fríggjadagur 3. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 1 - 3. januar 2003
Nr. 1 - 3. januar 2003
11
Sendingin í útvarpinum um lagnu fullveldisins avdúkaði,
at føroyska tjóðin er tvíbýtt av fullveldismálinum. Send-
ingin avdúkaði eisini, at stendur tað til løgmann og
varaløgmann verður uttan íhald stevnt móti fullveldinum
hetta valskeiðið. Somuleiðis verður miðað ímóti, at fullt
og heilt fullveldi er sett í verk í 2012, um samgonguflokk-
arnir varðveita valdið. Men full semja var ikki millum
báðar teir stóru loysingaflokkarnar. Fólkaflokkurin vil
hava búskaparliga trygd fyri fullveldi. Tjóðveldisflokk-
urin vil hava loysing fyrst, so kemur alt tað búskaparliga
av sær sjálvum. Hetta sjónarmið varð stuðlað við at for-
maður Tjóðveldisfloksins vísti til tilgongdina undir
avkoloniseringini. Tað, sum hann í roynd og veru segði
var, at skal bíðast eftir búskapinum, so verður einki full-
veldi.
Sendingin avdúkaði djúpa ósemju um yvirtøkupoli-tikkin,
samstundis sum hon avdúkaði, at kósin verður hildin.
Tjóðveldisflokkuirn vil halda fram við yvirtøkum uttan
íhald, meðan hinir samgonguflokkarnir tykljast at vera í
iva. Til tess at styrkja sína argumentatión hevur Tjóð-
veldisflokkurin tikið í brúk eina nýggja búskaparliga
dimensión: blokkurin verður nú mettur við atliti at før-
oyska búskapinum og ikki mettur í mun til samlaðu
fíggjarlógina. Blokkurin umboðar sostatt bert nøkur fá
procent, sum ongan týding hava fyri almenna búskapin.
Vit fara ikki her at taka dagar millum, hvørt hetta er sak-
lig politisk argumentatión. Tað lata vit yvir til lurtaran/
lesaran og hinar flokkarnar. Hinvegin loyva vit okkum at
vísa á, at føroyska tjóðin enn sum áður stendur tvíbýtt í
fullveldisspurninginum. Hetta er í longdini ósunt fyri
eina tjóð. Hvussu leingi tola vit sum tjóð og fólk at vera
so ósamd um eitt so grundleggjandi mál? Má ein spyrja.
Her má vend koma í og liggur stór ábyrgd á samgongu
eins væl og á andstøðu í hesum máli. Samgongan má
endurskoða sín harðrenda politikk og koma andstøðuni
meira á møti. Hetta má hon gera út frá tí einfalda veru-
leika, at bert ein lítil helmingur av føroyingum veruliga
ynskir henda harðrenda fullveldispolitikkin – hetta ikki
minst eftir, at tað gerst alt meira greitt, hvør, ið kemur at
rinda gildið. Higartil hevur samgongan hóast innanhýsis
klandur og ófrið borið seg at sum ein einflokkastjórn í
einum ódemokratiskum landi. Maktin tykist vera alt fyri
samgonguflokkarnar, tí hanga teir saman hóast ósemju
um loysingarleistin. Allar avgerðir eru tiknar uttan fyri
tingsins gátt. Politiskt orðaskifti er einki. Innanhýsis-
klandrið og orðadráttirnir hava bert til endamáls at káva út
yvir hendan veruleika. Hvussu leingi tolir eitt fólkaræði
eina slíka viðferð? Henda spuring seta mong í hesum
døgum.
