Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 9 32 ára gamli Jan Askham úr Klaksvík fann fyrr í ár pápa sín, sum hann ongantíð hevur kent. Líka síðani hann sum ungur fekk at vita, at hann ið hann helt var pápi sín, í veruleikan- um ikki var tað, hevur Jan havt ein longsul eftir at finna rætta pápa sín. Og í mei í ár eydnaðist tað honum so at finna hann í Aberdeen SAMRØÐA Solby A.Eliasen Norðoyri: Jan Askham er uppvaksin hjá ommu og abba sínum. Mamma hans- ara býr niðri og pápi hans- ara í Aberdeen. Men tað er einans eitt knapt ár síðani, at Jan fann pápa sín. Og tað er í hesum sambandi, at Sosialurin fór á gátt hjá honum millum jól og nýggjár. Tað sást væl á Jan, at hann hevur nógv upp á hjarta, tí hann leggur í vaði, so skjótt vit eru sessað við borðið. Gleðin lýsir úr eyg- unum á honum, meðan hann greiðir frá, og ein verður heilt glaður og heit- ur um hjartað at síggja tílíka gleði. Jan sigur, at hann búði hjá mammu síni í Dan- mark, inntil hann var um seks ára aldur, men so flutti hann heim til Føroyar at búgva hjá ommuni og abb- anum í Klaksvík. Mamman var tá gift við einum manni, sum Jan helt var pápi sín. Tað helt hann longi – inntil omman einaferð gjørdi av, at nú var tíð at siga honum sannleikan um pápa hans- ara. - Eg minnist ikki júst nær tað var, men eg havi verið hálvvaksin. Eg kom heim eitt kvøldið, og omma segði við meg, at hon hevði nak- að at vísa mær, sum eg ikki hevði sæð áður. Tað var dópsbrævið hjá mær, hon kom við. Hon vísti mær so, at útfrá har sum faðirin stóð, stóð eitt navn, sum eg ikki kendist við. Michael Harris. Eg varð sjálvandi skelkaður, tí at tann, sum eg altíð hevði hildið var pápi mín, nú brádliga vísti seg ikki at vera tað. Men eg haldi, at eg tá var heldur ungur at gera nakað við tað sjálvur, so eg hugsaði bara um tað inni í mær sjálvum Fann pápan sum 32 ára gamal Her situr Jan í millum pápa sín og yngru hálvsystur sína. Myndin varð tikin, tá hann var og vitjaði tey í novembur - Eg kenni tað sum eg havi fingið lívið av nýggjum. Eg kann fyri fyrstu ferð í mínum lívi siga pápi, sigur ein fyrndarglaður Jan Askham tey nógvu næstu árini, greiðir Jan frá. Men so fyri umleið fýra ella fimm árum síðani, tá Jan var mitt í tjúgunum, segði hann við konu sína, Elin, at nú var nóg mikið. - Eg kláraði ikki meira at ganga runt og vita, at eg átti ein pápa onkrastaðni, men ikki vita, hvør hann var, ella um hann yvirhøvur var á lívi. Jan setti seg so í samband við Henning Bøgesvang, sum tá var prestur í Klaks- vík og bað hann hjálpa sær at finna pápa sín. Bøges- vang orðaði so eitt bræv fyri Jan og sendi tað til før- oyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen. Men tað gekk long tíð, og Jan frætti ikki nakað aftur. Umleið tvey ár seinni hitti hann so Niels Paula Daniel- sen, sóknarprest, uttan fyri posthúsið í Klaksvík, og teir prátaðu so saman eina løtu. - Í eini handavending greiddi eg honum frá mín- ari støðu, og vit tosaðu so um at vit møguliga áttu at sett okkum í samband við Sofus einaferð afturat. Men hetta var sum sagt mest sum av tilvild, at eg kom til at tosa við Niels Paula um tað, so eg hugsaði ikki so nógv um tað, sigur Jan. Tíðin gekk, og Jan hoyrdi onki