Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 25 2002 Desember: Vágatunnilin letur upp týsdagin 10. desember. Nógv verður gjørt burturúr, og vikuskiftið frammanundan runnu og gingu meira enn 2500 fólk undir Vestmannasundi. Við Vágatunlinum er koyrandi millum tríggjar tær størstu oyggjarnar, har 75% av fólkinum býr UTTAN ÚR HEIMI Færri trívast á bygd Ein kanning í Noregi vísir, at færri og færri fólk hava hug at búgva á bygd. Í kanningini siga 33 prosent av teimum spurdu, at tey vilja ellu vildu fegin búð á bygd, fingu tey høvi at velja. Fyri einum ári síðani søgdu 40 prosent tað sama. Samstundis vísir kanningin, at 78 av teimum, sum búgva á bygd, eru nøgd við umstøðurnar. Tað søgdu 86 prosent fyri einum ári síðani. Av teimum, sum eru yngri enn 30 ár, siga 43 prosent, at tey vilja helst búgva í einum býi, meðan 23 prosent heldur vilja búgva á bygd. Kanningin vísir eisini, at tað eru tey lágløntu, sum trívast best á bygd. Vænta meiri yvirgang Nógv bendir á, at tann baskiski loysingarfelags- skapurin ETA ætlar sær at herða bardagan ímóti teimum sponsku myndugleikunum. Í samrøðu við eitt blað sigur innanríkisráðharrin í baskaralandinum, at ETA hevur fingið einar 300 nýggjar limir teir seinastu mánaðarnar, og at hetta helst er eitt tekin um, at felagsskapurin ætlar sær at herða atgerðirnar. Sambært ráðharranum er hetta samstundis ein staðfesting av, at royndirnar hjá myndugleikunum at halda fólki burtur frá ETA eru miseydnaðar. Í 1998 gekk leiðslan í ETA við til eina avtalu um vápnahvíld. Hon vardi til desember í 1999. Í fjør umhugsaði ETA at ganga við til eina nýggja vápna- hvíld, men ætlanin varð vrakað, og síðani hava fleiri atsóknir verið bæði í baskaralandinum og aðrastaðni í Spania. Royking er ein sjúka Ein arbeiðsbólkur hjá norska heilsumálaráðnum hevur nú skotið upp, at royking verður roknað sum ein sjúka, og at roykjarar, sum hava hug at leggja av, fáa rættindi sum sjúklingar. Dagfinn Høybråten, heilsumálaráðharri sigur seg vera samdan við arbeiðsbólkinum. Hann sigur, at hann er sinnaður at taka undir við øllum tiltøkum, sum kunnu tálma roykingini. Ráðharrin vísir á, at summi sleppa ikki av við sigarettirnar, sjálvt um tey royna leingi, og hann heldur tað vera rætt at rokna hesi sum sjúklingar. Norsku læknarnir taka eisini undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum. Læknarnir siga, at fyribyrging er ikki nóg mikið, og at tað tí er neyðugt við ný- hugsan. Nýggjar evruseðlar Evropeiski miðbankin, ECB, umhugsar at gera seðlar, sum skulu ljóða upp á eina og tvær evrur. Higartil hava tær smáu eindirnar bara verið í myntum í teimum tólv londunum, sum hava sett felags gjaldoyrað í gildi. Tað er Italia, sum hevur biðið bankan gera tær smáu eindirnar í seðlum, og Wim Duisenberg, stjóri í evropeiska miðbankanum sigur, at leiðslan um- hugsar at eftirlíka italska uppskotinum. Hann leggur tó afturat, at tað fer at taka fleiri ár, áðrenn teir nýggju seðlarnir koma í umfar. Í samrøðu við eitt niðurlendskt blað viðgekk Wim Duisenberg, at tað kann vera trupult hjá fólki at venja seg við evruna. Hann segði, at tað hendir meiri enn so, at hann hevur ilt við at venja seg við, at evran er komin ístaðin fyri eitt nú tann niðurlendska gyllinin, sum hann var vanur við at