fríggjadagur 3. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 1 - 3. januar 2003
Nr. 1 - 3. januar 2003
3
Tøkk
Øllum tykkum sum mintust meg á 90 ára føðing-
ardegi mínum, takki eg hjartaliga. Gott nýggjár
øll somul.
Saloma Frederiksen, Múla
Mánadagin 6. januar
tekur KLIPP, Films-
felag Norðurlanda-
húsins, uppaftur
sýningarnar við
nýggjum, góðum
filmum. Sýndur
verður íslendski
filmurin "Maður eins
og eg", sum hin ungi
Robert I. Douglas
hevur stjórnað
FILMUR
Filmsfelagið Klipp
Í Reykjavík og Hong Kong:
Nýggi íslendski filmurin
"Maður eins og eg" er nú-
tíðar Romeo og Julia søga,
sett í Reykjavík og Hong
Kong.
Høvuðsleikari er ungi ís-
lendingurin Júlli, hvørs
hjúnalag syndrast, umframt
at hann gerst arbeyðsleysur.
Men so gerst hann púra
býttur í gløggu og arbeiðs-
somu Qi, sum er tilflytari úr
Asia. Hon arbeiðir á mat-
stovuni hjá systrini og lærir
seg íslendskt, so hon kann
søkja sær annað og betur
lønt
arbeiði
í
hesum
fremmanda landi.
Sambandið millum eyst-
urlendsku Qi og íslendska
Júlli gerst so fløkjasligt, at
Qi fer aftur til Hong Kong.
Júlli fer aftaná, men vendir
heim aftur, sum av torv-
heiðum. Til tess at gloyma
Qi, tekur hann lesturin upp-
aftur og fær eina útbúgving.
Í Reykjavík fær Júlli tam-
arhald á lívinum, til hann
ein dagin hittir Qi á gøtuni,
berandi barn undir belti -
barn hansara.
John Gnarr
"Maður eins og eg" er bæði
skemtilig og hugvekjandi
kærleikssøga um ekkaleyst
og uttan eftirlæti at fylgja
egnum ynskjum.
Høvuðsleiklutirnar hava
kendi íslendski skemtarin
John Gnarr og Spehanie
Che, sum er films- og
poppstjørna í Hong Kong.
Eisini síggja vit sjónleik-
arakvinnuna Mariu Elling-
sen, sum er av føroyskari
ætt.
Robert I. Douglas
Ungi íslendski leikstjórin
Robert I. Douglas er av ís-
lendskari og írskari ætt.
Hann hevur lisið miðlafrøði
í Norðurírlandi, men er
sjálvlærdur innan films-
gerð.
Robert hevur vunnið
fleiri virðislønir fyri stutt-
filmar og fyrsti spælifilmur
hansara "Íslendski dreym-
urin" (2001) fekk framúr
viðmæli og vann fleiri al-
tjóða virðislønir.
Robert I. Douglus verður
mettur sum hin mest ný-
skapandi filmsleikstjórin í
Íslandi ídag.
Filmurin "Maður eins og
eg" er annar spælifilmur
Roberts. Filmurin verður
sýndur í Norðurlandahúsin-
um mánadagin 6. janaur
2003 klokkan 19:30.
Filmsfelagið Klipp:
Maður eins og eg
Ársins fyrsti dagur
Á vegnum hómast gler
Í fjøllunum er kavi
Vøkur sjón tað er.
