4, Sonja Smiljic 3, Marjun
Tróndarson 1, Ann Mari Vang 1, Heidi Maria Akselsen
1, Jensia Petersen 1
Brotskøst: StÍF 9, Kyndil 5
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansn & Sámal
Hansen.
Úrslit-kvinnuhondbóltur
Meistaradeild kvinnur
IF-TB 3-2
KÍF-Mjølnir 0-3
Dráttur-Fleyr 1-3
Meistaradeild menn
Fleyr-SÍ 0-3
Fram-Mjølnir 3-1
Flogbóltsúrslit
21
20
Nr. 247 - 28. desember 2002
Spenningurin hevur
sjáldan verið so í
bestu mansdeildini,
sum hann er júst í
løtuni. Nú grund-
spælið er liðugt,
standa trý lið á
jøvnum, og hvørki
Kyndil ella KÍF eiga at
avskrivast heilt
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey bæði seinastu árini
hevur tað gjarna verið so-
leiðis, at vestmenningar
longu við ársskifti hava
skilt seg somikið greitt út
frá restini, at gullmerkini at
kalla bert hava verið for-
malitetir. Fyri spenningin í
hondbóltskappingini er tað
tí ein gleðilig støða, sum nú
er íkomin. StÍF, Neistin og
VÍF byrja nevnliga øll við
níggju stigum, tá farið
verður undir endaspælið,
og sostatt er alt fullkomu-
liga opið, nú helmingurin
av
kappingarárinum
er
runnin.
Seinasta vikuskiftið und-
an jólunum vórðu teir trígg-
ir seinastu dystirnir í
grundspælinum leiktir, og
har eydnaðist tað StÍF og
Neistanum at staðfesta
oddastøðuna við tryggum
sigrum á ávíkavist Kyndli
og KÍF.
Kanska var tað eitt sindur
óvæntað, at StÍF skuldi
vinna somikið greiðan sig-
ur á Kyndli, men sum
skilst, so var ongan tíð nak-
ar sum helst ivi um, hvat av
liðunum var tað betra hend-
an dagin.
Kyndil fylgdi hampuliag
væl við fyrstu 10 minutt-
irnar ella so, men so fóru
teir í jólafrí, og tað revsaðu
strandingar
við
manér.
Serstakliga Sveinur Justin-
ussen – gerst bara betri fyri
hvønn dyst – gjørdi um seg,
og grønu gestirnir vistu
snøgt sagt ikki síni livandi
ráð, tá langlimaði unglingin
riggaði til til hoppiskotini.
Í Havn var skilið á leið
hitt sama, tá KÍF vitjaði
Neistan. Kollfirðingar hava
annars verið ein hampuliga
stór hóttan móti ovaru
støddu liðunum, men eins
og hjá Kyndli, so fóru teir
dekan ov tíðliga í jólafrí. At
støðan eftir fyrra hálvleik
var 17-4 til Neistan, sigur
helst alt um, hvussu lítið
KÍF hevði at bjóða uppá, og
so munar tað lítið, at teir
iðraðu seg um trý misnýtt
brotskøst á rað. Hesi høvdu
í besta føri pyntað um úr-
slitið, tí spenningurin í
dystinum var fyri langt
síðani fokin, tá hetta hendi.
Seinasti
dysturin
var
botnslagið í Runavík, har
Tjaldur og H71hitturst.
Sum tað hóskar seg eini
somikið javnari uppgerð, so
endaði alt við javnleiki,
men tað var so ikki uttan
dramatikk, at so varð. Í
seinasta minuttinum av
dystinum høvdu hoyvíking-
ar annars lagt seg á odda
við tveimum málum, men
teir megnaðu ikki at halda
høvdið kalt seinastu løtuna,
og so kundi Zoran Sarcevic
vera ísakaldur, tá hann í
seinastu sekundunum hevði
møguleikan at vinna eitt
stig heim av brotskast-
blettinum.
Landsliðsávirkanin
Sum grundspælið hevur
lagað seg, so er sjálvandi ilt
at meta um nakran favoritt
til FM-heitið, men skal
nakað lið takast framum, so
má tað helst verða StÍF.
Kanska hava avrikini
aftur í vetur verið eitt sind-
ur óstøðug, men í mun til
undanfarnu vetrarnar er tó
ein stórur bati í hesum. Og
tá teir eru á toppinum, so
megnar liðið sum einki
annað í Føroyum kynstri at
spæla skjótan og effektivan
hondbólt.
Við
leikandi
venjaranum og unga Sveini
Justinussen hevur liðið
eisini tvær av avgjørt
størstu stjørnunum í før-
oyskum
manshondbólti,
soleiðis at liðið eisini hevur
leikararnar, sum kunnu
avgera, tá spælið onkrar
dagar ikki koyrir.
