Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 248 - 31. desember 2002 Nr. 248 - 31. desember 2002 27 Bæði buldur og brak og Hanus og Janus, tá ein stúgvandi full samkomuhøll á Hálsi var karmur um nýggjárskonsertina 2002 UMMÆLI Orð:Heri á Rógvi Myndir: Finnur Justinussen Tað var lítið nýtt á árligu nýggjárskonsertini. Høllin á Hálsi var karmur um konsertina. Hvørki upp- møtingin ella áhugin bilaðu nakað, og hetta sigur kanska heldur ikki so lítið, serliga tá hugsað verður um aldurin á flestu gestunum í høllini. Trupulleikin við tilboð- um til ung og umstøðurnar til dans hevur sjáldan verið meira sjónligur enn í høllini á Hálsi leygarkvøldið. Byrjan Fyrsti bólkurin á skránni á nýggjárskonsertini var Deja vu. Bólkurin er mannaður við ungum tónleikarum, sum tó hava savnað sær heilt fitt av royndum, og teir eru meira og meira at síggja og hoyra til størri til- tøk. Fyrst í komandi ári er Prix Føroyar á skránni, og tí eru áhugavert at hoyra, hvørjir bólkar kunnu hugs- ast at fara at gera seg gald- andi. Deja vu spældi fyri tað nógva egið tilfar. Bólkurin nýtir tveir sangarar, ið báðir sita niðri, meðan teir syngja, men kortini býr orka og megi aftanfyri sit- andi røddirnar. Og hvat skal mann so siga um tað at spæla fyrst fyri mestsum køldum áhoyrarum. Teir stóðu so vit sítt og spældu útmerkað, men samanspæl millum bólk, áhoyrarar og høll tóktist ikki rættiliga ganga upp í nakra hægri eind. Sjálvur hava tónleikar- arnir óivað havt eitt gott upplivilsi, og teir sýntust eisini at trívast. Tá fimm skulu vera við, skal onkur vera fyrst, og hesa lata vit vera ein fram- førslu, sum mestsum fellir uttanfyri meting. Sýra Til ungdómin høvdu fyri- reikararnir funnið fram til Krit. Lítið nýtt á nýggjárskonsert MC Hár: Framførsla hjá MC Hár var sum vant nakað heilt serligt. Dejavu: Líggjas Olsen er annar av sitandi oddamonnunum í bólkinum De javu. Hanus G: Sum nakað heilt fyri seg var Hanus G. Johansen á pallinum við sínum tulk- ingum av serliga kendum vísum. Og frá byrjan til enda gekk tað eftir einum bein- um snóri hjá bólkinum. Há- talarar rukku næstan upp á hægsta mark, og bólkurin helt seg ikki aftur við at royna at fáa fólk upp á pall- in at kasta seg av pallinum. Her komu haraboð um at flippa út. Tíanverri fyri tiltakið og Krit, so megnaðu teir ikki at levera vøruna á hesum sinni. Ikki tí teirra trúliga fjepp- arar áttu sær vald, men fyri nógv, nógv onnur gjørdist løtan sum ein langur dregil, áðrenn okkurt annað. Nakað við so fáum variatiónum eigur í ógvu- liga stóran mun at vera um- hugsað til eina aðru ferð. Tað er ikki ein spurning- ur, hvat fyri desibel tann einstaki áhoyrarin vil hoyra, sum onkur kanska vil gera tað til, men heldur ein spurningur um, hvat ein framførsla av hesum slag kann og skal innihalda, utt- an so at tað er nakað ein- stakt svar. At vera alternativir krev- ur nógv – ógvuliga nógv. At fanga er eitt, men at levera er eitt annað. So kann mann so droyma seg burtur í hugburð og smak, men vit vildu so fegnir hava meira. Hanus So er tað, at konsert av hes- um slag skal vera fyri hvønn Hanus og Janus, verður hildið av nógvum, og millum annað tí stóð legendan í føroyska tón- leikalívinum, Hanus Johan- sen, á pallinum sum tann triðji í røðini. At fara frá Krit til Hanus Johansen er broyting, sum kann geva einum og hvørj- um kultursjokk. Hanus Johansen er stórt sæð enn hin sami tónleikar- in, so nógv kenna og dáma hann fyri at vera. Hann kann bara hatta var við at standa á stóra pall- inum púra einsamallur. Hansara rødd og ljóð eru nakað fyri seg, og tað er altíð ein fragd at hoyra. Kanska var tað saman- seting ella karmurin. Í øll- um førum sat upplivingin ikki líka fast í huganum, sum aðrir av líknandi slagi hava frammanundan. Nøkur høvi eru bara betri hóskandi enn