týsdagur 31. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
7
Árni M. Dam á
Norðskála er ikki
longur reiðari á
Thomasi Nygaard og
Fugltúgvuni, men
felagið hjá honum,
P/F Jómar, eigur og
rekur framvegis
línubátin, Kúrberg
REIÐARASKIFTI
Vilmund Jacobsen
Seinastu árini hevur Árni
M. Dam á Norðskála verið
reiðari á línuskipunum,
Thomasi Nygaard og Fugl-
túgvuni. Hann var eisini
reiðari og ein av eigarunum
av línubátinum, Sigmundi,
fyrrverandi Vaðhorn, sum
hann fyrr í ár seldi P/F
Eysturoy á Toftum. Tað var
P/F
Jómar,
sum
átti
Sigmund. Felagið eigur og
rekur framvegis línubátin,
Kúrberg, sum eisini hevur
snelluloyvi. Árni er tískil
framvegis reiðari á Kúr-
bergi.
Tað er felagið, P/F Line-
Fish, sum eigur Thomas
Nygaard og P/F Torvanes,
sum eigur Fugltúgvuna.
Svágur tekur yvir
Frá umleið hálvum novem-
ber í ár, hevur svágur Árna
M. Dam, havnamaðurin,
Dánjal Jákup Vilhelm, sum
býr í Leynum, tikið yvir
reiðaravirksemið hjá Tho-
masi Nygaard og Fugltúgv-
uni, sum Árni hevur havt
um hendi.
Skrivstovan er framvegis
í hølunum hjá P/F Jómar á
bryggjuni á Norðskála.
Men Árni hevur ikki bara
verið reiðari; hann hevur
eisini verið formaður í Fel-
agnum Línuskip í fleiri ár.
Nú hann minkar um reið-
aravirksemið, og svágurin
yvirtekur tann størra partin,
hevur Árni ynskt ikki at
vera formaður í felagnum
hjá línuskipum meira. Fel-
agið hevði fund á Runavík-
ar Sjómansheimi sunnu-
dagin, og tá varð annar for-
maður valdur.
Sum tann skilamaður,
Árni er, hevur hann eisini
sitið í nevndum, sum hava
ráðgivið um fiskiveiðina
undir Føroyum.
Nýggi reiðarin á Thomasi
Nygaard og Fugltúgvuni,
Dánjal Jákup Vilhelm, hev-
ur átikið sær hetta starv í
fyribils eitt hálvt ár.
Besta árið nakrantíð
Tað er eingin loyna, at árið
2002 ivaleyst er besta árið
hjá okkara línuskipum nak-
rantíð. Fiskiskapurin hevur
verið óføra góður, og hóast
prísirnir hava verið lækk-
andi, eru nøgdirnar so mik-
ið stórar, at árið 2002 fyri-
bils fer í søguna sum tað, ið
royndist best.
Nú árið er runnið, er
Sigmundur besti línubátur í
flotanum.
Skipari á Sigmundi, er
eiðismaðurin og rokskip-
arin, Mortan Mortensen.
Formaðurin í Føroya
Reiðarafelag, Jákup
Sólstein, væntar, at
hetta verður eitt
tungt stríð, nú
partarnir enn ikki eru
samdir um sjálvt
samráðing-
argrundarlagið.
- Hetta er ógvuliga
beklagiligt, sigur
hann
SÁTTMÁLASTRÍÐ
Vilmund Jacobsen
Enn
røkist
einki
fyri
nakrari
semju
millum
Føroya
Skipara-
og
Navigatørfelag og Føroya
Reiðarafelag, soleiðis at
skipini kunnu fara útaftur,
tá ið jóla- og nýggjárs-
halgan er farin aftur um.
Formaðurin í reiðarafel-
agnum, Jákup Sólstein, sig-
ur, at einki samband hevur
verið millum partarnar,
síðan samráðingarnar slitn-
aðu, og tí eru heldur eingi
útlit fyri nakrari loysn,
soleiðis sum støðan er.
