týsdagur 31. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
11
Okkara stýrisskipan er fólkaræðilig. Onkur vil kanska
mótmæla og siga sum so, at so leingi ríkismyndugleikar
umsita føroysk stjórnarøki, so er skipann ikki fólka-
ræðilig. Men hvussu er og ikki, so er politiska skipanin í
sjálvum sær fólkaræðilig, um vit hugsa um yvirtikin mál.
Fólkaræðið er nakað av tí mest dýrmæta, ið vit eiga. Tað
er tí av allrastørsta týdningi, at farið verður væl um
fólkaræðið og um teir stovnar, sum eru stuðlar undir
fólkaræði okkara.
Hvussu er støðan hesum viðvíkjandi nú eitt ár fer aftur um
bak? Støðan kundi verið betur. Okkara stýrisskipan hevur
nakrar aðalfortreytir. Skal einum sunnum fólkaræði verða
lív lagað, er neyðugt at tey fólkavaldu virða hesar fortreyt-
ir. Ein meginfortreyt er, at landsins stýri endurspeglar
veljarans vilja. Staðfestast kann uttan víðari, at sitandi
landsstýrissamgonga ikki lýkur hesa fortreyt. Við tí
samanseting, sum samgongan fekk, hava smáir flokkar
fingið nógv meira vald enn teimum varð tillutað frá
veljarans síðu. Sjálvsagt kann ein ikki útiloka smáar
flokkar frá politiskari ávirkan, og soleiðis, sum skipanin
nú einaferð er, verða smáflokkar ofta at hava størri
ávirkan, enn atkvøðutal teirra talar fyri. Er talan um flokk
við drúgvari demokratiskari siðvenju og virðing fyri
fólkaræðinum er hetta í sálvum sær eingin vandi. Talan
kann enntá vera um eina styrki fyri fólkaræðið. Er talan
hinvegin um intolerantar smáflokkar við fordøming og
fundamentalismu í skyldri, eiga vit at tala at. Hetta er júst
tað, sum er hent hjá okkum, at ein flokkur, ið hevur tikið
patent uppá kristindómin hevur fingið lutfalsvís sera stóra
ávirkan á føroyskan politikk og roynir at seta tíðina aftur
á ávísum økjum. Hetta er ikki heilsugott fyri fólkaræðið.
Tað er heldur ikki gott fyri fólkaræðið, at stórir flokkar
geva slíkum smáflokkum stóra ávirkan bert fyri at varð-
veita valdið og halda øðrum stórum flokkum uttanfyri.
Tað eru onnur viðurskifti, ið eisini eru til bága fyri fólka-
ræðið t.d. hetta, at ávísir tingmenn og lutvíst flokkar við í
dagliga tingarbeiðinum bera seg at á ódemokratiskan hátt.
Vit hugsa um tað ófantaliga arbeiðslag, sum samgongan í
fíggjarnevndini sýndi undir viðgerðini av fíggjarlógini
fyri 2003. Hesin arbeiðsháttur avdúkaði vanvirðing fyri
grundleggjandi demokratiskum virðum og princippum.
Hesin sami arbeiðsháttur avdúkaði, at partar av sam-
gonguflokkunum ikki taka sína uppgávu í álvara. Hesin
margháttligi arbeiðsháttur avdúkaði, at ávísir tingmenn
eru til reiðar at nýta síni mandat í innanflokks maktstríði
og til at vinna partamonnum og politiskum mótstøðu-
monnum neisur. Víst kunnu teir sum tingmenn loyva sær
slíkan atburð. Men er hetta gagnligt fyri fólkaræðið?
Svarið er eftir okkara tykki nei. Fólkaræðið er samstarv.
Samstarv innanflokka eins væl og millum andstøðu og
samgongu. Soleiðis, sum samgongan ber seg at við
innanhýsis klandri og við at seta andstøðuna uttan fyri alla
politiska ávirkan ger hon seg inn á sjálvt støðið undir
fólkaræðinum og hetta er bæði harmiligt og átaluvert.
Vónandi síggja vit eitt betri fólkaræðiligt arbeiðslag í
komandi ári. Sosialurin ynskir við hesum øllum føroy-
ingum eitt gott nýggjár. Blaðið kemur út aftur fríggja-
dagin 3. januar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkaræðið er samstarv
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Birita og Kala
starvsfólk á Deild 5
Ein partur av røktini hjá
okkum á Deild 5 er sosial
førleikavenjing. T.v.s. at
stuðla teimum, so tey sjálvi
megna sín gerandisdag, so
sum at gera síni ørindi í
bankan, keypa klæðir o.a.