onnur. At siga soleiðis hevur einki at gera við tað, at áhoyrarnir í høllini flest all- ir vóru ungir, og hesi ikki hava innlit í tónleikin ella vóru ikki á lívi, tá hann var í hæddini. Allir aldursbólkar tola at hoyra ein kvalitet sum Han- us Johansen, og tað at kenna kvalitet er ikki ein eginleik, ungdómsgenera- tiónin vantar. Vit hava hár! Líka so egin sum Hanus Johansen er tónleikabólkurin MC Hár. Ein hin mest sermerkti før- oyski tónleikabólkurin seinnu árini við teimum mest hugvekjandi fram- førslunum er alt nakað, sig- ast kann um MC Hár. Og tað, at koyra sítt show, fær støðugt meira innihald, tá MC Hár fer á pall. Hesa- ferð við einum 7-8 tón- leikarum, og so høvdu teir eisini verið ein túr í sirkus heiminum eftir ungum manni, ið dugir serlig kynstur. Bólkurin hevur fingið sum siðvenju at skifta dúg- liga í manningini, og leygarkvøldið var tann alt- dominerandi hárrúgvan í form av Niels Una Dam ikki við teimum á pallinum. Eitt sindur keðiligt, tí hann plagar at duga at fáa tað besta og tað ringasta fram í fólki. Bólkurin spældi fyri tað nógva egin løg, og tey nógv rættiliga kend. Herrópini og showið var sum tað plagar hart og eks- plosivt. MC Hár dámar at fara um mørk. Teir koyrdu hvørt sekund á pallinum. Ì so einstáttað til tíðir, men framvegis gott. Hetta fer so ikki í søguna sum tann besta framførslan hjá bólkinum nakrantíð, men teir eru so framvegis sprelllivandi. Besta fram- førslan á konsertini. Aha Sum síðsta tak og kanska høvuðsnavn var kom Tangz. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit hoyra og síggja nakað til hendan bólk, sum skaraði framúr á Prix Føroyar seinast. Sum flestir av hinum bólkunum í høllini tykjast tónleikararnir í Tangz eisini at vera sera evnaríkir. Teir kendu so ella so eisini sína vitjunartíð. Teirra løg passaðu óføra væl til eina høll stúgvandi fulla høll eftir eksplosivu framførsluni. Tað ber ógvuliga væl til at kjakast um, hvørt rað- fylgju hetta kvøldið var hin rætta, men teir áttu so síðsta takið í Tangz, og hetta sluppu teir væl frá. Teir leita eitt sindur aftur í tíðina og spældu løg hjá eitt nú Aha. Tað var ikki so grúiliga nógv teirra egna, men tá hugsað verður um tíðina á degnum og áhoyrararnar frammanfyri bólkin, so gjørdu teir nokk tað rætta við at leggja á ein kendan bógv. Tað var meira lív og ljós- ari við Tangz á pallinum. Ein óføra góður kon- sertbólkur. Hvat er so ein nýggjárskon- sert fyri tann einstaka? Eitt tónleikatiltak? Dansur? Fyrst og fremst er tað mest- ur møguleikin at sleppa út, og tað tóktiskt eisini sum um, at fólk flest hugnaðu sær óført. Atgongumerkja- prísurin var ógvuliga sámi- ligur, og fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri tað. Eisini fyriskipanin sum heild tóktist góð. Hetta skal í síðsta enda var eitt kvøld við innihaldi, og har halda vit, at pláss er fyri greiðum betringum. Í alstóran mun vóru og nógvir leysir endar, sum merktu konsertina. Ljós og ljóð og heildarmyndir fáa ongi superlativ herfrá. Tað ber væl til at hava færri bólkar, uttan tó at hetta skal vera tað avgerandi. . Formatið eigur at gerast betri fyri eitt so stórt tiltak. Tá alt kemur til alt, so skal rósast fyri, at eitt tílíkt tiltak verður hildið, og til- takið eigur at endurtakast – kanska fleiri ferðir um árið. Pláss eigur at vera fyri fleiri tiltøkum av hesum slag, har fólk í øllum aldri eiga at kunna savnast. Rættiligir konsertir eru tað alt ov lítið av, og karmurin nýtist ikki at vera Norðurlandahúsið. Kann hetta vera byrjanin til nakað meira og størri, so er nógv vunnið. Hesaferð var tað bara ikki fult so gott. Hendur: Tørvur er so avgjørt á tílíkum konsertum, um metast skal eftir áhuganum. Gandakallur: MC Hár hevði við sær á pallinum hendan mannin, sum dugdi nøkur heldur óvanlig kynstur. C M Y K 27 26