Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 31. desember 2002 15 verið burtur í næstan 35 ár. Tey, sum vit komu saman við tá vóru føroyingar, tað er so snedugt, nógv av teimum vóru ikki longur, og øll høvdu sínar ymisku interessur, so man hevði faktist ikki nakað at snakka við tey sum, sum vóru eftir. Vit vóru øll broytt. Nógvir føroyingar hava ein ljósa- reyðan dreym um, at tá eg verið gamal, so skal eg flyta aftur til Føroyar og hava eina smáttu, og tað skal vera eviga deiligt, men teir duga slett ikki við tí. Tey hava gloymt, at sam- felagið forandrast, tey halda, at har heima er akku- rát, sum tá tey fóru avstað fyri 30-40 árum síðan. Tað er tað jú ongastaðni. Hetta vistu vit gott, tá vit fóru úr Føroyum og vit vistu, at vit máttu skapa okkum okkurt sjálvi, nú eru vit bara ikki tvey um tað longur, sigur Thulesen, andar djúpt og hugsar tigandi eina løtu. - Eg havi ferðast eitt sindur síðan eg kom niður, verið ein túr í Suður- ameriku og eg havi eisini verið aftur í Føroyum tríggjar ferðir. Hetta við at fella inn tí eitt kjøbin- havnskt miljø, tað er ikki eg, eg hugsi ikki eingang á donskum, eg tonki á før- oyskum. Eg havi verið so nógv ár í Føroyum, at tað verður bara soleiðis, sigur hann Hvussu var at koma heim aftur til Føroyar? - Tað var hugnaligt, men eg var vara so óheppin við veðrinum. Tað var mjørki og regn alla tíðina, eg sá bara fjallatindarnar tríggjar dagar, tær tríggjar vikurnar eg var heima, Maj og juni vóru grúuliga óinteressantir veðurmessiga. Eg var í Havn, Vági, Fuglafirði og Klaksvík og ferðaðist runt og hitti venner og bekendte. Men eg kann longu nú síggja, at tað er broytt í Føroyum bara eftir trý ár. Summi eru heldur ikki longur, sum eg kendi. Tey eru farin, tey eru deyð, sigur hann Liv í dag! Nógv fólk brúka ein fittan part av lívinum til at fyri- reika aldurdómin, sum slett ikki bleiv sum tey høvdu tonkt sær, kann tað ikki vera ein ábending um at liva lívið her og nú, líka mikið hvar tú er staddur á lívsleiðini? - Jú, tað er satt. Tó kann mann siga fyri mítt við- komandi, at eg havi havt, ja eg vil pástanda, eitt fantast- iskt spennandi lív, serliga frá tí eg byrjaði í 1960 í Grønlandi. Og síðan 31 ár í Føroyum, har eg havi havt við túsundatals av fólki at gera. Hagan frá og so til einki at hava við nakran at gera, tað er ein veldug broyting, sum eg havi ringt at venja meg við. Tað er nakað tú verður noyddur at meditera teg fram til, at tá tú er farin er tú farin. Við- víkjandi mínum starvi, so var eg greiður yvir, at mín tíð var farin, eg var trods alt blivin næstan 70 og orkaði minni, so hetta var eg inn- stillaður uppá, sigur hann. Íðin í kirkjulívinum Í morgin er 16. juni og tú skal inn á aðalfund í Sam- uelsenskirkjuni, har tú er grannskoðari, hevur hend- an kirkjan stóran týdning fyri teg? - Eg havi luttikið í Sankt Ólavs kirkjuliði síðan 1945, so eg minnist eisini ta góðu tíðina fyrr. Eg var kassa- meistari og næstformaður í tí føroyska Kristiliga ung- mannafelagnum í heilt nógv ár, líka til eg byrjaði í Grønlandi í 1960. Tann tíð- in og tað felagslív, sum tað var í Ungmannafelagnum, Studentafelagnum og Før- oyingafelagnum, sum tað var í fimtiárunum og í sekstiárunum, tað er ikki til longur. Felagslívið er onki í dag. Eg veit heldur ikki hvussu nógv kirkjan