----------------------------------------------------
Eins vøkur og tann myndin
Er minni mítt um teg
Um lívið góði abbi mín
Hvønn dag tú lærdi meg
Við tínum stilla lyndi
Tú príddi henda heim
Tú vart ein vøkur menniskja
Í gleði og í gleim
Ársins fyrsti dagur
Tá fekst tú abbi frið
Sum bert tey deyðu kenna
Har gleðin varðar við
Góði besti abbi
Tú sveima manst í nátt
Í rósufari kæri tú
Sangur ljómar hátt
Sangurin um lívið
Gleði sorg og frið
Sangurin um himmalin
Har gleðin varðar við
Sædis
Til abba mín
Jens Clement Hansen
Seinasta heilsan til tín vakra menniskja
Myndir úr filminum
Keglið og stríðið, sum
merkti politiska lívið
í 2002, fekk heiðurs-
pláss í nýggjársrøðuni
hjá løgmanni. Hann
helt opna kjakið verið
eitt sunt tekin, ið bar
boð um eitt livandi
fólkaræði, og bað fólk
um ikki at ræðast
hugsjónirnar
NÝGGJÁRSRØÐA
Ingi Rasmussen
Árið 2002 var eyðkent av
politiskum ósemjum.
Hesa
sannroynd
var
Anfinn Kallsberg løgmaður
maður fyri at viðurkenna,
tá hann á gáttuni til 2003
helt sína nýggjársrøðu fyri
føroyingum gamlaárskvøld.
Hann ráddi fólkinum til
ikki at fella í fátt av hesari
orsøk. Heldur eiga vit at
ásanna, at vit hava eitt
livandi
fólkaræði,
har
fólkavald umboð telva seg
fram til semjur, hóast ó-
semjan mangan er stór.
– Í Føroyum er politiskur
opinleiki, sum verður varp-
aður gjøgnum fjølmiðlar-
nar. Fjølmiðlar eru í dag
avgerandi fyri fólkaræði –
ein styrki, sum vit eiga at
fegnast um. Politiska lívið í
Føroyum er margfalt. Tað
hevur sínar søguligu or-
søkir. Hóast fá, eru vit ym-
isk, og hóast ymisk, eru vit
í somu støðu. Vit eru øll
javnbjóðis føroyingar, sum
hava javnbjóðis rætt at
koma til orðanna, segði
løgmaður.
Á egnan mátt
2002 var valár, og nýtt
landsstýri
varð
skipað.
Fullveldissamgongan helt
fram við stuðli frá Mið-
flokkinum, sum tryggjaði
samgonguni
meiriluta.
Ferðin móti fullveldinum er
sett niður, og nú er málið at
laga búskapin stigvíst, so
hann gerst sjálvberandi og
byggir á framleiðsluvirði
føroyinga.
Løgmaður hevði hug til
at gera tað til ein spurning
um at hava hugsjónir.
– Tað tryggasta og skila-
besta er at hava støði í okk-
ara egnu búskaparligu for-
treytum og ikki líta á tað,
sum verður veitt okkum frá
øðrum. Tað, sum kemur
lætt, fer lætt. Vit vilja
lækka peningaliga stuðulin
úr Danmark. Vit líta á, at vit
við búskaparligari á-byrgd
vilja loysa nýskapandi og
hugsjónarliga megi í fólki
okkara,
segði
Anfinn
Kallsberg løgmaður.
Hann segði eisini, at tað
skulu breiðir herðar til at
bera góðar tíðir, og tað
mátti ásannast, tá arbeitt
varð
við
fíggjarlógini.
Fíggjarlógin var av mong-
um mett sum elddópurin
hjá nýggju samgonguni,
sum við bit og slit stóð
royndina.
– So mikið nógv stríð og
kegl var, at fólk helst hava
ivast í, um nakað gott kundi
spyrjast burturúr. Loksins
kann tíbetur staðfestast, at
samgongan stóð sum ein
maður, nú fíggjarlógin varð
samtykt, segði løgmaður.
Nýggj mál
Annars mintist løgmaður til
nakrar av teimum stórhend-
ingum, sum hava sett dám á
árið, ið fór. Hann fagnaði
okkara ítróttafólkum, ser-
liga innan svimjing og fót-
bólt, sum aftur hava sett
Føroyar á heimskortið. Og
hann dró tónleikin fram og
segði føroyingar vera í
fremstu røð, tá tað ræður
um nútímans tónleik.
