týsdagur 31. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
17
Fíggjarliga stendur
betri til í Sørvági, enn
tað hevur gjørt
nakrantíð seinastu 20
árini. Árið í ár roynd-
ist væl, og vónirnar
eru góðar fyri
komandi ári
ÁRSUPPGERÐ
Edvard Joensen
Fyri fyrstu ferð síðan sein-
ast í sjeytiárunum er áognin
hjá Sørvágs Kommunu nú
størri enn skuldin. Goldið
er niður skjótari enn ætlað,
og hóast væntandi er, at
búskaparvøksturin verður
minni í komandi tíð, enn
hann hevur verið, eru vón-
irnar fyri 2003 góðar, sigur
borgarstjórin, Eivin Jacob-
sen.
Vinnulívið í Sørvági,
serliga á havnarlagnum, er í
menning, og kommunan fer
í framtíðini at gera íløgur,
sum skulu menna hetta upp
aftur meira. Fólkatali er í
vøkstri, og fleiri nýggj set-
hús verða bygd. Eisini á
sosiala økinum hevur Sør-
vágs Kommuna stórar ætl-
anir.
Inntøkurnar
Skattaskylduga inntøkan
hjá sørvingum komandi ár
verður mett at fara at
hækka við átta prosentum í
mun til árið í ár. Í ár var
inntøkan
110
milliónir
krónur, men verður í 2003
mett at fara at verða 120
milliónir
krónur,
sigur
borgarstjórin í Sørvági.
Hann sigur, at ein fyri-
bilsmeting vísir, at skatta-
inntøkan
hjá
Sørvágs
Kommunu fyri 2002 verður
eitt sindur hægri, enn mett
varð, tá fíggjarætlanin varð
samykt.
Skattaprosentið hjá sør-
vingum fer at lækka við
einum fjórðings prosenti
komandi ár og kemur niður
á 19,75%. Barnafrádrátt-
urin í kommununi verður
óbroyttur. Hann er 2.500,-
krónur.
Á fíggjaræltanini fyri
2003 verður mett, at úr-
slitið áðrenn avdráttir fer at
vera 2,3 milliónir krónur,
sigur Eivin Jacobsen.
Roknskapurin fyri árið
2001 varð góðkendur í
summar,
og
javnvigaði
hann við góðum 21 milli-
ónum. Metingin hjá Sør-
vágs Kommunu var rætti-
liga neyv, tá samanum kom.
Avlopið, sum mett varð til
4.886.454,- krónur, gjørdist
4.886.472,- krónur.
Eisini eru fleiri sørvingar
um at gjalda í kassan, enn
teir vóru í fjør. Fólkatalið er
nú við ásrlok komið upp á
963 fólk í móti 941 um
somu tíð í fjør. Tað er ein
vøkstur upp á 2,3 prosent.
Og vøksturin tykist halda á.
Eini 14 sethús eru ávegis
og verða væntandi liðug í
komandi ári.
Og tað verður lættari fyri
andanum hjá teimum eisini,
tá hugsað verður um fíggj-
arstøðuna hjá kommununi.
Seinastu árini hava verið
góð til inntøku, og rúmkað
er munandi um rásarúmið
hjá
kommununi,
sigur
borgarstjórin. Í 1999 vórðu
goldnar fimm milliónir
meira niður av skuld, enn
ætlað, og tvær milliónir í ár,
sigur hann.
Íløgur
Tað er ymiskt, sum enn
liggur á láni eftir ringu árini
í nítiárunum. Eitt nú as-
falteringin av kommunalu
vegunum. Men her eru
glottar at hóma, sigur Eivin
Jacobsen, borgarstjóri í
Sørvági.
Á komandi fíggjarætlan
eru settar 4,9 milliónir av til
íløgur, og verður hesin
peningur brúktur til at betra
um umhvørvið hjá borgar-
unum, sum hann tekur til.
Vegirnir Uppi á Mýrum
treingja til asfaltering, og
tað verður so eisini gjørt.
Ein grund til, at tað ikki
longu er gjørt, er tann, at nú
undirsjóvartunnilin hevur
verið í gerð og varð liðugur
væl fyri tíð, gjørdi tað, at so
at siga alt asfaltarbeiði
annars lá stilt, tí tunnilin og
vegirnir í samband við
hann skuldu asfalterast,
sigur Eivin Jacobsen.
Nýggja ídnaðarøkið uppi
við flogvøllin skal eisini
hava pengar komandi ár,
eins og ábøtur verða gjørd-
ar á havnarlagnum.
Dagtilboð og
umlætting
Síðan 1999 hava fólk við
rørslubrekum havt tilboð
um dagtilhald í Sørvágs
Skúla.
Hesi tilboð hava verið
fyribils, meðan arbeitt hev-
ur verið við at finna var-
andi loysnir í oynni. Sør-
vágs Skúli hevði eisini brúk
fyri hølunum, so neyðugt
var at finna okkurt annað
høli, sigur Eivin Jacobsen.
Sørvágs Kommuna hevur
nú loyst tann spurnignin í
samráð
við
Almanna-
stovuna. Hóast nøkur enda-
lig avtala enn ikki er und-
irskrivað, hevur bygdar-
ráðið samtykt at keypa eini
hús í Sørvági, sum skulu
umbyggjast til endamálið.
Partar av húsunum verða
tiknir niður og bygdir upp
aftur av nýggjum. Í ovaru
hæddini verða umlætting-
armøguleikar, meðan nið-
ara hæddin fer at hýsa
vardum vekstaði, sum ser-
forsorgin so fer at leiga.
