Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. desember 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 28 Nr. 248 - 31. desember 2002 Kári Thomsen Í farnu viku eru gjørdar nak- rar viðmerkingar til nýggju umhvørviskanningina av dálkingarnøgdini av vakst- rarhúsgassum, tó at bert kol- tvísúrni, CO2, verður drigið fram, og at annars lagt verður eftir tíðinda- og umhvørvis- fólkum fyri at hesi við hag- talsyvirlitum manipulera ella villleiða fólk um verunligu støðuna, at vit føroyingar ikki dálka so sum Oljumála- stýrið leggur upp til, og at tað ikki ber til at roknað dálk- ingarnøgdina út fyri hvønn føroying, tí skipaflotin er stórur og tí dregur talið upp í mun til onnur lond. Hagtøl pr. íbúgva neyðugt Jákup Egholm Hansen grundgevir í Sosialinum 30.november, at tað ikki ber til ella er rætt at rokna gass- nøgdir út pr. íbugva, og als ikki tá talan er um skipaflot- an, ið stendur fyri stórsta partinum av dálkingini. Um vakstrarhúsgassini bert verða roknað fyri alt landið, er klárt at vit liggja langt niðri á stiganum fyri mest dálkandi lond. Men við at nýta talið pr. íbúgva fæst ein mynd av samfelagsstøð- uni og hvussu henda sær út tá umræður livistøðið, ella sagt annarleiðis: um orkunýtsluna til øll samfelagsins hjól, sum merkir skip, flutning, rav- magn og upphitan o.a. Grundgevingar um eitt lítið land við bert 45.000 sálum langt úti í miðan Atlants- havið, ið hevur alneyðugan tørv á at fiska/trola við ovur- stórari maskinorku, ikki má koma í ringt orð á altjóða pallinum, sum verandi mill- um mest dálkandi lond, kann ikki nýtast á nakran hátt, annað enn til at fjala útyvir veruleikan ella grugga málið. Grundarlagið fyri samráð- ingum millum lond á t.d. fundinum í Johannesburg um fátakradømi og burðardygga menning, gevur onga mein- ing, um ikki samanberingar verða gjørdar millum londini - og júst grundað á fólkatal. Vit hava ein av heimsins stórstu nýtslu av olju og oljuúrdrátti uppá 98% av samlaðu orkunýtsluni, og er tað fyri alt landið og eisini fyri hvønn íbúgva. Vakstrarhúsgassir og havdálking Vakstrarhúsgassið, ið kemur fyri í stórstu nøgd á 60% er koltvísúrni CO2, ið einamest stavar frá oljunýtslu. Koltví- súrni hvørvur ikki av sær sjálvum, sum t.d metangass, men verður upptikið av øll- um plantum, høvunum og vætuni í lofthavinum. Skuldi ikki verði neyðugt at drigið fram lívgevandi fotosyntes- una, hana kenna flest øll. Næst er metangass CH4, ið m.a. er tvífalda síðan 1860´ini. Hetta gass er nógv- ar ferðir meira vandamikið í vakstrarhúshøpi enn koltví- súrni, og hvørvur eftir góð- um 12 árum. Triðja evni er køvievni NOx, ið er fleiri hundrað ferðir meira vandamikið enn koltvísúrni, og ganga heili 120 ár inntil evnið er horvið og brotið niður í náttúruni. Vakstrarhúsfyribrigdið hevur tað óheppnu avleiðing at hitin á jørðini økist. Nøkur fá hitastig hava við sær, at veðurlagið broytist, og eru seinru árini fleiri tekin kring allan knøttin at so er. Broyt- ingin kann hava við sær at hitin í sjónum økist, og at fiskurin tessvegna flytur longur norður ella á heilt aðrar leiðir. Aðrir fiskastovn- ar og fiskasløg kunnu koma á okkara leiðir, men er tað óvist, og annars sera tórført