týsdagur 31. desember 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 248 - 31. desember 2002
Nr. 248 - 31. desember 2002
31
Hóast hann sjálvandi
fegnast um komandi
avbjóðingarnar hjá A-
landsliðnum í hond-
bólti, so hevur Kári
Mortensen eisini
peikifingurin á lofti.
Verða ungdóms- og
kvinnulandsliðini
ikki raðfest eins høgt,
sum manslandsliðið,
ivast hann ikki í, at
hetta verður til skaða
fyri menningina hjá
føroyskum hondbólti
HONDBÓLTS-
LANDSLIÐ
Jákup Mørk
Tað man lítil ivi vera um, at
tá tosað verður um royndir
innan føroyskan hondbólt,
so er núverandi Neistaleik-
arin, Kári Mortensen, ein
tann, sum hevur tær drúgv-
astu. Sum leikari er hann
helst størsti individualistur,
sum vit eiga her á landi, og
framvegis í dag – 30 ár eftir
sín fyrsta landsdyst – telist
hann millum stinnastu leik-
ararnar í fyrstu deild.
Tað er tó ikki bara innan
fyri strikurnar, at Kári
hevur gjørt sína ávirkan
galdandi. Brennandi áhugin
fyri hondbólti hevur gjørt,
at hann í nógv ár hevur
verið aktivur sum venjari
og annað í Neistanum, og í
fyrst í 90’unum var hann
millum teirra, sum settu
sær fyri, at nú skuldi før-
oyskur hondbóltur aftur
fáast upp á beint.
Og hetta varð eisini gjørt.
Í tøttum samstarvi við DHF
er ein hampuliga miðvís
menning av leikarum, venj-
arum og dómarum fingin í
lag, og við góðari hjálp frá
feløgunum varð fíggjarligi
parturin fingin upp á pláss,
og so við og kom alt meira
ferð á landsliðsaktivitetin
hjá Hondbóltssambandin-
um.
Leisturin er skeivur
Í løtuni hevur Kári tó ein
fyribils steðg í sínum ar-
beiði í HSF, men hetta forð-
ar tó ikki fyri, at royndi
maðurin hevur eina hugsan
um tað, sum fyri ferst á
landsliðspallinum í løtuni,
og her er hansara niður-
støða rættiliga greið.
- Lat meg fyrst og fremst
siga, at hetta ikki hevur
nakað við verandi arbeiði
kring A-landsliðið at gera.
Eg fari at fylgja spentur
við, og eg vóni at góð úrslit
spyrjast burturúr, men mín
sannføring er tann, at heild-
in kring landsliðsarbeiðið
ikki riggar nóg væl. Ar-
beiðið við yngru landslið-
unum verður antin priori-
terað ov lágt, ella er orkan
til hesi ov lítil, og upp á
longri sikt er hetta stórt
spell fyri menningina av
føroyskum hondbólti.
- Eitt av aðalmálunum,
sum vit settu okkum fyri
tíðliga í 90’unum var, at vit
skuldu
hava
ungdóms-
landslið í øllum aldurs-
flokkum, og at hesi skuldu
fáa altjóða avbjóðingar á
hvørjum ári. Ikki fyrr enn
hetta var fingið í rættlag,
hildu vit, at tað var upp á
sítt pláss við A-landslið-
unum. Visiónin var, at vit
hvørt ár skuldu hava mill-
um fýra og seks yngri
landslið í altjóða kapping,
soleiðis at hesi frá ungum
árum kundu skúlast í
elituhondbólti. Eftir mínari
fatan er tað eisini púra
burturvið at satsa upp á A-
landslið, uttan at hava leik-
arar, sum frá eru skúlaðir í
elituhondbólti, helst frá 14-
ára aldri.
- Partvíst varð hetta mál
eisini nátt. Í 2000 høvdu vit
besta árið í so máta. Tá
kulmineraði alt arbeiði við
at A-landsliðini eisini komu
í altjóða dyst, eins og fýra
yngru landslið eisini leiktu
dystir.