Hinvegin má andstøðan taka í egnan barm. Higartil hevur
hon lagt fram fá verulig alternativ og andstøðan hevur
staðið veik í tí sindri av politiskum og principiellum orða-
skifti, ið hevur verið. Í mongum førum hava samgongu-
flokkar virkað sum andstøða til sína egnu samgonga. Tá
ruggar ikki rætt. Andstøðan má finna síni egnu bein og
seta upp eitt realistiskt og trúverdugt alternativ, sum kann
geva teimum demokratisku pørtunum av samgonguni ein
møguleika at loysa upp fyri tí læstu støðuni. Hendir ikki
okkurt, sum líkist hesum, gerst klovningurin bara alt størri
í tjóðini til vit mentalt enda í eini støðu líkari tí í
Norðurírlandi. Hetta má ikki henda og tí eiga allar góðar
demokratiskar kreftir at umhugsa støðuna í størsta álvara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nýtt ár við tvíbýttari tjóð
VIÐMERKINGAR
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
So hevði tað nokk loyst seg
betur hjá andstøðuni, helt
fyrrverandi løgtingsmað-
urin Finnbogi Ísakson fyri í
sjónvarpssamrøðu sunnu-
kvøldið. Orðingina kenna
vit aftur frá tjóðveldisfor-
manni á sinni; ta ferðina tó
í einum meira negativum
tónalagi.
Í hesi samrøðuni hevði
Finbogi hug at geva góð
ráð, og hóast alt annað enn
samd við Finnboga um
partapolitikk má eg við-
ganga, at tað kann vera
áhugavert at hoyra hansara
viðmerkingar og meining-
ar. Ofta speiskar og soleiðis
orðaðar, at tær skulu kunna
tulkast ymiskt.
Men tá Finnbogi segði, at
andstøðan
fyri
at
fáa
ávirkan kundi havt lumpað
og lirkað nakað í sambandi
við fíggjarlógina, ið júst er
samtykt, so eri eg rúkandi
ósamd. Sambandsflokkurin
var og er so dundrandi ó-
samdur við samgonguna, tí
høvuðsendamálið í hesi
fíggjarnevndarviðgerðini
vóru sparingar fyri ein-
hvønn prís frá samgong-
unnar síðu, og Sambands-
flokkurin gongur ikki við
til bert at fáa nøkur tøl at
síggja væl út á pappírinum,
og so er annars líka mikið,
hvussu samfelagið sær út,
bara vit røkka einum full-
veldi!!
Ongin skal ivast í, at
úrslitið av hesi fíggjarlógini
verður ein rúgva av eyka-
játtanarumbønum,
sum
flestu samgongutingmenn
annars hava bedýrað ikki
koma uppá tal í framtíðini.
Sparingar funnu vit í
andstøðuni, eingin kann
siga annað, men teimum
vildu samgongulimir ikki
atkvøða fyri, sjálvt um
fleiri teirra tóku undir við
okkum, tá mikrofonin ikki
var í nánd.
Eg eri samd við Finn-
boga, tá hann sigur, at ein
politikari eisini skal standa
til svars fyri sínum flokki
og sínum veljarum, og júst
av teirri orsøk kundu vit
ikki góðtaka alt. Vit gjørdu
tó eina roynd við at seta
nøkur broytingaruppskot
fram, ið eg eri viss í, fara at
koma afturumaftur, men
samstundis skal eg við-
ganga, at broytingarupp-
skotini kundu verið nógv,
nógv fleiri.
Fíggjarlógin 2003
Aftan á at fíggjarlógin er
samtykt, og kritikkur er
farin at hoyrast, hava vit
longu fleiri ferðir hoyrt
landsstýrismenn t.d. Bjarna
Djurholm og Páll á Reyna-
túgvu siga, at andstøðan
hevur góðtikið allar spar-
ingarnar umframt viðmerk-
ingarnar, tí vit atkvøddu
fyri lógini!
Tað er rætt, at Sambands-
flokkurin atkvøddi fyri
endaliga fíggjarlógarupp-
skotinum, men tað er so
sanniliga ikki, tí vit taka
undir við øllum. Eina fíggj-
arlóg skal landið hava, og
har eru mál, sum vit taka
undir við, men eg skal
eisini vissa samgonguna
um, at tá lógarbroytingar-
nar koma fyri, ið skulu
rættvísgera teirra sparingar,
so fara teir at síggja, hvar
vit standa. Tað hava vit
eisini longu gjørt vart við.
