týsdagur 31. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
13
Katrin Stefania Leo
Eftir trimum góðum og
upplivingarrríkum árum í
vakra, friðarliga og litríka
Bhutan eru maður mín og
eg nú búsitandi í Kabul,
Afghanistan, her vit skulu
verða í minst eitt ár. Vit
fluttu beinleiðis frá Bhutan
til Afghanistan so tað var
eingin tíð til umhugsan,
men tað var bara at leypa
úti tað frá fyrsta degi. Mítt
arbeiðið er nakað tað sama
sum á donsku sendistovuni
í Bhutan, navnliga umsit-
ing,
konsulararbeiði,
journalisering, arkivering
og rokniskapur. Virksemi
viðvíkjandi
menningar-
hjálp er meiri umfatandi í
Afghanistan enn í Bhutan,
sum ikki er løgið síðani
Afghanistan hevur verið
krígsherjað í 23 ár. Dan-
mark hevur givið umleid 80
mió. kr. til uppbyggingar-
hjálp og 109 mió. kr. í
humaniterhjálp til Afghan-
istan í ár. Stjórin (chargé
d’affaires e.p.) Dr. Michael
Vinding er tann sami, sum
eg hevði í Bhutan. Hann
fekk í november í fjør
áheitan frá danska uttanrík-
ismálaráðnum um at seta
upp og leiða nýggju skriv-
stovuna í Kabul. Longu tá
tosaðu vit um, at tað hevði
verið stuttligt um eg eisini
kundi komið við til Kabul.
Eg søkti tænastuna sum
attaché og var heppin at fáa
hana. Tað er sera týdningar-
mikið, at ein hevur eitt gott
forhold til sínar starvsfel-
agar, tá skrivstovan er lítil
og ein er so langt frá øllum.
Vit eru trý útsend starvs-
fólk frá uttanríkismálaráðn-
um, men í løtuni eri eg
einsamøll, tí bæði stjórin og
fyrsti sekreterurin eru í
jólafrítíð. Umframt okkum
hava vit fimm afghanar,
sum arbeiða á skrivstovuni,
og níggju aðrir, sum ar-
beiða sum vaktir.
Lívið er ikki so galið í
Kabul, sum vit plaga at siga
hvør við annan, men lívið
hjá nógvum afghanum er
sera hart. Tað eru nógv,
sum hvørki eiga hús ella
fáa dagligt breyð. Tað eru
serliga nógvar kvinnur,
sum hava mist menn teirra
undir krígnum og eru einsa-
mallar eftir við børnunum.
Við hús mugu vit hava
okkara egna el-generator, tí
almenna streymin hava vit
bert frá kl. 18 til uml. 23,
um tað í heilatikið kemur
nakar streymur, tí tað er
ikki hvønn dag. Vit búgva
so at siga innistongd í okk-
ara lítlu verð, tí tað er ikki
heilt trygt at ganga á gøtun-
um og inni í býnum, so vit
koyra næstan allastaðni.
Men tá vit skulu keypa inn
og tílíkt noyðast vit sjálv-
andi at fara úr bilinum og
tað kennist eisini heilt í
lagi. Av og á koma ávaring-
ar um møgulig álop og
bumbuatsóknir, so tá skulu
vit
halda
okkum
frá
almennum
støðum
har
nógv fólk koma saman.
Tíbetur er einki hent okk-
um enn, og tað er heldur
ikki so, at vit hugsa um tað
dagliga. Vit sum arbeiða á
skrivstovuni búgva øll í
sama umráði, og er tað
beint við skrivstovuna.
Tá vit koyra inn til býin fyri
at keypa inn er alt kaos.
Ferðslan eru ræðulig, tí tað
er lítil og eingin ferðslulóg,
so øll koyra bara sum tey
vilja. Haraftrat eru nógv
fólk, sum antin royna at
selja tær okkurt ella bidda á
gøtuni, serliga kvinnur
klæddar í burqa (turruklæð
sum fjalir andlit og kropp)
ella smábørn. Tað eru alla-
staðni menn í militer klæð-
um
við
kaleshnikovs
maskinbyrsum. Nógv hús
og umráði eru heilt oydi-
løgd
og
sundirbumbað
aftaná so nógv ár við
kríggi, men longu nú síggj-
ast nýggj hús koma upp.