Kári viðgongur, at tað
kanska ikki vóru so øgiliga
nógvir av leikarunum á A-
landsliðunum í 200, sum
vóru beinleiðis úrslit av
arbeiðinum
við
yngru
landsliðnum, men til tess
var tíðarfreistin helst eisini
í styttra lagi.
Hinvegin er hann púrasta
avgjørdur, tá metast skal
um ávirkanina, sum hetta
arbeiðið hevur havt á før-
oyskan hondbólt.
- Tað er einki at ivast í, at
nógvir leikarar – og harvið
eisini feløgini – hava notið
gott av hesum. Bestu leik-
ararnir hava fingið størri
avbjóðingar
frá
yngru
árum, og hyggur tú at,
hvørjir ungir leikarar gera
seg galdandi í bestu deild-
unum í dag, so eru tað júst
tey, sum hava fingið hesa
elituskúlingina. Í seinasta
enda er hetta eisini til gagns
fyri A-landsliðið, tí leikar-
arnir, sum koma upp ígjøg-
num allar árgangirnar eru
vanir við altjóða dystir.
Ein katastrofa
Sum kunnugt, so hevur
mest sum allur aktivitetur
kring eitt føroyskt kvinnu-
landslið ligið stillur sein-
asta árið ella so. Eitt fram-
hald av landsdystunum
móti Svøríki tóktist annars
vera tryggjað, tá Jónleif
Sólsker fyri góðum ári
síðani varð settur sum
landsliðsvenjari hjá kvinn-
unum, men síðani hann av
arbeiðsávum mátti siga
hetta frá sær, hevur lítið og
einki verið at hoyrt kring
hetta.
Og at aktiviteturin nú
bert verður savnaður kring
manslandsliðið, sigur Kári
Mortensen vera einki minni
enn ein katastrofa.
- Tað eru sjálvandi fleiri
orsøkir, og í grundini er tað
Mugu hava øll við
- Eftir mínari fatan er tað eisini púra burturvið at satsa upp á A-landslið, uttan at hava leikarar, sum frá eru skúlaðir í elituhondbólti, helst frá 14-ára aldri
Mynd: Álvur Haraldsen
ein sjálvfylgja, at gera vit
nakað við manslandsliðið,
so skal tað sama gerast
kvinnulandsliðið.
- Tað kann væl vera, at
manshondbólturin í nógvar
mátar verður sæð sum
flaggskipið hjá HSF, nen
júst arbeiðið við kvinnu-
landsliðnum er í nógvar
mátar meira týdningar-
mikið. Í øllum førum tá tað
ræður um útbreiðslu av
hondbóltinum.
- Tað er jú so, at ymsu
ítróttagreinirnar
kappast
um fólkið, og her mugu vit
bara ásanna, at hjá monn-
unum er fótbólturin í løtuni
nógv tað størsta. Hinvegin
tykist tað so, at hjá kvinn-
unum
er
hondbólturin
fremsta ítróttin, og tí er
einki at ivast í, at vit her
hava besta møguleikan at
breiða spælið út um alt
landið.
- Tað er jú avgjørt nakað
sum manglar. Hyggja vit at
Føroya-kortinum, so er tað
at kalla bara í helvtini av
landinum, at hondbólturin
verður spældur. Hjá monn-
unum er tað enntá bara har,
sum landfast er, meðan
kvinnurnar hinvegin eisini
eru við í Klaksvík og í
Vági.
Hetta er tó langt ífrá
nøktandi – og umberingin
við væntandi hallarumstøð-
um heldur ikki longur. Vit
hava
fleiri
ítróttahøllir
kring landið, har hondbólt-
ur at kalla ikki verður leikt-
ur, og innan alt ov leingi
verður ein afturat á Eiði.
Hetta eru støð, har vit fyri
alt í verðini mugu royna at
menna hondbóltin, men til
tess krevst eitt lokomotiv.
Og tá er altso ikki nóg
mikið bara at hava A-
landsliðið hjá monnum.
Kvinnurnar eru absolutt
neyðugar at hava við í
hesum, og so eisini tey
ungu.
