fríggjadagur 3. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 1 - 3. januar 2003
Nr. 1 - 3. januar 2003
9
Tað vísa yvirlitstrol-
ingar, sum Magnus
Heinason gjørdi á
Føroya Banka í sep-
tember
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í samandráttinum um yvir-
litstrolingarnar, sum fólk
frá Fróðskaparsetrinum og
Fiskirannsóknarstovuni
gjørdu við Magnus Heina-
syni á Føroya Banka í døg-
unum, 13-17. september í
ár, verður sagt, at meira er
til at toski og hýsu enn
seinastu undanfarnu árini.
Hinvegin er upsin í mink-
ing. Tó fekst meira av upsa
fyri hvørt tóvið í heyst enn
á heysti ár 2000.
Miðallongdin á toski,
hýsu og upsa er á leið tann
sama sum í fjør.
Neyvt sigur frágreiðing-
in, at miðallongdin á tosk-
inum var 79 cm., og mest
var til av 2 og 3 ára gomlum
toski. Hetta er fiskur, sum
er umleið 60 og 75 cm. til
longdar. Miðallongdin á
hýsu var 38 cm., og mest
var av støddunum, 15 cm.,
25 og 50 cm. Tað er hýsa,
sum er avíkavist 0, 1 og 3 ár
gomul. Lítið var til av 2 ára
gamlari hýsu. Miðalstøddin
á upsanum var 60 cm.
Væl fyri
- Kanningarnar vístu, at
toskurin, hýsan og upsin á
Føroyabanka eru væl fyri,
og einki er sum bendir á, at
fiskinum vantar føði, siga
tey fýra, Arnold Henriksen,
Rógvi Mouritsen og Marit
Pedersen frá Fiskirannsókn-
arstovuni og Eyðfinn Magn-
ussen frá Fróðskaparsetrin-
um.
Mátingar av hitanum
vístu, at sjógvurin við botn-
in er heitari enn seinastu
undanfarnu árini. Miðal-
hitin hendan túrin var 10,92
°C. Hetta er 0,4 °C heitari
enn somu tíð í fjør, tá hitin
var 10,52 °C.
- Enn er ov tíðliga at siga,
um hendan gongdin fer at
halda fram, men hesin hita-
vøkstur varð eisini staðfest-
ur á váryvirlitistrolingini
seinast. Tá var miðalhitin
0,39 °C heitari enn á vár-
túrinum í 2001, 8,20 °C
móti 7.81 °C í 2001.
400 nytrur
Høvuðsendamálið við túr-
inum hjá Magnusi Heina-
syni var at fáa eitt mát fyri
nøgdina og lívfrøðina hjá
teimum
týdningarmestu
fiskasløgunum á Føroya-
banka. Eisini vórðu tey
havfrøðiligu viðurskiftini á
Bankanum kannaði.
Reiðskapurin, sum nýttur
varð til royndirnar, var 116
fóts kassatrol við 40 mm.
meskum í posanum og við
vanligum grunni. Breidlar-
nir vóru 60 m. og 120 m.
Lemmarnir vóru av slag-
num, Steinhamns, og síðan
nýttu tey ein minilog tem-
peratur-og dýpdarmátara,
Sea-Bird CTD og ein WP-2
glúp.
Á túrinum miðjaðu tey
eftir at taka 400 nytrur av
toski, hýsu og upsa, men
bert 259 upsanytrur vórðu
tiknar, tí ov lítið var at fáa.
Heitari sjógvur
Í talvu er miðalhitin við
botnin vístur fyri hvørt tov.
Her sæst, at hitin liggur
millum 8,26 og 11,50 °C.
Sjógvurin var heitastur inni
á Bankanum og kólnaði so
út móti kantinum. Hesin
hitamunur kemst av, at tann
grunni sjógvurin inni á
Bankanum um summarið
verður hitaður av sólini og
av tí, at luftin tá er heitari
enn sjógvurin. Um veturin
og tíðliga um várið er tað
øvut; tá er tann grunni
sjógvurin kaldastur. Síðan
1997 hevur miðalhitin við
botnin í 2002 verið tann
heitasti í hesum tíðarskeiði.
Miðalhitin hendan túrin var
10,92 °C. Hetta er 0,4 °C
heitari enn somu tíð ár
2001, tá ið hitin var 10,52
°C.
- Enn er ov tíðliga at siga,
um hendan gongdin fer at
halda fram, men hesin
hitavøkstur
varð
eisini
staðfestur á váryvirlitistrol-
ingini seinast. Tá var mið-
alhitin 0,39 °C heitari enn á
vártúrinum í 2001, 8,20 °C
móti 7,81 °C. Kaldasta árið
í tíðarskeiðnum, 1997-
2002, var í 1999, tá ið mið-
alhitin var 10,44 °C.
