Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 1 - 3. januar 2003 Nr. 1 - 3. januar 2003 5 Ringt telefonsamband í Sørvági Á havnarlagnum í Sørvági er ringt fartelefonsamband. Tað er til ampa fyri tey, sum arbeiða har SAMSKIFTI Edvard Joensen Sørvági: Umstøðurnar at nýta far- telefon á havnarlagnum í Sørvági eru avmarkaðar. Og tað er til ampa fyri fleiri teirra, sum arbeiða har. Millum annað er bæði brandmenn og ambulansu- førarar, sum hava dagliga gongd á økinum, og tað er ótrygt at vita sær, at tað ikki altíð ber til at fáa fatur á okkum, siga teir. Sigurd Jan Tavsen hevur smiðju á havnarlagnum í Sørvðági. Eisini er hann brandmaður og skal tí vera at fáa fatur á nær sum helst. – Men tað kann knípa viðhvørt, sigur hann. Ser- liga um farið verður úteftir umleið økið, har Vesturvón er uttast á bryggjuni. Har hoyrist illa. Arnjohn Hvítklett, sum starvast hjká Vesturvón, er ambulansuførari. Og hann hevur sama trupulleikan við fartelefonini, sigur hann. – Tað er iki nóg gott at vita sær, at ein situr her úti og hevur ambulansuvakt undir teimum treytum, at fólk kanska ikki fáa sam- band við meg, tá brúk er fyrit í. Tað er Føroya Tele, sum umsitir fartelefonnetið. Jens Julian Reinert hjá Før- oya Tele, sigur, at har kenna tey til trupulleikan. Tey hava fingið eitt skriv úr Sørvági, har gjørt er vart við hetta. Men hann dugir ikki a t siga, um nakað verður gjørt við trupulleikan sum er, tí tað er eisini ein spurningur um pengar. Jens Julian Reinert sigur, at talan er um, at samband- ið verður burtur, tá ringt verður til eina fartelefon, sum er inni í ávísum bygn- ingum á havnarlagnum í Sørvági. – Eitt nú bygningar, sum klæddir eru við jarni, ella gjørdir av jarnbetongi, eru óreinir í so máta, sigur hann, tí har sleppur signalið ikki so væl ígjøgnum. Tí hendir tað, at telefonin ringir, men tá hon verður tikin, brýtur av. Hann sigur, at tá so farið verður útum, er sambandið beinanveg betri. Men tað er ikki bara so, sigur Sigurd Jan Tavsen. Sum vísir á, at eisini, um tu ert staddur úti, er líka galið. – Inni í smiðjuni sjálvari og heim eftir havnarlagnun nærri bygdini er í lagi, sig- ur hann. Men út eftir havn- arlagnum ber ikki til. Eitt nú havi eg royndir frá, at tá vit hava arbeitt við einum- hvørjum á økinum uttan fyri hjá Vesturvón, ber ikki til at fáa samband um far- telefonina, sigur hann. Á havnarlagnum í Sørvági er fartelefonsambandið vánaligt Nýggjur kunningarleiðari í Vágum Terji Nielsen er settur sum leiðari á nýggju kunningarstovuni í Vágum. Tað er felagið Vágar, sum er samtak av ferðavinnuni og vinnufelagnum, sum hevur sett leiðaran KUNNING Edvard Joensen Vágar: Kunningarleiðari er settur í Vágum . Tað er tann 31 ára gamli Terji Nielsen úr Havn, sum skal samskipa og siga fólki frá, hvat hend- ir í Vágum í komandi tíð. Kunningarstova hevur nøkur ár verið í Vágum. Men umstøður hava ikki verið til at havt fulltíðar sett fólk og tískil heldur ikki opið fulla tíð. Nú hava kommunurnar í Vágum gjørt av at stuðla Kunningarstovuni við at løna einum fulltíðarsettum leiðara, soleiðis at Kunn- ingarstovan kann vera opin allan dagin. Samstundis eru Ferða- vinnan í Vágum og Vága Vinnufelag løgd saman í eitt felag, sum envnt verður Felagið Vágar. Tað er Fel- agið Vágar, sum hevur sett nýggja kunningarleiðaran. Terji Nielsen er 31 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann hevur fortíð í ferða- vinnuni, har hann hevur ar- beitt í eini trý á hjá Smyril Line. Millum annað á in- coming deildini hjá felagn- um. Terji Nielsen hevur ann- ars útbúgvin sum lærari og arbeiðir í løtuni sum lærari í Danmark. Hann flytir heim aftur og tekur við nýgja starvinum tann 1. mars, og fyrsta arpíl er ætlanin, at Kunningar- stovan í Vágum skal lata upp í nýggjum líki. Kunningarstovan hevur higartil hildið til í komm- unuhúsinum í Miðvági, har eitt