at gera frymlar ella forsøgnir um hvussu og hvørjar broyt- ingar kunnu blíva. Men at broyting er á veg er eingin ivi um, og júst tað eiga vit at taka í stórsta álvara. Mótmæla vandamiklari dálking Um kanning bleiv gjørd av oljudálking, radioaktivari dálking, kyksilvur ella PCB- dálking, gjørt upp pr. íbúgva millum heimsins lond, so høvdu føroyingar ligið niðar- liga á stiganum, og kundu vit tá - við góðari samvitsku - gjørt okkara til at mótmælt dálkingini, ið oyðileggur okkara føðigrundarlag, heils- una hjá fólki og náttúruna. Norðurlendsku náttúru- verndarfeløgini hava árligan felags fund, og viðgera m.a. dálkingina frá Sellafield, ið hevur staðið á í nógv ár. So at siga á hvørjum ári er mót- mæli og áheitanarskriv sent ensku stjórnini, at steðga virkseminum á Sellafield, líkasum landsstýrið eisini hevur fingið áheitan at gera nakað við sakina. Vit kunnu senda skriv til amerikonsku stjórnina og mótmæla at teir nýta nógv kol til ravmagns- og hita- framleiðslu, at teir ikki reinska nógv væl útlát, ið hava vi sær kiksylvur og PCB evni, og at teir eisini steingja nøkur av kjarnorku- verkunum. Eingin orsøk er at teirra akfør nýta nógv meira orku og dálka 3-4 ferðir meira enn okkara akfør. Hví ikki eisini mótmæla nýtslu av handilstøðum og her framleiðsluna av nitrogen, kalsium og phosfori, ið krev- ur 1 litur av olju til eitt kilo av tøðum. Túsundtals fólk hava sítt livibreyð í hesum vinnum, so hugsast skal ikki bara um eins egna nalva/búk her í norðuratlantshavinum, tá mesta dálkingin ikki hevur landamørk, men er ein al- heims trupulleiki. Umlegging til burðardygga menning Roknað verður ikki við at oljuriknu skipini steðga upp fyrr enn prísurin á olju verð- ur ov høgur og í hvussu so er, tá oljan er uppi. Hesum ver- unleika sleppa vit ikki utt- anum at staðfesta, og noyðast vit tí at finna fram til hvat skal gerast so samfelagið ikki steðgar upp, men kann halda fram á tryggum støði fyri allar borgarar. Eingin onnur gongd leið er uttanum tað burðardyggu, og er tí alt tos um realismu so vinnan ikki verður fyri bak- kasti, uttanumtos. Sum sagt áður gongur náttúran ikki við til millumloysnir, og er alt ídnaðarfyritakssemið tí bundið á treytum náttúrunar. Íslendingar fyrireika seg til kapping við aðrar fiski- vinnutjóðir - tá oljan er vorð- in ov kostnaðarmikil. Brennievni framleiða teir sjálvir, so vit kunnu allar- helst innflyta hetta á sama hátt sum vit til tað tí eisini mugu keypa know-how og skipini haðani. Burðardygg menning er sett ovast á dagsskránna hjá hesi og øðrum framkomnum tjóðum, meðan vit bert kunnu harmast at púrt einki hendir hjá okkum. Tørvandi upplýsing Jákup Egholm Hansen ger viðmerking til frágreiðingina "Vindmylluatlas fyri Før- oyar", og sigur m.a., at lítið og einki verður sagt um vansar við vindorku. Frágreiðingin er eitt fyrsta uppskot til landsplanskipan til uppsetan av vindmyllum, og er drúgv frágreiðing síða 19 og 20 um so gott sum allar treytir og vansar við vindmyllum. Jákup eigur ikki bert at skeita í innihalds- yvirlitið, men lesa frágreið- ingina sum hon er, so sleppur hann undan at geva ósakligar og villleiðandi upplýsingar. Náttúru- og lendis- viðurskifti v.m. (Frá