Veiðan
Á túrinum í heyst fekk
Magnus Heinason tilsam-
ans 34 ymisk fiskasløg; tað
eru tvey færri enn á heysti
2001. Av fiskasløgunum,
sum vórðu fingin í 2001,
men ikki í heyst, vóru
skøta, fagurserkur og búk-
svartur hávur. Haraftur-
ímóti fekk Magnus Heina-
son 5 fiskasløg í heyst, sum
ikki vórðu fingin í fjør,
nevniliga hemara, svart-
fisk, kikarafisk, hvass-
hvoysu og hvíting.
Samlaða veiðan á heysti
2002 var 49.569 kg. Í 2001
gav túrurin 35.198 kg.
Í talvum verður greitt frá,
hvussu nógv varð fingið í
hvørjum tóvi av hvørjum
einstøkum fiskaslagi. Mest
verður gjørt burtur úr toski,
hýsu og upsa.
Toskurin væl fyri
Toskaveiðan
á
Føroya
Banka í heyst var sløk
14.000 pund, og toskur varð
fingin á 25 av teimum 28
støðunum, ið roynd vórðu.
Toskur fekst yvir tað mesta
av Bankanum, undantikið á
trimum leiðum, har djúpt
var.
Mest var av toski, sum
var umleið 60 cm. og 75
cm. til longdar. Hetta er 2
og 3 ára gamal fiskur.
Miðallongdin var 79 cm. Í
fjør var miðallongdin 78
cm. Hetta er nakað minni
enn undanfarin ár, tá miðal-
longdin á toski hevur verið
millum 85 til 90 cm. Hetta
kemst av, at nú er meira til
av smærri toski enn undan-
farnu árini, tá so at siga bert
stórur toskur hevur verið at
fingið á Bankanum.
Fiskurin á Føroyabanka
er væl fyri, og einki bendir
á, at honum vantar føði.
Hýsan veksur
Yvirlitstrolingarnar í heyst
góvu tilsamans 33.878 kg.
av hýsu. Hýsa var at fáa
yvir tað mesta av Bankan-
um, tó mest inni á tí
grunna. Miðallongdin var
38 cm., ið er júst tað sama
sum í fjør.
Síðan á heysti 1991, hev-
ur hýsuveiðan á Bankanum
øll árini verið í støðugum
vøkstri. Miðalveiðan av
hýsu hendan túrin var væl
hægri enn túrin árið fyri,
nevniliga 1.210 kg. fyri
hvønn fiskitíma hesaferð
móti 693 kg. í 2001.
Minni upsi
Samlaða veiðan av upsa var
2.739 kg., og størsta tóvið
varð fingið í útsynnings-
horninum av Bankanum.
Miðallongdin var 60 cm.,
og hetta er á leið tað sama
sum árið fyri, tá miðal-
longdin var 56 cm. Miðal-
veiðan hendan túrin var 98
kg. fyri hvørt tóvið, og tað
er væl minni enn í 2001, tá
miðalveiðan var 229 kg. Í
heyst var tó meira at fáa í
hvørjum tóvi enn á heysti
ár 2000.
Einki bendir á, at toski, hýsu og upsa
vantar føði á Føroya Banka
Yvirlitstrolingarnar, sum Magnus Heinason gjørdi á Føroya Banka í heyst, vísa, at fiskurin á Bankanum er væl fyri og einki er,
sum bendir á, at honum vantar føði
Toskur og hýsa eru í vøkstri á
Føroya Banka, men minni
var av upsa á heysti 2002
enn árið fyri, tó meira í 2002
enn í ár 2000.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroya Fiskimanna-
felag setir nú í enn
størri mun kikaran á
trygdina og trivnaðin
umborð á okkara
fiskiskipum
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
Umleið 120-125 mans vóru
møttir á landsfundi Føroya
Fiskimannafelags, tá ið
fundurin varð settur av for-
manni felagsins, Óla Jacob-
sen, seinasta mánamorgun.
Okkurt árið vóru fiski-
menninir fleiri í tali, men
teir hava eisini verið færri.
Undirtøkan í ár er sostatt
umleið miðal.
Í mong ár hevur Fiski-
mannafelagið hildið sín
árliga landsfund millum
jóla-og nýggjárshøgtiðina,
tí hetta er tíðin, tá ið flestu
fiskimenn eru heima.
Trygd og trivni
Tað var serliga felagið,
Fiskimannakonur, sum fyri
fleiri árum síðan setti
dagsskránna um trygd og
trivnaðin umborð á okkara
fiskiskipum. Hetta felag
hevur virkað í neyvum
samstarvi við FF, men
seinnu árini hevur líkasum
minni lív verið í felagnum.
Kanska er tað soleiðis, at
fiskimenn í tí dagliga hava
hugsað minni um trygdina
umborð enn konurnar ella
familjan, sum sita heima.
Í øllum førum er kikarin
við tíðini settur meira á hesi
viðurskifti, og á landsfund-
inum í ár gjørdi Føroya
Fiskimannafelag
nógv
burtur úr hesum evni.
