fríggjadagur 3. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 1 - 3. januar 2003
Nr. 1 - 3. januar 2003
7
Nýggi Smyril skal
helst hava fast
atløgupláss í Havn,
men tað verður
rættiliga trupult at
fáa Løgtingið at
betala fyri útbygg-
ingina, sum Tórs-
havnar Havn nú er í
holt við
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Nýggi Smyril skal helst
hava fast atløgupláss í
Havnini og eg fari at gera
alt, sum gerast kann fyri at
fyri at fáa honum fast
atløgupláss.
Enn veit Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
Vinnumálum, ikki, hvar
nýggi Smyril sleppur at
leggja at í Havnini, táið
hann kemur til landið á
heysti í 2004.
Ein
frágreiðing
frá
Landsverkfrøðinginum
hevur torpederað ætlanina,
sum Tórshavnar Kommuna
nú er í holt við á Bursa-
tanga, har ætlanin var, at
bæði Norrøna og nýggi
Smyril skuldi hava atløgu-
pláss.
Landið skal sjálvt byggja
samferðsluhavn á Trongis-
vági og í Syðradali og
Landsstýrismaðurin heldur,
at landið eisini eigur at
betala samferðsluhavnina,
sum verður neyðug at gera í
sambandi við nýggja Suð-
uroyarskipið.
– Eg haldi, at landið eig-
ur at kenna sína vitjunartíð
og at vera við til at loysa
trupulleikan. Tað merkir
sostatt eisini, at landið eig-
ur at vera við til at betala
samferðsluhavnina í Havn,
eins og landið betalir til
samferðsluhavn í Suðuroy.
Men, hvat úrslitið verður,
veit hann ikki.
– Landið kann betala sín
part á ymsan hátt, tað kann
gerast við, at landið betalir
ein part av sjálvari útbygg-
ingini, tá ið hon verður
gjørd, men tað kann eisini
gerast við at landið bindur
seg til at betala yvir eitt ára-
mál, men tað kann eisini
gerast við at havnagjaldið
hækkar, so at landið betalir
sín part á tann hátt.
– Og í síðsta enda er tað
ein avgerð, sum løgtingið
tekur.
Kolldømd
Tórshavnar kommuna metti
ikki, at stundir vóru til at
bíða eftir svari úr Vinnu-
málaráðnum, so hon er av
sínum eintingum farin at
byggja út á Bursatanga við
tí fyri eyga at gera sam-
ferðsluhavn til nýggju Nor-
rønu og nýggja Smyril har.
Men Bjarni Djurholm
viðgongur, at nú Lands-
verkfrøðingurin í rættiliga
avgjørdum vendingum hev-
ur kolldømt útbyggingina,
verður tað rættiliga trupult
at fáa løgtingið at sam-
tykkja at betala til tað
ætlanina.
– Landsverkfrøðingurin
er okkara tekniski myndug-
leiki og tað ber ikki til, at
eg fari at mæla løgtinginum
til at betala til eina ætlan,
sum hann hevur kolldømt,
sigur Bjarni Djurholm.
– Tað er rættiliga nýliga,
at vit fingu metingina hjá
Landsverkfrøðinginum, so
enn hava vit ikki havt
stundir at viðgera hana.
Men hann sigur, at tað
fyrsta, sum Vinnumálaráð-
ið fer at gera eftir ársskift-
ið, er at taka málið upp.
Bjarni Djurholm heldur,
at tá ið Smyril eigur at sigla
á Havnina og tí heldur
hann, at tað er burturvið at
suðuroyingar verða settir av
í Kollafirði, á Sundi, á
Gomlu Rætt, ella aðra-
staðni, har møguleikar hava
verið nevndir.
– Men tað er eisini greitt,
at nýggja Suðuroyarskipið
fær ikki fast atløgupláss í
Havn, uttan í samstarvi við
Tórshavnar Kommunu.
Tí fer Vinnumálararáðið
eisini beint eftir nýggjár at
taka upp samband við Tórs-
havnar Komunu um málið.