Einki samband
- Einki samband hevur
verið millum partarnar, og
eingin nýggjur fundur er
avtalaður, sigur hann.
Spurdur, um hann vænt-
ar, at hetta verður eitt tungt
stríð, nú partarnir enn ikki
eru samdir um sjálvt sam-
ráðingargrundarlagið,
ásannar Jákup, at tað verð-
ur tað helst.
- Hetta er ógvuliga
beklagiligt,
men
vit
noyðast
at
ásanna,
at
rættiliga langt er millum
partarnar.
Formaðurin í reiðarafel-
agnum sigur, at tað, sum
brennur heitast, er, at Før-
oya Skipara- og Navigatør-
felag vil hækka yvirmanna-
partarnar, men tað kemur
ikki uppá tal.
- Tað er heldur soleiðis,
at onkrir yvirmannapartar
eiga at lækka, sigur Jákup
Sólstein.
Ikki rætt
Ellintur M. Abrahamsen
hevur sagt, at hini mann-
ingarfeløgini góðtóku at
broyta undirskrivaða sátt-
málan eftir seinastu sam-
ráðingar, tí hesi feløg hava
ikki yvirmannapartar eins
og Føroya Skipara-og Navi-
gatørfelag.
- Men hetta er ikki rætt,
sigur Jákup Sólstein, tí øll
hini trý feløgini, Føroya
Fiskimannafelag, Føroya
Motorpassarafelag
og
Maskinmeistarafelagið
hava eisini yvirmannapart-
ar - um enn í minni mun
enn FSN. Kortini gingu tey
við til at rætta tær villur og
teir skrivifeilir, sum vóru,
tá ið seinasti sáttmálin varð
undirskrivaður í januar
1999.
Semingsmenn í trætuni
millum felagið hjá skipar-
um og navigatørum og reið-
arafelagið,
eru
Høgni
Høgnesen og Suni S.
Jacobsen.
Reiðarafelagið er eisini í
samráðingum við Maskin-
meistarafelagið, men hesar
samráðingar eru fyribils út-
settar til fyrst í komandi ári.
Sáttmálin
við
Maskin-
meistarafelagið gekk eisini
út, 1. desember.
Føroya Motorpassarafel-
ag hevur ikki sagt sáttmál-
an við reiðararnar upp, og
Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag gjørdu
nýggjan sáttmála í summar.
Árni minkar um sítt reiðaravirksemi
Árni M. Dam minkar um sítt reiðaravirksemi. Svágurin, Dánjal Jákup Vilhelm, yvirtekur nú
virksemið hjá Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni, men Árni rekur framvegis línubátin, Kúrberg,
sum felagið hjá honum, P/F Jómar, eigur
Einki samband millum
verkfalspartarnar
- Støðan er
ógvuliga
beklagilig, men
vit noyðast at
ásanna, at
rættiliga langt
er millum
partarnar, sigur
Jákup Sólstein
SÁTTMÁLASTRÍÐ
Vilmund Jacobsen
Vanliga eru ikki nógv
ísfiskaskip úti millum
jól og nýggjárs, men so
skjótt nýggjárshøgtíðin
er farin aftur um, loysa
øll tey skip, sum liggja
klár at fara. Einstøk skip
plaga
tó
at
ríva
manningina
upp
úr
bleytu
stovustólunum
beint eftir jól og gera ein
stuttan
túr
millum
høgtíðirnar, men hetta
eru tey allar fægstu.
Hesaferð verður tó
eingin
slíkur
túrur
gjørdur,
tí
Føroya
Skipara- og Navigatør-
felag hevur lýst verkfall
eftir, at samráðingarnar
við reiðararnar slitnaðu,
18.
desember.
Men
hesar samráðingar komu
heldur ongantíð í gongd,
tí partarnir kundu ikki
semjast um samráðing-
argrundarlagið.
Og tá er ikki nógv at
gera...