Vindmylluatlassinum síða 19 og 20) Náttúru- og lendisviðurskifti hava ávirkan á, hvar vind- myllur kunnu setast upp. Er talan um øki, har náttúru- viðurskiftini hava týdning vegna frítíðar- og rekreativ áhugamál, av vísindaligari, siðsøguligari- ella friðingar- orsøk, ella vegna vernd av t.d flytifugli ella serstøkum fuglasløgum, eigur at mælast frá at seta vindmyllur upp. Onnur mál, ið hava týdning fyri val av økjum eru land- búnaður, búseting, innflúgv- ingarleiðir og flogvallarøki, og øki har sjónvarps- út- varps- og samskiftisútbúnað- ur finnist. Hugburður til vindmyllur Ítøkiligar reglur eru ikki í verandi lóggávu til ásetan av t.d. fráleika millum serstøk náttúruøki og vindmylluøki. Talan kann verða um frá- leikar á 1000 metrar og meira, og talan kann eisini vera um heilt at avvísa vind- mylluuppsetan av sjónligari orsøk, um serstøk, vøkur náttúra ynskist órørd. Myllur síggjast væl í náttúruni og kunnu tykjast fremmandar - á okkara leiðum. Hugburður til vindmyllur kann ávirka upplivingina av slíkum, tó so at installatiónin er elligomul í nógvum londum. Í øðrum sambandi síggjast vindmyll- ur av heilt aðrari stødd og til annarleiðis endamál, m.a. sum leikur hjá børnum ella orkuveiting á frítíðarbátum og seglskipum - ið eisini nýta vindin sum orkukeldu. Eyðsýnligu fyrimunirnir við nútíðar myllum mugu sigast at viga tungt, tá hugsað verð- ur um sjónliga "dálking". Trygd og frástøður Har landbúnaðaráhugamál hava týdning, t.d. gott dyrki- lendi, har seyðagongur og rættir finnast ella onnur landbúnaðaráhugamál gera seg galdandi, har eiga vind- myllur ikki at setast upp. Vanliga verða vindmyllur ikki settar upp tætt við bú- setingar og bygd øki. Í Dan- mark verður dentur lagdur á, at bygningar ikki skugga fyri myllunum ella geva óreglulig vindviðurskifti, og standa myllur tí oftast frítt fyri í landslagnum og síggjast væl. Sjálvt um dygdarkrøvini til myllur eru sera høg, kann henda, at ein vongur ella partur av vongi brotnar. Á svenska granskingarstovnin- um fyri flogtøkni er roknað út, at alt eftir vindferð, snún- ingsferð, mylluhædd og luft- mótstøðu, kann ein vongur í heilum líki verða tveittur upp til 150 metrar burtur og ís- klumpar ella flakar, ið sita á veingjunum, upp til 200 metrar. Danir nýta eina minstu trygdarfrástøðu uppá 400 metrar til búseting, und- antikið tá talan er um ein- stakt búpláss, bondagarðs- brúk o.l. Ljóð- og onnur árin Aðrar orsøkir til minstu frá- støðu eru árin frá óljóði. Avgerandi fyri larmi ella óljóði eru veingjasnið og út- síðuviðgerð, umframt veingjalongd og snúnings- ferð. Óljóð stavar partvís frá geari og generatori og partvís frá oddi og ytsta parti av vonginum. Ikki bara ljóð- styrkin, men eisini ávísi fre- kvensurin kann hava týdn- ing, tá mett verður um ljóð- árin. Ofta hava veingir hægri frekvens enn maskinútbún- aðurin, og tykist hesin meiri óheppin enn ein lágur fre- kvensur. Serstakt ljóð nevn- ist infraljóð, ið hevur sera lágan frekvens, ið kemur fyri, tá veingir fara fram við myllutorninum. Nýggju veingjasniðini verða mett at hava lítið og einki infraljóð, líkasum nýggjasta tøknin við "optispeed" møguleikanum, ið eisini minkar um ljóð- styrkju og órógv