betýð- ir í dag, tað koma óhyggi- liga fá fólk í kirkju. Tað er væl, tá tað eru 20 og siga vit at tað búgva 5-6000 før- oyingar í Keypmannahavn, tá er tað ikki nógv., sigur hann. - Fyrr tá vit plagdu at ferðast niðri, antin á jólum ella á páskum, tá fóru vit ofta í kirkju, eisini fyri at hitta vinir, sum vit kendu frá okkara ungu árum. Men vit sóu ikki ein tann einasta ein, nú vit fluttu. Gjørdist ongantíð klaksvíkingur 35 ár í Klaksvík, er tað nak- að sum merkir ein mann? - Eg má siga tað, at eg hyggi aftur á tey 35 árini í Klaksvík við stórari gleði, ein tíð sum gav innihald í lívinum. Mær dámdi øgi- liga væl í Klaksvík, men tá eg skal minnast aftur á ,so vil eg altíð minnast aftur á fyrstu ferð eg var í Klaks- vík. Tað hevur verið í 1941 og eg luttók á fyrstu KFUM skótaleguni, sum varð hild- in í Føroyum. Vit búðu í teimum húsunum, sum Jógvan Gerðalíð býr í í dag. Tað var í august mánað og tað oysti niður og eg pá- standi, at vit fóru upp klokkan sjey um morgunin og vóru druknaðir klokkan níggju. Tá segði eg, at hetta skuldi bestemt vera sein- asta stað eg skuldi búseta meg í. Eg segði ikki, at eg ongantíð skuldi búseta meg her, men at tað skuldi vera tað seinasta staðið. 25 ár aftaná eri eg aftur har. og hevði ongantíð verið har ímillum. og síðan varð eg búgvandi næstu 35 árini í Klaksvík, sigur Thulesen og ásannar enn einaferð, at framtíðina kunnu vit ikki hyggja framí. Kendi tú teg nakrantíð sum klaksvíking? - Tað slapp mann ikki. Innføddur kann man væl ikki blíva, tá man er til- flytari, men eg havi verið væl móttikin. Eg kann ikki klaga, tvørtur í móti. Góð tíð, spennandi tíð. - Eg hevði tað gott í Klaksvík. Sjálvandi vóru tað stórar broytingar eg gjørdi í firmaðinum. Nógv tonktu, hetta gongur ongan- tíð gott. Hann selir útróð- rarbátarnar, lukkar tær smáu forrætningarnar. Tað var ikki populert. Men eg haldi allíkavæl, at hetta bleiv respekterað. Eg havi í hvussu er altíð verið væl móttikin. Eg haldi sjálvur, at eg havi havt eitt gott for- hold til tey fólkini, eg havi arbeitt saman við og tey eru ikki so fá, sigur hann. Sjónvarpið broytti okkara land Stórar broytingar hendu í Føroyum árini Thulesen starvaðist - Tey fyrstu fimtan árini vóru ørvísi enn tey seinastu 20. Sum tíðin gekk bleiv tað meira og meira tað, at man ikki kom hvørjum øðr- um við, at man ikki datt inn á gólvið. Og ein orsøk var at sjónvarpið kom. Tað broytti hugsanina hjá fólki, soleiðis at fólk skuldu líka síggja hetta og hetta áðrenn tey fóru út. Eg spældi brigde eitt kvøld um vikuna í Klaksvíkar Brigdefelag og vanliga spældu vit ofta saman privat leygarkvøld, men leygarkvøldið datt burtur orsakað av sjónvarp- inum. Tað at koma hvørjum øðrum við er so nógv minni nú enn fyri 25 árum síðan. Tað er egentliga syrgiligt, í dag er tað soleiðis, at fólk valla kenna grannan, tað gjørdi man fyrr. Og kanska er hetta serliga galdandi á teimum størru plássunum, sum vaksa so skjótt, at man slett ikki kann fylgja við. - Men tað henda eisini góð ting. Útbúgvingin í Føroyum er so nógvar ferð- ir betri í dag enn fyri 50 árum síðan. Skik følge eller land fly - Eini ráð fekk eg bein- anvegin eg kom til Klaks- víkar, og tey vóru frá einum klaksvíkingi. Hann segði, nú skal tú ikki trúgva, at tú er í Suðri, nú kann tú ikki siga við ein mann, sum