Eingin fiskur
Tá ið skipini plagdu at
fara útaftur beint eftir
nýggjár, kundi roknast
við, at gongd kom á
flakavirkisvinnuna einar
10-14 dagar inn í nýggja
árið. Men soleiðis verð-
ur eftir øllum at døma
ikki í ár.
Eingin veit, hvussu
drúgt verkfallið kann
gerast, men óhugsandi
er ikki, at tað verður ein
tungur burður hjá sem-
ingsmonnunum, Høgna
Høgnesen og Suna S.
Jacobsen, at fáa semju
millum partarnar.
Tey, sum starvast á
fiskavirkjunum
kring
landið, kunnu tí ikki
rokna við at sleppa til
arbeiðis aftur, fyrr enn í
øllum førum nakrir dag-
ar eru farnir av nýggja
árinum, 2003.
Útróðrarflotin er tó
ikki raktur av verkfallin-
um, men hóast útróðurin
hevur verið góður í vet-
ur, er avmarkað, hvussu
nógvan fisk hesin part-
urin av flotanum kann
føra til lands.
Sum er, verða gólvini
á flestu fiskavirkjum
turr eina tíð frameftir -
og eingin peningur verð-
ur at tjena hjá teimum,
sum vinna sítt lívibreyð
á virkjunum kring land-
ið.
Einki at tjena, tá
ið flotin liggur
Strandferðslan
gjørt avtalu
um koyring í
Suðuroynni
Nótaskipið Jón Sig-
urðsson er seldur til
Norra, og í hansara
stað kemur ein gamal
kenningur aftur í
flotan. Reiðaríið hjá
Jón Sigurðsson hevur
útvegað sær
fyrrverandi Gullfinn,
ið nú eitur Storeknut,
úr Norra.
ENDURNÝGGJAN
Jón Brian Hvidtfeldt
– Skulu vit vera við, so
mugu vit eisini fylgja við.
Tað sigur Anfinn Olsen,
reiðari, eftir at nótaskipið
Jón Sigurðsson nú er selt til
Norra. Í staðin fyri hevur
reiðaríið útvegað sær eitt
væl størri skip, somuleiðis
úr Norra. Talan er um
fyrrverandi
Gullfinnur,
bygdur í 1979, og sum var í
føroyska flotanum í áttati-
árunum. Skipið hoyrir í dag
heima í Norra, og ber
navnið Storeknut.
Hóast Storeknut bara er
eitt ár nýggjari enn Jón Sig-
urðsson, ið er bygdur í
1978, so er talan um eitt
væl betri skip, sigur Anfinn
Olsen. Skipið varð høvuðs-
umvælt í 1991, og fekk tá
millum
annað
nýggjan
motor.
Størri orka
Sammett við Jón Sigurðs-
son er tað eitt væl størri
skip, ið kemur í flotan í
næstum.
Meðan
Jón
Sigurðsson lastar 900 tons,
tekur Storeknut meira enn
tað dupulta, ella umleið
2000 tons. Eisini hevur
skipið væl størri maskin-
orku, 4900 hestar, sammett
við Jón Sigurðsson, ið
hevur 3300 hesta maskin-
orku.
Anfinn Olsen vísir á, at
umstøðurnar vera munandi
betri við nýggja skipinum.
– Av tí at skipið lastar so
nógv, ber til at spara nógva
siglingstíð aftur og fram av
feltinum, og eisini kann tað
loysa seg at sigla longri
eftir góðum prísi, sigur An-
finn Olsen. Harumframt
orkar Storeknut munandi
betur at toga, tá roynt verð-
ur við troli.
Eins og Jón Sigurðsson
kann Storeknut royna bæði
við nót og við troli. Nýggja
skipið fær øll loyvi hjá Jón
Sigurðsson, og kann tí bæði
fiska sild, makrel, lodnu,
og fær somuleiðis burturav
føroysku svartkjaftakvot-
uni.