Eisini skulu vit hjálpa
sjúklinginum at vera mill-
um fólk, við at fara til til-
tøk, so sum svimjing, fram-
sýningar av ymsum slag
o.a. Hetta er ein liður til eitt
sjálvstøðugt og sosialt lív
uttanfyri sjúkrahúsgátt.
Vegna tað at sjúkling-
arnir einans fáa u.l. 700,- í
lummapeningi um mánaðin
er omanfyrinevndu heilt ó-
gjørligt. Lummapeningurin
røkkur einans til teirra
nýtslu av tubbak. Teir flestu
sjúklingarnir roykja illa,
helst fyri at doyva teirra
sálarneyð.
Vegna manglandi pening
førir tað við sær, at onkrir
av
okkara
sjúklingum
gongur í býnum og biður
fremmandafólk um pengar.
Við øðrum orðum ganga
teir biddaragongd orsakað
av síni støðu.
Fleiri av okkara sjúkling-
um hava sjúkuna skizo-
freni. Teir hava vegna teira
sjúku/støðu
sera
lítla
sjálvsvirðing. Omanfyri-
nevnda er ikki við til at
styrkja hes.a
Átaluvert er eisini at
hvørja ferð sjúklingarnir
skulu hava klæðir, skal
hann hava rekvisitión frá
leiðsluni, orsaka av at teir
ikki hava ráð til tess. Hetta
er alt ov møtumikið fyri
sjúklingin, so tað er altíð
starvsfólk, ið tekur sær av
hesum. Hetta forðar eisini
okkum, í okkara arbeiði við
sosialari førleikavenjing.
Ein partur av okkara
mentan er eisini at geva
hvørjum øðrum gávur til
føðingardagar og til jóla.
Hesari mentan kunnu sjúk-
lingarnir als ikki taka lut í
vegna manglandi pening.
Allir okkara sjúklingar
hava valrætt (tá er eingin
trupulleiki at finna psyki-
atrisku deild). Men hesir
sjúklingar hava ikki rætt at
verða limir í sjúkrakassan-
um, og kunnu sostatt ikki
venda sær til kommunu-
lækna um vanligar trupul-
leikar, ið vit onnur nýta
kommunulæknar til.
Til seinast kann nevnast
at vit hava 7 sjúklingar, ið
eru liðugt viðgjørdir. Hesi
búgva á Deild 4 vegna
manglandi bústað/bústovn-
ar. Vit halda at hesi fólk
skulu hava somu rættindi
sum onnur, ið búgva á bú-
stovnum. Tey kunnu/skulu
ikki svíða fyri at politiski
myndugleikin ikki hevur
nøkta tørvin á bústaði til
hesi fólkini.
Tað er hugstoytt og syrgi-
ligt, at ein minniluti í okk-
ara samfelag er fyri einum
slíkum vanbýti. Vit kalla
okkum fyri eitt vælferð-
arsamfelag, men hvar er
menniskjaáskoðanin
hjá
okkara hægstu tá deilast
skal av lagkøkuni???
Gleðilig jól og eitt gott
nýggjár.
P.
S. Vit hava skrivað
sjúklingar, av tí at teir
búgva á eini psykiatriskari
viðgerðardeild.
Jóla- og nýársheilsan frá psykiatrisku deild
TÍÐINDASKRIV
Ian Onghamar hevur út-
givið nýggja fløgu við
dansitónleiki, ið eftir einum
av løgunum hevur fingið
heiti, Dansa við mær.
Á fløguni eru 10 løg øll
við føroyskum teksti. Fe-
lags fyri tekstirnar er, at teir
eru nýskrivaðir við nýggj-
um løgum ella umsettum
kendum løgum, sum ikki
hava verið útgivin áður,
(undantikið tey bæði løg-
ini.: Eg skuldi verið Cow-
boy og.: Tað er leygar-
kvøld).
Tekstirnir
eru
skrivaðir við einum líttlum
skálki, so teir ikki verða ov
tungir, ballaðir inn í rútmur
sum eru ætlaðar til dansi-
gólvið, eisini hjá teimun
tilkomnu, tó við nútímans
ljóði. Her kundi verið tikið
fram, at ein annar útiseti
Hans Jacob K. Mouritsen
ið annars er púra ókendur
innan tónleik, hevur gjørt
bæði orð og løg til tveir
sangir.: Dansa við mær og
Bygdafrell.
