Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 23 2002 September: Løgreglufólkini vóru í lívsvanda, tá ein maður mikumorgunin 11. september fór at skjóta eftir teimum. Tá maðurin gjørdi seg kláran at løða aftur, noyddist løgreglan at skjóta, men rakti ikki. Maðurin varð fongslaður September: Tað elvir til øsing, tá Høgni Hoydal landsstýrismaður kunnger, at hann fer leggja uppskot fyri tingið um at loyva skrásettum parlagi í Føroyum. Bogi Davidsen, sum er samkyndur, tosar við politisku flokkarnar og greiðir frá støðu teirra samkyndu í Føroyum Oktober: HB verður aftur føroyameistari í fótbólti. HB var longu meistari, tá teir fóru suður til Tvøroyrar eftir heiðursmerkjunum á síðsta leikdegi, men NSÍ, sum á ólavsøku vann steypafinaluna tryggjaði sær ikki silvurmerkini fyri enn í síðstu sekundunum í Klaksvík 2002 Oktober: Leikbólkurin Gríma setir politisku dagsskránna í Føroyum, tá tríggjar kvinnur framføra leikin Ginusøgur, ið snýr seg um kvinnulagnur. Leikurin fellur ávísum politikarum so mikið fyri bróstið, at teir seinni ætla at skerja stuðulin til Leikpall Føroya. Men ginurnar fara sanna sigursgongd kring allar Føroyar, og fólk tysja til sjónleikarhúsini fyri at síggja leikin Oktober: Føroyar eru millimetrar frá sensatiónini, tá landsliðið í fótbólti leikar móti Týsklandi í Hannover mikukvøldið 16. oktober. Í hálvleikinum eru støðan 1-1 og í seinna hálvleiki er Hjalgrím Elttør er líka við at skora enn eitt mál. Týskland vinnur kortini dystin 2-1 November: Hósmorgunin 24. oktober setir 27 ára gamli vestmenningurin Johnny Joensen føturnar á hægsta tindin á fjallinum Baruntse, sum liggur 7.129 metrar yvir havinum. Nú umhugsar hann at stíla uppaftur hægri: Mount Everest. C M Y K 23 22