Væl dýrari
Í roknskapinum hjá reiðar-
ínum E.M. Shipping, ið
higartil hevur átt Jón Sig-
urðsson er virðið á skip-
inum mett til góðar 31
milliónir krónur. Sjálvur
hevur reiðarin lítlan hug at
tosa um sølu- og keypsprís,
men hann sigur tó so mikið,
at
søluprísurin
liggur
niðanfyri hetta virði.
Anfinn Olsen vísir á, at
prísurin á lítlum og goml-
um nótaskipum sum heild
er lágur í løtuni, og kemst
hetta av, at flestu ynskja
nýggjari og størri skip. Tí
eru nógv smærri nótaskip á
marknaðinum í dag, meðan
keypararnir eru fáir.
Reiðarin hevur eisini
lítlan hug at siga nakað um
kostnaðin á nýggja skip-
inum. Men talan er um eitt
væl dýrari skip enn Jón
Sigurðsson, sigur Anfinn
Olsen.
Tað er íslendska felagið
Samherji, ið stendur aftan-
fyri smápartafelagið E.M.
Shipping og somuleiðis Jón
Sigurðsson, ið nú er seldur.
Og nú reiðaríið útvegar sær
annað og størri skip, eru tað
somu eigarar, ið standa aft-
anfyri. Anfinn Olsen sigur,
at talan verður ikki um at
aðrir íleggjarar skulu uppí.
Seinnu árini hava verið
góð hjá nótaskipunum. Í
fjør hevði reiðaríið hjá Jón
Sigurðsson góðar níggju
milliónir krónur í yvirskoti,
og sjálvt um árið í ár ikki
hevur
verið eins gott og í fjør, so
hevur 2002 eisini hilnast
væl, sigur Anfinn Olsen.
Hann hevur tí vónir um, at
nýggja skipið fer at bera
seg.
Í næstum koma norð-
menn til Føroya eftir Jón
Sigurðsson, og Anfinn Ol-
sen væntar, at nýggja skipið
kemur hendavegin í februar
mánað.
Góðkenning úr
Fiskimálaráðnum
Hóast allir smálutir í sam-
band við keypið av Store-
knud ikki eru komnir uppá
pláss enn, so hevur reiðarí-
ið fingið játtan úr Fiskimál-
aráðnum uppá, at eingir
trupulleikar eru við at fáa
nýggja skipið inn í flotan í
staðin fyri Jón Sigurðsson.
Hetta
váttar
Andras
Kristiansen, deildarstjóri í
Fiskimálaráðnum.
Reglurnar siga, at Fiski-
málaráðið skal geva inn-
flutningsloyvi til øll fiski-
skip, sum koma til landið.
Andras Kristiansen sigur,
at Fiskimálaráðið hevur
sent reiðarínum hjá Jón
Sigurðsson eitt játtandi
skriv um, at eingir trupul-
leikar eru við at fáa inn-
flutningsloyvi til Storeknut.
Og sjálvt um endaliga inn-
flutningsloyvi ikki er skriv-
að enn, so skuldu eingir
trupulleikar verið í hesum
sambandi, sigur Andrass
Christiansen.
Gamli Gullfinnur
aftur í flotan
Strandferðslan hev-
ur skrivað undir
sáttmála við Sp/f
Suðuroyar Bygda-
leiðir um at røkja
alla koyring í Suður-
oynni, næstu fimm
árini. Nú er bara
flogleiðin eftir at
bjóða út
SAMFERÐSLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir drúgva fyrireiking
og samráðingar aftur og
fram eydnaðist loksins
Strandferðsluni at gera
avtalu við privatar um
koyringina hjá Bygda-
leiðum í Suðuroynni.
Avtala er gjørd við Sp/f
Suðuroyar Bygdaleiðir
um at røkja koyringina í
allari oynni. Hetta hóast
koyringin varð boðin út í
tveimum, í norðara og
sunnara parti av Suður-
oynni.