á radio- og teleskipan, um slík er í nánd. "Optispeed" finnist bert á myllum frá 850 KW og meira, og er snúningsferðin í miðal bert 26 um minuttin. Annað er interferens ella ljóð við sama frekvensi millum tvær ella fleiri myllur. Mát- ingar eru gjørdar, men eru ikki tøkar (her) í løtuni. Stórar vindmyllur verða í donsku umhvørvisverndar- lógini skrásettar í kap.5, ið fevnir um serstakar og ikki vanligar installatiónir. Krøv- ini til óljóð eru í mesta lagi 40 db í bygdum øki og 45 db uttanfyri bygt øki. Royndir vísa, at krøvini kunnu lúkast fyri smærri vindmylluparkir (3-6 myllur) við frástøðu á uml. 500 metrar. Óheppin árin kunnu verða á radio- og telesamskiftinum, um mylla stendur ov tætt við sendara ella móttakara. Myllan kann skugga fyri sig- nalum, um hon stendur mill- um sendara og móttakara, ella hon kann reflektera sig- nal, um hon stendur á leiðini millum ein sendara og mót- takara. Vanliga skal frástøð- an verða ikki minni enn 1 kilometur millum vindmyllu og tele-samskiftisútbúnað. Vindmyllur og ferðavinna Vindorkumenningin hevur slitið barnaskógvarnar og er í stórum vøkstri um allan heim. Eingi skipaði viður- skifti og tørvandi heildar- planlegging hevði við sær, at myllur stóðu spjaddar í landsløgunum, tilvildarliga og uttan fyrilit. Bóndir og fólk, ið áttu jørð, ið lá væl fyri til vindorku, settu myllur upp og høvdu stóra úrtøku. Jákup Egholm Hansen vísir til kanning í Scotlandi, har 95% av spurdu ferðafólk- unum søgdu seg vitja, tí tey ynsktu reina og óspilta náttúru. Um talan er um amerikumenn ella fólk frá javnbjóðis londum verður ikki nevnt, men skilligt er, at hvørki skotar ella føroyingar koma at lívbjarga sær av órørdari náttúru alleina. Skotar hava tikið til eftir- tektar at teir verða mettir at hava europeiska orkumið- depilin innan vindorku, og hava tí sett gongd á útbygg- ingum on- sum offshore. Ar- beitt verður ikki eftir fumm- um, sum vandi er fyri hjá okkum, men eftir miðvísari ætlan til burðardygga orku- veiting eisini fyri stórsta partin av Onglandi. Og ferðavinna og óspilt náttúra verður sjálvandi vird sum eitt tilfeingi og virði, ið er lívs- neyðugt fyri framtíðina. Samsø við 100% vindorku Sólskinsoyggin Samsø, verð- ur annars óført vitja av ferða- fólki, ið vilja síggja oynna, sum í 2007 verður 100% sjálvbjargin við ravmagns- orku framleidd úr vindi. 11 myllur settar upp á oynni nøkta tørvin og 10 myllur settar upp 4 kilometrar úti í Kattegat, geva væl afturat til flutningsendamál, har mesti partur fer í el-rikin akfør. Fólkatalið er 4240 og hava tey longu spart 24 milliónir um árið í orkuinnflutningi og 1,3 mill. litrar av olju. Dálk- ingin við koltvísúrni, svávuli og køvievnum er burtur og hevur gjørt sítt til at minka um vakstrarhúsgassini. Nútíðar orku- og ravmagnsskipan Jákup skjýtur upp at skal realistiskur orku- og um- hvørvispolitikkur orðast, eiga myndugleikaumboð, skipa- flotaumboð, ferðavinnufólk, umhvørvisfelagsskapir SEV og aðrir bólkar at verða tiknir við uppá ráð. At hetta skal verða einasti og rætti mátin, skal eg ikki taka dagar ímillum, men greitt er, at ávísar fortreytir mugu verða avgreiddar frá politiskari síðu, tá talan annars verður um eina