Rætti vegurin
- Vit hava sett kikaran á
hesi viðurskifti. Her gongur
rætta vegin, men hetta er
nakað, sum tekur tíð. Fiski-
menn fegnast um tey fram-
stig, sum eru hend, har skip
eru umbygd, og manningar-
umstøðurnar eru betraðar.
Einstøk nýggj skip eru
eisini komin í flotan, og
onnur góð skip eru keypt úr
útlandinum.
Soleiðis segði Karl Isak-
sen, sum er ein av sýslu-
formonnum
FF's,
við
Sosialin í døgurðasteðgin-
um
mánadagin,
tá
ið
landsfundurin varð hildin í
Norðurlandahúsinum.
Gesturin á landsfundi
FF's hendan dagin var Óli
Hans Hammer Olsen, sum
er stjóri á Skipasýninum.
Eftir
døgurðasteðgin
røddi hann um trygd og
trivnað hjá sjófólki okkara
og legði upp til kjak um
evnið.
Eitt gott ár
Á landsfundinum kundu
stjórn og fiskimenn eisini
fegnast um positivu gongd-
ina hjá flest øllum veiði-
bólkum, tí árið 2002 er sum
heild eitt tað besta hjá
fiskiflotanum í skjótt 100
ára gomlu søgu felagsins.
Ísfiskavinnan hevur ong-
antíð havt tað betur, og væl
hevur gingist hjá nótaflot-
anum - um enn ikki eins
væl, sum árið fyri, ið var
eitt framúr gott ár.
Tann skipabólkur, sum
hevur tað tyngst, er rækju-
flotin, men eisini hann hev-
ur megnað at hórað undan.
Trygd og trivni á landsfundi FF's
- Tað er rættiliga
hugstoytt og leingir
bara um pínuna, at
skip loysa undir
verkfallinum, sigur
Ellintur M. Abra-
hamsen
SÁTTMÁLASTRÍÐ
Vilmund Jacobsen
30. desember vóru Ellintur
M. Abrahamsen, formaður
í Føroya Skipara-og Na-
vigatørfelag, Jákup Sól-
stein, formaður í Føroya
Reiðarafelag og umboð fyri
nótaskipini á einum ófor-
mellum fundi um støðuna,
nú veiðiflotin hevur verið
raktur av verkfalli síðan,
18. desember.
Óformellur fundur
Ellintur sigur, at hetta var
ein óformellur fundur, har
partarnir fingu høvi at
greiða frá sínum sjónar-
miðum og annars tosa sam-
an um støðuna.
- Hetta var ikki nakar
semingsfundur, og eingin
nýggjur fundur er avtal-
aður, sigur hann.
Ellintur veit at siga, at
annar
semingsmaðurin,
Suni S. Jacobsen, ringdi
nýggjársaftan og segði, at
feløgini fóru at frætta frá
semingsmonnunum
í
nærmastu framtíð, sum
formaðurin hjá skiparum
og navigatørum tekur til.
- Nær ein nýggjur fundur
verður, vita vit ikki, men
sum er, bíða vit eftir sem-
ingsmonnunum. Tað eru
teir, sum kalla til fundar,
soleiðis sum støðan er,
sigur hann.
Leingir pínuna
Sum kunnugt, hava nøkur
skip loyst millum jól og
nýggjárs, hóast tey eru
fevnd av sáttmálanum mill-
um FSN og FR. Skipini,
sum eru nevnd í hesum
sambandi, eru eitt nú Sæ-
borg, Sjóborg, Fríðborg og
Norðleivur.
Ellintur veit at siga, at
Vesturfarið og Skarðhamar
eisini hava verið úti, men
hesi eru ikki fevnd av sátt-
málanum, sum stríð er um.
Hvørjum sáttmála, hesi
skip virka eftir, veit Ellintur
ikki at siga.
Formaðurin í Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
heldur ikki, at nakað skip,
sum er fevnt av sáttmálan-
um hjá felagnum, er úti í
løtuni.
- Tað er rættiliga hug-
stoytt og leingir bara um
pínuna, at skip loysa undir
verkfallinum. Vit vóru í
samband við onkran av
monnunum í nevndu feløg-
unum, sum lótu skipini
fara. Hesir søgdu, at teir
loystu ikki, meðan sátt-
málastríð er. Kortini lótu
teir skipini fara útaftur, og
tað er hugstoytt, sigur
Ellintur M. Abrahamsen.
– Vit bíða eftir semingsmonnunum
Einir 120-125 mans vóru á
landsfundi FF's mánadagin.
Tað er eitt miðalár til
undirtøku.
Mynd: Jens Kristian Vang
Óli Jacobsen hevur sitið sum
formaður í Fiskimanna-
felagnum síðan 1971 - ella í
meira enn 30 ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tað leingir bara um pín-
una, um skip loysa undir
verkfallinum, sigur Ellintur
M. Abrahamsen
C
M
Y
K
9
8