Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 5 Nýggjársaftan fara tvøramenn at skjóta tað, sum teir siga verður størsta fýrverk í landinum í ár NÝGGJÁRSHALD Áki Bertholdsen Seinastu árini hevur Tvør- oyri ment seg til at verða nýggjársbygd burturav. Og í ár ætla teir sær veruliga at liva upp til heitið at vera Føroya fremsta nýggjárs- bygd. Tað eru eini 10 ár síðani, at tvøramenn tóku seg sam- an at skipa fyri einum veru- ligum bygdartiltaki nýggj- ársaftan og síðani er tað bara vaksið og vaksið. Og tað, teir fara at skjóta í ár, halda teir uppá, er størsta fýrverk í landinum. Eini fýra kubikk av fýr- verki verða skotin upp í loft á midnátt nýggjarsaftan og tað er meiri enn teir nakran- tíð hava havt fyrr og tað er meiri enn nakar annar í Føroyum hevur, - siga fyri- reikararnir. Ein av oddamonnunum í gamlaársnevndini á Tvør- oyri, Oddur Dimon, sigur, at tað, teir hava keypt, er einans dygdarfýrverk og sjálvur hevur hann nakrar ferðir verið uttanlands á skeiði í at skjóta fýrverk. Sum nakað serligt, hava teir eisini eitt ljósskelti, har tað stendur »Tvøroyri 2003« í ymsum litum. Nýggjárshaldið á Tvør- oyri byrjar í »Oldurdalin- um« klokkan 23.45, tá ið skrúðgonga verður út í ítróttarhøllina, har stórt bál og fýrverk verður. Aftaná verður farið inn- andura í ítróttarhøllina, har smurt breyð, sjampanja og sodavatn verður at fáa ókeypis. Aftaná fer so »Ein Blanding« at spæla til dans, men dansurin kostar 120 krónur. Manningin á Rasmus Effersøe vann fótbóltskappingina fyri sjómenn í Suður- oynni leygardagin SOSIALT TILTAK Áki Bertholdsen Tá ið teir, sum sigla við Rasmus Effersøe einaferð verða troyttir av at sigla, er tað ikki vist, at teir kunnu velja sær fótbólt til nýggja vinnu. Men at teir eisini eru stinnir at sparka, vístu teir til fulnar í ítróttarhøllini á Tvøroyri leygardagin. Leygardagin varð skipað fyri innandura fótbólts- kapping fyri fiskimenn í Suðuroynni og tá læt mann- ingin á Rasmus Efferøe ongan iva vera um, hvørjir fiskimenn duga best at sparka. Teir vunnu kappingina og fyri tað fingu teir heiðurs- merki um hálsin og eitt stórt ferðasteyp, sum Før- oya Banki hevði latið. At fiskimenn hittast til fótbóltskapping innandura nú á nýggjárinum, hevur verið eitt vanligt sosialt til- tak norðanfjørðs í nøkur ár. Men í ár tóku so eisini suð- uroyingar seg saman og skipaðu fyri eini kapping. Hóast hugskotið kom knappliga og skotbráið tí- skil var stutt, høvdu 20 lið av 12 skipum meldað seg til kappingina. Sostatt høvdu fleiri skip manna tvey lið. Tað hevði Rasmus Effersøe eisini og teir, sum vunnu, vóru Rasmus 1. teir vunnu allar sínar dystir, uttan ein ímóti Niela Paula, sum endaði við javnleiki. Men fyrireikararnir siga, at tað vóru nógvir, sum ikki vistu av kappingini, fyrrenn freistin at melda til var far- in og kappingin varð løgd til rættis so at tað var ov seint at broyta hana. – So høvdu vit havt stundir at lýsa kappingina betri, høvdu nógv fleiri lið melda til, siga fyrireikar- arnir. Aftaná lokna kapping, fingu spælararnir døg- verða, so teir fingu eisini eitt gott kvøld burturúr tí. Afturvendandi tiltak Tiltakið var so væl eydnað, at teir ivast ikki í, at tað verður endurtikið næsta ár. Tað, sum kanska kom mest óvart á, var, hvussu nógvir áskoðarar vóru í høllini allan dagin, kapp- ingin vardi, nógv fleiri enn tað plaga at vera til vanligar ítróttarkappingar. Fyrireikararnir siga, at næsta ár umhugsa teir at taka pening fyri atgongu- merkini og at lata tað, sum kemur inn, fara til okkurt vælgerðandi endamál. Hvør dystur vardi í fimm minuttir, men í finaluni varð spælt tvær ferðir fimm minuttir. Í aðrari halvfinaluni vann Rasmus 1 heili 6-1 á Grana