holmgonga uttan at nýtiligt úrslit spyrst burturúr. Eitt av mest týdningar- miklu málunum er, at po- litiski myndugleikin hevur allan máls- og avgerðarrætt viðvíkjandi orku- og um- hvørvismálum. Einkarrætt- urin hjá SEV má tí avtakast og nýggj skipan gerast har aðrir lokalir stór- og smá- framleiðarar hava atgongd til netið, ið annað felag umsitur og rekur. Eftirlit og innkrevj- ing v.m. eigur somuleiðis at verða lagt út á onnur feløg. Lógargrundarlagið má verða gjørt áðrenn arbeiðsbólkur verður settur umboðandi om- anfyri nevndu, samt komm- unur, privat, flutningsvinnu, fiskivinnu og annan ídnað. Førleiki er annars ikki í land- inum at fremja slíka uppgávu á professionella hátt, og nýtt landsstýri verður eisini neyð- ugt, um komast skal víðari á byrðardygga leið. Ósakligur tíðinda- flutningur At leggja eftir tíðindafólkum, einamest á SVF, og harta ella átala teirra journalista ar- beiðshátt við syndbukka-syn- drominum mótvegis tí "sak- ligu" upplýsingini, avdúkar veikleikar í egnu søk og tørvandi virðing fyri tíðinda- stovnum og teirra rætti at bera óheftan tíðindaflutning. Í Fregnum í farnu viku er grein, ið Arnstein Niclasen stendur fyri, og er har sami ósakligi tendensur frá byrjan til enda, og fær ein tí ikki hug at gera viðmerkingar til slíka skriving. Dømi um roynd politisk at ávirka SVF- tíðindaflutning hava vit fekst dømi um, ið ikki skal nevnast her, men italski stjórnarleiðarin og mafia-vinurin Berlusconi man hava nútíðar met hesum viðvíkjandi. Villeiðandi umhvørvis- og orkuupplýsing Nr. 248 • týsdagur • 31. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vestmenningar og strandingar eiga helst sterkastu liðini í føroyskum manshondbólti, og nú skulu teir í tveimum umførum gera av, hvør teirra skal gerast partur av steypafinaluni COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Mansliðið hjá Kyndli fekk ynskis-lutakasti, tá teir fingu triðju-deildarliðið hjá kollfirðingunum, meðan StÍF og VÍF bresta saman í hinari hálvfinaluni hjá monnum. Hjá kvinnunum hittast Neistin og VB, með- an finalistarnir frá í fjør, VÍF og Stjørnan hittast í hinari hálvfinaluni. Soleiðis lagaði alt seg, tá Hondbóltssambandið her- fyri kastaði lut um, hvussu ymsu liðini skulu tørna saman, nú komið er til hálvfinalurnar í steypa- kappingini í hondbólti. Brak á skránni Sum nevnt, so mundi tað kennast sum eitt dreyma- lutakast, tá Kyndil fekk at vita, at teir skulu hitta koll- firðingar. Talan er nevnliga um triðju-deildar liðið hjá KÍF, sum fullkomuliga óvæntað basti besta mans- liðnum hjá Neistanum, og á pappírinum skuldi í øllum førum ikki verið nakar ivi um, at Kyndil her eigur betra liðið. Tað er tó einki at ivast í, at kollfirðingar helst fara at styrkja nakað um liðið til hálvfinalurnar, men undir øllum umstøðum má rokn- ast við, at teir grønu yvir tveir dystir eru ov sterkir fyri kollfirðingarnar. Hin hálvfinalan gjørdist sostatt eitt satt brak millum StÍF og VÍF. Júst hesi bæði liðini tykjast í ár at vera tey sterkastu í føroysku kapp- ingini, og tí ber longu nú til at siga, at vinnarin av upp- gerðini má roknast sum favorittur, tá finaludysturin verður á skránni. Her tykist tað soleiðis, at