Eisini fara vit framhaldandi
at koma við okkara egnu
broytingaruppskotum, og
vit byrja longu í januar
mánaði komandi.
Lirka og Lumpa nakað …
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 22050 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
INTERNETBÓK
»Oystercatcher«,
eftir
David Jutson er skaldsøga
at lesa á tínari teldu frá
Framtak á Toftum.
»Oystercatcher«,
eftir
David Jutson, er ein thrill-
ari í fullari longd, sum fer
fram í teimum norður at-
lantisku oljuøkjunum við
Føroyar. Heitið kemur av
navninum á oljukelduni
"Tjaldur 1" sum, í bókini,
liggur beint sunnan fyri
Suðuroy.
"Mín rødd er kódnað av
tí fyrstu av teimum trimum
spreingingunum ið skaka
boripallin. Øll steðga á í
sínum arbeiði og hyggja
seg um. Har eru hvørki
roykur ella logar men bori-
pallurin tekur ógvuliga
spakuliga at halla ..."
Tær drúgvu yrkisligu
royndirnar hjá rithøvund-
anum sum jarðfrøðingur,
íroknað tíðin hann hevur
arbeitt í Føroyum, er við til
at gera hendan dramatiska
hugbindara autentiskan.
Frá 1992 til 1998 ar-
beiddi hann hjá Danmarks
og Grønlands Geologiske
Undersøgelse (GEUS) sum
senior jarðfrøðingur við
ábyrgd fyri at seta sjøtil á
ídnaðarliga biostratigrafi
og
reinum
granskingar
verkætlanum har ímillum
oljukeldu arbeiði í tí danska
Norðsjónum og í Føroyum.
Hann arbeiðir í løtuni
fyri RWE-Dea AG sum
senior jarðfrøðingur við
ábyrgd fyri gransking og
oljukeldu jarðfrøði í Norð-
sjónum, Egyptalandi og
álanda Týsklandi.
E-bókin er á eingilskum
og inniheldur eisini ein
orðalista við oljuvinnu
nevnum og kortum.
E-bókin koyrir undir
Windows 95, 98, Me, NT,
2000 ella XP og eingin
eyka ritbúnaður krevst.
Hon fæst at taka niður av
internetinum og á fløgu.
Tú finnur »Oystercatch-
er« á heimasíðuni hjá
Framtak á
www.framtak.com
Nýgg e-bók at fáa
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
Fyrst av øllum fari eg at
takka tykkum, sum trúðliga
hava fyrireikað nýggjárs-
tiltakið her á staðnum. Eg
vil eisini nýta høvi at takka
fyri, at mær varð víst álit, at
halda nýggjársrøðuna í ár.
Hetta er myrkasta ársins
tíð, har vit júst eru farin um
stytsta dag og náttúran
liggur í dvala, dagurin
stuttur og náttin long. Tann
gamli, góði, gleðiboðskap-
urin um, at frelsari er okk-
um føddur, hava eisini ljóða
hesi jólini. Ung og gomul
hava sitið undir orðinum og
sungið jólasangir og glett
seg yvir, at okkum untist
enn eina ferð at uppliva há-
tíðina, sum ber av øllum.
So vist sum heimurin
stendur vita vit eisini, at tá
fari er um stytsta dag, ber
aftur móti ljósari tíðum við
lýðku, summari og gróðuri.
Náttúran vaknar úr dvala,
grøs og urtir spretta, fugl-
urin tekur bjørgini, lombini
koma og menniskjan frøist
um skapanarverkið og teir
møguleikar sum góvust
okkum í hesum undurfagra
landinum.