og í hinari vann Brestir 2-1 á Niels Paula eftir eitt gylt mál í longdari leiktíð, eftir at vanligi dysturin var end- aður 1-1. Í finaluni lótu teir á Rasmussi ongan iva ver um úrslitið, tí teir vunnu 3-0 á Bresti. Dystin um 3. plássið vann Grani 4-3 á Niels Paula. Eisini hesin dysturin varð avgjørdur av einum gyltum máli í longdari leik- tíð, eftir at vanligi dysturin var endaður 3-3. Í kappingini fingu spæl- ararnir seg royndar, tí teir, sum komu í finaluna, spældu ikki færri enn 10 dystir hendan dagin. Rasmus var tann stinnasti Størsta fýrverk í landinum Rasmus Effersøe vann innandurakappingina fyri fiskimenn í ítróttarhøllini á Tvøroyri leygardagin. Rasmus mannaði tvey lið. Teir sum vunnu, vóru Rasmus 1 og teir, sum mannaðu liðið eru: Aftara rað frá vinstru: Gudmund Nónstein og Óli Jensen úr Hvalba og Júst A Johannesen av Tvøroyri. Teir báðir sum húka eru, Jan Ole Farstad, liðskipari vinstrumegin og Jón Bogi Guttesen, báðir av Tvøroyri Fýra av oddamonnunum í gamlaársnevndini á Tvøroyri við hvør sínari bumbu, sum teir fara at skjóta upp í loft nýggjársaftan á Tvøroyri. Teir eru frá vinstru, Poul Leon Danielsen, Oddur Dimon, Signar Strøm og Hallur Strøm Hans Jacob Joensen, bispur, heldur lítið um, at drotningin í framtíðini ikki skal tilnevna bisp ella hava nakað við eina yvirtikna kirkju at gera. Hann setir spurnartekn við, um heimastýrislógin hevur myndugleika til at taka heimildir frá drotningini, tí um Løgtingið skal kunna lóggeva á økinum, kann hann fara til songar sum lutherskur bispur og vakna sum katolikkur FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen Seinastu dagarnar hevur danska blaðið Kristeligt Dagblad vitjað í Føroyum, her tey hava prátað við ymisk fólk um ta ætlaðu yvirtøkuna av fólkakirkj- uni. Teirra millum er Før- oya bispur, Hans Jacob Joensen, sum í viðtali við danska blaðið 21. desember ikki leggur fingrarnar ímillum, tá talan er um yvirtøkuna av tí føroysku fólkakirkjuni. Bispur er fyri, at Føroya kirkja skal gerast sjálvstøð- ug kirkja, men hetta merkir, at nógv umsitingarligt virk- semi skal flytast úr Keyp- mannahavn til tað føroyska heimastýrið. Hann heldur, at tað eru fleiri mál, sum áttu at verið loyst, áðrenn føroyingar yvirtaka kirkj- una. Tað, sum serliga órógvar bisp, er komandi støðan hjá drotningini til ta føroysku kirkjuna. Sambært ætlan- unum hjá Mentamálaráðn- um og danska kirkjumála- ráðnum skal hon í framtíð- ini ikki longur útnevna bispin í Føroyum, sum hon t.d. ger tað hjá grønlend- ingum, sum hava yvirtikið sína kirkju. Bispur ger vart við, at eins og tey flestu eru iva- som um støðuna hjá drotn- ingini í framtíðini, er eisini ivasamt um ein yvirtikin føroysk fólkakirkja fram- vegis er umfatað av Grund- lógini, og harvið stuðlað av danska statinum, tvs. um ein føroyskur »statur« í framtíðini eisini yvirtekur skyldurnar, danski staturin hevur í dag. Grundlógin gevur kongi ymiskar heim- ildir í kirkjuni, og spurn- ingurin, um hesar heimildir kunnu fella burtur, sjálvt um kirkjan verður yvirtikin eftir heimastýrislógini, er enn ógreiður. Tí heldur Hans Jacob Joensen sam- bært Kristeligt Dagblad tað ikki vera nóg mikið við eini avtalu millum danska kirkjumálaráðið og før- oyskar embætismenn, tá talan er um taka heimildir frá drotningini. Kann vakna á morgni sum katolikkur Hans Jacob Joensen heldur fram við at vísa á, at tá tal- an er um føroysku kirkjuna, er tað talan um ta luthersku kirkjuna, sum eisini er tann danska fólkakirkjan, og tí eru trúarjáttanirnar hjá tí føroysku og donsku kirkj- uni tær somu. - Men verða trúarjáttanirnar av sær sjálvum fluttar yvir til ta føroysku kirkjuna, um vit loysa hana frá donsku