Slíkar leikarar hav vest-
menningar fleiri av, og tað
er kanska fyrst og fremst
hesir, sum hava gjørt, at
liðið framvegis er somikið
væl við. Í øllum førum er
tað hent rættiliga ofta, at
spælið hjá VÍF ikki hevur
koyrt eftir vild, men við
skjúttum sum Inga og Áka
Olsen kunnu mótstøðu-
liðini ongan tíð kenna seg
heilt trygg.
Seinasta liðið í oddinum
er Neistin, og bara tað at
teir eru her, er í sjálvan sær
fullkomuliga
óvæntað.
Árið í ár skuldi annars bara
roknast sum ein roynd at
spæla eitt nýtt lið saman,
eftir at fleiri stórir profilar
eru farnir av liðnum í mun
til í fjør. Støðan í løtuni er
tó tann, at Neistin nú er
betri fyri, enn teir vóru fyri
einum ári síðani, ogh einki
er at ivast í, at hetta er nak-
að, sum togar smílini fram í
bláu búnunum. Hvørt liðið
verður eins frammarliga, tá
endaspælið er av, kann
sjálvandi ikki sigast enn,
men verður hildið fast við
positiva hugburðin til spæl-
ið, og megna Áki Mørk og
Morgan Knezevic at halda
støðinum frá grundspælin-
um, so er einki ógjørligt.
Og so skal eisini minnast
til, at John Petersen nú
eisini er á liðnum, so hóast
alt, so hava Neistamenninir
eisini einstaklingarnar, sum
kunnu avgera tøttu dystir-
nar, sum altíð vilja koma.
Og so kann tað eisini vísa
seg at gerast avgerandi fyri
gullstríðið, hvussu lands-
liðsleikararnir úr ymsu fe-
løgnum tørna út eftir lands-
dystirnar, og ikki minst
hvussu teir, sum ikki eru á
landsliðnum, taka upp-
gávuna tá bíðað verður. Ein
líknandi støða var fyri
tveimum árum síðani, og
tað ferðina var sólarklárt, at
landsliðsleikararnir vóru so
nógv betri fyri, tá kapp-
ingin byrjaði aftur.
Verður støðan tann sama
í ár, er ikki óhugsandi, at
VÍF mest sum setir turbo-
løðaran til, tá farið verður
undir aftur kappingina, og
um so er, so vildi tað í øll-
um førum verið spell fyri
spenningin, sum er upp-
bygdur higartil. Ein spenn-
ingur, sum ikki hevur sæð
sín líka seinastu mongu
árini, og sum ivaleyst kann
gera sítt til, at ymsu
høllirnar kring landið verða
fullsettar, nú avgerandi
dystirnir av álvara fara
ígongd.
Úrslit – manshondbóltur
StÍF-Kyndil 33-21 (15-9)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 12(3), Jón Rasmussen 5,
André F. Danielsen 4, Alexandur Johansen 3, Artur
Johansen 3, Costin Dumitrescu 3, Bent Djurhuus 2,
Kristian Peturssopn 1, Pauli Hansen 1
Kyndil: Hanus Jensen 4, Høgni Klein 4, Jónleif
Sólsker 3(2), Heini Bendtsen 3, Jacob Jónsson 2(1),
Ken Zachariasen 2(1), Finnur Hansson 2, Josef Abra-
hamsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 7
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal
Hansen
Neistin-KÍF 33-18 (17-4)
Málskjúttar:
Neistin: John PEtersen 10(2), Morgan Knezevic 8,
Helgi Justinussen 5, Ragnar Stakkstund 4, Dan
Thorleifsson 3, Jón Ludvig 2, Birgir Kass 1
KÍF: Damir Oros 7(1), Mirko Milinkvic 5(3), Rógvi
Weihe 2, Finn Heri Johansen 2, Petur Martin Poulsen
1, Vagnur Johannesen 1(1), Hallur Hansen 1
Brotskøst: Neistin 2, KÍF 9
Útvísingar: Neistin 4
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Jákup Símun
Simonsen
Tjaldur-H71 34-34 (18-15)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 12(4), Jens Martin Knudsen
5, Tórhallur Thomsen 4, Arnfinn Langgaard 4, Zoran
Sarcevic 4(1), Sverri Justinussen 3, Mortan Hansen 2
H71: Esbern Patursson 9, Bjarni Wardum 8(6), Halgir
Dahl Olesen 5, Johnny Durhuus 5, Niels Viggo
Niclasen 4, Hans J. Jacobsen 3
Brotskøst: Tjaldur 6, H71 6
Útvísingar: Tjaldur 4, H71 5
Diskvalifikatión: H71 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen.
Spenningurin í hæddini
Tað var kanska óvæntað, at
StÍF skuldi vinna somikið
sannførandi á Kyndli
seinasta vikuskiftið, men
hetta var í grundini bert ein
staðfesting av styrkini, sum
strandingar tykjast hava í
løtuni
C
M
Y
K
20