– Tað er ongin ivi um, at
tað áliggur mær at útvega
nýggja suðuroyarskipinum
hóskandi
atløgupláss
í
Havnini, men tað krevur
samstarv við Tórshavnar
Kommunu og samband
verður
tikið
upp
við
Kommununa beinanvegin í
tí nýggja árinum.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann ivast ikki í, at tað fer
at bera til at finna eina
trygga loysn í samstarvi við
Tórshavnar Kommunu.
Nú er rættiliga stórur
munur á hvørjar metingar,
Landsverkfrøðingurin
hevur hevur av útbygging-
ini hjá Tórshavnar Havn og
teirri meting, sum ráðgev-
ararnir hjá kommununi
sjálvari, hevur, tí ráðgevar-
in hjá kommununi heldur,
at hetta er ein loysn, sum
ber væl til?
– Ja, men Landsverkfrøð-
ingurin er mín tekniski
myndugleiki og hann haldi
eg meg til. Eg havi eisini
fult álit á teimum meting-
um, hann hevur gjørt av
ætlanini.
Og so leingi, hann ikki
góðkennir ætlanina, kann
eg ikki mæla Løgtinginum
til at betala til hana. Tí má
ein onnur loysn finnast,
heldur Bjarni Djurhholm.
Hann heldur, at tað er lítil
meining í at byggja eitt skip
sum nýggja suðuroyarskip-
ið, skal tað ikki bera til at
avgreiða bilar og ferðafólk
á landið nóg smidliga, so at
trupulleikar ikki stinga seg
upp á landi, sum seinka
ferðatíðini.
– Tí má skipið hava góð
atløguviðurskifti í Havn,
eins og tað fær í Suðuroy,
har vit byggja eina góða
samferðsluhavn,
sigur
Bjarni Djurholm.
Tvøroyrar Kommuna
hevur bíðað eftir
svari frá løgmans-
skrivstovuni í í meiri
enn eitt hálvt ár og nú
hevur hon mist tolið
ALMENN UMSITING
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar Kommuna hevur
nú klagað umsitingina í
Landsstýrinum fyri sjálv-
um Løgmanni.
Orsøkin er, at kommunan
nú í meiri enn eitt hálvt ár
hevur bíðað eftir einum
svari úr Landsstýrinum,
men tað kemur ikki fram.
Og nú hevur kommunan
mist tolið og hevur vent sær
beinleiðis til løgmann og
biðið hann um at syrgja
fyri, at málið verður av-
greitt beinanvegin.
Hetta er eitt mál, sum
stavar frá í vár, tá ið Smyril
var í dokk. Tá var ætlanin at
Dúgvan skuldi sigla ímill-
um Havnina og Suður-
oynna.
Men tað vildi Tvøroyar
Býráð ikki góðtaka og tað
samtykti tí at nokta Dúgv-
uni atløgupláss á Drelnesi.
Sett til viks
Men hetta vildi Landsstýrið
ikki góðtaka og Vinnumála-
ráðið heitti á Løgmans-
skrivstovuna um at seta av-
gerðina hjá býráðnum til
viks.
Vinnumálastýrið
metti, at Býráðið kundi ikki
hava heimild at nokta
Dúgvuni atløgupláss, tí so-
statt forðaði hon samstun-
dis Strandferðsluni at røkja
sínar skyldu, sum hon hev-
ur eftir lógini.
Hesum tók Løgmans-
skrivstovan
undir
við.
Kommunudeildin á Løg-
mansskrivsstovuni segði, at
hon hevði gjørt eina fyribils
løgfrøðiliga meting og eftir
henni hevði Býráðið ikki
heimild til at taka eina slíka
avgerð.
Tískil
boðaði
Kommunudeildin frá, at
býráðssamtyktin um at
nokta Dúgvuni atløgupláss,
varð sett úr gildi.
Men samstundis boðaði
kommunudeildin frá, at
Løgmansskrivstovan skuldi
taka eina endaliga avgerð í
málinum, men til hon varð
tikin, stóð hendan fyribils
avgerðin við.