um tú var í Suðri. Tú kann siga okkurt í illsinni við ein mann í Suðri og eitt kvarter seinni hálsfevnast tit. Traðkar tú ein mann yvir tærnar í Klaksvík, so gloymir hann tær tað aldrin. Og tað passar. Eg veit um eini tvey dømi, har eg havi traðka onkran yvir tærnar í Klaksvík og tað er ikki gloymt enn, sigur hann. So tú lærdi at ansa eftir? - Jú, Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur, at tað er gott at stinga fingurin í jørðina og lurta hvar man er, men man má ansa eftir ikki at lurta so nógv, at ein missir sína egnu meining, seg sjálvan burtur. Tað havi eg ongantíð accepterað. Eg havi havt eina meining, og hon kann hvørki keypast ella seljast. At so onkur verður fornermaður, tað verður so harvið. Soleiðis eri eg bara. Um ein bara skal vera eitt kopi av øllum hinum, hvat so? Ein leiðari má tora - Helvtin av tí at leiða er at tora, tað havi eg sagt so ofta. Hvis tú bara skal gera tað sum tú heldur fellir í góða jørð hjá fólki, so kemur tú ongan veg. Hetta at ganga í fótasporunum hjá øðrum, tað er gott, men hvis man altíð ger tað, so er man ongantið fremstur. Okkara stóra fyrimynd Jesus segði ikki bara tað sum fall í góða jørð hjá fólki? - Hevði hann gjørt tað, so hevði hann heldur ikki verið mintur. Allrigth, man skal heldur ikki vera tvørur, bara fyri at blíva mintur. - Onkur hevur sagt við meg, eg haldi tað var með- an eg var í Grønlandi, Thulesen, tú er onki popu- lerur. Tað hevur ongantíð interesserað meg at verið populerur. Tað hevur in- teresserað meg meira at vera respekteraður og tað havi eg verið í den grad. Og tað at fólk eru greið yvir, at tað sum eg havi sagt, og tað sum eg meini, tað broytist ikki. Man kann ikki keypa meg, og tað ger so, at eg upp á onkran kann virka eitt sindur frástoytandi og kantutur. Men tað er prís- urin. Tað tú sigur, tað skal tú kunna standa við, tú skal ikki koma við nøkrum, sum ikki passar. Eitt danskt orðatak sigur, at tann sum sigur sannheit, hann be- høvist ikki at leita eftir orð- um og tað er týdningar- mikið. Eg havi onkuntíð sagt við fólk, sum fara eitt sindur lætt um sannleikan, hvussu í himmalsins navni, kann tú minnast hvussu tú leyg í gjár. Tú má kunna standa við tað, tú hevur sagt, og tað haldi eg, at eg havi gjørt, billi eg mær inn. - Tað eru eisini tilfellir, har eg kundi persónliga fingið meira burturúr um eg var eitt sindur meira flossutur í kantinum, men eg kundi ikki droymt um tað. Tá kann tað síggja út sum ein hevur mist í fyrsta umgangi, men í longdini vísir tað seg, at tað var rætt. Tá hevur tú sjálvvirðingina eftir og fyri meg hevur tað týdning, at fólk kunnu rokna við, at tað sum eg havi sagt ella lovað, tað verður soleiðis, og tað kann ikki diskuterast. - Men tú má heldur ikki vera bangin fyri at við- ganga, tá tú hevur órætt og so royna at gera tað gott aftur, tá tú hevur órætt. Nú ringir telefonin aftur, og meðan Thulesen tosar, riggi eg av. Juniluftin er slævin í dag uttanfyri og asfaltið er blankt av regni. Eg sleppi við Thulesen eitt petti av Amager og inn móti býnum. Vit skiljast og hann fer á ein fyrireikandi fund í Samuelsenskirkjuni undan aðalfundinum í morgin. Føroyaska listin á veggjunum hjá Thulesen eru valdir við hegni Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard 15 14 Nr. 248 - 31. desember 2002 – Tað hevur ongantíð interesserað meg at verið populerur. Tað hevur interesserað meg meira at vera respekteraður, og tað havi eg verið, sigur 74 ára gamli fyrrverandi Kjølbrostjórin, sum nú livir friðarliga pensionistatilveru í Keypmannahavn. Hann greiðir eisini frá, at pensionista- tilveran gjørdist als ikki sum hann hevði hugsað. Ljósareyði dreymurin helt ikki. Konan doyði sama árið, sum tey fluttu niður, og alt broyttist. – Tað eru løtur sum pensionistur, hvar eg hugsi, hetta bleiv dekan og óinteressant PORTRETT Jústinus Leivsson Eidesgaard Keypmannahavn, Sosial- urin: - Tað hevur ongantíð interesserað meg at verið populerur. Tað hevur in- teresserað meg meira at vera respekteraður, og tað havi eg verið. Og tað at fólk eru greið yvir, at tað sum eg havi sagt, og tað sum eg meini, tað broytist ikki. Man kann ikki keypa meg, og tað ger so, at eg upp á onkran kann virka eitt sindur frástoytandi og kant- utur. Men tað er prísurin. Tað tú sigur, skal tú kunna standa við, tú skal ikki koma við nøkrum, sum ikki passar, sigur 74 ára gamli Svend Thulesen, sum í mong harrans ár ávirkaði føroyska vinnulívið á so mangan hátt. - Helvtin av at leiða er at tora, tað havi eg sagt so ofta. Hvis tú bara skal gera tað sum tú heldur fellir í góða jørð hjá fólki, so kem- ur tú ongan veg. Hetta at ganga í fótasporunum hjá øðrum, tað er gott, men hvis man altíð ger tað, so er man ongantíð fremstur sig- ur Svend Thulesen, og lítir aftur á eitt lív, har hann hevur staðið í fremstu røð í føroyskum vinnulívi í útvið 40 ár, harav tey fyrstu sum stjóri á Nordafar í Grøn- landi frá 1960-65. Og populerur var hann ikki altíð. Klaksvíkingar góvu honum enntá eyknavnið Lukas, tí fyrstu tíðina sum stjóri í Føroyum gjørdi hann lítið annað enn at lata gamlar fyritøkur hjá Kjøl- bro, sum góvu hall, aftur. Hann tók stórar avgerðir í Føroyum. Í samfull 31 ár stjórnaði hann máttmikl- astu fyritøkuni í landinum P/F J. F. Kjølbro og var við til at skipa fiskivinnuna her á landi í mongum álitis- størvum. Tað varð lurtað eftir honum, og hann hevði samskifti við túsundtals føroyingar. Í dag livir hann stilla pensionistalívið, á Følfodvej nummar 206, í einum villakvarteri á Amager, og tað er friðaligt. Juni og summar í luftini og telefonin ringir bara eina- ferð, hendan seinnapartin vit sita og tosa saman. Tað er dótturin, sum er í hinum endanum, hon býr eisini í København. Tað er ikki fyrstu ferð vit tosa saman, tí ein og hvør journalistur við respekt fyri sær sjálvum hevur havt okkurt við Thulesen at gera, tá hann virkaði í Føroyum. Thule- sen flutti niður í 1999. Einkjumaður Pensionistatilveran bleiv slett ikki sum Thulesen hevði roknað við. Sama árið sum tey fluttu niður doyði konan, eftir at hava verið sjúk í eina tíð. Tey fingu góð 48 ár saman. - Konan og eg høvdu roknað við at fáa nøkur ár saman afturat, men tað hendi so ikki. Eg kann í dag gott taka meg í tosa við hana, tá eg eitt nú koyri bil, sigi "Hygg líka her ella sá tú hatta, áðrenn eg komi at hugsa um, at hon er deyð, hon er ikki her longur. Tað sama tá eg lesi okkurt, ella hoyri okkurt, so havi eg ongan at deila tað við. Tað hevur verið tað sum hevur verið ringast at venja seg til. Eg veit ikki hvussu gott eg dugi at beskeftiga meg sjálvan, tað er so sum so. Eg fái ov lítið upp í