Gamlaárskvøld, stand-
andi á gáttini til nýggja ári,
er náttúrligt at líta aftureftir
og minnast, hvat farna ári
gav okkum. Tað er ymiskt,
hvussu lagnan lagaði seg
hjá tí einstaka og hvat møtti
honum í árinum. Nógv
okkara hava mist onkran
sum stóð hjarta okkara nær,
og tí kann tað kanska tykj-
ast trupult at síggja glottar
fyri framman. Gamla før-
oyska orðataki "Maður
kemur í mans stað," og "Vit
byggja á herðunum á
teimum, ið undan fóru",
koma eisini við tíðini at
sannast fyri okkum, tó at
vit ídag illa duga at síggja,
hvussu vit kunnu verða tey
farnu fyriuttan. Tíðarinnar
hjól melur, lívið heldur
fram og uppgáva okkara er
at arbeiða av fullum huga,
meðan tað enn eitir ídag.
Farna ári hevur búskapar-
liga roynst væl fyri land
okkara. Tá alivinnan er
undantikin, man hetta vera
eitt av teimum bestu innan
flestu vinnugreinar og ar-
beiði hevur verið til allar
hendur. Fiskiskapurin hev-
ur verið so góður sum
menn ikki minnast, serstak-
liga hjá teimum smærru
bátunum. Fiskur fæst innast
av fjarðunum út á ytstu
havmið og veðrið við liggj-
andi lágætt og nærum
summarveðri hevur viðført,
at ein partur av smábáta-
flotanum nevnliga bólkur
B, hevur brúkt allar sínar
fiskidagar og skjótt liggur
bólkur D (ikki at misskilja
við flokk D) eisini, men
vónandi fæst ein loysn á
hesum trupuleika beint eftir
nýggjár.
Árið royndist serstakliga
væl hjá Runavíkar komm-
unu. Nógv virksemi hevur
verið á havnalagnum, við
upp og avskiping, so hóast
vit í juni tóku nýggja
havnalagið Kongshavn í
nýtslu, er mangan trongligt
við bryggjukantin. Atlantic
Supply Base hevur onki
virksemi havt í ár tí bori-
ætlanin varð útsett, men
komandi ár tá byrja verður
at bora, kemur aftur lív í á
útgerðarstøðini. Tað skuldu
verið møguleikar hjá okk-
um at veitt tænastur til virk-
semi hinumegin markið
eisini, og vit gleða okkum
til aftur at síggja veitingar-
skipini inni á fjørðinum.
Hesi vóru so tíðum at
síggja inni, at tey vóru bliv-
in ein partur av gerandis-
degnum hjá okkum fjarð-
búgvum.
Gongst eftir ætlan verður
ein stór farmahøll hjá
Skipafelagnum
smíða
norðast á havnalagnum í
summar. Hetta kemur at
geva brúkarunum eina enn
betri tænastu, samstundis
sum
greiðari
skilnaður
verður millum fisk og ann-
an farm.
Stutt fyri jól fekk P/F
Beta tveir stásiligar ný-
bygningar, Bak og Stelk, og
er hetta byrjanin til eina
endurnýggjan av gomlu
Cuba- bátunum, sum hava
tænt fyri seg. Eisini Jaspis
og Ametyst komu aftur av
flatlondum fyri jól har teir
hava fingið eina størri høv-
uðsumvæling í Skagen.
2002 varð besta árið hjá
NSÍ nakrantíð, síðan fe-
lagið sá dagsins ljós. Tit
góvu okkum "Guligans"
størstu fótbóltsuppliving
nakrantíð, tá ið tit á Ólav-
søku vunnu steypakapping-
ina við at sigra á høvuðs-
staðarliðnum HB 2-1, um-
framt at vit vunnu silvur í
landskappingini. Túsund
tøkk fyri avrikið og góða
eydnu við kappingarárinum
sum nú liggur fyri framm-
an.
Eisini í fimleiki og kapp-
róðri vóru heiðursmerkir
vunnin.
Somuleiðis fekk landslið
okkara sera góð úrslit og
serstakliga dysturin í Hann-
over situr fastur í minnin-
um, tá vara-heimsmeistar-
arnir mundu fingið sín lívs
skelk, tá ljóshærdi klaks-
víkingurin eftir eina góða
fríspæling gjørdist leysur
framman fyri málið hjá
Kahn. Vit vóru millimetrar
frá javnleiki og heims-
sensatiónini, men bólturin
rakti stongina skeivu meg-
in; hetta hava vit møguleika
at rætta, tá returdysturin
verður á heimavølli.