Strandferðslan
fekk fýra tilboð uppá
koyringina í norðara part-
in og trý tilboð uppá
koyringina í sunnara parti
av oynni. Strandferðslan
valdi síðan at taka upp
realitetsssamráðingar við
Sp/f Suðuroyar Bygda-
leiðir um koyring í báð-
um økjum, og samráðing-
arnar endaðu við at part-
arnir undirskrivaðu avtalu
fyri koyring í allari oynni,
galdandi frá 1.januar
2003 til 1.januar 2008.
Sáttmálin ljóðar uppá 4,2
milliónir krónur uttan
MVG.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, er væl
nøgdur við at tað loksins
eydnaðist at fáa koyring-
ina í Suðuroynni í fasta
legu.
Koyringin
hjá
Bygdaleiðum í Suður-
oynni varð upprunaliga
bjóðað út saman við hin-
um leiðunum, tá tær vóru
bjóðaðar út og tilboð
komu inn fyri góðum ári
síðan, men síðan hava
ymsir trupulleikar stung-
ið seg upp í samband við
útbjóðingina í Suður-
oynni.
Stjórin á Strandferðsl-
uni sigur, at tey valdu at
taka av tilboðnum frá
Sp/f Suðuroyar Bygda-
leiðir, tí mett var, at teirra
tilboð lá tættast krøv-
unum í útbjóðingartilfar-
inum.
Í
útjóð-
ingartilfarinum er, um-
framt prísin, dentur lagd-
ur á dygd og aldur á buss-
unum, ið ætlanin er at
nýta til farleiðirnar, tæn-
astustøði
og
annars
hvønn førleika og hvørjar
royndir innan almenna
samferðslu, tey hava, ið
bjóða seg fram.
Bara flogleiðin eftir
Nú sáttmáli er undirskriv-
aður við privatar um
koyringina hjá Bygda-
leiðum í Suðuroynni, er
bara flogleiðin millum
Havnina og flogvøllin
eftir at bjóða út. Tá koyr-
ingin hjá Bygdaleiðum
varð boðin út í fjør, valdi
Strandferðslan at bíða við
at bjóða flogleiðina út.
Og eftir øllum at døma
ætlar Strandferðslan at
bíða nakað afturat.
– Eg meti, at flogleiðin
verður boðin út í summar
ella tíðliga í heyst, sigur
Reidar Nónfjall. Sjálvur
er hann í hesum døgum
við at rigga av sum stjóri
á Strandferðsluni, og tí-
skil verður tað ikki hann,
sum
kemur
at
hava
ábyrgdina av eini kom-
andi útbjóðing av farleið-
ini hjá Bygdaleiðum mill-
um høvuðsstaðin og flog-
vøllin.
Reidar Nónfjall vísir á,
at nú fasta sambandið
undir Vestmannasund er
veruleiki, heldur hann tað
vera skilabest at Strand-
ferðslan ger sær nakrar
royndir av, hvat grund-
arlag er undir flogleiðini,
nú koyrandi er vestur í
Vágar,
áðrenn
leiðin
verður boðin út. Hetta
metir hann vera rættast,
bæði fyri Strandferðsluna
og fyri tey, ið kundu
hugsað sær at bjóða uppá
koyringina.
Tá undirsjóvartunnilin
varð tikin í nýtslu, fór
Strandferðslan undir eina
nýggja flogleið millum
flogvøllin og Eystur-
oynna. Henda leið kann
roknast sum ein víðkan
av leið 400. Reidar Nón-
fjall sigur, at Strand-
ferðslan hevur gjørt av-
talu við tey, ið røkja leið
400, um eisini at taka sær
av flogleiðini inn í Eyst-
uroynna.
Avloysarin hjá Jón
Sigurðsson. Talan er
um fyrrverandi
Gullfinnur, ið nú ber
navnið Storeknut.
Skipið lastar umleið
tað dupulta, ella 2000
tons, sammett við Jón
Sigurðsson, og hevur
harumframt væl
størri maskinorku.
Nótaskipið Jón Sigurðsson er
nú selt til Norra.
C
M
Y
K
7
6