lag, tað er tað stutta í tí. Tað eru løtur sum pensionistur, hvar eg hugsi, hetta bleiv dekan og óinteressant, sig- ur Svend Thulesen og brett- ir sær í sofuni. Á vegginum hanga málningar av før- oyskum listafólkum og inni benda teir flestu prýðislut- irnir heim til Føroyar. Og hóast Svend Thulesen hevur danska dialekt, sum er endurgivin her í greinini, tá hann tosar føroyskt, so er hann føroyingur. Hann kennir seg sum føroying. Hann var bara tíggju ára gamal, tá foreldrini fluttu til Vágs. Eini donsk presta- hjún í Vági, tað var ikki heilt óvanligt fyrr í tíðini og heldur ikki í 1938. Og hann bleiv verandi í Føroyum til kríggslok í 1945, tá hann fór niður til Danmarkar at ganga á studentskúla og fekk sær síðan útbúgving á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn sum sivil- økonumur. Og hann møtti føroyskari unnustu, sum seinni bleiv kona. Hon at Asta, dóttir Martin í Hvanngarðinum, ættaður úr Oyndarfirði, men búsitandi í Vági. Og Asta fylgdi hon- um líka til fyri góðum trim- um árum síðan, tá hon doyði av sjúku. Ongin bilhandlari - Vit hava øll árini havt summarhús í Gilleleje og vit fluttu niður har beinan- vegin í 1999. Pakkaðu alt, og tað stóð so á goymslu í København, meðan vit leit- aður eftir einum húsum. Húsini funnu vit úti á Amager, eini rúmlig múr- steinshús í einari hædd við urtagarði kring. - So hevði eg eisini tikið bilin við úr Føroyum, men tað vísti seg at vera ein dårlig forrætning, tí eg fekk at vita, at skuldi eg behalda bilin, so mátti eg rinda 91.000 krónur í tolli, so hann mátti eg senda upp aftur at selja í Føroyum. Tí tað var akkurát nýggj lóg gjørd í maj mánað um hesi viðurskiftir, sum vit fluttu í juli, sigur hann Thulesen helt til í summ- arhúsinum fram til 10 no- vember, tá tey fluttu inn í eini húsini á Amager. - Alla tíðina, síðan vit fluttu niður, hevði Asta verið sjúk, og hon fekk bara ein mána í húsinum, so doyði hon. Tað bleiv eitt sindur øðrvísi enn vit akku- rát høvdu ætlað. Hon má hava verið sjúk leingi uttan at vita tað, hon fekk stað- fest krabbamein í apríl 1999 og funnið var fram til at einki var at gera og longu 13. desember doyði hon. - Hon var við til at keypa húsið og at innrætta og tað seinasta hon gjørdi var at keypa gardinur. Vit fingu so stutta tíð saman í nýggja heiminum, at vit fingu ikki stundir til at skapa okkum ein nýggja umgangskreds. Tað var so hugstoytt, sigur Thulesen rørdur. Asta og Thulesen áttu hús í Klaksvík og tey gjørdu sær tankar um hvar tey skuldu halda til, tá hann fór frá sum stjóri á Kjølbro. Men innast inni, so vistu tey, at tey máttu flyta aftur til Danmarkar. - Dótturin búði niðri, ommu og abbabørnini vóru her, mín familja var her og familjan hjá Astu eisini, so tað var eitt sindur ónáttúr- ligt at sita eftir í Klaksvík, hvar at kalla ongin familju- skapur var. Men so bleiv tað bara ikki soleiðis, sum vit høvdu tonkt okkum. Hevði hon livað eitt ár og fýra mánaðar afturat, so høvdu vit havt nátt gull- brúdleypið. Ljósareyði dreymurin heldur ikki - Vit fluttu úr København í desember 1965, so vit høvu Betri at vera virdur enn populerur Thulesen hugsar á føroyskum og hann er føroyingur. Alla staðni inni í heiminum á Amager eru myndir og lutir sum linna heimlongsulin Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 14