Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 3 Leygardagin var innandurakapping í fótbólti fyri fiski- menn. Hetta var fjórða árið á rað, at skipað varð fyri hesi tiltaki í KÍ-høllini í Klaksvík. Undirtøkan til hesar kappingar hevur verið sera góð. Hesa ferð høvdu 41 skip teknað luttøku við 230 monnum. Í ár var tað manningin á Sundabergi, ið fór avstað við sigrinum UNDIRHALD Orð og myndir Rúna Sivertsen Hýrurin var góður í KÍ- høllini leygardagin, tá fiskimenn hittust til árligu innandurakappingina í fót- bólti. Kappingin byrjaði kl. 10 á morgni og helt á til kl. 7 á kvøldi. Støðan millum liðini var jøvn, og onkur dystur var sera spennandi. Kappingin endaði við, at Sundaberg gjørdist nr. 1, Varin nr. 2 og Søkin nr. 3. Hesa ferð høvdu 41 manningar teknað luttøku, og longu nú er avgjørt, at kappingin komandi ár verð- ur 29. desembur. Trý tey vinnandi liðini fingu heiðursmerki og skreytplátu til ognar. Heið- ursmerkini hevur Norðoya Bjargingarfelag latið, og skreytplátan er frá Skipa- listanum. Ferðasteypið, sum vinn- araliðið fekk í varðveitslu til komandi ár, hevur Klaksvíkar Kommuna giv- ið. Tá heiðursmerki og steyp vóru handaði, fekk vinn- andi liðið enn eina virðis- løn. Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir teir vóru, tá teir fingu ein viku- skiftisferðaseðil í part frá Atlantic Airways. Umframt hesar, stuðlar eisini Norðoya Sparikassi tiltakinum. Um 180 mans savnaðust til borðhaldið, sum var á Skúlaheiminum eftir dyst- irnar. Sum altíð, var hetta ein sera stuttlig løta, har teir, sum dagliga stríðast á sjónum, kundu hugna sær saman. Fótbóltskappingin mill- um fiskimenn hevur einki handilsligt endamál, men er bert ætlað til undirhald og hugna hjá fiskimonnum. Til at gjalda útreiðslur av tiltakinum, rindar hvørt skipið 1000 krónur. - Tá peningur hevur verið til avlops, hava vit latið hann farið til eitthvørt væl- gerandi endamál, sigur Palli Ziskason, sum hevur skipað fyri fóbóltskapping- ini hvørt ár higartil. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Elinborg Sámalsdóttir Lervig Skáli andaðist 27. desember 72 ára gomul. Jarðarferðin verður 31. des. kl. 12.00 úr Skála kirkju. Johan, Maritha,Tummas, Sámal Petur og Joan Eilin Tey, ið vilja minnast Elinborg kunnu lata eina gávu til Leguhúsið i Nesvík. Úr oljudansi í fótbóltsgaggur Tveir vælnøgdir áskoðarar, Grímur Lassen, reiðari á Jákup B og Poul Nolsøe Laksáfoss, maskinstjóri á Norrønu. Aftanfyri situr Jórun Andreasen og stórsmílist. Jórun er mamma at kendu fótbóltstvíburðunum, Rannvá og Ragnu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, var eisini millum leikararnar. Hann spældi við manningini á Akranesi Ragnar Heinesen av Viðareiði, legði hart út og skaddi sær beinið nærum beinanvegin. Hann sær tó vælnøgdur út, her hann stendur millum vinnandi skipsfelagar sínar á Varðanum Jørgen Niclasen, handar Jan Joensen, liðskipara á Sundabergi, ferðasteypið. Jan vardi málið hjá Sundabergi mannliga. Sum eykavinning fingu teir hvør sína vikuskiftisferð til Reykjavíkar ella Aberdeen Eftir dystirnar var borðhald í borðstovuni á Skúlaheiminum. Um 180 mans sótu til borðs, har borðteitt var við smyrjibreyði, øli og sodavatni Heldur ikki í ár lá parturin hjá Niels Olafi Sølvará eftir. At halda røðu dugir hann væl, og hann fegnaðist um, at tað fyri hvørt ár gongur framá hjá Pison. Pison og Mascot spældu ein sera javnan dyst og máttu spæla heilar 9 min. eyka, áðrenn Pison fór avstað við sigrinum (Mynd Palli Ziskason) C M Y K 3 2 Formaður Tjóð- veldisfloksins, Høgni Hoydal, er valdur til Ársins neyðrakett av lesarunum hjá Dimmalætting. Tað gjørdist greitt mána- morgunin, tá blað- stjórin á Dimma- lætting, Ingi Samuel- sen, handaði Høgna Hoydal neyðrakett- ina úti í Tinganesi NEYÐRAKETT Ingi Rasmussen 940 fólk greiddu atkvøðu fyri Ársins neyðrakett. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins og varaløgmaður, fekk iva- sama heiðurin við 311 at- kvøðum framman fyri Klæmint Weihe (209) og Anfinn Kallsberg (145). Grundgevingin hjá Dimmalætting fyri at skjóta Høgna Hoydal upp til Ársins neyðrakett var ein lýsing stutt upp undir løgtingsvalið í apríl mán- aði. Lýsingin stóð í Sosi- alinum á sjálvum valdegn- um, og á henni vóru tríggj- ar andlitsmyndir – ein av Høgna Hoydal, ein saman- sett mynd av Jóannesi Eidesgaard og Poul Nyrup Rasmussen, og ein saman- smeltað av Lisbeth L. Petersen og Anders Fogh Rasmussen. Undir myndini av Høgna stóð »føroyskt« og undir hinum stóð ávikavist »hálvføroyskt« og »hálv- danskt«. Nógv rok stóðst av lýs- ingini. Lýsingin skuldi eit- ast at vera frá Tjóðveldis- flokkinum, men sjálvan valmorgunin kom ein lýs- ing frá lýsingarfyritøkuni Team 85, sum átók sær alla ábyrgdina av lýsingini og segði, at hon var send Sosialinum av misgávum. Nógvar gitingar vóru um, hví so var, men sagt varð so, at talan var um eina lýsing, sum ongantíð varð góðkend av Tjóðveldis- flokkinum. Spurningurin er so, um Ársins neyðrakett rakar aftur í høvdið á Dimma- lætting, tá hon dettur nið- uraftur. Tí tað er Dimma- lætting, sum eigur Team 85. Undir øllum umstøðum, er Høgni Hoydal útnevnd- ur Ársins neyðrakett fyri eina lýsing, sum Team 85 hevur átikið sær ábyrgdina av. Úrslitið av atkvøðu- greiðsluni gjørdist annars hetta: Høgni Hoydal: 311 - 33,1 prosent Klæming Weihe: 209 - 22,2 prosent Anfinn Kallsberg: 145 - 15,4 prosent Tórbjørn Jacobsen: 134 - 14,3 prosent Øssur Winthereig: 121 - 12,9 prosent Jóanis Nielsen: 20 - 2,1 prosent Tilsamans 940 atkvøður Høgni Hoydal er ársins neyðrakett SKIPSKEYP Áki Bertholdsen Nú hava hvalbingar keypt ein trolara afturat til bygd- ina. Tað er íslendski trol- arin, Dala- Rafn, úr Vest- mannaoyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt. Tað eru menninir aftan- fyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat. Jákup Pauli Hammer, reiðari, sigur teir hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsk- landi og í Noregi. Tá ið vit tosaðu við hann sunnukvøldið, var keypið ikki endaliga avgreitt, men tað varð tað á midnátt. Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiski- loyvið hjá djúpvatnstrolar- anum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av land- inum og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi. Dala- Rafn er ein djúpvatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men reiðarin á Stein- tóri sigur, at hann er væl hildin. hann hevur 1500 hestar. Hann kostar fýra milli- ónir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap. Jákup Pauli Hammer væntar, at trolarin fer at standa teimum í 10 milli- ónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap. Arbeiðið, sum skal gerast við trolaran, áðrenn hann verður góðkendur, verður nú boðið út. Enn er sostatt óvist, nær hann kemur til landið, men nýggju eigararnir vóna, at hann kann fara til fiskiskap í mars mánað. Hann fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba. Hvalbingar keypt nýggjan trolara