Hví kemur hendan fløgan
nú?
Síðani Ian fyrstu ferð,
fyri eini 25 árum siðan
(síðst í 1976 ella í byrjani
av 77 ), fór at spæla til
dans, í einum brúdleypið
norðuri á Eiði, saman við
Thormanni Kruse, og fyrst
í 80’unum, saman við øðr-
um stovnaði bólkin DRIV,
er ein stórur partur av
fríðtíðini farin við at spæla
til dans og veitslur, og altíð
við stórari gleði.
Aftan á hesi mongu árini
at hava spælt við í ymsum
samansetingum av tón-
leikabólkum, bæði í Føroy-
um og millum útisetar í
Danmark, til veitslur, al-
mennan dans og serspæl-
ingar sum t.d. Dansifrøði,
har mest hevur verið spælt
eitt bland av: Evergreens,
poppi,
country,
spæli-
mannstónleiki, eitt sindur
av heimagjørdum og tað,
hann hevur fingið frá
øðrum.
Eftir hesar spælingar
hevur hann mangan fingið
spurningin frá fólki um, hví
hann ikki útgav eitt sindur
av
hesum
heimagjørda
"syngi-við-dansitónleiki"
fyri tey tilkomnu, ið fyri
tað nógva er við teksti og
lýsingum um gerandisdag-
in og dansilívið í Føroyum
hjá teimum, sum eru úr
hansara egnu tíð. Tankin
um eina innspæling hevur
leingi ligið og lúrt, men er
ikki blivin til nakað fyrr
enn nú, ið kønir menn á
økinum hava sagt honum,
at nú er tíðin búgvin.
Tónleikurin kann kallast
lættari dansitónleikur, sum
altíð hevur verið væl um-
tóktur í Føroyum. Hóast
hetta eru tað sera fáar
útgávur tey seinastu mongu
árini við tílíkum føroyskum
tilfari. So henda útgáva
vónandi gerst eitt gott
ískoyti til breiddina í før-
oyskum tónleiki.
Tónleikarnir á fløguni eru
m.a.
Kim Hansen, Flygil
Jóhannus á Rógvu
Joensen, Bass,
Kassaguitar, Keyboard og
forritan.
Ólavur Øster, El og
Kassaguitar
Jóanis Erik Køtlum,
(Fyrrv. Sjúkrahússtjóri)
Harmonika
Mortan Zachariassen,
Saxofon
Nýggj fløga við dansitónleiki
Maud Wang Hansen
Nú eru jólini so farin aftur
um í øllum góðum. At
hugsa sær at longu er eitt
heilt ár liðid síðani ræðu-
ligu náttina, tá vit bróka-
leys og berføtt stóðu úti á
vegnum í regni og kulda og
sódu heim okkara fara upp í
royk. Tað var náttina til 20.
desembur 2002. Eg fór
seint í song, tí eg vildi
gleða børnini nú jólaferian
hjá okkum byrjadi, eg gekk
tí og pyntaði til jóla inntil
seint á nátt. Ætlanin var at
yvirraska børnini, tá tey
vaknadu, og bilsin gjørdust
tey tá tey vaknadu, men
tíverri ikki á tann hátt, sum
ætlanin var hjá mær.
Tey flestu eg kenni halda
tað vera nakað serligt at
pynta til jóla, eg sjálv havi
altíð hav tað so, at eg goymi
alt sum eg fái frá børnunum
og serliga jólapynt og jóla-
gávur. Tá so pyntingin fer
fram, er tað sum at lesa
søguna aftureftur. Øll tey
minni sum liggja í hvørjum
lítlum tingi, heilt frá mín-
um egna barnadópi til
vøggustovutíðina hjá Villi-
ami, Jónasi og Sonju og
upp til nú. Sjálvt um fólk
hava tað hugsan, at lutir eru
deyð ting, so kemst ikki
undan, at søgan hongur í
teim lutum tú eigur og hev-
ur samlað tær gjøgnum eitt
heilt lív.