Mist tolið
Hetta var 22 mai í fjør og
síðani hevur Tvøroyrar
Kommuna hvørki hoyrt orð
ella eið aftur frá Løgmans-
skrivstovuni.
Nú hevur Kommunan so
mist tolið og hevur klagað
umsitingina fyri løgmanni.
Í brævinum til løgmann,
átalar kommunan, at Løg-
mansskrivsstovan ikki enn
hevur viðgjørt málið liðugt.
Kommunan sigur, at eftir
hesum hevur Kommunan
mist sínar heimildir og av-
gerðarrætt og at hetta er ein
ógvuliga álvarslig støða hjá
øllum kommunum í landin-
um.
– Landsstýrið hevur í
umbúnað at leggja meiri
ábyrgd út til kommunurnar,
men viðgerðin av hesum
máli leggur ikki upp til
nakað líknandi, sigur Tvør-
oyrar Kommuna í brævi til
løgmann.
Kommunan heitir tískil á
løgmann um at bera so í
bandi, at málið verður av-
greitt sum skjótast.
Men hóast kommunu-
deildin hjá Løgmansskriv-
stovuni í mai í fjør segði, at
Løgmansskrivstovan skuldi
sjálvt taka eina endaliga av-
gerð, sendir Løgmansskriv-
stovan nú svartaper víðari
yvir á Lógmálaráðið hjá
Høgna Hoydal.
Í einum svari til Tvøroyr-
ar Kommunu, sigur Løg-
mansskrivstovan, at hetta er
eitt málsøki, sum Løgmála-
ráðið situr fyri og tí er
málið sent Lógmálaráðnum
til avgreiðslu.
Og her liggur málið so og
Tvøroyrar Kommuna bíðar
framvegis.
Áður
hevur
Finnleif Guttesen sagt fyri
Sosialinum, tað er ein
ógvuliga grundleggjandi
spurningur at fáa greiði á,
hvørji rættindi ein komm-
una hevur á sínum egna
havnalagi.
Endar alt hetta við, at
avgerðin hjá Landsstýrin-
um steendur við um, at
kommunan ikki kann nokta
Dúgvuni atløgupláss, um-
hugsar kommunan tískil at
royna málið í rættinum.
Bjarni Djurholm: Vit mugu
finna aðra loysn
Nýggja
Suðuroyarskipið
eigur at fáa fast
atløgupláss í
Havn, tí
suðuroyingar
skulu ikki
sleppast í
kollafirði, á
Sundi, á Gomlu
Rætt, ella
aðrastaðni, sum
hava verið
nevnd, sigur
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður
í Vinnumálum
Klaga fyri løgmanni
Tað er ein álvarsmál fyri allar kommunur í landinum at fáa greiði á, hvørji rættindi tey hava á
sínum egna havnalagi, sigur Borgarstjórin á Tvøroyri. Her liggur Dúgvan við bryggju á Drelnesi
í mai í fjør. Eftir hetta slapp hon ikki at leggja at longur
Bjarni Djurholm
hevur borið Løgting-
inum uppskot um at
byggja nýggja sam-
ferðsluhavn á Trong-
isvágsfirði fyri í
mesta lagi 60 milli-
ónir
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Nú verður farið undir at
gera samferðsluhavn í Suð-
uroy, sum tann nýggja suð-
uroyarferjan kann brúka.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í Vinnumálum,
hevur borið løgtinginum
uppskot um at byggja
nýggja samferðsluhavn á
Trongisvágsfirði
fyri
í
mesta lagi 60 milliónir
krónur og uppskotið verður
lagt fyri løgtingið á einum
av fyrstu fundunum í
nýggja árinum.
Bjarni Djurholm sigur, at
Tvøroyrar Kommuna hevur
boðað frá, at hon ætlar at
nýta havnina á Drelnesi til
annað virksemi framyvir,
og tí er møguleikin i kki
kannaður, um tað ber til at
ger ábøtur á havnina á Drel-
nesi, so at hon kann brúkast
til nýggju suðuroyarferjuna
eisini.