stranding- arnir seinastu árini hava fingið eitt sálarligt tak á VÍF, og tí mugu teir finna seg í at verða róptir fyri favorittar undan dystunum, men VÍF er VÍF, og tað skuldi verið ógvuliga løgið, um teir ikki í øllum førum geva StÍF tveir sera harðar dystir. Finalistar hittast Hjá kvinnunum hittast teir báðir finalistarnir frá í fjør, Stjørnan og VÍF. Hóast VÍF ikki hevur somu støðu í kvinnukappingini í ár, sum tær høvdu í fjør, so mugu tær helst roknast sum favorittar. Stjørnan hevur av og á víst tenn í lands- kappingini, og tær hava eis- ini strítt seg fram á heiðurs- merkjasessirnar her, men kortini tykist tað sum um, at VÍF er júst tað lítla pettið betri. Í hinari hálvfinaluni hitt- ast Neistin og VB, og her má VB finna seg í heitinum sum favorittar. VB er í løt- uni oddalið í landskapp- ingini, og tó at tær ikki hava verið so sannførandi sein- astu dystirnar, sum tær ann- ars hava verið, so hevur tal- an í tveimum førum verið um sannførandi sigrar á Neistanum. Dystirnir í hálvfinalun- um verða leiktir soleiðis: Kvinnur 18.01 Neistin-VB 22.01 Stjørnan-VÍF 25.01 VB-Neistin 29.01 VÍF-Stjørnan Menn 22.01 Kyndil-KÍF III 22.01 VÍF-StÍF 29.01 KÍF III-Kyndil 29.01 StÍF-VÍF Gøtumenn styrkja um hópin Innandura í Klaksvík Aftur í ár verður skipað fyri innandura kapping hjá sjómonnum í Klaksvík. Kappingin verður í KÍ-høllini í Klaksvík, og hava tilsamans 40 skip við fleiri enn 220 leikarum boðað frá luttøku. Sum vant fáa vinnandi liðini bæði ferða- og ognarsteyp aftur fyri ómakin, og eftir kappingina verður skipað fyri borðhaldi. -jm Favorittarnir hittast í hálvfinaluni Kappingarleiðarin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, hevur nú boðað frá, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í Coca- Cola kappingini Til komandi kapp- ingarár hevur GÍ fingið tilgongd av pólverskum mál- verja, umframt at Símun Samuelsen úr Vági eisini verður at síggja á liðnum Fótbóltur Jákup Mørk Hóast árið í fjør ikki gekk heilt so væl, sum sigurs- vandu gøtufólkini kundu hugsað sær, so megnaði liðið hóast alt at tryggja sær atgongd til Europa til komandi kappingarár. Og í fyrireikingunum til hetta, hevur felagið leitað sær styrk uttanífrá. Fyrst og fremst tykist talan í ár at gerast um tveir leikarar. Seinasta tvey árini hevur tað verið Hallur Hansen, sum hevur vart GÍ-málið, men hann skal so í øllum før- um rokna við harðari kapping um sessin kom- andi árið. GÍ hevur nevn- liga gjørt avtalu við pól- verska málverjen, Jacek Przybylsky, og sum skilst, so er her talan um ein leikara við drúgvum royndum. Í fjør var hann annar málverji hjá pólska stórfelagnum, Wislaw Krakow, og í ár hevur hann vart málið hjá øðr- um felagi í bestu deildini, so lítið er at ivast í, at talan er um ein leikara við góðum evnum. Hartil tykist tað mest sum víst, at vágbingurin, Símun Samuelsen, eisini fer at spæla við GÍ kom- andi árið. Símun hevur tey bæði seinnu árini talst millum fleiri av evnaríku unglingunum í Vági, sum hava trokað seg alsamt nærri besta liðnum. Nú er hann tó farin norðan- fjørðs í útbúgvingar- ørindum, og tí verður tað í GÍ, at hann komandi árið skal royna at vinna sær spælitíð í bestu deild- ini. C M Y K 28