Einfalt men tungt
Tá alt kemur til alt, so
heldur Kári, at arbeiðið hjá
Hondbóltssambandinum í
grundini kann samanfatast í
trý sera einføld punkt. Fyrst
og fremst skal HSF taka
sær av at fyriskipa heimligu
kappingarnar. Harnæst skal
arbeiðast við at styrkja um
elituhondbóltin.
Millum
annað við ungdómslands-
liðum hjá bæði gentum og
dreingjum. Og at enda skal
eitt A-landslið so fáast á
føtur.
- Og tað skuldi verið ein
sjálvfylgja, at einki av hes-
um varð lopið um á veg-
num. Eisini hóast fleiri
tykjast hugsa meira um
seinasta enn um fyrsta
punktið. Ekstrema ræðu-
myndin er, at vit hava eitt
HSF, sum bert tekur sær av
landsliðsarbeiði, men hóast
vit neyvan koma so langt
út, so eri eg bangin fyri, at
fleiri hava hug at leypa
nakað um, og tá verður
endaliga produktið ongan
tíð nóg gott.
- Sjálvandi veit eg, at alt
hetta eisini er ein spurning-
ur um ressourcir. Men her
haldi eg meg kunna siga, at
tað í øllum førum ikki er
fíggjarligi parturin, sum
forðar fyri einum muna-
dyggum landsliðsarbeiði á
øllum støðum. Hetta var ein
trupulleiki fyrstu árini, men
sum tíðirnar í samfelagnum
eru betraðar, er hesin
trupulleikin vorðin alsamt
minni. Vit høvdu í 1999
fýra ungdómslandslið úti til
altjóða uppgávur, og tá
veddingarpengarnir síoðani
komu upp í leikin, vórðu
hesir nýttir til A-landslið-
ini. Tað vil við øðrum orð-
um siga, at vit hava víst, at
tað ber til, og tí eigur tað at
vera gjørligt at halda fram
við hesum.
- Tað er møguligt, at nið-
urstøðan er somikið syrgi-
lig sum tann, at vit snøgt
sagt ikki eiga nóg mikið av
eldsálum í landinum til at
hetta kann verða gjørligt.
Vit hava sjálvandi nógv
fólk, sum gera eitt risa stórt
sjálvboðið arbeiði kring
landið, men hetta verður
ofta gjørt innanhýsis í fe-
løgunum, og eitt nú havi eg
sjálvur valt at hava eina
pausu í nevndararbeiðinum
í HSF, tí hetta krevur so
nógv.
- Men hinvegin er hetta
eitt arbeiði, sum eisini
kemur feløgunum til góðar.
Tey fáa eina betri elituskúl-
ing av ungum leikarum, og
hetta eigur avgjørt at vera
við til at lyfta einstøku
leikararnar, og harvið eisini
liðini. Eisini hevur tað av-
gjørt verið viðvirkandi til,
at føroysk feløg hava kunna
drigið fleiri útlendskar leik-
arar til sín, tí summir av
hesum hava havt ein møgu-
leika at venja ungdóms-
landslið, og harvið fingið
nakrar eyka avbjóðingar.
Tað er so eingin ivi um, at
útlendsku leikararnir hava
styrkt munandi um heim-
ligu kappingina, men aðal-
málið má altíð vera at
styrkja um okkara egnu
leikarar.
- Og lat meg so enda við
tí, sum eg byrjaði við. Eg
havi als einki ímóti, at A-
landsliðið nú fer út at royna
seg, og eg vóni so inniliga,
at teir fáa góð úrslit. Mítt
ynski er barasta, at feløgini
og HSF í felag finna ein
leist, soleiðis at tað er gjør-
ligt at hava øll landsliðini
koyrandi. Vit hava áður
víst, at tað ber til, og nú
ræður um at halda tað
vunna við líka, soleiðis at
tað arbeiðið ikki dettur nið-
urfyri, sigur Kári Morten-
sen at enda.
Innan føroyskan manshondbólt man Kári vera ein hin størsti individualisturin, sum Føroyar hava, og lítið er at ivast í, at hann
kennir spælið frá øllum síðum gjøgnum mongu ár síni á og uttan fyri leikvøllin
C
M
Y
K
31
30