Livikorini hjá kvinnum eru
eisini vorðin nógv betur
sídani Talibanstýrið fall í
fjør. Nógvar gentur/kvinnur
eru farnar aftur í skúla og
nógvar kvinnur hava latið
seg úr burqa’ini og ganga
ístaðin við vanligum turru-
klæði, men tað eru eisini
nógvar, sum sjálvar velja at
ganga í burqa, tí tær kenna
seg tryggari soleiðis. Afgh-
anistan hevur úr at gera
hesa tíðina - nýggj grund-
lóg, sum skal vera galdandi
fyri øll, skal skrivast, val er
sett til at vera í 2004, ein
tjóðarherur uppá 70.000
fólk skal samansetast og
venjast og løgreglan skal
Jóla- og nýggjársheilsan
úr Afghanistan
Katrin á skrivstovuni í Kabul
Fredrik saman við lívverjum
Katrin, Fredrik og Mikael í Kabul
upplærast av nýggjum;
síðst nevndu fyri at koma
av við teir sokallaðu lokalu
»warlords«.
Afghanistan er eitt vakurt
land vid flottum fjøllum,
men eisini sera oyðið og
litleyst.
Fólk
siga,
at
Afghanistan var sera vakurt
við skógarvøkstri fyri 30
árum síðani og útlendingar
plagdu enntá at ferðast til
Kabul frá m.ø. Islamabad í
Pakistan fyri at keypa inn
og slappa av. Tey flestu
trøini vórðu nidurhøgd
undir krígnum og brúkt til
brenni. Tað er sandur og
dust allastaðni, so ein
noydist at gera reint og
støva av hvønn dag.
Tað eru umleið 80 danir í
Afghanistan, sum arbeiða
fyri ymiskar hjálparfelag-
skapir og privatar handils-
fyritøkur so sum Kjær &
Kjær,
IM
Jensen,
No
Lemon,
Bukkehave
og
Danimex. Tað arbeiða í
løtuni 8 danir á danska
neyð mobil sjúkrahúsinum,
sum mest er fyri føðandi
kvinnur. Umleið 40 danskir
hermenn arbeiða í ISAF
(International
Security
Assistance
Force).
Vit
høvdu okkara fyrsta og
einasta jólafrokost tann 5.
desember. Tað var sera
væleydnað og hugnaligt, og
vit fingu næstan alt man
kann hugsa sær til eitt
jólaborð. Annars kann man
ikki siga, at tað er nakar
serligur jólahugni her. Vit
hava fingið eitt sindur av
jólaprýði heimanifrá, og vit
hava onkrar jólafløgur, sum
vit eru sera glað fyri, men
tað er ringt at rættiliga
koma í jólahugna og tíðin
hevur eisini gingið so skjótt
síðani vit komu higar. Tað
er veruliga so galið, at vit
ikki hava sent eitt einasta
jólakort avstað. Tí er henda
greinin eisini ein serlig
jólaheilsan til øll okkara
kæru har heima í Føroyum.
Vit skulu halda jól í
Islamabad
saman
við
einum donskum vinaparið
frá donsku sendistovuni
har, so tá verður betur.
Nýggjárið verður fagnað í
Kabul - tað er ringt at hugsa
sær, hvussu tað verður, men
vónandi verður hampuliga
friðarligt.
Eini gleðilig jól og eitt
Harrans signað nýggjár
verður ynskt øllum okkara
kæru og øllum Føroyafólki.
Takk fyri alt í tí brátt farna
árinum. Vit gleða okkum til
at síggja tykkum øll aftur
komandi summar.
Tað eru umleið 80 danir í
Afghanistan, sum arbeiða
fyri ymiskar hjálparfelag-
skapir og privatar handils-
fyritøkur so sum Kjær &
Kjær, IM Jensen, No Lemon,
Bukkehave og Danimex. Tað
arbeiða í løtuni 8 danir á
danska neyð mobil
sjúkrahúsinum, sum mest er
fyri føðandi kvinnur
Afghanistan er eitt vakurt land vid flottum fjøllum, men eisini sera oyðið og litleyst. Her sæst
Katrin saman við lívverjum
Skrivstovan í Kabul
Heimið hjá Katrin
C
M
Y
K
13
12