fólk hevur verið til ar- beiðs nakrar tímar um vik- una. Mest í summarhálv- uni. – Ætlanin er at fáa onnur og rúmligari høli, men tað er ikki komið heilt upp á pláss enn, hóast arbeitt verður við eini loysn, sigur Heðin Poulsen, formaður í felangum Vágum. Men 1. apríl vænta vit, at tað er í lagi. Nýggi kunningarleiðarin fer at starvast fulla tíð á kunningarstovuni, umframt at ætlanin er at fáa set eitt fólk afturat í avmarkaða tíð. – Uppgávan hjá mær verður at gera Vágar meira sjónligar á Føroysakortin- um, sigur Terji Nielsen. Vágar skulu gerast ein part- ur av ferðini hjá útlending- um, sum koma til Føroya. Hann sigur, at nú fast samband er við meginøkið, er einki, sum forðar fyri, at tað verður líka nátúrligt at búgva á hotelli ella vallara- heimi Vágum sum á hotelli í Havn og ferðast kring land- ið haðani, vísir nýggi kunn- ingarleiðarin í Vágum á. Esiini verður ein av upp- gávunum at samskipa tiltøk av ymsum slagi, sum vera í Vágum. Tað verið seg bæði fyri ferðavinnu og handils- lív. Ítróttarfeløg og hvat nú vera kann, sigur hann. Terji Nielsen er settur sum nýggjur kunningarleiðari í Vágum Mynd: Edvard Joensen Mjólkin dýrkar Nú farið er um nýggj- árið dýrkar mjólkin 65 oyru fyri liturin. Orsøkin er fyrst og fremst skerdi land- búnaðarstuðulin, men eisini ein lønar- hækking til bønd- urnar MJÓLKAPRÍSIR Jón Brian Hvidtfeldt Tað er dýrari at fara til handils, nú vit skriva 2003. Á nýggjárinum hækkaði mjólkaprísurin 65 oyru, og mjólkin kostar nú yvir 10 krónur á flestu støðum. Or- søkirnar til dýrkanina eru tvinnar, sigur Eirikur Thor- valdsson, stjóri í MBM. Meginfelag Búnaðar- manna hevur hækkað sølu- prísin til handlarnar 50 oyru liturin umframt MVG. Av hesum stava 31 oyru frá skerjingini í landbúnaðar- stuðlinum, meðan írestandi 19 oyruni fyri liturin skyld- ast lønarhækkingar og ann- að til bøndurnar. – Vit mettu sjálvi, at tað nú var neyðugt at geva bøndunum eitt sindur meira í sín part, fyri fyrstu ferð í trý ár, og tí boðaðu vit í heyst frá, at mjólkin fór at dýrka nakað. Men tað var sum at fáa vátan frammaná, tá politikararnir síðan valdu at skera tvær milliónir burt- ur av landbúnaðarstuðlin- um, sigur Eirikur Thor- valdsson. Undir fíggjarlógarvið- gerðini valdi samgongan at skerja játtanina til landbún- aðarstuðul við tveimum milliónum, úr 14,1 milli- ónum niður í 12,1 millión krónur í ár. Eirikur Thor- valdsson sigur, at størsti parturin av stuðlinum er at rokna sum stuðul til mjólkaframleiðslu, og tí var neyðugt at leggja enn meira omaná mjólkaprísin, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Omanfyri 10 kr Príshækkingin merkir, at í flestu handlum fer mjólkin at kosta omanfyri 10 krónur liturin. Bæði í Miklagarði og í Keypsamtøkuni kostar ein litur av mjólk nú 10,10 krónur. Áðrenn príshækk- ingina kostaði mjólkin á báðum støðum 9,45 krónur. Í Bónus høvdu tey enn ikki broytt prísirnar, tá Sosi- alurin tosaði við tey hósdagin. Har kostar ein litur av mjólk 9,25, men prísurin verður broyttur ein av fyrstu døgunum. Í Bónus vænta tey, at mjólkin fer at kosta millum 9,75 og 9,80 krónur eftir prísbroytingina. Stjórin í Meginfelag Búnaðarmanna, Eirikur Thorvaldsson, væntar ikki, at neyðugt verður at hækka prísin enn meira fyribils. – Nei, nú skuldi verið friður. Men tað valdast sjálvandi um, hvørt land- búnaðarstuðulin verður skerdur enn meira. Velja politikararnir at spara meira á hasi kontoini, so noyðast vit at leggja meira omaná mjólkaprísin, sigur Eirikur Thorvaldsson, og leggur afturat: – Ein kann hava ymiskar hugsanir um stuðul, hvørt hann er av tí góða ella tí ónda. Men í dag er støðan tann, at skuldu føroysku bøndurnir fingið sama stuðul sum bøndur fáa í okkara grannalondum, so kundu teir nærum latið mjólkina ókeypis. Í Føroyum er landbúnað- arstuðulin 260 krónur fyri hvønn íbúgva, í Danmark er hann 2000 