Dagurin, 10. desember
2002, tá Vagatunnilin varð
tikin í nýtslu, var sjálvandi
tikin fram, og løgmaður
fegnaðist saman við restini
av føroyingum um, at koyr-
andi er undir Vestmanna-
sundi. Og við Vágatunlin-
um í huga hugdi løgmaður
nøkur ár fram í tíðina.
– Um fá ár verður eisini
fast samband til Norð-
oyggjar. Tá hetta er rokkið,
má langtíðarmál okkara
vera at knýta bæði Sand-
oynna og Suðuroynna í
undirstøðukervið. Tá verða
Føroyar knýttar saman í eitt
meginøki, segði løgmaður.
Eisini í sjálvstýrismálin-
um nýtti løgmaður høvi at
bjóða framtíðini av.
– At fremja stór stig er
mangan torført. Men søga
okkara prógvar, at tað ber
til at náa málum á tjóðskap-
arleið. Mangan hevur verið
ósemja um slík mál. Felags
eyðkennið hevur verið, at tá
málini eru framd, vilja øll
eiga tey. Vit eiga tí ikki at
ræðast hugsjónina, men
heldur
hugsjónarloysið,
segði løgmaður við føroy-
ingar, tá hann ynskti okkum
øllum gott nýggjár.
Ósemjur prógv um
fólkaræði
Rættarsamfelagið er í
vanda, og tí átti løg-
maður at tikið hetta
málið til viðgerðar í
nýggjársrøðuni,
heldur Jóannes Eides-
gaard, formaður í
Javnaðarflokkinum
NÝGGJÁRSRØÐA
Ingi Rasmussen
»Tað, sum løgmaður ikki
segði, segði meira enn tað,
sum hann segði.«
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkin-
um, saknaði meira enn
hann fekk, tá hann lurtaði
eftir nýggjársrøðuni hjá
Anfinn Kallseberg løg-
manni gamlaárskvøld.
– Løgmaður hevði gjørt
klókt í at tikið støðuna hjá
føroyska rættarsamfelag-
num upp í nýggjársrøðuni,
tí eg eri bangin fyri, at vit
eru um at koma okkum út í
óføri og eru um at missa
takið á rættarsamfelagnum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á nógvu mál-
ini í síðstuni, har bæði um-
boðsmaðurin, rætturin og
seinast ein kanningarstjóri
hava talað at politisku
umsitingini. Tað verður
bara tikið til eftirtektar og
so hendir ikki meira, sigur
hann, og sipar ikki minst til
málini, har Jørgin Niclasen
landsstýrismaður
hevur
staðið fyri skotum.
– Politiska leiðslan er
eftir øllum at døma farin at
góðtaka eina skeiva gongd,
og tað kunnu vit ikki góð-
taka. Nú ein kanning til
dømis staðfestir, at umsit-
ingin hjá einum landsstýr-
ismanni hevur borið seg
skeivt at, verður ivi sáddur
um kanningina, og tað haldi
eg vera ræðandi, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Tað hevði verið skilagott
av løgmanni at steðga á og
at tikið slík stórmál fram, tí
tað kundi skapt álit aftur á
politisku skipanina millum
fólk, heldur hann.
– Hendan samgongan
miðar ímóti fullveldi, men
hvussu verður vorðið, tá vit
taka ábyrgdina av okkara
rættarskipan? Tað spyrja
fólk í hesum døgum, tá
onki tykist at fáa nakrar av-
leiðingar, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann hevur hug at smíl-
ast, tá vit spyrja hann um
orðini hjá løgmanni um, at
nógva innanhýsis stríðið í
samgonguni er eitt tekin
um eitt livandi fólkaræði.