aftur frá Niels Paula og helt tí, at prestur mundi hava so nógv um at vera, at hann hevði gloymt tað. Í septembur 2001 doyði omma Jan. Og eftir jarðar- ferðina tosaði Jan so við Hans Eiler Hammer um sína støðu. Hans Eiler kom við tí uppskoti, at hann kundi royna at seta seg í samband við ein í Norra. Viðkomandi var vertur í eini sjónvarpssending líkn- andi henni, sum føroyingar kenna frá Dr – Horvin. Men tað gav tað sama. Onki frættist aftur úr Norra heldur. Hans Eiler rykti og rykti fleiri ferðir eftir svari, men onki kom. Alt tyktist nú so vónleyst, at ein kundi hugsað sær, at Jan fór at missa mótið og geva upp, men tað gjørdi hann tó ikki. Hann sigur, at hann kundi ikki gevast so longi, hann ikki fekk nakað vist svar. - Sjálvandi var eg keddur um, at eg onki hoyrdi, og tað lat til, at ongin kundi hjálpa mær, men eg segði við meg sjálvan, at so longi sum eg onki konkret svar havi fingið, so gevi eg ikki upp, sigur Jan. Tað einasta hann visti um pápa sín var hansara navn og aldur, og at hann var skoti. Hann visti ikki, hvussu hann sá út ella nakað annað yvirhøvur um hann. Fann pápan Ein mánadag í mei ringdi telefonin heima hjá Jan. Tað var Niels Pauli Daniel- sen, sóknarprestur. Hann spurdi Jan, um hann kundi koma á prestagarðin at tosa við seg. - Eg veit ikki hví, men eg hugsaði sum so ikki um, at tað kundi hava nakað við pápa at gera, tí tá var tað gingin so long tíð, síðani eg hitti Niels Paula uttan fyri Posthúsið, at tað kom mær ikki til hugs, at tað kundi vera tað, greiðir Jan frá og tað hoyrist beinanvegin á røddini á honum, at nú er hann komin til tann partin av søguni, har hann finnur pápa sín. Jan fór niðan til Niels Paula Danielsen um kvøld- ið. Prestur vísti honum ein brævbjálva. Í brævbjálvan- um lógu tvey brøv og nak- rar myndir í. Annað brævið var frá Sofus Poulsen til Michael Harris, pápa Jan. Hitt brævið var eitt bræv, sum ein dóttir Michael, also hálvsystir Jan, hevði skrivað fyri pápan. Pápin hevur síðani greitt frá aft- aná, at hann tordi ikki sjálvur at skriva brævið, og tí bað hann dóttrina um hjálp. Jan greiðir frá við grátin- um í hálsinum, at hetta kom so óvart á hann. Hann hevði ikki ímyndað sær, at tað var tað, sum prestur vildi, tá hann ringdi. - Nú er tað so, at í míni familju hevur tað altíð ligið til okkum at hava lætt við at fara at gráta, so tað var fyrsta reaktiónin. Eg brast út úr at gráta – av gleði, men eisini tí at lættin var ovurhondsstórur. Nú kundi eg endiliga seta eitt andlit á tann persónin, sum hevur mest at siga fyri ein smá- drong. Pápa mín. Í brævinum, sum Niels Pauli las fyri Jan, stóð eis- ini telefonnummar, men Jan segði beinanvegin, at hann var ikki tilreiðar at tosa við pápan. Hann mátti summa seg yvir at hava funnið hann, áðrenn hann setti seg føran fyri at tosa við hann. Jan segði við prest, at honum tørvaði einar tvær til tríggjar vikur, men longu í somu viku, ein dagin meðan Jan gjørdi seg til reiðar at fara til Dan- markar í arbeiðsørindum, ringdi telefonin. Tað var daman hjá pápa Jan. Jan tók hornið og greiddi henni frá, at hann var á veg av landinum, men at hann skuldi ringja aftur til tey, tá hann kom heimaftur. Jan greiðir frá, at hann ringdi so