týsdagur 31. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
21
2002
Juni: Tað var eisini í juni, at
tað varð almannakunngjørt,
at Sunleif Rasmussen skuldi
fáa Nordisk Musikpris frá
Norðurlandaráðnum.
Umframt heiðurin fekk
Sunleif eisini ein kekk
áljóðandi 350.000 kr.
Juni: Eftir 127 ár í útlegd
komu helst kendastu
forngripir føroyinga,
Kirkubøstólarnir, aftur til
landið 20. juni
Juli: Nógv rok spyrst
burturúr, tá tingmaður
Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn
Jacobsen, leggur Anfinn
Kallsberg løgmann og Jørgin
Niclasen landsstýrismann
undir ikki at kenna mun á
eins egna og annara.
Løgmaður hevur tvær røður í
lummanum á ólavsøku, ta
vanligu og eina uppsøgn av
samgonguni. Beint áðrenn
evstamark, tekur Tórbjørn
Jacobsen orðini í seg aftur, og
samgongan heldur fram
2002
August: Nýggja Norröna fer
av bakkastokki í Lübeck 25.
august, og tað fær tær stóru
yvirskriftirnar fram: Eitt nýtt
tíðarskeið byrjað í
ferðavinnuni. Flaggskipið í
Norðuratlantshavi. Nýggja
Norröna fær alstóran týdning
fyri útflutningin
September: Sunnumorgunin 15. september kundi endað við einari syrgiligari vanlukku, tá ein
bilur við trimum ungum fólkum fór niðan av vegnum í Kaldbaksfirði, bóltaði runt og lendi á
takinum. Bilurin kroystist illa, men ungfólkini sluppu undan við lívinum, tí tey sótu í
trygdarbelti
Juli: Dreymurin gekk út hjá føroyska tónasmiðinum Teiti Lassen, tá hann fríggjadagin 26. juli
skrivaði undir sáttamála við Universal Music, sum er heimsins størsta plátufelag. Sáttmálin
fevnir um tvær fløguútgávur, sum skulu gerast innan 18 mánaðir.
C
M
Y
K
21
20