nýta. Hóast amerikanski verjumálaráðharrin hevur sagt, at USA hevur ongar trupul- leikar at reka tvey kríggj samstundis, sigur uttanríkisráð- harrin, at USA hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea NORÐURKOREA-USA Árni Joensen Tað vakti ans, tá ameri- kanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, á jólum segði, at USA er ført fyri at reka tvey kríggj sam- stundis. Við hesum sipaði hann til tað ætlaða álopið á Irak og eitt møguligt álop á Norðurkorea, sum hevur gjørt av at taka sína kjarn- orkuverkætlan uppaftur. Men nú sigur Colin Powell, uttanríkisráðharri, at USA hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea. Tvørturímóti ætlar USA at fáa ST-trygdarráðið at fordøma ta norðurkore- ansku avgerðina, sam- stundis sum landið skal fáa at vita, at gevst tað ikki við kjarnorkuverkætlanini, verða handilstiltøk sett í verk ímóti tí. Ætlandi skal ST-trygdar- ráðið viðgera norðurkore- ansku kjarnorkuverkætl- anina longu í dag. Andstøðuleiðarin í Kenya, Mwai Kibaki, vann stórsigur á valinum og varð í gjár tilnevndur forseti. Valið kann fáa stóran týdning fyri alt Afrika KENYA Árni Joensen Tað var væntandi, at for- setavalið í Kenya fór at verða spennandi, men tey fægstu væntaðu kortini tað úrslitið, sum valnevndin almannakunngjørdi fyrra- kvøldið. Tann 71 ára gamli Mwai Kibaki vann stórsigur. Mótvalevni hansara var Uhuru Kenyatta, sonur fyrsta kenyanska forsetan, Jomo Kenyatta, og haraft- urat valevni hjá fráfarandi forsetanum, Daniel Arap Moi. Tá upptalt varð, hevði Kibaki fingið 3,6 milliónir atkvøður, meðan 1,6 milli- ón fólk høvdu sett krossin við Kenyatta. Valið í Kenya er søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Bretlandi í 1963, at and- støðan hevur vunnið meiri- luta í tjóðartinginum og forsetasessin. Eygleiðarar í Afrika halda, at valið kann fáa avgerandi ávirkan á viðurskiftini í fleiri øðrum afrikanskum londum. Politiskir eygleiðarar siga eisini, at valið í Kenya er ein stórur sigur fyri tær demokratisku rørslurnar í Afrika. Heimskenda tónleika- stjørnan Gilberto Gil verður mentamála- ráðharri í nýggju brasilsku stjórnini. BRASIL Árni Joensen Gilberto Gil var saman við tónleikarunum Caetano Veloso og Gal Costa mill- um teirra, sum grundløgdu ta kollveltandi Tropicalia- rørsluna, sum seinast í sekstiárunum broyttu ta brasilsku tónleikamentan- ina. Gilberto Gil, sum er føddur í 1942, gjørdist kendur longu við sínari fyrstu plátu í 1967. Árið eftir fall hann í ónáðir hjá hernaðarstýrinum og sat eit skifti í fongsli, áðrenn hann varð sendur av landinum. Hann fór tá til London, har hann var, til hann vendi aftur til Brasil í 1972. Fyri trimum árum síðani fekk tann tá 57 ára gamli Gil Grammy-virðislønina sum tann besti innan heimstónleik. Politiskt hev- ur hann verið limur í flokk- inum Tey Grønu síðani 1989, og hann er limur í formansskapinum í tjóðartinginum. Nú hevur Luiz Inazio Lula da Silva, forseti so til- nevnt hann mentamálaráð- harra, men Gilberto Gil sigur, at hann ætlar sær at halda fram við tónleikinum í ráðharratíðini. Tónleikastjørna vald til ráðharra Eingin ætlan um álop á Norðurkorea Søguligt val í Kenya Mwai Kibaki. Valsigur hansara kann fáa stóra ávirkan fyri demokratisku tilgongdina í Afrika Mynd: Reuters C M Y K 25 24