skjótt, sum hann var komin heimaftur. Pápin tók telefonina, og teir prát- aðu so eina løtu. Hetta mundi vera í mei ella juni í ár. Faðir og sonur prátaðu so nakrar ferðir saman í telefon, men Jan heldur ikki, at tað var so lætt at práta við hann tá. - Eg hevði so nógvar spurningar, men eg dugdi ikki at seta teir í telefonini. Eg vildi heldur síggja hann, meðan eg tosaði við hann, tí tað vóru nógv ting, sum eg hevði tørv á at fáa at vita, sigur Jan rørdur á mál- inum. Fór til Aberdeen Orsaka av, at pápi og sonur fingu so illa tosað saman, gjørdi Jan av at fara at vitja pápa sín í Aberdeen. Tann 18. novembur fóru hann, konan og elsti sonurin avstað. Elin, kona Jan, sigur, at tað var ein sera drugvur tími hjá Jan. - Hann var so spentur, bangin og alt møguligt í senn, at tað var ordiliga synd í honum, sigur hon. Jan tekur undir við henni og sigur, at hasin tímin í flúgvaranum var hansara ringasti nakrantíð. Hann fekk ikki eyga á pápan beinanvegin, men tá teir so sóust gingu teir beint ímóti hvørjum øðrum og hálsfevndust og grótu av gleði. - Tað var tann besta kenslan nakrantíð, tað er púra vist, sigur Jan, sum samstundis fekk frið í sinni aftaná so langa tíð, har hann hevði leitað og leitað uttan úrslit. - Vit fingu fýra eina- standandi góðar dagar sam- an. Tað var betur enn eg hevði torað at droymt um. Vit vórðu so væl móttikin, so tað var ein so góður túr- ur, sigur Jan og Elin sam- tykkir. Pápi Jan, Michael Harris, eigur trý børn í Aberdeen, og tey tóku øll væl ímóti beiggja teirra, sum var komin úr Føroyum. Og nú beint fyri jól kom Michael á vitjan hjá Jan og Elin í Føroyum, har hann fekk høvi til at síggja síni abba- børn og tey hann. Jan sigur, at hann og pápi hansara hava fingið tosað fleiri viðurskiftir upp á pláss, men enn eru onkrir leysir endar eftir. Men nú hava teir funnið hvønn ann- an, so nú hava teir ivaleyst av møguleikum at práta saman. Dreymurin um at finna pápa sín hevur fylgt honum longi, og nú er tann dreym- urin endiliga vorðin veru- leiki. Óvissan, sum hevur plágað hann í mong ár er burtur, og hann hevur fing- ið frið í sinni og eina fam- ilju í Aberdeen. Jan hevur mist bæði ommuna og abban, sum hann vaks upp hjá. - Eg vildi ynskt, at omma fekk hetta við. Hon hevði verið nakað glað, men so- leiðis skuldi tað ikki verða. Hon doyði í septembur í fjør – hálvt ár áðrenn eg fann pápa. Tað var ræðuliga hart fyri meg at missa tey, men eg nú havi eg fingið hesa gávuna, so eg eri sera takksamur. Eg eri so fegin sum eg kann vera, tí eg havi funnið pápa mín. Hugsa tær, at eg nú kann siga pápi fyri fyrstu ferð í mínum lívi. Eg kenni tað næstan sum eg havi fingið lívið aftur av nýggjum, sigur ein sera glaður Jan at enda. Jan hevur tikið eftirnavni hjá pápa sínum til millum- navn, so nú eitur hann Jan Harris Askham. Og hann fer inn í tað nýggja árið við gleði og kann síggja fram til at fara vitja pápa sín. Nakað sum hann einans kundi droyma um hesa tíðina í fjør. Pápi Jan, Michael Harris, hevur vitað allatíðina, at hann átti ein son í Føroyum, men tað vóru ymisk viðurskifti, sum gjørdu, at hann ikki kundi leita eftir honum. Men hann fegnast líka nógv sum Jan um, at teir nú endiliga eru saman C M Y K 9 8