– Eg haldi tað heldur siga
nakað um eina veika po-
litiska leiðslu. Eg havi
sjálvur sitið í seks ár út í
eitt í landsstýrinum, og tá
ráddi um at fáa semju um
politikkin og at melda samt
út. Nú uppliva vit alt meiri,
at samskipanin er vánalig,
so tann tiltikna høgra hond-
in ikki veit, hvat vinstra
ger, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Ósemjan er eisini óhepp-
in fyri andstøðuna, heldur
hann, tí ósemjurnar í sam-
gonguni verða meiri áhuga-
verdar hjá fjølmiðlunum
enn sjónarmiðini hjá and-
støðuni.
Samanumtikið saknaði
hann nógv. Hann helt tað
vera gott, at løgmaður fegn-
ast um mentan, list og und-
irsjóvartunnil, men hann
eigur eisini at taka við-
brekin mál fram og viðgera
tey.
Hugsjónirnar hildu
ikki nýggjár saman
við løgmanni, held-
ur Lisbeth L. Peter-
sen, sum helt lítið
spennandi vera í
nýggjársrøðuni hjá
Anfinn Kallsberg
NÝGGJÁRSRØÐA
Ingi Rasmussen
Nógv føgur orð, men tey
vóru fyri tað mesta tóm
og uttan innihald.
Lisbeth L. Petersen,
forkvinna í størsta and-
støðuflokkinum á løg-
tingi, Sambandsflokkin-
um, er eirindaleys í sín-
ari meting av nýggjárs-
røðu løgmans. Har var
stutt sagt ov lítið inni-
hald, heldur hon.
– Løgmaður segði ikki
nógv, men eg hevði
heldur ikki væntað ann-
að, sigur hon
Lisbeth L. Petersen
hefti seg við orðini hjá
løgmanni um, at uttan
mun til, hvørjar íløgur
verða gjørdar, skal nóg
mikið vera eftir, so tey
gomlu, tey sjúku og tey,
sum ikki sjálv klára seg,
kunnu fáa nóg mikið til
at liva eitt gott lív.
– Tað verður tað ikki,
sigur Lisbeth L. Peter-
sen, sum er limur í fíggj-
arnevndini hjá løgting-
inum. Størsti feilurin,
sum varð gjørdur í fíggj-
arlógarviðgerðini, var
netupp, at har var ikki
nokk sett av til okkara
gomlu, sjúku og veiku,
sigur hon.
Løgmaður
brúkti
nógva orku til at greiða
frá, at nógvu ósemjurnar
í samgonguni síðsta árið
í roynd og veru eru eitt
tekin um eitt sunt kjak,
har øll sleppa til orð-
anna.
– Eg havi næstan ikki
orð fyri, hvat eg skal
siga til slíkt. Umber-
ingarnar fyri klandur og
stríð í samgonguni vóru
betri ósagdar, tí hesum
hava vit havt ovmikið av,
síðan hendan samgong-
an kom til, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Løgmaður tosaði eis-
ini um hugsjónir og
hevði hug at seta javna-
tekn millum hugsjón-
irnar og politikkin hjá
samgonguni móti størri
sjálvstýri.
Men tað var júst hug-
sjónirnar, sum Lisbeth
L. Petersen saknaði í
røðu løgmans.
– Har vóru als ongar
hugsjónir at taka støðu
til. Tað bleiv ikki til
annað enn tóm orð, men
røðan var hinvegin ikki
øðrvísi, enn eg hevði
væntað, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hugsjónar-
leys røða
Løgmaður gloymdi rættarsamfelagið
Løgmaður fegnaðist millum annað um Vágatunnilin í sínari nýggjársrøðu, men Jóannes
Eidesgaard saknaði, at løgmaður eisini tók viðbrekin mál til viðgerðar, so sum støðuna hjá
føroyska rættarsamfelagnum
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2
Móttøka
Um ársskiftið leggur Bárður Jákupsson frá
sær, eftir at hava virkað í fjórðings øld sum
leiðari fyri Listaskálanum og Listasavni
Føroya, og Jens Damsbo Frederiksen tekur
við sum nýggjur stjóri.
Í hesum sambandi er almenn móttøka
í Listaskálanum
3. januar 2003 kl. 16–18
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Listasavn
Føroya