Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 19 2002 Mars: Tað var rómur í høllini í Trongisvági, tá kvinnurnar hjá TB fingu handað gullkrónurnar sunnudagin 3. mars fyri at gerast FM vinnari í flogbólti Mars: Fram gerst føroyameistari í meistaradeildini í flogbólti hjá monnum Apríl: Í apríl var aftur verkfall í Føroyum. Skipara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálastýrið kundu ikki semjast um lønirnar, og sostatt varð nógv tað mesta av flutningskervinum og infrastrukturinum í Føroyum lagt lamið. Verkfallið vardi í ein góðan mánað. Til 14. mai, tá nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður Mars: Vestmanna kann av røttum rópa seg hondbóltsbygdin mikla. Bæði kvinnurnar og menninir gerast føroyameistarar í 1. deild leygardagin 23. mars 2002. 2002 Apríl: 30. apríl slapp veljarin at siga sítt. Kring alt landið var metstór valluttøka, 91,6%, til eitt tað mest spennandi løgtingsvalið í longri tíð. Lisbeth L. Petersen og Sambandsflokkurin vunnu valið, men tað gjørdist kortini ikki nóg mikið í síðsta enda at fáa Anfinn Kallsberg úr løgmansstólinum. Millum tey 32 kosnu vóru níggju nýggj andlit Mai: Heidi Andreasen varð innstillað til heitið sum ársins ítróttarfólk fyri brekað og vitjaði á stórum hátíðarhaldi í Monaco. Hóast hon ikki vann, so var vitjanin í Monako eitt upplivilsi fyri lívið. Her er hon avmyndað við Boris Becker, fyrrverandi tennisleikara Mai: 13. mai varð avdúkað, at danin Henrik Larsen skuldi gerast nýggjur føroyskur landsliðsvenjari hjá landsliðnum í fótbólti. Mótmælini vóru mong fyrstu tíðina. Men við góðu úrslitini móti serliga Liktinstein, Skotlandi og Týsklandi tagnaðu mótmælini, og Henrik Larsen hevur nú eina heila tjóð aftan fyri seg Juni: 6. juni varð samgonguskjalið undirskrivað, og nýggja landsstýrið varð avdúkað. Fyrrverandi samgongan hevði fingið Miðflokkin afturat sær fyri at varðveita meirilutan. Nýggir landsstýrismenn gjørdust: Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen og Annlis Bjarkhamar. C M Y K 19 18