Innan samferðslu hendir
nógv og verða oyggjarnar
knýttar tættari saman við
betri ferjum og tunnlum.
2002 var árið tá koyrandi
var til Vágarnar og tunnilin
skotin ígjøgnum til Gása-
dals. Avgerð er tikin um, at
fara undir verkætlanina, at
gera undirsjóvartunnil und-
ir Leirvíksfjørð. Gongur
hetta arbeiði eins væl og
tað undir Vestmannasundi,
verður koyrandi til Klaks-
víkar um 3 ár.
Rundkoyring
verður
gjørd á Skipaneskrossin-
um. Stranda- & Oyra-
vegurin halda fram, ábøtur
á Norðskálatunnilin gjørd-
ar. Vegagerð í Suður-
streymoy, samfersluhavn
Tvøroyri og Syðra-dali.
Nýggjur Smyril verður
bygdur til Suðuroyarsigl-
ingina og nýggja Norrøna
kemur til landið um 5 mán-
aðar. Fyrsta uppgávan hjá
flaggskipi føroyinga verður
at virka sum hotellskip við
Runavíkar Havn, til stór-
fingnu
fiskarí-messuna,
sum Atlantic Fish Fair enn
einaferð skipar fyri - mán-
aðarskifti apríl - maj 2003.
Fiskarímessan man vera
eitt tað størsta tiltak, sum
nakrantíð er fyriskipað í
Føroyum, og eydnaðist hon
sera væl. Nærum allir teir
somu sum luttóku seinast
verða við aftur hesaferð,
umframt fleiri nýggir so
økið verður víðka við einari
høll og einum telti. Eitt gott
býtislutfall er millum lut-
takarar uttan úr heimi og
heimlig virkir. Vón okkara
er, at hendan messan verður
eins væleydna og tann sein-
asta, og kemur at geva fyri-
reikarunum og býnum eina
góða reklamu innan og
uttanlandd og at hesin táttur
verður afturvendandi ann-
aðhvørt ár.
Farna ári er eins og ein
lisin bók, har hvør dagur er
at líkna við eina blaðsíðu.
Vit kunnu blaða og minnast
á hendingar, góðar og
minni góðar, men vit hava
uppliva hetta og tað kennist
trygt og vælkent. Øðrvísi er
við árinum sum liggur fyri
framman, har alt er hult í tí
duldu ókendu framtíðini.
Vit vita at lívið ikki bert er
ein dansur á rósum, men at
mannalívið er havinum líkt,
stundum við silvitni, stund-
um kunnu vit hava undan-
vind í langa tíð. Tíðir
kunnu eisini koma við
liggjandi sjaskveðri ella
ódn sum kastar lívsfar okk-
ara higar og hagar. Hesum
sleppur ongin undan, men
okkum nýtist ikki at óttast,
tí ongin byrða verður løgd á
okkum, sum vit ikki fáa
mátt til at bera, um vit leita
hjálp á røttum stað.
Vit kunnu her við árs-
byrjan líta við frímóði
frameftir. Útlitini eru betri
enn mangan fyrr, vit hava
eitt dugnaligt og virki fólk
og hóast onkrir skýkloddar
hómast á luftini eru ongin
orsøk til at stúra. Við Guds
hjálp og leiðslu ganga vit
við treysti fram. Tá hann er
við, hvør kann tá verða
ímóti ?
Eg fari at enda at ynskja
øllum eitt gott og vælsigna
nýggjár, við tøkk fyri tað
brátt farna.
Altjóða skrivstovan
Mikukvøldið tann 8.
januar 2003 kl. 20.00
skipa Altjóða skrivstov-
an saman við lestrar-
vegleiðarunum á Stu-
dentaskúlanum og HF-
skeiðnum og á Handils-
skúlanum á Kambsdali
fyri kunningarfundi um
víðari útbúgvingar uttan
fyri Danmark. Tiltakið
verður í Studenta-skúla-
høllini og er alment og
ókeypis.