Og tískil er einasti møgu-
leiki at byggja eina nýggja
havn og hon verður nú
gjørd nakað væl uttan fyri
Drelnes.
Annars hava nógvir trup-
ulleikar verið á Drelnesi
við vindi og súgi, sum gera,
at tað oftani ikki ber til at
leggja at og binda skipini.
Talan um tveir trupulleikar.
Annar stendst av súgi á
eysturætt, og hin stendst av
vindi av útsynningi.
Men har ætlanin nú er at
byggja nýggja havn, út
ímóti Lítlu Holmum, ber
væl til at gera eina góða og
trygga havn.
Ætlanin er at bjóða
havnagerðina út longu í
januar ella í februar. Verk-
lagið skal vera liðugt í sep-
tember í 2004, men tó kann
havnin helst takast í nýtslu
longu á sumri sama ár.
Tveir møguleikar
Ætlanin er at gera eitt 200
metra langt grótkast og eina
ytri og eina innari ferjulegu
við føstum betongrampum.
Harumframt skal havnaøki
gerast umframt landgongd
til ferðafólk, farstøð á
landi, eins og tað sjálvsagt
skal bindast í landsvegin.
Tá ið ferjan liggur í inn-
ari leguni, hevur hon at-
løgusíðu til kaiøkið, og tá
hon liggur í ytri leguni,
liggur hon fram við grót-
kastinum.
Grótkastið
hevur
ein
vinkul upp á 45° í mun til
atløgusíðuna fram við kai-
økinum. Ferjan hevur síðu-
portur í stýriborð, so tá ið
hon liggur í innaru leguni,
kann hon nýta bæði hekku-
portrið og síðuportrið til at
avgreiða akfør, og tá ið hon
liggur í ytru leguni, kann
hon nýta hekkuportrið.
Hinvegin kann hon bert
nýta serligu landgongdina
til ferðafólk, tá hon liggur í
innaru ferjuleguni.
Mett verður, at sjálv
havnin fer at kosta 55 milli-
ónir. Harumframt verða út-
reiðslur til at byggja land-
gongd og fyribils farstøð
mettar at vera 5 miliiónir
krónur. Stór óvissa er tó á
kostnaðarmetingini
av
landgongd og farstøð.
Skuldi tað eftir útbjóð-
ingina víst seg, at kostnað-
urin verður størri enn mett,
ber til at bíða við at gera tað
ytru ferjuleguna lidna.
Næsta ár hevur løgtingið
samtykt at seta 18 milliónir
av til endamálið. Uppruna-
liga hevði Vinnumálaráðið
mett, at tað fór at vera
neyðugt at seta 25 milliónir
av næsta ár og at seta aðrar
30 milliónir av í 2004. At
løgtingið hevur skarvað av,
merkir helst, at neyðugt
verður at játta pening til
endamálið eisini í 2005.
Alt hetta merki so eisini,
at tað er ivasamt um farstøð
og landgongd verða liðug,
tá ið suðuroyarskipið kem-
ur á heysti í 2004.
3,5 milliónir í
endurgjaldi
At landið sjálvt byggir
samferðsluhavn í Suðuroy,
merkir at Tvøroyrar Kom-
muna missir havnagjald.
Eftir lógini eigur l komm-
unan tískil rætt til endur-
gjald fyri mista inntøku.
Endurgjaldið verður goldið
í einum, og verður roknað
sum miðal árliga havna-
gjaldið seinastu trý árini
faldað við fimm. Verður
óbroytt framyvir, verður
endurgjaldið til Tvøroyrar
Kommunu sostatt einar 3,5
milliónir krónur.
Nýggja samferðsluhavnin í
Suðuroy verður nú bóðin út
Soleiðis fer nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy at síggja út. Hon skal hava tvær atløgusíður, eina innaru ferjulegu framvið landi og eina ytri ferjulegu framvið grótkastinum út a fjørðin
C
M
Y
K
7
6