grundlógini, spyr bispur. Í Grundlógini stendur nevniliga, at vit hava ta evangelisk-luthersku trúar- játtanina, men hvar verður hetta avgjørt at standa í framtíðini, og kann hetta broytast? Um avgerðin um trúarjáttanirnar skal standa í føroysku lógini, spyr bisp- ur aftur, um hann í kvøld kann fara til songar sum lutherskur bispur og í mor- gin vakna og hoyra, at Løg- tingið hevur avgjørt, at nú skulu vit verða katolikkar? – Um samband ikki longur er millum kirkjurnar báðar gjøgnum Grundlógina, er trygd ikki longur fyri, at føroyska kirkjan er evan- gelisk-luthersk. Ein slík trúarjáttan eigur at vera ávíst í eini lóg, eini før- oyskari grundlóg, sum ikki kann broytast av politikar- um, men bert við fólkat- kvøðu. Tí skal føroyska fólkið eisini atkvøða um yvirtøkuna av suverenitet- inum, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Munur á Nyrup og Fogh Hann heldur, at danska stjórnin í dag markant hev- ur broytt signalini, tá talan er um føroysk viðurskifti. Kristeligt Dagblad skriv- ar, at vóru trupulleikar millum Landsstýrið og ta donsku stjórnina, meðan Poul Nyrup Rasmussen var forsætismálaráðharri, so er ikki vist, at trupulleikarnir eru minni, nú Anders Fogh Rasmussen vísir ynskjun- um føroyskt sjálvstýri betri viðferð. Sami grundhug- burður gongur kanska aftur í danska kirkjumálaráðn- um, sum vísir ætlanum um yvirtøkuni vælvild. Hetta undrar føroyingar bæði í tí politiska og kirkjuliga um- hvørvinum eins og restina av fólkinum. Onkur heldur, at hetta fer at hava øvugt árin, nevniliga, at føroying- ar verða skeptiskir, og lata vera við at yvirtaka. Til hetta sigur Føroya bispur, at tað er ein markant broyting og løgin kensla, at vit bara kunnu gera, sum okkum lystir. - Tað er í ein ávísan mun í lagi, men mær vantar enn, at ein loysing ella einar sjálvstøðugar Føroyar verða samtyktar av tí føroyska fólkinum. Tað er ein merkiligur vegur at ganga bara at sleppa øllum. Undir Nyrup fingu vit at vita, at alt ikki bara kundi flytast úr Danmark til eina sjálvstøðuga føroyska kirkju. Í dag fáa vit so at vita, at tað eru als eingir trupulleikar. Heldur ikki við Grundlógini. Tann dag, tá alt á henda hátt er yvirført til Føroyar sjálvar, hvat skal Føroya fólk tá svara á eini fólkaatkvøðu? Hvat hendir, um Føroya fólk sigur nei? Tað er før- oyska fólkið, og ikki teir føroysku politikararnir, sum skulu avgera fullveld- isspurningin. Tí er tað ein- asta rætta at halda eina fólkaatkvøðu um føroyskt fullveldi, sigur Hans Jacob Joensen. Yvirtøkan av kirkjuni avgerandi fyri alt sjálvstýrismálið Bispur sigur seg ynskja, at ein breitt samansett nevnd skal gjøgnumganga ta før- oysku kirkjulóggávuna fyri koma fram júst hagar, suvereniteturin skal galda, og har hann ikki skal galda. Sum nevnt hevur danska blaðið prátað við fleiri fólk í Føroyum um ta ætlaðu yvirtøkuna av kirkjuni teirra millum er stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum eisini úttalar seg týdningin av kirkju- málinum. Í blaðnum 18. desember sigur hann: - Hvis ikke det skulle lykkes i denne omgang at få folke- kirken under færøsk selv- bestemmelse i forhold til den danske folkekirke, så tror jeg, at yderligere over- gang til selvstændighed på Færøerne kan få det svært i de kommende år. Kirkjan á ótryggari grund Í Grundlógini stendur, at vit hava ta evangelisk-luthersku trúarjáttanina, men hvar verður hetta avgjørt at standa í framtíðini, og kann hetta broytast? Um avgerðin um trúarjáttanirnar skal standa í føroysku lógini, spyr bispur aftur, um hann í kvøld kann fara til songar sum lutherskur bispur og í morgin vakna og hoyra, at Løgtingið hevur avgjørt, at nú skulu vit verða katolikkar? C M Y K 5 4