Ræðuliga ræðslan og
vónloysi hesa náttina, hev-
ur fest seg djúpt í okkara
sinni, tað fer ongantíð
burtur, men sárini lekjast
og vit liva víðari. Vit eru
ikki tey somu sum áður, lív
okkara er broytt og vit við
tí. Sjálvsamt sum tað liggur
djúpt í einum, at koma víð-
ari, at fáa jólini gjørd til
eina góða høgtíð hóast alt,
tað var tað sum lá mær
mest á sinni. Eg hevdi ilt av
børnunum, at síggja hvussu
skelkaði tey vóru og hvussu
spyrjandi tey hugdu uppá á
meg og hvussu ómetaliga
røsk tey vóru til bara at
vera í tí sum var. Ringast
var tað fyri Villiam, hann
hevdi brent seg illa og einki
var sum kundi bjargast hjá
honum, hann hevði skuld-
arkenslur og var illa fyri av
roykinum hann fekk í
lunguni, tá hann fleiri ferðir
royndi at fara inn aftur at
sløkkja eldin. Vit fingu
onkran skógv og onkur
klædir at koyra uppá kropp-
in, men so at siga alt fór í
ræðuligu flamminum. At
vit øll sluppu út á lívi, var
ótrúligt.
Ein maður stóð í túninum
og bjóðaði okkum eini hús
at vera í og segði at vit
skuldu ikki stúra fyri jólin-
um, hann var frá trygging-
ini. Eg merkti ein tílíkan
lætta við tankan um at vit
ikki skuldu inn á onnur at
liggja í øllum hesum hurli-
vasanum.
Teir dagarnir sum komu
eftur hesa náttina vóru ikki
stuttligir, vit vóru sera
skelkað og fyngu ikki
svøvn í nógvar nætur.
Telefonin kimaði alla
tíðina, vinir og kenningar
ringdu tá tey høvdu frætt
um hendingina. Fólk komu
á dyr og tað var ikki smá-
vegis hvat vit fingu av gáv-
um, bæði av pengum, mati,
heimabakaðum smákøkum,
klæðum, leikum og jóla-
pynti. Børnini hava ongan-
tíð fyrr átt so nógvar pakk-
ar undir jólatræðnum. Ein
kona ringdi og bað meg
koma at fáa mær jólaklæðir
úr handlinum hjá sær, eg
var glað við og fór oman,
men tá eg kom inn í hand-
ilin var tað so ørkimlandi at
vita sær, at eg átti ikki so
frætt sum undurklæðir ella
sokkar.
Kend sum ókend komu á
dyr og eingin orð vóru sum
kundu siga frá hvat ein
hugsaði. Tað var nóg mikið
bara at sýggja eygnabráðini
og at fáa eitt klemm. Í fyrst-
uni var tað sera torført at
taka ímóti øllum gávunum
og at siga takk, tí tað kend-
ist sum var tað ikki nokk at
siga, orð eru so fátøk. Ein
ungur maður kom við full-
um posum av gávum til tey
smáu, hann vildi ikki siga
hvørjum tað var frá, eg veit
tað ikki enn, men eg fann tá
út av, at tann einasti sum
var at takka fyri alt hetta
var Gud. Tí Gud er kær-
leikin og hetta var kærleiki
vístur av menniskjum móti
okkum í okkara svárastu
sorg.
Hjartaliga
takka
vit
tykkum øllum fyri tað tit
gjørdu fyri okkum hesar
dagarnar og í tíðini sum
kom. Tað stórsinni sum
liggur í føroyinginum skal
man leita leingi eftur og ein
finnur tað neyvan aðra-
staðni.
Onkur helt at vit vóru
heppin tí nú fingu vit nýggj
hús, men trygvi mær eg
vildi heldur haft tey gomlu
húsini og verið hesa ræðu-
ligu hending fyri uttan. Vit
blivu ikki rík av tryggingar-
pengum ella sovorið, men
vit hava fingið eitt deiligt
heim bygt uppaftur og vit
royna so við og við at fáa
okkum teir lutir aftur, sum
vit mangla, men jólapyntið
kemur ongantíð aftur. Ein
kann keypa nógv fyri peng-
ar, men ikki minnir, kær-
leika og vinir.
Sum Kirkegaard segði:
"Fyri at hjálpa einum øðr-
um persóni, mást tú kunna
seta teg inn í støðuna hjá
hinum fyri veruliga at skilja
hvat hann fer ígjøgnum,
annars er talan ikki um
hjálp, men harafturímóti
um at hevja sjálvan seg".
Ein serlig heilsan til
Finnur og Jarnar, sum stutta
tíð eftur okkara tilburð
skuldu uppliva nakað sum
eingin torir at hugsa um og
sum samstundis er torført
fyri onnur at tora at tosa
um. Men sum sagt tað eru
ikki orðini sum hava týdn-
ing, bert tað at fólk vilja
vera um ein tá lívið gerst
allar mest torført at liva.