Við hesi byggingini er
ein virðilig loysn funnin á
hesum
málinum,
sigur
borgarstjórin í Sørvági.
Havnarlagið
Sum vanligt er í Føroyum
yvirhøvur, er havnarlagið
eisini lívæðrin í Sørvági.
Og har er rættiligt lív
komið í aftur, eftir at tað at
kalla doyði út í kreppu-
árunum.
Fleiri skip er komin til
bygdina. Útróðurin hevur
hildnast væl, og væl av
virksemi er eisini hjá ali-
støðini. Bæði á firðinum og
á virkinum á havnarlag-
num. Ísvirkið fer í gongd
aftur, og fiskamóttøkan
flytir í rúmligari høli fyrst í
komandi ári.
Alifelagið Sørvágs Laks
tók í ár umleið 3.600 av
laksi, og verður nøgdin
væntandi eini 4.000 tons
komandi ár. Prísurin á laksi
hevur ikki verið so góður,
so árið royndist kanska
heldur lakari, tá saman um
kom, enn væntað var.
Vinjard Joensen hevur í
eini fýra ár tikið í móti fiski
í leigaðum hølum á havn-
arlagnum í Sørvági. Fyrst í
komandi ári flytir tað
virksemið í hølini hjá timb-
urhandlinum, sum keypt
eru til endamálið. Timbur-
handilin flytir tá í fyrsta
umfari í leigað høli, men
fer ætlandi at byggja nýtt á
nýggja ídnaðarøkinum. Um
somu tíð, sum fiskamót-
tøkan flytir, fer eisini ís-
virkið at lata uppaftur, og
verða
umstøðurnar
at
sleppa av við fisk í Sørvági
tá munandi betri enn í dag,
metir borgarstjórin.
Hann væntar, at nú undir-
sjóvartunnilin
eisini
er
komin, fer tað at gera, at alt
fleiri bátar og skip fara at
nýta Sørvág sum uppskip-
ingarhavn. Serliga før, sum
veiða vestanfyri, heldur
hann. Tí tað styttir sigling-
artíðina til og av fiskileið
við fleiri tímum í mun til,
um landað verður eitt nú á
Toftum ella í Klaksvík.
Nýggjur krani er keyptur
til landingina, eins og
kommunan í komandi ári
eisini hevur ætlanir um
aðrar ábøtur á havnarlag-
num. Eitt nú skal okkurt
gamalt pakkhús takast nið-
ur, sigur borgarstjórin.
Men ein trupulleiki í
samband við virksemi á
havnarlagnum í Sørvági er
ferðslan til og frá við stór-
um akførum.
Tað er trongligt í bygdini
og stóru bingjubilarnir hava
viðhvørt ilt við at koma
fram. Tann trupulleikan
ætlar kommunan at loysa
við nýggjari vegføring om-
an við ánni frá Missións-
húsinum og oman í Niðara-
veg, sum so skal breiðkast
allan vegin út á havnar-
lagið.
Men tann ætlanin liggur
nakað úti í framtíðini, sigur
Eivin Jacobsen, borgar-
stjóri í Sørvági. Hon er við
í nýggja bygdarplaninum,
sum enn er til viðgerðar.
Tað lætnar í Sørvági
Sørvágur er í menning. Fólkatalið veksur. Inntøkurnar hækka, og virksemið økist á havnarlagnum
2002
Januar: Vágatunnilin verður skotin ígjøgnum. Fyrsta skotið var latið 28. september 2000, og longu 10. januar 2002 var landfast
millum Vágar og Streymoy. Fyrst at koyra ígjøgnum var Ruth Iansdóttir, sum hevur koyrt umleið 2000 lastir av gróti úr
tunlinum.
Januar: Nýggi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmus-
sen, vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð mánadagin 14. januar.
Endamálið við ferðini er at rætta álitið millum Føroyar og
Danmark uppaftur, og allir partar eru samdir um, at
sjarmuferðin eydnast
Januar: Størsta narkomálið í Føroya søgu byrjar, tá løgreglan handtekur níggju mans fyri rúsevnasølu mikudagin 16. januar.
Løgreglan heldur seg hava fingið bakmenninar, og teir fáa seinni harðastu dómar, sum eru givnir fyri sølu av narkotiskum
evnum í Føroyum
Februar: Kvinnurnar hjá VÍF og menninir hjá StÍF vinna
steypafinalurnar í hondbólti. VÍF vann 22-18 á Stjørnuni, og
StÍF vann 30-28 móti Neistanum
Februar: Tað miseydnast Helenu Dam á Neystabø, fyrrver-
andi landsstýriskvinnu og forkvinnu í Sjálvstýrisflokkinum, at
koma á listan hjá Javnaðarflokkinum stutt upp undir løgtings-
valið. Limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag feldu hana
sum valevni
Februar: Pætur við Keldu roynir seg leygarkvøldið 9. februar í
danska Melodi Grand Prix. Pætur stendur seg væl og kemur
millum tey síðstu fimm. Ummælarin á Politiken heldur sangin
hjá Pæturi vera nógv tann besta
Februar: Heri Hjelm var so óheppin at missa eitt heilt alibrúk
á Trongisvágsfirði mikumorgunin 27. februar. Ódnin var so
hørð, at allir seks aliringarnir slitnaðu og róku fyri vág og
vind, til teir rendu á land, og allur laksurin fór fyri skeytið
C
M
Y
K
17
16