krónur pr íbúgva, í Norra er landbún- aðarstðulin 3000 krónur pr íbúgva, og í Íslandi er hann góðar 3400 krónur fyri hvønn íbúgva í landinum. Harumframt eru landbún- aðarvørur undantiknar meirvirðisgjald í fleiri av grannalondunum. Mjólkin dýrkar 65 oyru fyri liturin, og kostar nú yvir 10 krónur í flestu handlum. Orsøkin er skerjing í landbúnaðarstuðlinum og lønarhækkan til bøndurnar. Skattalættin á veg Í fíggjarmálaráðnum verður í hesum døg- um seinasta hond løgd á uppskotið til skattalætta, sum sam- gongan hevur lovað frá fyrsta degi. Upp- skotið verður lagt fyri løgtingið seinni í januar mánað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. SKATTALÆTTI Jón Brian Hvidtfeldt Tá samgonguskjalið varð undirskrivað í juni í fjør, varð avtalað gjørd um at lækka skattatrýstið við góðum 100 milliónum krónum, næstu tvey árini. Einki uppskot kom kortini um skattalætta fyri jól, og heldur ikki var skattalættin tikin við í viðgerðina av fíggjarlóg fyri 2003. Ein- asta stað, ið skattalættin sást aftur, var á inntøkusíð- uni, har fíggjarnevndin metti avleiddu inntøkurnar av einum komandi skatta- lætta til 10 milliónir krónur. Men nú tykist loksins eitt uppskot um skattalætta at vera á veg úr fíggjarmála- ráðnum í løgtingið. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at uppskotið er um at vera klárt, og tað verður lagt fyri løgtingið í januar mánað. Skattalættin skal vera gald- andi frá 1.januar í ár, og tí kemur uppskotið at galda við afturvirkandi kraft. Góðar 50 mió Karsten Hansen sigur, at uppskotið í fyrstu syftu fer at lætta um skattatrýstið hjá lág- og miðalinntøkum. Sum er skal hægsta skatta- prosent gjaldast av øllum inntøkum yvir 150.000 krónur. Við verandi skatta- stiga skulu fólk gjalda 22.020 krónur í skatti av teimum fyrstu 150.000 krónunum, og síðan 37 pro- sent í skatti av restini. Aft- urat hesum kemur so kommunuskatturin. Karsten Hansen sigur, at málið er at hækka markið uppá 150.000 krónur upp í 175-180.000 krónur, næstu tvey árini. Júst hvussu nógv skattaloftið verður lyft í ár, dugur Karsten Hansen tó ikki at siga neyvt enn. Men hann leggur samtíðis aftur- at, at sambært uppskotinum verður skattatrýstið lækkað við góðum 50 milliónum krónum í ár. Taka vit sum dømi, at inntøkuloftið, tá tú skalt gjalda hægsta skattapros- ent, tvs. 37 prosent av tíni løn til landskassan, verður hækkað úr 150.000 krónum upp í 160.000 krónur, so merkir tað, at gjaldast skulu 1300 krónur minni um árið í skatti av eini inntøku uppá 160.000 krónur. – Málið er, at ein vanlig arbeiðaraløn skal ikki gjalda toppskatt. Hetta letur seg ikki gera eftir einum ári, men tað er so tað, ið samgongan hevur sett sær fyri, sigur Karsten Hansen. Harumframt ætlar sam- gongan at lækka marginal- skattin, tvs. skattin av síðst vunnu krónu. Hava ráð til skattalætta Hóast útreiðslurnar av skattalættanum ikki eru tiknar við í fíggjarlógina fyri 2003, so eru pengar at taka av, sigur Karsten Han- sen. Hann vísir á, at yvir- skotið á samtyktu fíggja- lógini fyri í ár er mett til 240 milliónir krónur, og so- stætt eru 90 milliónir eftir, tá avdráttir av skuldini eru goldnir. Tá fíggjarlógaruppskotið kom aftur úr fíggjarnevnd- ini, var Karsten Hansen ein av teimum, ið segði seg iv- ast í metingunum hjá nevndin, bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni. Fíggjar- nevndin hevði nevniliga bæði mett inntøkurnar hægri enn fíggjarmálaráðið og skorið burturav lógar- bundnum útreiðslum hjá landskassanum. Men Karsten Hansen vísir á, at pengar eru til skattalættan, eisini eftir metingunum hjá fíggjarmálaráðnum. Hetta kemst av teimum sparing- um, ið fíggjarmálaráðið sjálvt hevur arbeitt við síðan í heyst. – Uppskotið um skattalætta verður borið úr fíggjarmálaráðnum í løgtingið í hesum mánaðinum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. C M Y K 5 4