Við hesum vilja vit
ynskja tykkum øllum, sum
á ein hvønn hátt stóðu
okkum nær á jólum í fjør,
eini gleðilig jól og eitt
eydnuríkt nýggjár.
Kærastu heilsanir frá
Sonju, Jónas, Villiam og
Maud Wang Hansen, Tlf.
0045 8624 0082.
VIÐMERKINGAR
Ein jólaheilsan til øll tykkum sum vit ikki fingu takkað í fjør
Schandorff Vang
Skjótisamband Føroya
Bogaskjótideildin
Sum altíð hevur Útvarp
Føroya sent ein samandrátt
av, hvat er farið fram í
ítróttinum her á landi í
farna ári.
Eisini vit í Skjótisam-
bandinum fingu teldupost,
har vit vóru spurd um at
koma við einum yvirliti, so
sendingin kundi leggjast til
rættis og sum sagt varð:
"Vit rokna við, at eini tre-
tivu/fjøruti fólk - umboð-
andi flest allar kapping-
argreinir - verða gestir í
sendingini".
Vit svaraðu skjótt, men
hoyrdu síðan einki aftur
fyrr enn spurt varð um,
hvat fór at henda.
Jú - soljóðandi svar kom
(brot): "… at bogaskjóting
verður
ikki
umrødd
í
sendingini í kvøld. Sama er
við øðrum kappingargrein-
um. Okkum tykir, at heldur
lítið er "at fara eftir" í
summum kappingargrein-
um, nú tað ikki er oyggja-
leikaár. Tveir tímar er
trongligt, tá tú skalt umrøða
føroyskan ítrótt í einum
heilum ári, men tit vóru á
tekniborðinum til einaferð
seint í gjárkvøldið. Kanska
fer onkur at halda, at vit
gera ivaleysa nógv burtur
úr ávísum kappingargrein-
um, men tað er so okkara
prioritering. Sumt hevur
størri og breiðari áhuga
millum manna enn annað,
og tað endurspeglast so
eisini í slíkum sendingum.
Vónandi skilja tit okkum".
Eg skilji tykkum væl,
men skulu vit taka saman
um tær vanligu ítróttar-
sendingarnar leygar- og
sunnukvøld gjøgnum alt
árið, so er tað ikki altíð, at
alt verður tikið við har
heldur, tí "tað er ikki pláss
fyri tí", verður sagt frá tí
útvarpsmanni, sum tekur
ímóti. Og eingin ivi er um,
at orsøkin einamest er fót-
bóltur - útlendskur fótbólt-
ur.
Eg kann ikki siga, at vit í
teimum ítróttarsendingun-
um hava verið beinleiðis
við sviðið soð, tí vit hava
fyri langari tíð síðan funnið
útav, at vit skulu sjálvi
senda alt skrivliga inn, so
verður tað helst lisið upp.
Eg haldi meg minnast, at
avtala er gjørd millum ÚF
og ÍSF um, at ÚF skal taka
við allan ítrótt við, um tilfar
verður latið inn í góðari tíð.
Men ferð eftir ferð er tað
onkur ávísur, sum hevur
hug at skúgva smáítróttin
til síðis og raðfesta annar-
leiðis.
Hvat bleiv umrøtt?
Ítróttargreinarnar
blivu
umrøddar soleiðis: Fótbólt-
ur 47% og 8 innsløg, har
23% av tí var um út-
lendskan fótbólt - ella 12%
av allari sendingini. Kapp-
róður 14%, harav 20% av tí
var útlendskt - ella 3% av
allari sendingini. Hond-
bóltur 10%. Svimjing 6%,
har 72% var um altjóða
døming - ella 5% av allari
sendingini. Fræslur ítróttur,
súkling og triatlon 5%. Talv
og bridge 5%. Flogbóltur
4%, har umleið helvtin var
útlendskt. Fjallaklintring
3%. ÍSB 3%. Doping 3%.
Íalt 9 ítróttargreinar +
doping.
Eftir standa fimleikur,
borðtennis,
badminton,
judo, bogaskjóting, byrsu-
skjóting, golf, kurvabóltur,
tennis, karate, taekwondo,
ríðing, froskmenn, dart og
billiard. Íalt 15 ítróttar-
greinar. Havi eg gloymt
nakað, biði eg orsaka.