Allir næmingar við
miðnámsskúlarnar, tað
veri seg studentaskúla,
HF, HHx ella HTx, eins
og onnur áhugað, eru
væl komin.
Fýra føroyingar, sum
allir hava tikið sær út-
búgving uttanfyri Dan-
mark, fara at greiða frá:
1 um sínar tankar og
ætlanir við at fáa sær
útbúgving í ávikavist,
Skotlandi, Wales og
Teilandi
2 um mannagondina, tá
tey søktu, og fíggjar-
ligu viðurskiftini í
sambandi við lesturin
3 um góð og trupul við-
urskifti í útbúgving-
artíðini, bæði av fak-
ligum og sosialum
slag
4 um starvsroyndirnar
eftir at tey eru komin
heim aftur at búgva
5 um hvat tey halda,
kann gerast fyri at fáa
fleiri at taka eina
hægri útbúgving úti í
heimi – tað er uttan
fyri Danmark.
Eftir at teir fýra gestirnir
hava greitt frá sínum
hugsanum um útbúgv-
ing og yrkisleið verður
høvi at seta teimum
spurningar og at hava
orðaskifti um útbúgv-
ingarviðurskifti.
Síðani fer leiðarin á
Altjóða Skrivstovuni í
Havn, Holger Arnbjerg,
at greiða frá møguleik-
unum at lesa partvís ella
burturav uttanfyri Dan-
mark. Hann fer at við-
gera mannagongdina í
sambandi við umsókn-
ina, fíggjarviðurskifti og
onnur praktisk viður-
skifti í hesum sambandi.
Tey fýra, sum fara at
taka lut, eru:
Hanna í Horni, 27 ár,
PhD-lesandi við Uni-
versity of Wales, Swan-
see.
Málsligur studentur av
Kambsdali í 1995
BSc í antropologi og
politiki 1999
MA í altjóða relatiónum
2002 frá University of
Wales, Swansee.
Sonja Jógvansdóttir,
25 ár, blaðkvinna á
Dimmalætting
Málsligur studentur á
Kambsdali 1997
Master of Arts (honours)
í politikki við Edinburgh
Universitet juli 2002
Hans Jacob Kollslíð, 30
ár, lærari á Viðareiði
Skiftisnæmingur við
AFS í Teilandi 1988/89
Støddfrøðiligur student-
ur við Gøtugjógv 1992
Bachelor í "Business
English and Marketing"
í 1999 fra Assumption
University,
Bangkok,
Teiland
Tummas Pauli Mýri,
28 ár, Menningarráð-
gevi, "Business Deve-
lopment Advisor", BP
Exploration, Tórshavn
Støddfrøðiligur student-
ur á Kambsdali 1994
BA Hons. 1999 á Robert
Gordon University í
Aberdeen
Business
Economics
(MSC) frá Strathclyde
University, Glasgow, í
2000
Hevur arbeitt fyri olju-
feløg í styttri tíðarskeið í
London og Aberdeen.
Fyrireikarar eru:
Altjóða
skrivstovan
Lestrarvegleiðararnir við
skúlarnar á Kambsdali:
Holger Arnbjerg Óli
Wolles, Studentaskúlin
og HF-skeiðið
ask@ask.fo Karl Olsen
og Maria Gregersen,
Handilsskúlin
tlf. 322065
VIÐMERKINGAR
Nýggjársrøða í Runavík gamlaárskvøld 2002
Kunningarkvøld
um útbúgvingar
uttanlands
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 4. januar skip-
ar Tensing kórið, Sound of
Glory, í KFUM&K í Havn
fyri fløskuinnsavnan. Farið
verður runt í hvørt húsar-
hald í Havnini millum kl.
15.00 og 17.00. Peningurin,
ið kemur inn, fer til kon-
sertferð til Prag, har kórið
eisini fer at luttaka á stórari
altjóða KFUM&K stevnu.
Sangkór savnar inn fløskur
C
M
Y
K
11
10