Samanumtikið var nógv
tann størsti parturin um
fótbólt - ikki so merkiligt,
um hugsað verður um tann
eina vertin.
Men at raðfesta eina
ítróttargrein so høgt í mun
til øll hini er ikki rætt, tá vit
hugsa um, hvussu nógva
umrøðu fótbólturin fær
gjøgnum alt árið. Heldur
ikki er heilt rætt, at meiri
enn 20% av allari sending-
ini er um reint útlendskt
tilfar.
Eg tími ikki at fara nærri
inn á, hvat eisini kundi veri
við í sendingini, ella hvat
kundi veri meiri umrøtt.
Okkurt var meiri áhugavert
enn annað at hoyra um -
soleiðis er altíð hjá øllum.
Tó haldi eg, at tær ítrótt-
argreinar, sum vanliga ikki
fáa so nógva umrøðu sum
fótbólturin, áttu at fingið
meiri pláss í tílíkari send-
ing. Á handa hátt tit gjørdu,
kundu tit líka so væl gjørt
eina fótbóltsending burtur-
av.
Vit í Skjótisambandinum
ynskja øllum teimum um-
røddu íttróttargreinunum
alt tað besta - og øllum tí
gloymda ítróttinum eisini.
At tað kemur eitt annað
ár har tað kanska verður
meiri at "fara eftir" í eini
líknandi sending er ikki
óvíst, men við hesi viðferð
vit fáa ferð eftir ferð, so er
óvíst um vit ynskja at lut-
taka.
Gott nýggjár øll somul -
við ynski um eitt gott kom-
andi ítróttarár.
Ítróttur 2002
Føroya Musikk-
lærarafelag
Á aðalfundi hjá Føroya
Musikklærarafelag
varð
viðtikið at gera vart við ta,
eftir okkara tykki, tilvild-
arligu viðferð tónleikur fær
í teimum elektronisku fjøl-
miðlunum.
Tónleikasendingarnar í
Útvarp Føroya og Rás 2 eru
aloftast í plátuvendarastíli
(Vit
hoyra/vit
hoyrdu).
Felags fyri hesar báðar rásir
er eisini, at tað í størri ella
minni mun, er ein for-
programmerað telda, ið
spælir tónleik uttan íhald.
Hetta kann bert síggjast
sum ein háttur, uttan mið
og mál, at brúka tónleik til
at økja um senditíðina.
Rás 2 livir av lýsingum,
og er tí ikki bundin av al-
mennari upplýsing sum so.
Men við ÚF er tað ørvísið.
ÚF livir av lurtaragjaldið
og hevur tí skyldu at upp-
lýsa lurtararnar. (Public
service). Eftir okkara tykki
skal henda upplýsing fara
fram á øllum økjum, ikki
minst tí tónlistarliga. Fyri
okkum sær tað út sum tón-
listarliga programleggingin
í ÚF, er fullkomiliga til-
vildarlig. Nærum allar tón-
leikasendingar royna at
raka eina so stóra lurtara-
fjøld sum gjørligt. Hetta
letur seg bert gera, við at
spæla sokallaðan lættan
tónleik, og tí verða send-
ingarnar sjálvandi sera ein-
státtaðar. Tað sær út sum
ein roynir at gera øllum til
vildar í so at siga hvørjari
tónleikasending.
Hetta
kann lættliga føra til tað
mótsætta. At ein, møguliga
stórur partur av lurtarun-
um, ikki fáa sín tónleika-
tørv nøktaðan.
Sjónvarp Føroya er eitt
enn størri vónbrot, hvat
tónleikasendingum
við
víkur. Har eru at kalla,
ongar tónleikasendingar. Tá
ið
SVF
vitjar
Føroya
størstu konserthøll, ta í
Norðurlandahúsinum,
er
tað til onkra hissini ráð-
stevnu.
Okkara meting er, at vit
eiga at geva børnum og
ungum hollan kunnleika til
tónleik sum heild. Sjálv-
andi vit sum tónleika-
lærarar fyrst og fremst, men
ein almennir stovnar sum
ÚF og SVF áttu eisini at
sæð hetta sum sína fremstu
upplýsingar
og
undirvísingarligu uppgávu.
Skal hetta eydnast, er neyð-
ugt við víðskygni og sera
málrættaðari fyrireiking og
ikki minst forstáðilsi fyri tí
týdningi, hetta hevur fyri
tónlistarligu framtíð okk-
ara.
Yvirlýsing
C
M
Y
K
11
10